Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Tað kennist sera svárt at skriva minningarorð um pápa mín, sum í dag 29. no­ vemb­er hevði verðið 74 ára gamal. Foreldur hansara vóru Johan Hendrik Jacobsen av Glyvrum og Jütta Jacobsen, f. Jørgensen úr Miðvági. Tey vóru 5 systkin, Jóhanna er elst, so kom Hans, síðani Ró­land, Halgerð og Martin. Nú eru brøðurnir allir trígg­ ir farnir, og einans báð­ar systrarnar eru eftir. Hans giftist við Oddvør, f. Simon­ sen úr Heiðunum, og fingu tey saman okkum 5 systkini Regin, Jastrid, Anniku, Birnu og Rógva og síðani eisini 5 svigarbørn. Harafturat eru eisini 14 abba- og ommubørn komin afturat og í ár ein langabba/ommu dóttir. Uppvøkstur á Glyvrum Barnaárini hjá babba vóru á Glyvrum í krígsárunum og beint eftir. Tá vóru ikki nógvir pengar millum fólk og lítið kundi sostatt keyp­ast. Omma dugdi væl við lítl­um, og heimið var fult av kærleika og gleði. Omma var eitt lívsstykki, sum vit minnast við gleði. Samanhaldið millum húsini á Bakka var gott. Abbi, Klæ­ mint (Gammi), Martin og hinir brøðurnir vóru sera skemtiligir og lættir av lyndi, og dugdu væl at síggja lívsins góðu síðir. Abbi var svorin avhaldsmaður, losjumaður og kirkjumaður. Í 1945 tá babba var 7 ára gamal, byrjaði hann í skúl­an­ um á Glyvrum, har Bjarnadal og konan vóru lærarafólk. Skúlin tey nýttu var tann lítli skúlin, sum stendur sunnan fyri Forna, “Gamli skúli” sum vit siga. Har var bara ein lítil stova, og einki annað rúm uttan ein lítil durur. Øll børnini vóru í sama høli frá yngst til elst; soleiðis var tá. Tað var ikki óvanligt um góðveðursdagar vóru, at børn­ini fóru tíðliga upp sam­an við teim vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiska­stykkinum á Bakka áðr­ enn tey fóru í skúla. Børnini skuldu vera við, tað var plikt. Ungdómsár Liðugur við barnaskúlan fór babba í 1953 á Háskúla í Horna­bø, har Marius Jo­ hanne­sen var fyrsti lærari. Aðrir lærarar vóru: Símun av Skari og Sigurd Joensen og Pól Johannes Lindberg. Hetta árið á háskúla hevði stóran týdning fyri babba, og hevur hann ofta sagt mær hvussu gott hetta árið var. Tá veturin á háskúlanum var liðugur, var babba 15 ár, hetta var í 1954. Neyðugt var at vinna pening fyri at kunna ganga víðari í skúla. Í 1954-1956 hjálpti hann til í Turkihúsinum á Glyvrum. Tað var P/F Ryggur, sum páp­ in og brøðurnir áttu í felag, sum rak hetta virkið. Glyvrar eru gomul bygd, og tað var siðvenja í familjuni á Bakka at reka handil. Lang­abbi hevði rikið handil niðri á Bakka og Meinhard, farbróðurin handlaði eisini eitt skifti í húsunum hjá sær. Babba var greiður yvir, at hann mátti fáa nakað av kunnleika til handilsskap, og tí var avgjørt at fara á handilsháskúla í Danmark. Sum 17 ára gamal fór hann tí í 1956 á Handilsháskúla á Købmandshvile í Rungsted, við Keypmannahavn. Har lærdi hann grundreglurnar í handilsskapi og bókhaldi, og fekk ástøðiligar førleikar fyri vinnuvirki. Vaksnamannaárini Í juli 1957 kom hann heim­ aftur til Føroya, og fór at hjálpa til í turkihúsinum, har tey turkaðu fisk. Tá Babba var 18 ár í 1957 var broyting