Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frágreiðing frá kringvarpsstýrinum Broytingin í 2010 í reglunum um kringvarpsgjald hev­ ur havt við sær mun­andi hægri inntøkur frá kring­ varpsgjaldi. Broyt­ing­in ber m. a. í sær, at Kring­varpi­ num er heimilað at krev­ja kringvarpsgjald frá øll­um húskjum, sum kun­nu mót­ taka sendingar í sjón­varpi, útvarpi ella á inter­neti­num. Tað er tó eitt sera stórt og umfatandi arbeiði hjá Kring­ varpinum at krevja kring­ varpsgjaldið inn, bæði frá hús­ar­haldum og virkjum. Hóast lógarheimildir og at­ gongd­ir til almennar skrá­ ir, eru hvørt ár stórar upp­ hædd­ir, sum Kringvarpið ikki fær inn. Spæliinntøkurnar hava sveiggj­að seianstu árini, men í ár hava inntøkurnar frá kringvarpsspølum ver­ið serstakliga lágar. Frá und­ an­farn­um árum vita vit, at stødd­in á Gekkinum hevur stóra ávirkan á inntøkurnar hjá Kringvarpinum. Tá Gekk­ urin verður vunnin, áðrenn hann gerst veruliga stórur, ge­v­ur tað fáar inntøkur til Kring­varpið. Og júst hetta hev­ur verið mynstrið higar­ til í ár. Harafturat bendir nógv á, at fólk spæla minni nú kreppa hevur verið sein­ n­u árini, ella so hella tey meira til stóru vinningar í út­lendskum eydnuspølum. At lýsingainnøkurnar eru lækkaðar er helst ein var­andi gongd, har fyri­ tøk­ur brúka orku til bíligar ella ókeypis lýsingar á Facebook og øðrum miðl­ um. Brúkaramynstrið hjá sjón­varps­miðlinum er eisini, at alt fleir fólk hyggja at sendingum á netinum. Hetta hevur neiliga ávirkan á lýsingainntøkurnar hjá Kringvarpinum, sum ong­ ar lýsingar hevur á sín­ari heima­síðu. Kring­varp­ið til­ lag­ar alsamt útreiðslu­støðið til lækkandi inntøkurnar, men sum almennur stovnur hev­ur Kringvarpið nógvar skyl­d­ur, ið hava langa upp­ sagn­ar­tíð, eitt nú lønir og rætt­indi. Árið í ár er harafturat merkt at sjóraskifti, har und­ an­farni stjórin segði seg úr starvi 1. mai, og nýggi stjórin tók við 1. august – hetta tíðar­skeiðið kann sigast, at eitt tómrúm hevur verið á stovninum, og kann ein av­ leið­ing av hesum vera, at átøk ikki eru sett í verk fyrr enn í hesum árinum. Talvan niðanfyri vísir høvuðs­tølini hjá stovninum í ár og næsta ár við verandi kørm­um. Í ár eru føstu út­reiðsl­ u­rnar hjá Kringvarpinum 28,5 milliónir krónur. Føs­tu útreiðslurnar feva um húsa­ um­sinting, ak­før, rætt­indi, kun­n­ing­ar­tøk­ni, fíggjar- og um­sit­ing­ar­deidlina, miðla­ deildina og part av tøkni­ deild­ini. Inn­tøk­ur­nar eru 56,7 milliónir kró­n­ur, og leggja vit meir­nýtslu­na á 3,7 milliónir krón­ur afturat, gevur tað í alt góð­ar 60 milliónir krónur. Draga vit føstu útreiðslurnar frá, hev­ur Kringvarpið brúkt út við 32 milliónir krónur til at framleiða public service til­far til sínar miðlapallar. 84 fólk eru í starvi, harav eini 54 beinleiðis framleiða miðlatilfar. Sum tølini framma­nund­ an vísa, eru inntøkurnar til­lag­að­ar eftir verandi inn­ tøku­støði. Hædd er tikin fyri prís­vøkstri, og skerjingar eru í øllum kostnaðum. Av tí at hallið í ár væntandi fer við restini av eginognini hjá fyrr­verandi Útvarp Føroya, er alt avgerandi, at úrslitið í 2013 javnvigar. Talvan frammanfyri vísir eina varisliga inntøkumeting, sum er grundað á verandi inn­tøkustøði, har inntøkan í 2013 veður