Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Eitt sindur um rávøruríkið og menta anno 2012 Heri Mohr Í Føroyum hava vit ráevni og rávørur. Í dagligari talu man tað vera so sum so, hvussu hesi orðini verða brúkt. Okk­ ara fjølmiðlar og okkara politikarar tosa og skriva nógv um rávørur. Lat okkum sláa fast, at í Føroyum eru ráevni og rávørur, ið treyta okkara dagligu tilveru. Vit kunnu kanska seta hetta upp soleiðis: Ráevni í Føroyum: * Frumevni (grundstoff) og mineralir: einki. * Olja og gass: einki. (at arbeiða offshore er ikki ráevni.) * Kol og torv: eitt sindur. Verður næstan ikki brúkt. * Fenaður og fiskur: avmark­að. Fiskur og annað, sum livir í sjónum, hevur størsta og av­ gerandi týdning í tí før­oyska búskapinum. Ráevni í vanligum týdn­ ingi (olja, gass og mineralir) hvørva og verða ikki endur­ nýggjað, so hvørt sum tey verða tikin, meðan tað, ið hev­ur lív (fiskur, seyður, fugl­ ur o.a) skal røkjast væl og við góðum skili, annars hvørvur tað. Um ráevni kann sigast, at tað er tað vanliga undirstøðið í tí politiska búskapinum í fram­komnum londum. Rávørur í Føroyum: Rávøra kann vera hálvliðug ella liðug vøra, alt eftir hvussu mett verður. Úrdráttur úr fiski og seyði er rávøra. Livandi fiskur, seyð­ur og fenaður er ikki rá­ vøra. Málbúnin í okkara mergj­ aða og málmríka skaldskapi um Føroyar, um Føroya fólk og um tað, sum svimur í sjónum, fenaðin á landi og fuglin í luftini sampakkar ikki við ta sálarleysu rávøru- terminologiina, sum verður brúkt, eitt nú av okkara fjøl­ miðlum og politikarum. Hjá hesum tykist deyður fiskur, fenaður og fuglur at vera rávøra. Sum smádreingir plagdu vit at keypa royttan lunda úr tættleypi frá nólsoyingum niðri á Kongabrúnni; 20 oyru fyri hvønn fuglin. Eg veit einki um, at tað var rávøra úr Nólsoy, ið mamma borðreiddi við úti í Skansagarði, tá ið vit ótu kókaðan lunda til døg­ urða. Eitt hugsað ráevni tók seg upp, so løgið tað ljóðar, í 1999, tá ið løgtingið játtaði milliónaupphæddir til eitt olju­málaráð – við ongari olju. Hetta endurtók seg og stóð við í 5 ár til 2003. Hesi árini játtaði løgtingið um­leið 200 milliónir til olju-og sjálv­ stýris­politikk. Um vit falda við lítlu tabell – her krevst ikki tann hægra mate­matikk­ in – og plussa hetta við teim­ um 733 milli­ónunum (548 milliónir hjá skúlaverkinum og 185 milliónir hjá almennari forsorg), sum løgtingið tveitti burtur í 2002 og 2003, tosa vit her um almennan pening í milliardatali, sum varð brúkt­ ur til olju in spe, loysing og burturbeining. Var hetta ikki hasarder­að roulettuspæl um framtíðar­ lagnu Føroya fólks – við skatta­borg­aranna pen­ingi sum jetónir?! Tann glamourøsa loysing­ ar­samgongan, ið framdi óbóta­gerðir, hvarv við brest­ in ein dagin í klandri um eitt lás úti í Tinga­nesi. … Hurð­ar brustu og borð og skuffur vórðu sópað. .. Men tungt og møti­mikið er hjá skatta­borg­ aranum at taka upp ... Vit mugu ongantíð gloyma, at tað vóru loysingarkreftir í løgtinginum og úti í Tinga­ nesi, ið framdu hesar óbóta­ gerðir móti Føroya fólki, og at orsøkin til, at samgongan skrædnaði, var, at nú ræddist hon sítt egna barn. Ætlanin var nevniliga at halda fram við ørskapinum. 