Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 8. oktobur 2012 er ein dagur, sum eg so innarliga hevði vilj­að verið fyri­uttan. Eg helt, tað skuldi verða ein gleðis­dagur. Eg skuldi fara í 2 ára føð­ing­ar­dag hjá gud­dóttrini eft­ir loknan skúla­dag úti á Lær­ara­skúl­an­um, men so vend­ ist verð mín 180 gradir. Eg fekk eina uppringing, har eg fekk boðini, at tú babba ikki var millum okkum longur. ”HVÍ?” var spurningurin, eg setti. Eg skilti tað ikki! Ongantíð fer tú aftur at ringja til mín. Ongantíð fái eg aftur eitt sms kl.05.40 á mínum føðingardegi. Ong­an­tíð fer tú aftur at skriva til mín á Skype. Ongar hugna­ligar løt­ur rundan um døgurða­borðið saman við tær. Ongar samrøður, har tú fortelur um alt millum himmal og jørð. Um seyðin, um dansin ella um hvussu glaður tú var, tá vit vóru øll samlaði. Tú elskaði at hava okkum øll hjá tær. Minnini eru góð, og tey eigi eg fleiri av. Sum smágenta, tá ið tú var til sjós, minnist eg, hvussu glað eg varð, hvørja ferð tú kom heim. Eisini hevði tú altíð ein pakka við til Eyðritt og mín – altíð okkurt, ið vit fingu stóra gleði av. Minnini eru góð, sum tá ið vit súkklaðu til Skálavíkar og tóku bussin heimaftur. Tá ið eg hevði brotið armin, og tú bar meg runt í bátinum – eg elskaði at blíva forkelað, tá ið tú kom heim. Eg eri sera takksom fyri túrin, tá ið vit vóru saman í Danmark, tí hann var okkara. Eg minnst allar túrnarnar, ið eg havi verið við tær til arbeiðis, tá tú koyrdi trailara. Eg elskaði at fara við tær og koyra landið runt. Helt tað var ”mega kuul” at sleppa við í hesar stóru bilarnar. Har sum tú var, har var lív í. Minnist jólini 2009, tá tú var jólamaður eysturi í Húsavík. Øll børnini skuldu fáa jólagávu, segði tú hart. Og har var eisini ein gáva til mín. Tað var Eivør fløgan, sum tú ein mánað áðrenn jól hevði fingið til Skálavíkar at syngja. Eg sat fremst í kirkj­uni, og eg minnist, hvussu glað­ur og stoltur tú var, tí kirkjan var fullsett av oyggja­fólki. Altíð var tú klárur at hjálpa, tá ið mann spurdi. Eg minn­ist, tá tú hjálpti mær við einari upp­ gávu, tá ið eg gekk í fólka­skúlanum um grinda­dráp. Tá eg gekk á Hand­ils­skúlanum hjálpti tú mær við einari uppgávu um føroyskan dans. Fyrr í ár ringdi eg til tín, tí eg var til ar­ beiðis, og eg saman við ung­dóm­in­um gjørdi eina spurn­ar­ kapping. Eg ringdi til tín, tí eg visti, at tú visti svar­ið, ið snúði seg um, hvussu nógv ein mørk var í gyll­in. Altíð var tú klárur at hjálpa. Um tú skuldi fletta ein seyð, verða jóla­maður á ar­ beiðs­plássinum hjá mær ella um tað var at hjálpa við einari uppgávu, so var tú klárur. Eg veit bara tað, at himmiríkið bleiv tann 8 okt.2012 óluk­sáliga nógv rík­ari, og harvið blivu vit nógv fátækari. Góði elskaði babba… Eg veit, at lívið ikki altíð hevur verið ein dansur á rósum. Vit hava havt okkara upp- og niðurtúrar. Men tú er mín babba, og eg elski teg ómeta­liga nógv! Saknurin og tómrúmið eftir tær er nakað so stórt. Eg trúgvi fult og fast uppá, at tú fylgir við okkum her á jørðini – tú er nú ein eingil, ið er um okkum. Tí vil eg enda við hesum orðum: Eg hugsaði um teg í dag, men tað er ikki nakað nýtt. Eg hugsaði um teg í gjár, og eisini dagin fyri. Hugsi um teg í stillheit, og sigi ofta “babba”. Alt, ið eg havi, eru minni og ein mynd í rammu. Tú ert eitt minni í mínum tonkum, sum eg aldri vil geva frá mær. Guð hevur teg í sínum ørmum, eg havi teg í mínum hjarta . Eg elski teg! Hvíl í friði elskaði babba. Poula-Mari sita í songini - so skrivaði hann náttina til hósdagin sang við 12 ørindum til mammu. Í sanginum lýs­ ir hann so gott hvussu