mett til 55 millión­ ir krónur. Draga vit førs­tu útreiðslurnar á 28 millión­ir frá og prísvøksturin í sam­ felag­num á 1,1 millión frá, eru 25,9 milliónir krónur eftir. Hetta røkkur í mesta lagi til ein starvsfólkahóp á 64 fólk. Men stovnurin má seta hálva millión krónur av ímóti av­spáking, og harafturat kost­ar tað stovninum fýra milliónir krónur í up­p­sagn­ ar­løn í 2013, um 20 fólk skulu sigast úr starvi. Skal úrslitið javn­viga, hevur Kringvarpið ong­an annan møguleika enn at taka hædd fyri hesum kost­naði og siga tíggju fólku aftur­at úr starvi. Eftir til beinleiðis fram­ leiðslu í 2013 eru 21,4 milliónir krón­ur – tað merkir, at í mesta lagi 54 starvsfólk í alt verða á stovninum, har einans á leið 30 arbeiða bein­ leiðis við at framleiða miðla­ tilfar. Skulu 30 fólk sigast úr starvi, er neyðugt at gera ógvu­s­lig inntriv í alt tilfar, Kring­varpið framleiðir. Niðan­fyri sæst, hvussu hetta helst fer at raka ymsu økini í public service sáttmálanum, um vit niðurraðfesta budget­ t­ølini fyri 2012 eftir nøku­ lun­da sama leisti, sum upp­ rað­fest­ingin í public service sátt­málanum leggur upp til. Hetta um so var, at KvF fekk størri inntøkur. Public Service á vandakós Kostar 30 størv at fáa roknskapin at javnviga KRINGVARPSSTÝRIÐ Tað kostar 20 størv hjá Kringvarpinum at spara seg til javnvág. Men av tí at 20 fólk skulu hava fýra milliónir í uppsagnarløn er neyðugt at siga 10 fólkum afturat úr starvi Kringvarp Føroyar 2012 2013 Inntøkur íalt 56.744.000 55.000.000 Fastar útreiðslur 28.572.000 28.000.000 Prísvøkstur 2% p. a. 1.100.000 Tilfar til framleiðslu 31.890.000 25.900.000 Avseta móti avspáking 0 500.000 Kostnaður, uppsagnir 0 4.000.000 Í alt til framleiðslu 31.890.000 21.400.000 Ársverk 84 54 Úrslit -3.700.000 0 Randi Jacobsen Sum flestu onnur harm­ast tónaskaldið Sunleif Ras­ mussen, at Kringvarp Før­ oya nú siglir í fíggjarligum vanda­sjógvi og noyðist at siga fólki upp, tí harvið miss­ir stovnurin nógva eksper­tisu. - Men eg gráti ikki, um at útvarpið strikar fleiri tón­ leika­sendingar, tí tær hava fyri ein stóran part bara ver­ið plátuvendarí. Og tí ger tað einki, um tær fara, sigur Sun­leif Rasmussen. Hann heldur, at tað upp á ein máta ikki ger so nógv, at kringvarpið er komið í hes­ar trupulleikar, og høvið eigur at verða nýtt til at endur­skoða alt útvarpið, sum tað er. - Útvarpið hevur als ikki fylgt við tíðini og hev­ur bara lappað upp á gomlu skránna, sum Niels Juel Arge legði í sínari tíð. Kring­ varpi eigur nú at taka í egn­ an barm og royna at skapa eitt útvarp og eitt sjón­varp, sum samsvara við tíð­ini, vit liva í, sigur Sunleif Ras­mus­ sen. Tá ið tað kemur til tón­ leikin, heldur hann, at kringvarpi skal gera sær greitt, hvat veruligur tón­ leik­ur er, og hvat hann eigur at verða brúktur til. - Annars haldi eg, at kring­varpið átti ikki at ver­ ið tengt at lýsingum. Lýs­ i­n­g­arnar skulu burtur úr kringvarpinum, sum burt­u­ r­a­v átti at verið fíggjað yv­ir skattin, sigur Sunleif Ras­ mus­sen. Kringvarpið má taka í egnan barm - Tað er ein ólukkulig støða, at kringvarpið er komið soleiðis fyri, men eg gráti ikki um strikaðu tónleikasendingarnar, sum mest hava verið brúktar sum ífylla, sigur tónaskaldið Sunleif Rasmussen