mikudagur 28. november 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frágreiðing frá
kringvarpsstýrinum
Skal stovnurin fremja hesar
hópuppsagnir, er vert at
leggja sær í geyma, at fasti
starvsfólkahópurin í 2005,
tá avgerð varð tikin um at
leggja Útvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya saman, var
115 ársverk. Harafturat var
tá ein stórur hópur av frí
yrkisfólkum knýttur serliga
at útvarpinum.
Sostatt er stovnurin tódn
aður væl niður um eina helvt.
Tað er eyðsæð, at tílíkur
niðurskurður hevur ógvus
ligar avleiðingar fyri stovnin,
og at tað væl og virðiliga fer
at merkjast í sendiflatuni.
Somuleiðis kunnu vit vænta,
at nøgdsemi hjá brúkarunum
minkar munandi, tí væl
minni fæst fyri sama kring
varpsgjald.
Kann nakað gerast við
støðuna?
Sjálvandi ber til at gera
nakað við støðuna. Kring
varpið hevur framt nøkur
munagóð her og nú tiltøk
á útreiðslusíðuni og hevur
sett arbeiðið í gongd á inn
tøkusíðuni.
Inntøkur
So skjótt tað gjørdist leiðslu
ni greitt, at inntøkurnar frá
lýsingum, kunngerðum og
eydnuspølum vórðu lækk
aðar munandi í ár, vórðu
tiltøk sett í verk. Inntøkan
frá spølunum í vár varð upp
runaliga mett at verða 5,4
milliónir krónur, men sein
asta metingin vísir, at henda
inntøka verður 3,1 millión
krónur ella 45 prosent
lægri.
Kringvarpið endurskoðar
spølini. Tað tekur tíð, men
fyribils verður roynt at fáa
fleiri inntøkur við eykavinn
ingum. Um tað eydnast at
útvega stovninum fleiri inn
tøkur frá eydnuspølum er
óvist. Vit skulu hava í huga,
at føroysku eydnuspølini
eru í harðari kapping við
útlendsk spøl, har tey sum
spæla, ómakaleyst kunnu
vinna nógvar milliónir krón
ur.
Inntøkan
frá
handils
lýsingum
og
inntøkan
frá kunngerðum er eisini
støðugt lækkað seinni árini
við
minkandi
keypiorku.
Eisini her verður orka nýtt í
eini roynd at útvega Kring
varpinum fleiri og støðugari
lýsingainntøkur.
Grundleggjandi er lýs
ingamarknaður í eini broyt
ingartíð. Meira verður lýst
á heimasíðum og á teimum
sosialu miðlunum. Kring
varpinum er ikki loyvt at
hava
handilslýsingar
á
heimasíðuni, og tað er ein
meinbogi í hesi broytingar
tíð, nú fyritøkur í alt størri
mun flyta
sínar
lýsingar yvir á netmiðlin.
Fyri
fýra-fimm
árum
síðani stavaði ein triðingur
av inntøkunum hjá Kring
varpinum frá kunngerðum,
handilslýsingum og eydnu
spølum. Í dag er henda inn
tøkan minkað niður í eina
sættapart. Arbeiðið at økja
hesa inntøkuna kann eydn
ast, men kortini er stór
óvissa um hesa inntøku.
Inntøkan
frá
eydnu
spølum og lýsingum verður
tí neyvan ein trygg inntøka,
sum ein public service stovn
ur kann dúva sín grund
rakstur á. Kringvarp Føroya
hevur tørv á at vita, hvat
inntøkugrundarlagið verður
í ávíst áramál, so virksmeið
kann
leggjast
til
rættis
við atliti at public service
sáttmálanum.
Útreiðslur
Tá tað í heyst varð greitt, at
inntøkurnar
sviku,
fingu
allar deildir boð um at koma
við uppskotum um spar
ingar. Allar deildir hava
spart. Tað er m. a. gjørt við
at taka sendingar av skrá og
ikki senda boð eftir fríyrkis
fólkum, tá forfall er. Avtalur
við starvsfólk í tíðarav
markaðum starvi eru ikki
longdar og nøkur teirra
eru longu givin ella gevast,
tá
setanarskeiðið
er
runnið.
Ætlaðar íløgur eru
útsettar ella strikaðar, og alt
keyp, sum ikki er bráneyðugt,
er steðgað. Harafturat er
ferðing og bilkoyring av
markað, eins og eingi starvs
fólk arbeiða yvir.
Frammanundan eru fleiri
langtíðarsparingar gjørdar.
Eitt nú er oljunýtslan lækkað
munandi við at endurvinna
hita frá ambatarum. Elnýtsl
an er lækkað, og øll tól verða
sløkt, tá tey ikki verða brúkt.
Somuleiðis eru telefonút
reiðslurnar
lækkaðar
við
nýggjum avtalum og øðrum
avmarkingum.
Umframt at tað er av
alstórum týdningi, at inn
tøkurnar hjá KvF fáast í eina
fasta legu, er tað somuleiðis
týdningarmikið, at útreiðsl
urnar fyrst og fremst verða
brúktar til at framleiða før
oyskt miðlatilfar. Tí mugu
loysnir finnast, sum minka
mest møguliga um aðrar út
reiðslur.
Langtíðarloysnir
Í álitinum »Betri miðlar – álit
um føroyskar miðlar« verður
sagt, at Kringvarp Føroyar
tørvar
politiska
viðgerð,
og at avgerð má takast um,
hvat vit vilja við Kringvarpi
Føroya.
Politiska
viðgerðin
er
bráðneyðugt nú. Tær mongu
milliónirnar,
sum
Kring
varpið
í
samanleggingini
arvaði frá Útvarpi Føroya,
eru nú brúktar.
Skal Kringvarpið verða
ført fyri at liva upp til
ásetingarnar í public ser
vice sáttmálanum, og sam
stundis liva upp til ynski og
krøv, bæði til góðsku og nøgd
hjá brúkarunum í 21. øld, er
neyðugt at útvega Kring
varpinum eitt meira støðugt
fíggjarligt
grundarlag
at
virka á.
Nógv hevur verið kjak
ast, og nógvar loysnir eru
nevndar millum ár og dag.
Stýrið fyri Kringvarp Føroya
tekur undir við og grund
gevur soleiðis fyri, at Menta
málaráðið raðfestir eina ella
fleiri av hesum loysnum:
MVG-frítøka
Tá politiski myndugleikin
metir, at bløð og bøkur hava
so mikið stóran týdning fyri
fólkaræðisligu menningina,
at hesir miðlar eiga at verða
frítikinir fyri MVG, so eigur
tað sama at vera galdandi
fyri
almenna
loftmiðlin,
Kringvarp Føroya. Afturfyri
kundu lýsingainntøkurnar
farið í landskassan. Her ber
aftur til at kaga í álitið »Betri
miðlar«, har mælt verður til,
at inntøkurnar frá lýsingum
fara í ein miðlagrunn, ið skal
stuðla føroysku miðlunum.
Broytt kringvarpsgjald
Verandi skipan, við einum
kringvarpsgjaldi fyri hvørt
húski, hevur tænt fyri seg.
Upphæddin er so mikið stór
í dag, at trupult er at leggja
meira omaná. Harafturat er
tað óheppið, at kringvarps
gjaldið verður kravt hálv
árliga, tí tað kann tykjast
møtimikið hjá fleiri at rinda
hesa upphædd.
Eitt fast, men lægri gjald
fyri hvørt fólk hevði givið
eitt breiðari grundarlag og
harvið ein lægri eindarprís.
Um lógarásett ber eisini
til, at skipanin hevur eitt
sosialt element, so at t. d.
pensjónistar og lesandi bert
rinda hávlt gjald. Eitt mán
aðargjald heldur enn hálv
ársgjald, vit kenna í dag,
hevði helst kenst lættari hjá
teimum flestu.
Gjaldið kundi, eins og
heilsutrygdargjaldið, við lóg
verið kravt inn saman við
skattinum. Tað hevði lækkað
um innkrevjingarkostnaðir,
ið núverandi skipan hevur
við sær – kostnaðir, ið eru
betri brúktir til at framleiða
tilfar. Møguleikin at skáka
sær undan at gjalda verður
eisini minni við broyttari
innkrevjingarskipan
Ynskiligt er, at eitt nýtt
kringvarpsgjald
verður
prístalsviðgjørt.
KvF og MMR gera
avrikssáttmála við ella
uttan serliga játtan
Fær MMR lógarheimld at
gera avrikssáttmála við KvF,
er ikki neyðugt, at raksturin
javnvigar á hvørjum ári, men
bert sáttmálaskeiðinum. Til
ber at samantvinna játtan
og public service, soleiðis at
innihaldið í sáttmálanum
útloysir tilsvarandi játtan á
fíggjarlógini eitt ávíst ára
mál. Her má havast í huga,
at fer samlaða játtanin niður
um eitt vist, kann hetta elva
til, at servitan á stovninum,
bygd upp ígjøgnum nógv ár,
kann fara fyri skeyti.
Vert er eisini at nevna
aðrar loysnir, eitt nú hølis
viðurskiftini hjá Kringvarpi
num. Her eigur at finnast ein
endalig loysn, so alt virksemi
hjá Krinvarpinum verður
savnað í Sortudíki. Tað gevur
nógvar fyrimunir, t. d. lægri
útreiðslur og skynsamari
rakstur yvirhøvur á nærum
øllum økjum. Uppskot til út-
og umbygging í Sortudíki er
latið MMR.
Sannlíkt hall í 2012
Seinasta fíggjarliga metingin
hjá Kringvarpi Føroya vísir,
at hallið í ár verður 3,7
milliónir krónur. Kringvarpið
eigur 3.046.000 krónur at
standa ímóti halli. Hetta
merkir, at 700.000 krónur
kunnu koma at resta í.
Við verandi gongd er tí
neyðugt, at Mentamálaráðið
heitir á løgtingið um eina
eykajáttan at standa í móti
sannlíkum halli.
Public Service á vandakós
Kringvarpið tódnað
niður um eina helvt
KRINGVARPSSTÝRIÐ Fleiri lýsingar, fleiri eydnuspøl,
kringvarpsgjald á hvønn einstakan føroying og loyvi til
at hava undirskot eru nakrar av bjargingarætlanunum,
sum stýrið fyri Kringvarpið hugsar sær