mikudagur 28. november 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú tími eg ikki at útseta tað
longur. Tað eru altíð nóg mik
ið av umráðandi tingum at
fáast við í gerandisdegnum,
men hví skulu tey vera
viktigari enn tú mín góði
Pápabeiggi. Eg havi tendrað
eitt stearinljós við síðuna av
telduni, samlandi tankarnar
um teg og tað tú ert og hevur
verið fyri meg og míni. Hetta
minningarorð er um Pápa
beiggja mín Johan Smith...
sála (Pápabeiggi við stórum
P, tí hann hevði altíð eitt lær
tøkt til beiggja mín og meg at
sita á).
Tú doyði ein sunnudag.
Á hvílidegnum, eins og pápi
tín. Eg var tá staddur í ein
um studentakøki í Leipzig í
Týsklandi, tá ið eg fekk eini
sorgar sms-boð sendandi
frá foreldrum mínum, sum
høvdu borið hesi boðini
víðari frá einum avsendari
í Føroyum, meðan tey vóru
á veg heim við Norrønu. Eg
var mitt í eini spennandi
smáfjakkaraferð í Týsklandi
saman við einum vinmanni
frá universitetinum í Aix-
en-Provence og hevði ilt við
at fata veruleikan av hesum
nýggja
missinum.
Ferða
hugurin var í hæddini og eg
kendi tað eins og tað ikki
var pláss fyri sorgarleikum
á leiðini. Tá ið eg so ringdi
til ein kenslubornan Babba,
meðan eg skóleysur gekk
eftir gólvinum inni á gongini,
kom klumpurin í hálsin. Sá
fyri mær mín neyðars Pápa
beiggja
liggja
gloymdan
úti í glerstoytta kuldanum
og eymka seg í eini fjaldari
skuggasíðu í Berjabrekku.
Stjørnuhimmalin uppi yvir
honum. Neyðars Robinson,
sum abbi plagdi at taka til.
Hví vitjaði eg teg ikki meir, hví
hugsaði eg so nógv um meg
sjálvan allar teir minuttirnar,
sum eg kundi brúkt til at
lívga teg ??? Altíð hugsar ein
um, hvat og hvussu ein hevði
kunnað gjørt alt betur, hvar
fór tíðin ?
Men so í næstu løtu renn
ur einum í hug alt tað góða,
allar tær løturnar, sum eg
kundi seta í samband við
Johan Pápabeiggja. Hann
stendur helst brosandi í
skínandi hvítum klæðum
nú og hyggur róliga niður at
teimum syrgnu jørðisku vin
unum, sum skoða hansara
summarfuglahylki
undir
kistulokinum.
Tú ert fínur Johan ! Áðrenn
tú slapp tær vekk haðani,
teir seinnu mánaðarnar, sást
tú rætt og slætt út sum ein
krígsfangi, vart sinnissjúkur,
avtaklaður við krabbameini,
men allíkavæl fortaldi tú
vittigheitir og spældi skálk.
Seinast, eg hoyrdi frá tær,
var, tá ið tú ringdi til mín her í
Frankaríki og hugtók meg við
at tosa franskt, sum tú bleiv
við at minnast frá HF tíðini
fyri nógvum árum síðani.
Jú, eitt geni hevur tú altíð
verið ! Og á farvælveitsluni,
eg helt, áðrenn eg fór avstað
í summar, lætst tú teg í hin
trøllagekkaskortin hjá babba
og mær, og eg kundi ikki at
enn grína, tí hvør annar enn
tú kundi skemta so, mitt með
an deyðin prikaði teg í ryggin
og ikki skilti, hví tú ikki gavst
uppat við at kempa.
Mamma nevndi teg í dag
ligari bøn, um at tú skuldi
gerast frískur. Hetta var
ynski hjá okkum øllum, at
síggja teg sprellfrískan, frían
frá teirri sjúku, sum kom inn
í títt lív, tá ið tú vart 14, og
gjørdi tað torført hjá tær og
tínum. Lívið er eitt baks, og
tað veist tú alt um. Við lista
ligum gávum og einum høgt
standandi
skarpum
skili,
gjørdist tú kunstnarin, sum
umstandandi
verðin
ikki
hevði forstand uppá. Tann
vallandi einarin. Robinson
Kruse. Mín einsamalli Pápa
beiggi í reyðmálaðu hava
leysu og pípuroyktu íbúðini
í Berjabrekku. Banjospælarin
og listamálarin Johan, við tí
flotta og sjarmerandi yvir
skegginum – ein sannur
mafia sjarmørur vart tú. Ein
italienskur
gangstari,
ein
arabiskur oljuprinsur. Ja,
hevði tú ikki verið sjúkur, ja
so...
Nei, eg velji heldur at
síggja tíni smílandi og stóru
úttrykksfullu
eygu.
Títt
tjúkka svarta hár. Í appilsin
gulari t-skjúrtu sum á tínum
50 ára føðingardegi. Og úti
hjá Sigrunommu, tá ið tú
plagdi at lyfta beiggja mín
og meg upp á hvør sítt lær
hjá tær, meðan tú lívsglaður
yrkti fyri okkum, errin av
hesum kúllunum, sum lítli
beiggi tín hevði sett út í
verðina : „Napoleon, eg koyri
teg í petrolium !!“, sangst tú
inn í oyra á mær, meðan tú
flennandi sigraði yvir dagsins
tvangstonkum. Johan, takk
fyri alt sum vart fyri okkum
børnini, so rundhondaður
og stuttligur. Tað var nakað
sjáldsama ektað yvir tær; tú
segði tingini, sum tey vóru,
og vit lærdu at vera eyð
mjúk og einføld. Vit eru øll
menniskjur, øll við okkara
veikleikum og óperfektheit
um at dragast við. „Eingin
er góður uttan Ein“, plagdi
mamma tín at siga, og bíbli
una kendi tú væl, og vitnaði
tú fyri okkum um, hvussu ið
Jesus var vorðin tín frelsari í
ungdóminum. Hin sami, sum
segði, „frískum tørvar ikki
lækna, men sjúkum“.
Eftir standa vit, enn, og
minnast á allar tær dýra
baru løtur, ið vit hava notið í
tínari samveru. Teir Beatles
sangirnar, sum tú dugdi
uttanat. Títt drillarí, og tín
vilji av stál – ja, Babba hevði
helst ikki verið tann, hann er,
um hann ikki hevði teg ! Den
tid, den sorg. „Kaffi !?“, spurdi
tú kaffityrstur við gurglandi
rødd og eini vibratión av
ótolni, og so vóru vit saman,
tú og eg og vit báðir, og orð
vóru óneyðug at blaka runt
við. Rættir vinir duga at tiga
saman. Forrestin, eg havi
leingi ætlað at gjørt ein film
um teg... Babba gav mær
hugskotið nakað síðan. Men
tað er kanska nakað seint at
hugsa um tað nú, ha ! Tú ert í
øllum førum eina filmstjørnu
verdur tín banditt ! Ná, men
vit síggjast seinni. Fái kanska
ikki banjoina við ígjøgnum
kontrollin, tá ið tann tíð kem
ur, men allarhelst er tað nóg
mikið av musikki haruppi.
Ímeðan liva minnini um teg
víðari í mær, í takksemi til
Guds, sum gav mær høvi at
uppliva teg her.
Napoleon Smith,
bróðursonur tín
Minningarorð
um
Pápabeiggja
við stórum P
Nøvn