Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Tað er einki minni enn ein gøla, at Kringvarpið hevur gjørt av at niðurlagað sjónvarpið í royndunum at spara. Tað heldur Árni Greger­ sen, blaðstjóri á Dimma­lætt­ ing, sum eisini hevur drúgvar royndir úr sjónvarpi, bæði í Før­oyum og á Bornholm. Hann staðfestir, at tað er ong­in ivi um, at Kringvarpið skal spara. Men hann heldur, at tað er ein gøla, at leiðsla og stýri hava gjørt av av niðurlagað sjón­varpið og heldur brúka út­varpið meiri. - Tað er eitt stórt afturstig fyri føroyska miðlaheimin. - Sjónvarpið er einasti miðil­in, har tað ber til at vísa eina hending eisini. Sjón­ varp­ið er ein nógv sterk­ ari miðil enn útvarpið og Dagur og Vika hevur allar dag­ir staðið sum ímyndin av góðum, ágangandi jour­ nalistikki. - Vit tosa so nógv um blað­ deyð­an. Men veruleikin er, at radiodeyðin er nógv meiri um­fatandi. - Allastaðni eru tað sjón­ vørp­ini, sum eru er tann sterki miðilin og útvørp verða bara brúkt til kjak og tón­leik. - Tá ið norski for­sætis­ráð­ harrin, Stoltenberg, var í Før­ oyum vildi hann ikki gera sam­røðu við Kringvarpið, uttan so, at tað var sent í sjón­varpi­num. Tað hevur altíð verið sagt, at tað er so nógv dýrari at gera sjónvarp enn tað er at ger útvarp. Er tað so ikki skila­gott at raðfesta útvarpið fram­um sjónvarpið. - Hetta er bara partvíst rætt. Tað er vorðið nógv lætt­ari og bíligari at gera sjón­varp. Árni Gregersen sigur, at longu tá ið hann var á sjón­ varpi á Bornholm, vóru tey langt síðani farin frá at senda heil upptøkulið avstað, hvør­ja ferð ein søga skuldi ger­ast. - Sum held sendu vit ein journa­l­ist avstað við einum upp­tøku­tóli og hesin sami journalistur gjørdi so alla send­ingina einsamallur og klip­ti hana eisini. Tað var ein journalistur til eina søgu…. - Hetta er ein arbeiðs­hátt­ ur, sum letur seg væl gera til allar vanligar uppgávur og sostatt ber tað til at gera allar vanligar sendingar nógv bíligari. - Men hendan arbeiðs­ hátt­in hava vit ikki sæð nógv til í Kringvarpi Føroya síðani Zakaris Hammer fór, sigur Árni Gregersen Men tað snýr seg eisini um at renna skjótari hjá journal­istu­num. - Tað er alt ov lítið, at hvørt lið bara ger eitt innslag til Dag og viku, heldur Árni Greger­sen. - Hetta er serstakliga óhepp­ið fyri føroyskan ítrótt. Men vónandi er hetta bara eitt nos, so at støð­an kemur í rættlag aft­ ur skjótt. Tað staðfestir Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, nú Kringvarpið hevur gjørt av at niðurlagað ítrótt­ar­send­ing­ar­nar í kjalarvørrinum á spar­ ingunum, sum skulu ger­ ast fyri at fáa játtanina at halda. - Hetta er ómetaliga óhepp­ið fyri ítróttin, sum heild. Men tað er ikki minni óhepp­ið fyri øll tey, sum íðka ítrótt, tí avleiðingin er, at ítrótturin verður min­ni sjón­ligur og minni um­rødd­ ur ímillum manna. Hann heldur, at 3-2 varð bliv­in mestsum fólkaogn og tí vónar hon, at hon kemur aft­ur í onkrum líki. Í ÍSF hava tey ikki um­ røtt støðuna, men tað fara tey at gera á næsta fundi. Kringvarpið hevur goldið fyri at sleppa at senda Ítrótt, men í ár eru Kring­varpið sloppið at senda ítrótt fyri