hósdagur 1. apríl 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 64 - 1. apríl 2004
Nr. 64 - 1. apríl 2004
9
VÁRKONSERT
Jan Müller
Leygardagin var hugnalig
og góð konsert í Listaskál-
anum í Havn. Nýggjur tón-
leikur og tónleikur úr
barokktíðini, teirri klass-
isku- og romantisku tíðini
var á skránni. Tey, ið fram-
førdu, eru næmingar í
musikkskúlanum í Havn,
Fuglafirði, Klaksvík, Vág-
um og á Sandi.
Ein messingkvintett, ið
lærarin
Kenneth
Jones
skipaði, var á palli við "Just
a Closer Walk", ið D. Gillis
hevur lagt til rættis. Hinir
tónleikararnir eru Tróndur
H Olsen á trompet, Niklas
K Mouritsen á waldhorn,
Dávur J Magnussen á trom-
bone og Glenn Samuelsen á
tuba.
Ein- og tvíleikur var
somuleiðis
á
skránni.
Systkini Mattias og Sanna
Kapnas á klaver og violin
spældu " Giga" eftir J. S
Bach. Elin og Høgni R.
Hansen av Sandi spældu
ávikavist á tvørfloytu og á
blokkfloytu
saman
við
læraranum Katja Volovel-
skaja. Tey spældu tónleik
eftir Handel og Hook.
Heiðrun
Petersen
úr
Tórshavnar Musikkskúla
spældi Preludium úr Partita
í E-dur eftir J. S. Bach. Oluf
Dam úr Musikkskúlanum í
Vágum spældi Prelude nr
15 á Dess-dur eftir F.
Copin.
Yngsti næmingur hendan
dagin var átta ára gamla
Birgit Sivertsen úr Klaks-
Myndir Jan Müller
8 ára gamla Birgit Sivertsen,
spældi violin og var yngsti
luttakarin á konsertini
Elin R.
Hansen
spældi
á floytu
Børn og ung royndu seg í List
Ólavur Hátún sum altíð, við tí
góða oyranum, tá tað um tónleik
og ung umræður
víkar Tónlistarskúla, sum
spældi eitt amerikanskt
fólkalag á violin saman við
læraranum Ljudmila Bere-
zina.
Dávur J Magnussen á
trombone
framførdi
"
Morceau
Symphonique"
hjá A. Guilmant. Kamilla
Ravnsfjall á floytu leikti
"Concert Solo" eftir G.
Fauré saman við Jóhannes
Andreasen.
Katarina við Skipá á
floytu og Merry Eyð Jacob-
sen á violin spældu duettina
"Toreador" eftir G.Bizet.
Rúni Hentze á trompet
spældi "Bepop" hjá A Wil-
son; og Gunrið á Lakjuni á
cello framførdi eina koral
eftir J.S. Bach. Tey bæði
eru
úr
Fuglafjarðar
Musikkskúla.
Andrias Olsen spældi eitt
svenskt fólkalag á klaver,
og feðgarnir Heini og
Martin Mouritsen á trom-
pet og klarinett spældu
eisini eitt fólkalag saman.
Kristina
Dalsgarð
á
klaver
spældi
"Prelude
Minstrels" hjá C. Debussy.
Tað var sera hugaligt at
hoyra og síggja øll hesi
ungu framføra tónleik, ið
tíðum er tónleikaliga og
handaliga sera krevjandi.
Tað skulu nógv ymisk við-
urskifti vera til staðar fyri
at røkka slíkum úrslitum,
og tað er eyðsæð, at hesi
ungu nýta nógva tíð at
nema sær hendan førleika.
Og her er tónleikaundir-
vísingin kring landið eitt
sera týdningarmikið grund-
arlag hjá teimum.
Mattias D og Saga N Kapnas, spældu á klaver og violin
Feðgarnir Heini og Martin Mouritsen spældu á trumpet og
klarinet
Høgni R. Hansen spældi á blokkfloytu
Kamilla Ravsfjall á floytu
Gunrið á Lakjuni spældi á cello
Oluf Dam á klaver
skálanum
C
M
Y
K
9
8