hann sum ungur drongur “leitaði, royndi at hóma at finna sín fagra juvel”. Tey gifturst mikudagin 14 Apríl 1965. Tey vóru vígd í kirkjuni á Glyvrum henda góðveðursdagin í apríl. Utt­an fyri spældi horn­ orkestrið hjá Nes sóknar musik­felag, har babba sjálv­ur spældi við. Babba og mamma vóru so sera góð við hvønn annan, og babba man hava yrkt mammu líka nógvar kærleikssangir, sum árini vóru blivin. Kærleikin millum tey, til børnini, svigar­børn og abba- og ommu­børnini hevur verið í yvir­flóð. Seinasta ørindi í sang­ inum skrivaði babba dagin fyri hann andaðist, har sig­ ur hann: Takk Oddvør alt tú hevur givið til mín og øll okkara her. Í trúfesti alt fram var drivið takk, takk fyri lívsgóða ferð. Hetta at fáa øll ørindi at ríma var nakað sum lá sera væl fyri hjá honum, og sum hann gekk høgt uppí. Hann spældi sær við orðunum, og hevði eitt sera stórt orða­ úrval. Ikki grunaði tað meg, tá hann vísti mær sangin fríggjakvøldið, at hetta var seinasta løtan vit báðir fingu saman. Hann var so sera spentur at vera við, tá vit skuldu syngja sangin fyri mammu leygardagin, men hann náddi ikki at vera við til løtuna, sum vit høvdu fyriskipa kl. 15 tá vit skuldu vera saman á uppihaldsstovuni á deild 7 á Landssjúkrahúsinum. Hann vísti mær sangin og spurdi hvat eg helt um hann. Eg fekk ikki svara hon­um beinanvegin, tí eg gjørdist so rørdur av at lesa hann; men eg segði honum at eg helt at sangurin var sera góður og væl orðaður – og at mamma fór at vera glað fyri hann. Babba fór heim til okk­ ara Himmalska fað­ir beint tá vit komu leygar­dag­in kl. 15. Mamma var sam­ an við honum alla tíð­ina á sjúkrahúsinum í sein­astu vikuna – hon fór ong­an­tíð frá hansara síðu. Leyg­ar­ dagin var hann viknaður so sera nógv. Hann hugdi áhaldandi at klokkuni og mundi gruna at tað var um reppi at hann náddi at vera við til løtuna tá vit skuldu vera saman at hátíðarhalda dagin fyri mammu, men um­hugsin sum altíð, hevði hann avgreitt føð­ingar­dags­ gávuna og fekk givið henni hana um morgunin. Tá hon hevði fingið gávuna segði hann við menninar sum lógu á somu stovu: “Hetta er kona mín, hon fyllir 70 ídag, er hon ikki vøkur?” Babba og andliga lívið Sjálvt um tann vinnuligi part­urin fylti nógv í okk­ ara dagligdegi, so var tað andaliga avgerandi grund­ ar­lagið heilt síðani babba tók við trúgv sum ungur drongur. Eisini á hesum øki hevur hann verið sera virkin bæði innan Fólka­ kirkj­una og Kelduna í Skála­firði. Heimið hevur altíð ver­ ið merkt av Guðsótta og Bíblian hevur altíð verið ein náttúrligur partur av dag­lig­degnum, og mugu vit ásanna at vit hava mist ein av okkara størstu for­biðj­ arum, sum bað fyri okkum hvønn dag, og nevndi øll við navni, bæði børn, svigar- og abbabørn. Sum børn kunnu vit minn­ast løturnar sunnu­ dagar, tá babba læs úr Bíbli­ uni og vit bóðu saman. Vit lærdu týdningin av at koma í Guds hús saman við Guds børnum. Foreldur okkara lærdu okkum ígjøgnum teirra lív at kenna Jesus og hetta eru vit sera takksom fyri. Hetta er ein dýrgripur ið vit fingu frá okkara foreldrum, sum ber inn í tað æviga lívið. Mamma, tú og babba hava altíð verið góð í ráðum – tað takka vit tykkum fyri. Tit lærdu okkum um Jesus. Tit góðu okkum okkara barnatrúgv. Tit tóku ábyrgd bæði andliga og tímiliga, og vóru við at forma og menna okkum. Takk babba fyri kærleikan tú vísti okkum sera væl. Við tíni hond og umsorgan So signað eru vit og sæl Eitt ríkt og signað lív ein fær ið Harran óttast, livir nær. Av sonnum sigast kann um teg, at lyftið ognaði tú tær Regin Minningarorð um pápa mín Atla Dalsgaard f. 14.12.1960 – d. 08.10.2012