Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Ræður um at halda kósina Fyrrverandi svenski for­ sætisráðharrin, Göran Persson, rósar íslend­ ing­um fyri at hava eina hepna hond við at koma sær burtur úr fíggjar­ krepp­uni, men hann ávar­ar samstundis um, at enn liggjsa truplar av­ gerð­ir fyri framman. Fyrrverandi forsætis­ ráðharrin sigur, at tað ræður um hjá íslend­ing­ um at halda eina miðvísa politiska kós og ikki at lata seg tøla av tí, sum er komið í rættlag. Göran Persson sig­ur, at teir íslendsku politik­ ararnir mugu fáa javn­ vág á fíggjarlógina og bøta um landsins kapp­ ingar­føri. Verður tað ikki gjørt, kunnu teir gomlu trupulleikarnir stinga seg uppaftur, ávarar hann. Grønlendingar minni skatt næsta ár Tær fýra kommunurnar í Grønlandi hava sam­ tykt at hava sama skatta­pro­sent næsta ár sum í ár, og tað ber í sær, at allir skattaborgararnir fáa gagn av tí eina pro­ sent­inum, sum lands­ skatt­urin lækkar aftan á nýggjár. Tað skrivar blað­ið Sermitsiaq. Skattaprosentið í teim­um grønlendsku komm­un­unum liggur millum 25 og 28. Hægsti k o m m ­u n u ­s k a t t ­ urin, 28 prosent, er í Qaasuitsup kommunu og í Kujalleq kommunu, í Qeqqeta kommunu er hann 26 prosent, og lægsta skatta­pro­sent­ ið, 25 prosent, hevur Sermersooq kommuna. Geva bók í jólagávu Tað er ikki bara í Før­oy­ um, at nógv fólk velja at geva skyldfólki og vinum eina bók í jólagávu. So­ leiðis er eisini í Íslandi. Ein kanning, sum Gall­up hevur gjørt fyri út­gev­ ara­felagið har, vísir, at 66,6 prosent av teimum spurdu góvu bøkur í jóla­gávu seinastu jól. Útgevarafelagið hev­ ur gjørt tilsvarandi kann­ing­ar fyrr, og tær vísa, at støð­ugt fleiri velja at geva bøkur í jóla­ gávu. Íslendingar hava eis­ ini nógvar bøkur at velja ímillum. Í Bókatíðindum, sum útgevararnir geva út upp undir jól, eru ikki færri enn 842 bøkur í ár. Tá Bókatíðindi komu út fyrst ferð í 1991, vóru bøk­urnar 405 í tali, skriv­ ar Morgunblaðið. arni@sosialurin.fo – Tit vístu dirvi, sum vit onn­ ur hava ilt við at skilja. Tað er nakað serligt at standa andlit til andlits við tykk­um, sum tann 22. juli í fjør settu egið lív í váða fyri at bjarga øðrum, segði Jens Stolten­ berg, forsætisráðharri, á há­tíðar­haldinum, sum var í ráð­hús­inum í Oslo. Haraldur kong­ur var eisini hjá­stadd­ ur. Fimm fólk fingu heiðurs­ tekin úr gulli, og hini 17 fingu heiðurstekin úr silvuri fyri at hava sett teirra egna lív í váða fyri at bjarga øðrum í Oslo og við Utøya. – Tit, sum verða heiðrað í kvøld, eru tey fremstu millum tey djørvu. Tit komu fyrst og noyddust at gera tað, sum tit hildu vera tað besta. Við dirv­inum sum skjøldur fóru tit inn í vandan, segði Jens Stoltenberg millum annað í røðu síni. Heiðursmerkið, sum tey 22 fingu, varð upprunaliga latið í sambandi við vanlukkur á sjónum, men tey seinnu árini er tað eisini latið fyri avbera góð bjargingaravrik uppi á landi. Til avhoyringar Samstundis sum bjargingar­ fólk verða heiðrað fyri teirra avrik tann 22. juli í fjør, eru norskir politik­ar­ar og embætisfólk til avhoyr­ ingar hjá einari serligari stór­tings­nevnd um teirra leiklut í sambandi við yvir­ gangin. Mánadagin var forsætis­ráð­harrin av­hoyrd­ ur, og hann fekk nakrar sera nærgangandi spurn­ingar. Onkur av avhoyrar­unum undr­aðist á, at for­sætis­ráð­ harrin ikki legði frá sær, tá hann alment segði seg hava fulla ábyrgd av trygdini tann 22. juli í fjør. – Setti tú ikki egin áhuga­ mál fram um áhugamálini hjá fólkinum, bleiv Jens Stolten­ berg spurdur. Forsætis­ráð­ harrin svaraði, at hann tók ábyrgdina á seg við at halda fram í embætinum og við at gera sítt til at tryggja, at slíkt ikki skal henda aftur. Heiðrað fyri bjargingar­ avrik tann 22. juli Fyrradagin vórðu 22 norðmenn heiðraðir fyri at framúrskarandi bjargingaravrik í sambandi við yvirgangin tann 22. juli í fjør Ein dýr avgerð Danski ríkiskassin kundi fingið nógv meiri afturfyri at bjarga bankunum við bankapakka 2 í 2009, men táverandi stjórnin valdi at sleppa møguleikanum Eftir ætlanini hjá teimum politisku flokkunum skuldi ríkiskassin, umframt rentuna, fáa ein part av vinninginum, um partabrævavirðið hjá bank­unum hækkaði aftan á bjarg­ingina. Men aftan á ein fund við stjórarnar í Danske Bank og Nordea valdi tann kon­servativi búskapar- og vinnumálaráðharrin, Lene Espersen, at sleppa hesum kravinum. Hetta skuldi vísa seg at blíva ein dýr avgerð. Fyrr­ ver­andi yvirvísmaðurin Christian Sørensen segði í send­ing hjá DR fyrrakvøldið, at við at sleppa kravinum misti ríkis­kassin 24 milliardir krón­ur. Ágóðin fór ístaðin til tey, sum eiga bankarnar. Lene Espersen sigur við DR og Politiken, at hon vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum hendi á fundunum um banka­pakkan í januar í 2009. Tað vilja teir báðir banka­stjórarnir heldur ikki. So s i a ld e m o k ratu r i n Henrik Sass Larsen, sum var við til sam­ráð­ingarnar um banka­pakka 2, sigur við DR, at talan er um tann størsta stuld­urin í danskari søgu. arni@sosialurin.fo Haraldur kongur heilsar upp á ein av teimum heiðraðu. Uttast til vinstru Jens Stolten­berg, forsætisráðharri Mynd: Aftenposten Lene Espersen. Valdi hon at slaka fyri bankastjórunum? Göran Persson var svenskur forsætis­ráð­ harri frá 1996 til 2006