í vinnuligu viður­skiftunum á Bakka. Turki­húsini høvdu um hetta mundið, sæð sínar bestu dagar. Broyting var í vinnu­ struk­turinum og flaka­virkir komu í ymsum bygdum. Virkið á Glyvrum fór av knór­anum. Eftir at vinnuvirksemið varð steðgað á Bakka, fór Johan Hendrik abbi, at byggja hús fyri fólk. Hann hevði ar­ beitt sum húsasmiður, hevði m.a. verið við at bygt kirkj­ una á Glyvrum og í Vági. Babba fór tá saman við pápa sínum at smíða hús. Teir bygdu bæði nýggj sethús og gjørdu ymsar umvælingar. Hann hevði tó áhaldandi ein dreym um at stovna egi handilsvirki og tá hann bygdi sær sjálvum sethús, bygdi hann samstundis handilshøli í kjallaranum, við góðari hjálp frá pápa sínum og hjálp frá familjuni, serliga Gamma (Klæmint) og Martin pápabeiggjanum. Klárt var at opna handilin í 1959. Babba bygdi eina røð av húsum saman við pápanum hesi næstu árini – eini 10-12 íalt. Eisini var hann um hetta mundi nógv uppi í losju­ arbeiðinum, kapp­róðrarfelag bleiv stovnað, og av og á vóru boð at sparka fótbólt við Toftamonnum við ”ZIG ZAG”. Ítróttarandin var verandi í honum til tað síðsta. Vinniliga virksemið Í 1968 tá babba var 29 ár byrj­ aði hann saman við brøðr­ un­um Rólant og Martin í smáum sildaframleiðslu á Bakka. Teir bygdu fyrsta virkis­bygningin á Bakka á Glyvr­um, og nevndu felagið Bakka­frost. Fólkið við Skála­ fjørðin hevði nógv við sild at gera – á Bakka var íshúsið bygt í 1912, so sildin kundi kølast út á várið við ísi, sum var tikin omanav ymiskum íshyljum og borin saman í íshúsið. Abbi segði mær, at grótið til íshúsið var fingið til vega úr einum stórum steini, sum lá í bønum á Glyvrum beint sunnanfyri húsini hjá Jóhonnu. Hesin var boraður við hond og sprongdur av langabba, brøðrum hansara og øðrum Glyvramonnum. Í nógv ár hevði eingin sild verið, men í 1967 byrjaði sild at koma aftur á fjørðin. Í 1972 bygdu teir Bakka­ frost munandi út og fóru undir veruliga framleiðslu av liðugvøru úr sild í gløs. Hetta var ein stór íløga. Nóta­ skipini landaðu nú sild til Bakkafrost, sum var skorin og framleidd til víðari virk­ ingar á Glyvrum. Vinnuliga virksemið helt fram og tað var bæði viðrák og mótrák. Nógv broyttist á vinnuliga økinum í Føroyum í áttati og nýtiárunum, og hetta merkti eisini vinnuliga virksemið á Bakka. Vit trý systkini Annika, Rógvi og eg sjálvur, fingu høvi at starvast saman við babba á vinnuliga økinum í rættuliga nógv ár.... meðan Jastrid og Birna fóru at starvast innan skúlaøkið. Sjálvur kom eg nakað inn í virksemið í 1982 og so við og við enn meira. Tað untist mær at arbeiða saman við babba í sløk 30 ár. Babba vísti mær stórt álit. Tað var tíðlja, at hann gav mær ábyrgdir og harvið tók ein vága – eg havi ofta undrast yvir júst hetta. Men tað var nokk hansara máti at læra meg upp – eg fekk pláss at gera feilir, og lærdi av hesum. Haldi hetta var eitt av hansara eyðmerkjum, at duga at geva pláss fyri øðr­ um og ikki seta seg sjálvan í fokus. Babba hevði eina sterka trúgv at tað vit settu okkum fyri, megnaðu vit. Mótgongd og niðurløg eru ein partur av ferðini, men hann sannaði, at