Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kristi krossur Símun P. Jacobsen Á eysturstrond Kina bygdu einaferð portugisiskir íbúgv­ ar eina sterka dóm­kirkju á eini hædd við góðum út­ sýni yvir havnina í Macao. Men tað vísti seg, at ein trop­isk ódn var sterkari enn mannaverk, og fyri nøkr­ um øldum síðani varð hon fullkomiliga oyðiløgd. Ein­ ans tann fremsti múrurin varð standandi eftir. Høgt uppi á hesum múri hevði ein stórur bronsukrossur staðið sum eitt tekin móti náttúru­ kreftunum gjøgnum árini. Ì árinum 1825 fórs skipið, sum John Bowring var við, her. Hann krøkti seg til vrakrestir av skipinum, og stutt eftir fekk hann eyga á tann stóra krossin. Hann vísti honum leiðina til tryggleika. Hendan skakandi bjarging fekk hann til at skriva orðini, sum milli­ ónir kenna: Kristi krossur er mín heiður, lyftir upp um heimin meg, øll tann dýrd, ið Skriftin eigur, savnast, Harri mín, um teg! Tá ið Paulus apostul fór til býin Korint, segði hann: »tí eg setti mær fyri einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus og hann krossfestan«. 1. Kor. 2.2). Tá ið onkur spurdi hann, hvat ið hann ætlaði við boðskapi sínum, svaraði hann: »Men vit prædika Krist­us krossfestan«. (1. Kor. 1.23). Aðaltátturin í kristna evangeliinum er krossurin og uppreisnin. Jesus varð føddur fyri at doyggja. Jesus gjørdi tað fyri menniskjað, sum tað ikki kann gera sjálvt. Hann gjørdi tað við krossi sínum og uppreisn síni. Krossurin stillar seg fram mitt í okkara tvístøðu og ráðaloysi sum einasta vón okkara. Her finna vit rætt­ vísi Guds fullnøktaða. Náði Guds rættir seg út móti synd­aranum – kærleiki Guds stillar hvønn ein tørv. Guds kraft er nóg mikil fyri øll. Her er nóg mikil kraft til at broyta mannanáttúruna. Her er nóg mikil kraft til at broyta heimin. Túsundtals menniskju líða undir skuldarkenslum. Nærum hvørt einasta menn­ iskja veit, at nakað er galið við teimum. Gud segði á kross­inum: »Eg elski teg«. Hann segði eisini: »Eg kann fyrigeva tær«. Tað dýrdar­ mesta og mest undurfulla orð í tosinum er »fyrigev­ ing«. Gud hevur í Kristusi grund­arlag fyri fyrigeving. Av tí at Kristus doyði, kann Gud rættvísgera syndaran og framvegis vera rættvísur. Skriftin sigur: »Harrin læt falla á hann skyldina, ið lá á okkum øllum« (Es. 55.6.10). Tá ið Jesus doyði í okkara stað, vórðu syndir okkara lagdar á hann, og syndir okkara kunnu ikki liggja á tveimum støðum í senn. Øll mín synd varð løgd á Kristus, og tí vil Gud ikki draga meg til svars ella krevja meg til roknskap fyri nakra synd. Syndir mínar eru vorðnar Kristi byrða. Hann hevur tikið syndina av mær, hann er vorðin syndaberarin. Øll mín skuld til Guds varð flutt yvir á Kristus. Hann rindaði alla mína skuld. Eg skal ongantíð líða dómsins skomm ella helvitis ræðslur. »So langt sum eystri er frá vestri letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum«. (Sálm. 103.12). Tá ið vit standa við kross­ in, síggja vit eina undurfulla mynd av kærleika Guds: »Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav son sín hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.« (Joh. 3,16). Paulus skrivaði til tey trúgvandi í Róm: Tí me±ðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, tá ið tíðin var komin, fyri gudleys. Neyvan fer nakar at doyggja fyri ein rættvísan – fyri hin góða kundi tað verið, at onk­ ur hevði havt mót at doyð –. Kelda: Billy Graham Heimurin í loga 1971 skiljast bókstaviliga – av almennum peningi, sum byrjaði í 2002, er orsøkin til, at landskassin hevur havt dundrandi rakst­ rar­hall øll tey seinastu árini – og fer ætlandi framhaldandi at hava tað. Spurningarnir eru legio. Hvussu kann tað bera til, at eitt fólk, sum barns­liga breggjar sær av síni egnu mentan og dygd­ ar­góðsku, kann fremja nak­að so ómentað, fyri