mánadagur 26. november 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
FM Í STYRKILYFTING 2012
Tølini við striku ígjøgnum eru ikki góðtikin lyft. Tøl við striku undir eru nýggj føroysk met.
Litaðu tølini eru Wilks stig. Tað eru Wilks stiginið, ið avgerða hvør vinnur.
sí eisini www.yndi.fo
Frá vinstru: Tordur Sigurðsson
(nummar tvey), Bogi Hammer
(vinnari) og Herman M.
Hermensen (nummar trý)
Tóku 18 ára gomul styrkimet
Styrkilyfting Trý 18 ára gomul met hjá Regini Vágadal fullu
um vikuskiftið, tá FM í styrkilyfting var í Yndi. Bogi Hammer
tók tvey av metinum, meðan Jákup Suni Berg tók tað triðja.
Bogi Hammer og Kinna úr Dímun gjørdust samlaðir vinnarar
Tróndur Arge
Yndi var karmur um FM í styrkilyft
ing, sum var um vikuskiftið. Heili
18 føroysk met vóru sett, og trý av
teimum vóru 18 ára gomul met hjá
Regini Vágadal.
Jákup Súni Berg, sum vann
»Føroya sterkasti maður« seinast
tók metið frá Regini í bonk press.
Metið var 200 kilo, men Jákup Súni
megnaði at lyfta 205 kilo.
Bogi Hammar setti eisini í nýtt
met í »Squat«. Gamla metið hjá
Regini var 270 kilo. Bogi Hammer
kláraði leygardagin at lyfta 272,5
kilo.
Samlaða metið hjá Regini Vága
dal, tað er samlaða tali av kilo lyft
í squat, bonkpress og deadlift, var
740 kilo. Samlaða talið hjá Boga
Hammer leygardagin í Yndi var
742,5.
Bogi Hammer tók fyrr í ár metið
frá Regini í deadlift. Tað gamla var
270 kilo, meðan nýggja metið hjá
Boga Hammer er 300 kilo.
Sostatt kann staðfestast, at Bogi
Hammer og Jákup Súni Berg eru í
góðum formi undan landsdystinum
móti Danmark, sum verður 8.
desembur í ítróttarhøllini á Hálsi.
Tá skul teir báðir takast við tveir
teir sterkastu úr Danmark.
trondur@sosialurin.fo
Gamla kempan, Regin Vágadal, átti metið á 200 kilo
í bonkpress, men føroya sterkasti maður, Jákup Súni
Berg lyfti 205 kilo, og eigur harvið nýggja metið