einki. - Vit vildu heldur hava send­ingar fyri teir peng­ar­ nar, men tað helt so tíverri ikki, sigur Petur Elias Peter­ sen. Kortini leggur hann aftur­at, at ÍSF hevur eina av­talu við Kringvarpið um at senda frá øllum finalu­ num í judo, badminton, svimj­ing, borðtennis, hond­ bólti og fótbólti o.s.fr. - Tað avtaluni vænta vit, at Kringvarpið heldur, sigur Pet­ur Elias Petersen. Hann væntar eisini, at Kringvrpið sendir eitt sterkt lið til Oyggjaleikirnar í summar, tí er tað nakað, sum savnar tjóðina, er tað oyggja­leikir. Annars hevur ÍSF for­ setin onga meining yvir­ høv­ur um, hvussu kring­ varps­gjaldið skal skipast og um tað skal umvegis skatt­in ella ikki. – Tíðin er komin til, at privatu miðlarnir sleppa at gera public service tilfar og fáa part av kring­ varps­pengunum fyri tað. Tað heldur Jonhard Ham­m­er, stjóri á Rás2. Hann sigur, at av tí at fólk­ ini í Rás2 arbeiða meira enn fólkini í Kring­varpi­ num, so ber tað til hjá Rás2 at framleiða tilfar bílig­ari, enn Kringvarpið ger. – Men tað sær út sum um at Kringvarpsleiðslan hev­ur gjørt av, at Kring­ varp­ið skal kapp­ast enn meira við Rás2 nú, tí tey skerja sjón­ varps­part­in so nógv – á sjónvarpspartinum hava tey ongar kapp­ing­ ar­neytar, og tí lata tey hend­an týdningarmikla menta­nar­partin fara fyri skeyt­ið, sigur Jonhard Hamm­er. Hann vísir á, at tað fleiri ferðir hevur verið ført fram, at tað kostar fimm milliónir árliga at reka Rás2. Men hetta er bara partvíst rætt. – Tá rokna vit sendi­ netið við. Kringvarpið slepp­ir undan at rinda fyri alt útvarps- og sjón­ varps­netið, og har er tal­ an um nógvar milliónir. Draga vit útreiðslur fyri sendi­netið hjá Rás2 frá, so kostar tað bara 4,2 millión­ir krónur árliga at reka Rás2, sigur Jonhard Hamm­er. Hann vísir annars á, at fíggjarstøðan hjá Rás2 ikki er nøktandi, tí hall er upp á 900.000 krónur. – Men tað fer ikki at føra til uppsagnir, tí vit ar­beiða okkum úr trupul­ leik­unum, sigur Jonhard Hamm­er. Hann vísir annars til, at hann dugir ikki at síggja, hví politikararnir eru so harm­ir um Kringvarpið, tí tað verður rikið nógv meira kommersielt enn Rás2: – Ein fríggjamorgun vórðu vit vakt við at verða mint á at keypa V4 seðlar beinanvegin. Síða­ni hoyrdu vit um sveim­andi vikuskifti við víni og øllum. Gjøgnum dag­in vóru eini 10-12 aðr­ ir vinningar, eitt nú øl frá Føroya Bjór. Onkr­ir stórlýsarar vilja slett ikki lýsa á Rás2, tí Kring­varp­ ið tekur sær av allari pro­ mo­ver­ingini. Nú er tíðin kom­in til at teir privatu miðl­a­rnir kunnu fáa eitt sindur av almennu kring­ varps­pengunum, har teir pri­vatu miðlarnir bjóða seg fram at gera public service tilfar, eins og gjørt verð­ur aðrastaðni, sigur Jon­hard Hammer. Hann vísir á, at eitt nú nýt­ir DR hendan háttin, eitt nú við X-Factor, sum alt sum tað er verður fram­l­eitt uttan fyri DR. – Eg havi biðið um fund við formannin í kring­varps­stýrinum og Bjørn Kalsø, menta­mála­ ráð­harra, um málið, sigur Jon­hard Hammer. Privatu mið­ lar­nir eiga at fáa part av public service peng­un­um Einki minni enn ein gøla Public Service á vandakós Vónandi er hetta bara eitt nos