117 milliónir í blokkinum, oyramerktar til serforsorgina, skuldu sam­ bært sam­gongu­skjal­in­um burtur­bein­ast. Sjálv­andi utt­ an at útvega lands­kass­anum aðrar inntøkur í staðin fyri. – Men lásið og tann stongda hurðin úti í Tinga­ nesi – hvussu við tí? Undan­ førsla! Sjón­leikur – við øllum statistum – ið kann minna okk­um um komediuna Grann­skoð­arin hjá Gogol ella sjón­leik hjá Holberg: Av bók um politikk tú teg kanst læra mangt at kanna, men leiða land á rættan veg, til tað krevst meira og annað. Øll kenna vit søguna hjá H. C. Andersen um tveir skálkar, embætisfólk og ein keisara í nýggjum klæðum. Ikki fyrr enn eitt lítið barn rópti, »pápi, keisarin er nakin,« rópti alt fólkið, »mín sann er hann nakin.« Vónandi hava hesi 5 árini lært okkum, hvussu al­ mennur peningur ikki skal handfarast. Men hetta var ein dýrur umgangur og dýr læra. Tann fólkaræðisligi trygg­leikin hvarv, og ein nýggjur ótryggleiki uppstóð. Legala misbrúkið av skatta­borgaranna pen­ingi, sum fór fram í 80-un­um, og sum kopp­aði øll­um sam­ felag­num – landskassanum og bankunum og húsum og heimum – í oktober 1992, vísti seg nú aftur, 7 ár seinni, við øðrum og nýggj­um, klaustrofobiskum avleið­ing­ um. Man nakar av teimum politisku »aktørunum,« sum tá vóru, seinni hava iðrað seg um gjørda gerð, sum betri var ógjørd? Det bødes der for i mange år .... Føroyskt ráevni in spe hev­ ur órógvað vanliga hugs­ an. Við (higartil) ongari ítøki­ligari olju í tí føroyska land- og sjó­økinum og 12 ár við olju­hetzi og áhaldandi indoktrinering, í stóran mun fíggjað úr lands­kassanum í nevnda 5-ára skeiði, hevur gandaorðið rávøra avskeplað okkara hugsunar­hátt, tos­ ingarlag og veru­leika­sans. Vit tosa og virka óum­hugsað. Í ekstremismu. Fantasi­pro­ jekt flúgva í luftini. Í hesum døgum verður í rama álvara tosað um, at Tórshavn, okk­ara »løjerlige gamle hoved­stad,« sum William Heine­sen setti á heimskortið, skal gerast ein »livandi uni­versi­tets­býur,« sum, kanska við avtøku av lóg­um og aldar­goml­um siði, skal rættvísgera stað­binding av teimum ungu til tvungna útbúgving í Før­oyum. Og kanska eitt uni­versi­tets­ hospital, sum forðar sjúk­ ling­um í at fáa serviðgerðir á universitetshospitalinum í Keypmannahavn. Tunlar sum murran fyri milliardir. Ein glæstriborg til skúlaverkið, sum hevur hingið í luftini í longri tíð eins og ein fremmandur science-fiction fuglur, sum tykist leita, hvar hann frægast kann seta seg í okkara viðkvomu náttúru. Men hví skal ein so átrok­ andi skúlabygging sum tann undir Gráasteini dragast út í tað óendaliga? Tað tók jú løgtinginum ikki meira enn eina triðju viðgerð at avgreiða fíggjarlógina 2002, meðan landsstýrið við tveimum telefaxum jóla­vik­ una 2001 gav donsku stjórn­ ini boð um at morla av lands­ kassans gjald­føri (við sama kvika, destruk­tiva handalagi varð skjal­a­goymslan hjá Løg­ tings­skriv­stovuni – hon fór í søguna 1948 – uppi á løg­ tingsloftinum burtur­beind, kanska brend, einaferð fyrst í trýssunum). Nær man løgtingið fara at finna tað mannsømiliga tyngdarpunktið í føroyskum politikki? Vit syngja: »Fast stóð í fonn­um eitt fjalla­dals­fylgi;« »Fiskurin bítur, nú nýtast raskar hendur;« »Nú fiskur er á grunninum;« »Syftast fagrir fiskar fram við strendur;« »Á seiðabergi piltur stóð, berg­gyltan bjørt glógvar« o.s.fr. Enn hevur eingin yrkt mergjað um »ráevni og rá­ vøru Føroya.