úr djúpum dølum gongur leiðin oftast uppeftir. Málini vóru altíð høg, og hetta var við at geva góð úrslit. Ein seinasta heilsan frá honum frá sjúkrasongini til okkum var ikki at stúra, men síggja alt tað góða sum vit hava rundan um okkum, og hava havt gjøgnum lívið. Hugsi at tær persónligu relatiónirnar týddu so sera nógv fyri hann – hann hevði nógvar vinir – og tað hevur stóran týdning. Eg má siga, at eg kenni ongan, sum hevur givið mær so nógv mótspæl sum júst babba. Hann hevur brýnt meg á øllum økjum. Vit báð­ ir kundu tosað um alt. Vit høvdu ongantíð nokk av tíð saman. Allar truplar av­gerðir vóru vendar hjá honum, og var tað eitthvørt sum vit skuldu tosa væl ígjøg­ num, so fóru vit ein túr, ella sótu einsamallir saman og tos­aðu. Vit vóru ikki altíð samdir; men tá vit høvdu tosað saman funnu vit altíð eina loysn, sum vit hildu vera ta røttu. Seinastu nógvu árini starv­aðist babba til dag­ligt á smolt­støðini yvuri á Glyvra­ dali. Hann tók sær av fram­ leiðsluni av laksasmoltunum. Hann byrjaði at byggja smolt­ støð­ina har yvuri umleið 1995, og bygdi hana út líka fram til tað síðsta. Eins og við mær, so vísti babba eisini Rógva álit, og gav honum ábyrgd­ina av smoltstøðini. Sostatt hevur Rógvi seinastu 5 árini havt evstu ábyrgdina av smolt­støðini. Teir hava arbeitt enn fleiri ár saman har uppi, og eins og við mær, so hevur samstarvið verið tætt og gott. Tað er ein stórur saknur hjá Rógva, nú babba ikki verður at tosa við um alt. Hann fekst ikki nóg nógv ár saman við honum, her mugu vit ásanna, at vit ikki skilja veg Harrans. Eitt kunnu vit í hvussu so er staðfesta, tað er at vit hava havt ein góðan lærumeistara, sum hevur lagt okkum eina við at síggja møguleikarnar, fokusera upp á tað góða, og lata tað fara sum ikki byggir upp. Gjøgnum sítt vinnuliga lív haldi eg man kann siga at babba var ein undan­gongu­ maður, ein pionerur við nógvum visiónum - hann var ikki bangin at royna nýggjar leiðir. Hann kom eisini at hava fleiri álitispostar, hann var m.a. við í býráðnum í Runavíkar Kommunu í 12 ár, og var formaður fyri Eysturoyar Røktar- & Ellis­ heimi frá byrjan í 1980 fram til einaferð í nýtiárunum eis­ini eftir at hann var farin úr býráðnum. Hann var í Havbúnaðarfelagnum í mong ár, bæði sum nevndarlimur og formaður. Babba var stjóri í Bakka­ frost frá byrjan og fram til 1990, og síðani nevnd­ ar­formaður til 2007. Hann helt tó fram í nevndini til 2010, men var í valnevndini fram til hann doyði. Seinasti fundur har var bert fáar vik­ ur áðrenn hann doyði, har hann skrivaði undir fundar­ frásøgn fyri seinastu ferð. Tá var tað komandi aðalfundur og nevndarval í 2012 sum var viðgjørt. Babba og mamma Babba greiddi frá, at hann sá eina so sera vakra gentu, sum hann bleiv skotin í og at hann ynskti sær hesa gentu. Tað rann saman millum tey bæði og tá mamma fylti 70 ár leygardagin 17. Desember 2011, fekk hon ein sang frá babba um morg­unin. Hóast hann var so sera veikur seinastu vikuna – so mikið veikur, at hann nóg illa megnaði at Minningarorð Hans Jacobsen, Hans á Bakka f. 29.11.1938, d. 17.12.2011