mikudagur 28. november 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Tað er kent, at føroyingar vóru ikki væl viðfarnir av donskum myndugleikum undir Grønlandi
í 1930-árunum. Hetta kom ikki minst fram, tá ið Skarstein forlisti í 1932
Grønland hevur stóran part av
farnu øld havt stóran týdning fyri
Føroyar og føroyska fiskivinnu.
Taka vit eitt ár sum 1934 vóru 110
føroysk skip við tilsamans 2.500
fiskimonnum undir Grønlandi.
So løgið er tað, at meðan før
oyingar hava mist mong skip við
“mann og mús” undir Íslandi, so er
einki skip forlist við allari mann
ingini undir Grønlandi, hóast hetta
farvatnið skuldi verið nógv vanda
miklari.
Men fleiri ferðir hevur tað verið
nær við, at stóra vanlukkan kundi
hent. Eitt dømi um hetta var Blith
some í 1935.
Tað er tó hendar einstakar van
lukkur við tapi av mannalívum í
Grønlandi.
Kendu seg illa viðfarnar
við Skarstein
Málið við Skarstein, ein slupp av
Tvøroyri, fekk nógva umrøðu í
bløðunum, og var tað bæði fyri og
ímóti.
At manningin føldi seg illa við
farna sæst í greini í Tingakrossi 28.
september 1932. Her skulu takast
brot úr hesi grein, har manningin
greiðir frá tí sum hendi:
Í juni mánað í ár fóru vit av Tvør
oyri við Skarstein at søkja okkum
vinnu við Grønlands fjarskotnu
strendur. Alt gekk væl í lag, og
seinrapartin í august høvdu vit
veitt 59.000 toskar. Men dáttliga
sóu vit, at skipið hevði fingið stór
an leka, uttan at vit vistu, hvat at
voldin var. Vit hildu henni tó gott
lens við pumpunum, men tær
máttu drívast við handakraft, tí
motorurin hevði verið í ólagi alla
tíðina, og stutt frammanundan
var hann heilt steðgaður. Dagin
eftir var ódnarveður við stormi
og kavaælingi, og nú øktist lekin
brádliga so tað bert við at pumpa
við lív og deyð eydnaðist at halda
skipinum flótandi. Allir vóru sam
sintur um at søkja fyrstu havn so
skjótt siglandi var, men tað vardi
eitt heilt samdøgur, áðrenn veðrið
linkaði og til alla vanlukku gekk
onnur pumpan fyri, so nú var einki
at gera uttan at taka neyðhavn við
fyrsta land, um lív skuldi bjargast.
Sjólátnir á oydnari oyggj
Tá vit høvdu siglt nakrar tímar
komu vit móti eini oyggj, men vegna
brim var ikki lendandi har, fyrr enn
vit komu í læ av henni. Vit rýmdu
nú av skipinum, sum sakk ikki langa
tíð aftaná. Tað mesta av klæðunum
og eitt sindur av mati fingu vit tó
bjargað. Oyggin var óbygd, og fyri at
varskógva, um fólk búðu í oyggjum,
sum lógu inn móti meginlandinum,
settu vit ein bumm upp við tveimum
fløggum á, tí vit vóru ikki heilt vísir
í, hvar vit vóru staddir.
Um náttina var stormur og regn,
so vit vóru illa komnir á holdi av
kulda í okkara rennvátu klæðum.
Eisini vóru vit illa tuskaðir framm
anundan av at pumpa uttan steðg
fleiri samdøgur. Einki skjól var at
finna á oynni.
Móti morgni sóu vit ein grøn
lendara koma rógvandi í kajakk
út til oynna. Hann hevði verið á
kópaveiðu og hevði borið eyga við
fløggini. Hann beyð sær til at veg
vísa okkum til næstu bygd, og tá
vit høvdu róð í 10 tímar, komu vit
til bygdina Kangek í Godthaab
fjørðinum, ið liggur okkurt um 8
sjómíl frá Godthaab. Har fingu vit
pláss á loftinum í eini kirkju, men
maturin, vit fingu, var út av lagi
vánaligur: svart breyð, einki marg
arin, og tevatn. Fólkini umbóru seg
við, at tey áttu einki betri at bjóða.
Men tað løgdu vit einki í, tí vit
uggaðu okkum við, at tá vit komu
til høvuðsstaðin Godthaab – resi
densstaður landfútans – mundu
vit ivaleyst fáa alt okkum tørvaði
og meira til. Men brátt skuldu vit
vakna við kaldan dreym.
Í fíggindahondum
Boð varð sent til Godthaab, at vit
vóru í Kangek, og morgunin eftir
kom fútin sjálvur í einum stórum
og stásiligum motorbáti og flutti
okkum til høvuðsstaðin. Nú hildu
vit allur vandi fór at vera lokin,
men tað bleiv tvørturímóti.
