Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frágreiðing frá kringvarpsstýrinum Seinasta metingin um rakstrarúrslitið hjá Kring­ varpi Føroya vísir, at úrslitið við árslok helst verður eitt hall á 3,7 milliónir krónur. Or­ søkin til hallið er, at inn­tøk­ ur­nar fyri 2012 helst verða 5 milliónir lægri enn KvF hevði vænt­að, har allar inntøkur svíkja – serliga spølini. Undanfarin ár er hallið hjá Kringvarpi Føroya fíggj­að við innistandandi pen­inga­ ogn, sum harvið er mink­að á hvørjum ári. Í fjør kom ognin niður á 3 milliónir krón­ur, og hetta er helst ikki nóg mikið til at røkka fyri halli­num í ár. Væntandi koma einar 700.000 krónur at resta í. Í fjør var eitt serliga stórt inn­triv í peningaognina. Hetta inntriv er ein avleiðing av, at Kringvarpið fekk nýggj­ an grannskoðara Nýggi grannskoðarin held­ur, at undanfarni av­ skriv­ing­a­rhátt­ur, sum brúkt­ ur er í sambandi við kring­ varps­gjaldið, er skeivur. Áð­ur bleiv kringvarpsgjald eld­ri enn fimm ár avskrivað. Nú mæla grannskoðarin og Gjaldstovan til, at kring­ varps­gjaldið verður mett og avskrivað grundað á tað, sum veruliga kann væntanst at koma inn. Broytti av­skriv­ ing­arhátturin hevur í 2010 og í 2011 minkað um pen­inga­ ognina við trimum millión­ um krónum, og í æt­lan­ar­ tølu­num fyri 2012 við hálvari millión krónum. Grannskoðarin mælir eisini til, at Kringvarpið í innanhýsis uppgerð hev­ur neyvt eftirlit við sam­an­ spardu avspákingini og feriu­ døgu­num hjá starvs­fólku­ num, og at stovnurin setir peng­ar av ímóti hesi skuld. KvF hevur tikið hetta til eftir tektar, og hava deildirnar mink­að munandi um av­spák­ ing­ars­aldurnar í 2012. Av­lei­ð­ ing­in er, at úreiðslur til lønir og samsýningar eru øktar mun­andi. Gongdin seinastu fimm árini Inntøkurnar eru støðugt lækk­aðar seinastu fimm ár­ ini, og í 2012 verða tær fimm milliónir krónur lægri enn í í 2007. Hetta sæst í talvuni niðan­fyri og svarar til eina lækk­ing upp á 8 prosent. Kring­varps­gjadið er hækkað við 5 milliónum krónum, men lýsingar og spøl eru lækkað við ávikavist 6 og 4 millió­num krónum. Kostnaðir í 2012 verða 3 millión­ir krónur lægri enn í 2007, og í mun til í fjør verða teir 4 milliónir krónur lægri. Tað er spart á øllum økjum, men hóast hetta sær út til, at tað fer at miseydnast Kringvarpinum at minka út­reiðs­lurnar so skjótt, at javnvág fæst ímillum kost­ nað og inntøkur í 2012. KRINGVARPIÐ Stýrið fyri Kringvarpið hevur 8. november latið Mentamálaráðnum eina frágreiðing um fíggjarligu støðuna hjá Kringvarpinum og vánaligu útlitini, um stovnurin ikki fær fíggjarlig hjálp frá tí almenna. Vit prenta úr frágreiðingini her á síðunum. Public Service á vandakós Sleppa ikki undan halli KRINGVARSSTÝRIÐ Inntøkurnar hjá Kringvarpinum eru støðugt lækkaðar síðani 2007, og í dag verður roknað við, at samlaðu inntøkurnar verða fimm milliónir lægri enn fyri í 2007 Kringvarp Føroya 2007 2012 Kringvarpsgjald 41.672.000 46.328.000 Lýsingar 12.332.000 6.703.000 Spælinntøkur 6.874.000 3.069.000 Aðrar inntøkur 803.000 38.000 Ískoytisveitingar 606.000 Inntøkur íalt 61.681.000 56.744.000 Rakstrarkostnaðir 59.705.000 56.721.000 Íløgur, rentur og avskr. 3.266.000 3.742.000 Úrslit -1.290.000 -3.719.000 Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir til »tónleik« verða brúktir í ár og næsta ár: sv úv sv úv 2012 2012 2012 2012 1.023.000 2.227.000 800.000 1.600.000 Tónleikurin, ið er ein stórur partur av útvarpsflatuni, verður í alt skorin við 850.000 krónum ella 26 prosent. Tað hevur helst við sær, at nættarrásin og aprar sendingar hvørva ella verða nógv skerdar. Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir til »átrúnað« verða brúktir í ár og næsta ár. sv úv sv úv 2012 2012 2012 2012 385.000 552.000 350.000 500.000 Her sæst, at sparingarnar næsta ár eisin ifevna um átrúnain. Vit mugu rapfesta neyvari, hvat skal verða á skránni, tí lítið av pengum verða brúktir til átrúnaðin frammanundan. Talvan niðanfyri vísir, hvussu nógvir pengar eru til »børn og ung« verða brúktir í ár og næsta ár: sv úv sv úv 2012 2012 2012 2012 2.291.000 1.259.000 2.000.000 1.050.000 Økið børn og ung má eisini spara. Hesin parturin verður helst skorin við 13 prosentum. Afturgongdin kemur at ávirka tilfar til børn og ung bæði í sjónvarpi og útvarpi. Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir eru til »mentan« verða brúktir í ár og næsta ár. sv úv sv úv 2012 2012 2012 2012 3.941.000 5.941.000 2.300.000 2.900.000 Her síggja vit, at mentanarparturin helst verður skorin 4,7 milliónir krónur ella 47 prosent. Hetta hevur við sær, at nógv færri mentanarsendingar verða í sjónvarpi og útvarpi. Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir til »ítrótt« verða brúktir í ár og næsta ár: sv úv sv úv 2012 2012 2012 2012 2.495.000 805.000 1.600.000 500.000 Brúkarar fara eisini at merkja sparingar í ítróttinum. Vit skulu helst spara 36 prosent á økinum, og tað hevur við sær, at ítrótturin í sjónvarpinum og í útvarpinum verður nógv skerdur. Talvan niðanfyri vísir, hvussu pengarnir til »tíðindi og aktuelt« verða brúktir í ár og næsta ár: sv úv sv úv 2012 2012 2012 2012 6.944.000 3.727.000 5.000.000 2.800.000 Tíðindaparturin verður helst skorin við 2,8 milliónum krónum næsta ár. Tað svarar til 26 prosent ella ein fjórðing. Skorið verður munandi av tíðindum í sjónvarpi og útvarpi. Soleiðis verða skerjingarnar Talvurnar vísa, hvussu skeringarnar fara at raka á ymsu deildunum: