mikudagur 28. november 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup Mørk
Seinasti leikurin í kring
varpskreppuni er neyvan
telvaður enn. Ein partur av
løtumyndini er tó, at ítrót
turin hevur fingið sín deyða
dóm á sjónvarpsskíggjanum,
og tað er alt annað enn huga
lig tíðindi hjá teimum, ið so
ella so eru partur av føroyska
ítróttaheiminum.
Eingin ivast í – heldur
ikki kringvarpsfólk – at 3-2
kundi verið ein enn betri
sending. Men verður hugt at
karmunum, sum Kringvarpið
hevur, so hon nú slettis ikki
so galin. Og ikki minst er hon
týdningarmikil, tí hon dekk
ar ítrótt í breiðum høpi.
Hóast tað tíðum hoyrast
atfinningar um, at ein ávísur
leðurbóltur fyllir dekan av
nógv av sendiflatuni, so røkir
3-2 eina sera týðandi public
service-skyldu.
Sáttmálin
millum ÍSF og Kringvarpið
ásetur, at allar ítróttagreinar
skulu
sleppa
framat
í
tíðindaflutninginum
hjá
KvF. Millum annað við at
finaludagarnir í hondbólti,
flogbólti,
svimjing,
judo,
badminton og borðtennis
verða
sendir
beinleiðis
í
sjónvarpi,
umframt
at
fimleikafagnaðurin verður
bandaður og sendur.
Leisturin, sum 3-2 roynir
at røkka sínum skyldum,
er hartil at seta fokus á ein
stakar greinar í hvørjari
sending sær. Kanska ikki
100% nøktandi, men í øllum
førum somikið frægt, at allar
ítróttagreinar fáa sínar løtur
á skíggjanum.
Og tað eru løtur, sum
breiddin í ítróttini ikki má
missa. Eitt er, at beinleiðis
senditíð í heilar og hálvar
dagar er við til at økja um
inntøkumøguleikarnar
hjá
ítróttini, men hetta er helst
minni partur av vandanum.
Tori at pástanda, at fyri tað
nógva er tað ikki handilslig
áhugamál, ið eru tey ráðandi,
tá
stuðul
verður
latin
breiddaítróttini.
Verri er, at fleiri ítrótta
greinar við hesum missa
tann einasta pallin, har tær
veruliga sleppa út til fjøldina.
Øktur áhugi er proportionalt
= fleiri íðkandi, og tí er
eksponering til almenningin
av ovurstórum týdningi fyri
rekrutteringina hjá ítróttini.
Ein rekruttering, sum ikki
bara hevur týdning fyri
ítróttina, men so sanniliga
eisini fyri fólkaheilsu og
landsbúskap.
Sjálvandi hevur útvarps
parturin av KvF somu skyld
ur mótvegis ÍSF, men sum
framsýningarpallur er sjón
varpsmiðilin
fleirfalt
so
sterkur sum útvarp er tað,
og tí er hetta ikki nakað reelt
alternativ.
Einki privat alternativ
Og gloymið vinarliga alt prát
um, at hetta er ein uppgáva,
sum privatu miðlarnir kun
nu lofta. Sjálvandi kundi tað
staðið sína roynd, um ein
public service-pulja kundi
rokkið longur, um hon varð
umsitin av privatu miðlu
num, men nøkur grundleggj
andi atlit tala ímóti, at soleið
is vildi verið.
Viljin til hetta bæði hevur
verið og er til staðar. Men
privatu miðlarnir hava ikki
orku til at dekka ítróttina
nóg breitt. Ein spurningur
um raðfesting, vilja tey at
finningarsomu siga, og sjálv
andi er tað rætt. Men hjá
privatu miðlunum er raðfest
ingin eisini grundað á karráð
handilslig áhugamál. Tað er
ein sannroynd, at tosar tú
um ítróttajournalistikk, so er
tað fyrst og fremst ein vøra,
sum selur. Bæði tá tað ræður
um at selja bløð, klikk á eini
heimasíðu ella lýsingar til
eina útvarpssending. Fótbólt
ur er bæði nummar eitt, tvey
og trý. Privatu miðlarnir eru
óloysiliga tengdir at lesara-,
lurtara- og hyggjaratølum,
og tí nyttar einki at rópa hart
um, at avmarkaða tilfeingið
hjá eini privatari redaktión
skal røkja áhugamálini hjá
allari breiddini.
Ikki tí. Tað er væl og virði
liga roynt. Eldhugað hava
fólk á privatu ítróttaredak
tiónunum í fleiri ár knossast
í nógv fleiri enn teir 37,5 tím
arnar um vikuna, sum sátt
mállin ásetur. Og aloftast
uttan
eina
samsvarandi
eykasamsýning aftur fyri
ómakin. Sjálvur havi eg verið
við til at framleitt hópa
tals mánadagsútgávur, har
vit hava verið tveir-tríggir
blaðmenn, ið hava framleitt
16 síður av ítrótti. Verður
sammett við donsku mána
dagsútgávurnar,
so
hava
hesar kanska somu 16 síður,
men hesar eru framleiddar
av 15-20 fólkum, og tað undir
strikar, at tað er ikki bara
grenj, tá tosað verður um av
markað tilfeingi. Og so kann
gløggi lesarin annars sjálv
ur kanna eftir, hvat tær 16
síðurnar í danska blaðnum
snúgva seg um. Tú gitti rætt
– eisini har fyllir fótbólturin
einar tríggjar fjórðingar av
skrivaða tilfarinum. Tí fót
bólturin er tað, sum selur
nógv flestu bløðini.
Tori tí at siga, at breiddin
í ítróttin verður tann heilt
stóri taparin, um 3-2 sleppur
at hvørva av skíggjanum.
Ikki bara missa tey tann
miðilin, sum hevur eina
juridiska skyldu til at inklu
dera alla breiddina í sínum
fjølmiðladekningi av ítrótt
ini. Tað sindrið, sum ikki
snýr seg um fótbólt, í pri
vatu miðlunum, fer eisini
at minka, tí uttan kapping
frá
sjónvarpinum
verður
fótbólturin ein enn meira
týdningarmikil søluvøra hjá
privatu miðlunum.
Sjálvandi er tað ikki um
røða í fjølmiðlunum, sum
er drívmegin hjá fremstu
ítróttafólkum okkara. Men
umrøðan stimbrar ítrótt
ini. Tað økir um ansin hjá
almenningum fyri einstøku
ítróttagreinunum.
Tað
styrkir um breiddina, sum
altíð er føðiketan hjá elituni.
Tí er tað byrjanin til endan
hjá føroyskari elituítrótt, um
3-2 hvørvur av sjónvarps
skíggjanum fyri well.
Public Service á vandakós
Deyðadómur fyri
úrvalsítróttina
Verður 3-2 spart av skíggjanum, kann landsstýrið tað sama spara
stuðulin til úrvalsítrótt burtur. Eksponering av breiddaítróttini
er ein grundleggjandi fortreyt fyri úrvalsítróttina
Jákup Mørk var í 10 ár ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum.
Hann er í dag virkin sum nevndarlimur í B36
Randi Jacobsen
John William Joensen,
stjóri
á
Norðlýsinum
brúkar ikki tey stóru orð
ini, nú Kringvarp Føroya
er við at gera stórar skerj
ingar í skránni, og starvs
fólk í hópatali verða søgd
úr starvi.
- Tað er harmiligt, at
starvsfólk
verða
søgd
úr starvi, men vit mugu
minnast til, at allir miðlar
seinastu árini hava verið
gjøgnum stórar niðurlað
ingar. Vit liva í eini broyt
ingartíð, og allir miðlar
hava sagt fólki upp, sigur
John William Joensen.
Hann heldur, at Kring
varp Føroya eins og hinir
miðlarnir
hava
gjørt,
noyðist at umstilla seg,
og leiðslan verður noydd
til at hugsa øðrvísi.
John William Joensen
vísir á, at Mentamála
ráðnum er álagt at spara
nógvar milliónir krónur
heilt fram til 2015, og atlit
eru ikki tikin til lønar- og
prísvøkstur. Tað almenna
megnar ikki at halda
Kringvarpi Føroya uppi á
sama støðu sum áður.
- Hvat enn verður
gjørt, vóni eg, at atlit
verða tikin til privatu
miðlarnar, so teir ikki
verða dripnir við at bjarga
almenna kringvarpinum,
sigur John William Joen
sen.
Mugu
hugsa
øðrvísi
Randi Jacobsen
- Hatta er ein vanlukka.
Eg havi leingi verið bang
in fyri, at hatta fór at
henda.
Tað sigur Hans Jørg
ensen, sum var formaður
bæði í gomlu sjónvarps
nevndini
og
útvarps
nevndini, til lógin varð
broytt
um
at
leggja
útvarp og sjónvarp sam
an.
Hann heldur, at løg
tingið nú má fara nógv
meira
virkið
inn
á
útvarps- og sjónvarps
økið.
- Eg havi altíð verið
ímóti, at útvarp og sjón
varp partvís skulu fíggj
ast við spæli og kunn
gerðum. Tað hevnir seg
jú aftur nú. Vit skulu
hava eitt alment og sterkt
kringvarp, sum verður
fíggjað við almennum
pengum,
sigur
Hans
Jørgensen.
- Tað skal vera sam
haldsfast og fíggast yvir
skattaskipanina,
sum
Javnaðarflokkurin
og
Tjóðveldi
vilja,
sigur
hann.
Skulu
hava sterkt
kringvarp