Vit fingu høli í einum missións
húsi, men seingjarklæðir ella teppir
var ikki talan um at bjóða okkum og
hvaðna minni fingu vit turr klæðir
at skifta við tey gjøgnubloyttu, vit
høvdu verið í, frá tí vit sjólótust. Í
eitt og alt fingu vit at kenna, at vit
vóru komnir til fíggindar, vit sum
av lagnuni vóru slongdir inn um
Grønlands kinesiska múr. Heilt at
latast okkum rekast fyri lút og kalt
vatn vágdu teir stýrandi ikki, men
teir royndu at gera okkum Helviti
so heitt – ella rættari – kalt – sum
teir kundu.
Ætlanin hevur væl verið at
ræða okkum og landsmenn okkara
við hesi ringu viðferð, tí tað kundi
kanska minka um hugin hjá før
oyingum at krevja fleiri rættindi í
Grønlandi.
Vit fingu álagt treyt frá fútanum
ikki at fara útum dyrnar aftaná kl.
10 um kvøldið. Maturin, sum vit
fingu, var sum harragud veit.
Ikki var tað tí, har var almikið av
øllum góðum, tí Disko, rutuskipið
millum Grønland og Danmark,
hevði verið har nakrar dagar
frammanundan.
Heimferð sýtt
Kol fingu vit, men tá vit bóðu um
petroleum til at kyka við, var svarað,
at tað var ovmikið brandfarligt fyri
okkum at hava um hendi!
Tá tríggir dagar vóru gingnir var
greitt, at her mátti gerast nakað.
Vit royndu so at fáa fútan at
fáa Hvidbjørnen at flyta okkum í
hvussu er til Reykjavíkar. Men hetta
bar ikki til, tí Hvidbjørnen skuldi
ansa eftir norðmonnum! Kosturin
var reinur fongsulskostur.
Tá vit bóðu hann um eitt sindur
av kjøti til døgurðamat var svarið,
at vit kundu fara at skjóta okkum
tað sjálvir ella fara til útróðrar.
Vit fingu so tvey franskbreyð
sendandi annan hvønn dag, men
hvat kundi tað røkka til 20 mans!
Ein dagin fingu vit flesk, men tað
var so lítið, at tað rakk bara til
helvtina av manningini.
Fútin sendi okkum teppir at
sova í aftaná fýra dagar, sum vit
høvdu verið noyddir at sova í vát
um klæðum og við oljuklæðum at
halda varmanum.
Óblíð fráferð
Fjórða dagin fingu vit boð frá fút
anum, at vit skuldu verða heim
sendir við ymiskum føroyskum skip
um. Samstundis læt hann okkum
vita, at 8 mans máttu gera seg til at
fara avstað til Føroyingahavnina
næsta morgun.
Morgunin eftir um hálvgum
fimm tíðina kom fútin og sjefurin á
Maagen eftir hesum monnum. Seks
vóru til reiðar beinanvegin, men
tveir fimtan ára gamlir dreingir
vóru ikki vaknaðir.
Fútin kom buldrandi inn og tók
teir beinkirnar, dreingirnir svóvu
á, og endavendu teimum, so teir
fóru bóltandi eftir gólvinum, sam
stundis sum hann leikaði í sum eitt
ørt. Teir sluppu ikki at fáa sær ein
drekkamunn.
Tað var ikki løgið, um teir grótu.
Hetta var teirra fyrsti túrur til skips
og høvdu enntá verið í lívsvanda.
Sjefurin á Maagen, kendur
fyri sítt ídni at jagstra føroyingar
í Grønlandi, legði okkum á ferðini
til Føroyingahavnini undir at vera
bandittar.
Vit høvdu nú livað uppá vatn
og breyð í átta dagar, tá vit eisini
sluppu til Føroyingahavnina. Har
blivu vit hjartaliga móttiknir av
øllum og komu á ymiskum skipum
í øllum góðum til Føroya aftur.
Vit hava alt gott at siga um grøn
lendingar, vit vóru í sambandi við.
Øsing ella...
Hetta var sjálvsagt nakað fyri Tinga
kross, sum tók hetta sum enn eitt
dømi um, hvussu føroyingar vóru
viðfarnir í Grønlandi. Serliga verður
lagt eftir landfútanum Swane.
Hann er ein gamal kenningur frá
teirri tíðini, hann var amtsfulltrúi í
Havn. Víst varð á, at mangur mundi
enn minnast hansara ófólkaliga og
ivaleyst ólógliga atburð við norð
Tá ið Skarstein fórst: Søgan um
eitt sjólát sum gjørdist løgtingsmál
Skarstein, sum henda søgan er um
Skipari var Niels Pauli Nielsen