ikki at siga primitivt, sum at burtur­beina pening ætlaður til tey eymastu økini í okkara samfelag – uttan at útvega aðrar inn- tøkur í staðin fyri? Hvør kann trívast um­ borð á einum skipi, har sjálvsagdi tryggleikin verð­ur tveittur fyri borð av sjálvum skiparanum? Tá er ikki annað at gera enn at rýma av skipinum. Alt broytist. Fyri 2000 árum síðani vóru før­oy­ ingar als ikki til. Fuglur og fiskur hevði tá óivað góðar dagar í bergunum og havinum, sum í dag er ogn Føroya fólks. Men orðini hjá Seneca – hann var valla nakar errin, sjálvpromoveraður mentamaður – kundu so væl verið søgd av siði­ ligum, skilagóðum fólki her heima hjá okkum. Tí spyrja vit: hvar er sømi­leikin? Sníkjandi, óunniligt lagnu­dun, sum paukur hjá Beethoven, hoyrist millum dalar og fjøll. Kanska er tað bara Palleba og Marsanna og onnur hálvdul og dul, sum, eins og tann duli Beet­hoven, hoyra ljóðið. Løg­tingslimir og annað menta­fólk hava átrokandi mál at hugsa um og ikki stundir at lurta eftir slík­ um órógvandi larmi. Og da har i visdom vi drevet vidt, når få har for meget og færre for lidt (Grundtvig) Dagfinnur Danbjørg Ein viðmerkjari - til nakað av tí eg havi skrivað í seinastuni - skrivar: Tað ber ikki til at oyðsla pengar burtur. Tað er rætt. Men tað er ikki trupulleikin. Trupulleikin er tann, at mangir - fyri sam­felagið grundleggjandi stovnar fáa ov lítið - og at hetta gongur út yvir m.a. bæði likamliga og sálarliga sjúk, út yvir brekaði har sjálvt ST-sáttmálin ikki verð­ ur yvirhildin og út yvir tey fá­tækstu, sum nú skulu liva fyri enn minni, enn tey higar­ til hava gjørt. Alt verður skorið niður inn­an mentan, og okkara kær­astu smáu og ungu, ið skulu læra at fóta sær og skaffa sær holla vitan til at byggja eitt vitanarsamfelag upp við, nakað, ið framtíðin krevur, tey fáa niðurskornar í staðin fyri øktar møguleikar. Kanska eg havi gloymt okk­ urt, men innan øll tey nevndu økini eru fleiri innvesteringar og ikki sparingar tann gongdi og uppbyggiligi vegurin fyri fólk okkara inn í framtíðina. Og tonkja vit okkum um, so eiga vit at vita og uttan víðari at kunna góðtaka, at um nakað ella nakar hev­ ur ov lítið, so er tað ikki tí, at ov lítið er til, men tí at órætt­víst er býtt. Tær tíggju­tals milliónirnar, ið via flatskattin verða givnar teim vælbjargaðu, kundu fylt øll holini, ið høgrasamgongan hevur slóa fyri við sínum sparipolitikki. Politisku av­ gerðirnar eru ikki bara órætt- vísar, men djúpt órættvísar. Hetta er oyðslið, ið, um tað hevði verðið steðgað, kundi loyst allar teir áðurnevndu trupulleikarnar. So oyðsl og oyðsl kunnu vera mett ymiskt. Um fólkaflytingina, skriv­ ar ein annar, at løgtingið hevur sett ein bólk at kanna málið. Eg vóni ikki, at tað er í tí anda, sum danir speiskliga plaga at taka til í líknandi førum: Da Fanden ville have, at intet skulle ske, da nedsatte han en komité. Onkur viðmerkjari heldur, at tað er løgið, at fólk flyta úr Føroyum, tí hetta er eitt gott land at búgva í. Ja, vit hava nógv at takka Guði fyri í so máta, tí vit hava fingið eitt vakurt land við sera vakrari náttúru og sera mongum og fittum fólkum, ið liva eitt solidariskt lív, og sum ongantíð eru bangin fyri at rætta øðrum eina hjálpandi hond. Og Guð havi lov fyri tað. Tað, sum forpestar og oyðileggur tilveruna fyri mong, er tann karráði høgra­ radikali viðvendi Robin Hood politikkurin, sum spakuliga, men stigvíst kvælir alt lív í stovnum og tí einstaka, ið ikki bert ynskir at eksistera og tæna heimligu religiøsu og politisku mammonistunum, men ynskir at liva eitt frítt lív í einum ynskistarvi í einum solidariskum umhvørvi við útbúgvingarmøguleikum fyri ung sum gomul, við góðum bústaðarmøguleikum og javnstøðu og har Robin Hood framvegis er hin góði gamli Robin, sum vit lósu um í skúlanum.