« Tað kemur kanska. M. A. Jacobsen er tolin. Mads Andreas Jacobsen, vanliga kallaður Mass, hesin siðiligi mentamaðurin, stakk onkuntíð inn á gólvið hjá okkum úti í Skansagarði. Einaferð í 1942, tá var heilsan hjá honum farin at bila, kom hann spákandi frá Reyna­ garði oman á Tinganes. Hann, ið hetta skrivar, var beint tá so gáloysin at tveita eitt og hvørt smávegis á vegin har tætt við Bakkapakkhúsið, sum Landshandilin brúkti til vørugoymslu, og sum nú er skrivstovuhús hjá lands­stýrinum. M.A.J. var tá borg­meistari í Havn. Við sín­um stillføri segði hann blídl­iga, als ikki ákærandi, at eg átti ikki at tveitt órudd frá mær. Eg tók tað upp og koyrdi tað í lumman. Slíkt fer ikki í gloymibók. Hann doyði 31. mai 1944. Tríggjar dagar seinni var yrkingin hjá Janusi Djurhuus, So náddu tey fram, tey døpru boð… í Dimma­lætting. Brunnurin er stórur. Í rama álvara verður møsnað um, at við øllum okkara rá­ vørum/ráevnum teljast vit millum tey ríkastu londini í heiminum. Júmen, so stendur bara væl til. Arkitektonisk fantasi­ projekt við einum nýggjum universitetsbýi; glæstriborg, sum ikki er í harmoni við okkara náttúru; berghol í rúgvu o.s.fr. Alt úr sama rávøru- og ráevnisbrunni. Álvaratos: hava vit mist fótafestið? Hví rýma fólk av land­in­ um? Løgtingið hevur nú sett eina nevnd at kanna, hví so er. Tað – løgtingið – kannaði eisini fyri nøkrum árum síðani, hví fólk ikki stetaðust úti á bygd! Fekk tann kann­ ing­in fólk at stetast og trív­ ast í teimum smærru bygd­ un­um? Tað er nú einaferð so, at um vit ikki trívast, har vit eru, kann tað gerast neyð­ ugt at flyta aðrastaðni at búgva. Klandur og kegl er ikki óvanlig orsøk til slíkar fráflytingar. Í løgtinginum er klandur dagligur kostur. Man tað ikki vera júst hetta og so tann ósiðaða, fyri ikki at siga primitiva, umsitingin av skattaborgaranna peningi í eina fjórðingsøld, ið er tann veruligi trupulleikin, sum nógvir føroyingar ikki orka at liva við? At fáa ein »livandi miðbý« í einum »uni­ versitetsbýi« í okkara fitta, lítla høvuðsstaði loysir einki problem. Tvørturímóti. Ikki at kenna sínar avmarkingar kann vera óheppið við álv­ ars­ligum avleiðingum. Annars er einki nýtt í hes­ um, at fólk fara av landinum og festa búgv aðrastaðni. Tað hava tey altíð gjørt, og tað fara tey framhaldandi at gera. Ikki bara í Føroyum. Um tann føroyski ungdómurin skal stavnbindast ella stað­ ar­bindast við einum før­ oysk­um »universitetsbýi« til tess, at tey ikki skulu fara av landinum at fáa sær út­ búgving, kann tað líð­andi gerast trongligt í Føroyum. Í Danmark t.d. búgva eini 20.000 føroyingar og í Før­oy­ um 48.000 – 35.000 eldri enn 18 ár. (Á einum miðal­stór­ um fótbóltsvølli við áskoð­ araplássum fáa vit øll pláss). Hvussu breyðføða vit 70.000 føroyingum í Føroyum? Her er ikki hugsað um politikarar, akademikarar og onnur væl bjargað í fólkaheiminum Føroyar, har fá hava ov nógv og færri ov lítið!! Innisteinging av teimum ungu verður sum sagt byrj­ anin til ein líðandi enda. Ein kendur rithøvindur ekspo­ neraði mannalívið við vøgg­ una og grøvina; barnið og oldingin. Hetta er bílætliga sagt byrjan og endi av manna­lívinum, sum harð­ rendir og óhepnir politikarar kunnu gera tungt og strævið og trup­ult. Tá er tað, at fólk stinga í sekkin. Í hesum døgum hótta ávís fólk landsstýrið og Løg­ tingsins fíggjarnevnd við álvarsligum tiltøkum, um okkara politiski myndugleiki ikki játtar meira almennan pening til mentan. Fyri 2000 árum síðani segði ein rómverskur heim­ spek­ingur, rithøvundur og politikari, at »tað, ið lógin ikki bannar, bannar sømileikin.« Sum øll vita, stendur á hjá landskassanum at svara hvørjum sítt. Burtur­ bein­ingin – og hetta skal