mikudagur 28. november 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
mannavitjanina í 1928, tá hann
bannaði Havnar Býráð at flagga
fyri gestunum við norskum flaggi,
so tað mátti bindast og neglast at
stongini til skomm fyri danska
embætisvaldið. Swane tyktist ikki
at vera batnaður síðani tá.
Greinin í Tingakrossi varð skriv
að av Poul F. Joensen, og tað er
neyvan nakað at ivast, at tað var
gjørt ivaleysa nógv av. Samb. konu
skiparan hevði hann eisini sagt, at
nú ráddi um at sverta danir mest
møguligt. Tað eru eisini nógvar
ósakligar vendingar í hesi skriving,
sum lættliga kundu øsa lesarar, sum
t.d. at eingin danskur hundur hevði
skoytt um matin, menninir fingu!
Skiparin hevði tó upprunaliga
váttað, at tað var nakað um tað,
sum varð ført fram.
Onkrir leysir endar hava verið,
og stjórin fyri grønlandsstýrinum
Daugaard Jensen vísti eisini ákær
unum í hesum máli aftur.
Men hetta blíðkað ikki Tinga
kross, sum nýtti høvið til at greiða
frá øðrum donskum syndum móti
føroyingum í Grønlandi.
Eitt dømi var skonnartin Sanna
úr Vági, sum hevði fingið motor
skaða. Tveir boltar vóru brotnaðir
í motorinum. Hetta kundi ein jarn
smiður greiða eftir eini løtu. Teir
fóru inn til Holsteinsborg, men
máttu ikki seta sín fót á land vegna
barnalammilsi, sum gekk har.
Teir tosaðu so frá báti við smið
in, og hann lovaði at hava bolt
arnar klárar til kl. 9 um morg
unin eftir. Um hetta mundi fór
maskinmaðurin á Sannu inn móti
lendingini og smiðurin stóð klárur
fyri honum. Men nú kom koloni
stjórin upp í leikin. Hann hevði
noktað smiðinum at gera boltarnar,
so her var einki at gera.
Tískil máttu teir í bestu fiskitíð
fara heilt suður móti Føroyinga
havnina 200 fjórðingar burtur at
fáa hetta gjørt, og kundi kostað
teimum nógv í mistum fiskiskapi.
Men tíbetur hittu teir eitt føroyskt
skip, sum fekk hjálpt teimum, og
hetta avmarkaði missin.
Gjørdist tingmál
Hetta málið vakti so stóran ans, at
tað kom eisini fyri løgtingið. Ein
serlig løgtingsnevnd við Kristiani
Djurhuus, sýslumanni á Tvøroyri
á odda skipaði fyri drúgvari av
hoyring av manningini á Skarstein.
Hinir nevndarlimirnir vóru Andreas
Andreasen og Sigurd Poulsen.
Fyrsti fundur var tann 10. oktob
er 1932, og skipað varð fyri avhoyring
av stórum parti av manningini.
Men nú vóru teir ikki so stór
orðaðir sum i Tingakrossi. Ofta er
tað eisini so. Men kortini má hetta
alt í alt hava verið ein ógvislig upp
living hjá manningini, ikki minst
hjá teimum ungu.
Allar hesar frágreiðingar eru við
í málinum, men nevndin ger ikki
nakra beinleiðis niðurstøðu í sjálv
um málinum.
Høvuðsspurningurin var um fút
in hevði nýtt harðskap móti teimum
ungu dreingjunum sum greitt er frá.
Skiparin legði í avhoyringunum
ikki so stóran dent á hesar hend
ingar, sum summir av manningini,
og málið endaði sum skjal í løg
tingstíðindum.
Nevndin tók eisini upp umrødda
málið um Sannu. Skiparin og motor
passarin greiddu nevndini frá tí
sum hendi. Her var kortini ikki
talan um ein bolt til motorin men
til eina spulipumpu. Teir váttaðu,
at tað var rætt, at kolonibestýrarin
hevði noktað smiðinum at gera
henda boltin. Hetta tykist sjálvandi
at vera heilt órímiligt. Men skaðin
var avmarkaður til, at tað tók
longri tíð at reinsa fiskin, nú teir
vórðu noyddir at hála sjógv.
Álitið telur tað ikki minni enn 32
prentaðar síður. Tað varð lagt fram
7. oktober 1933.
Álitið snýr seg fyri ein stóran
part um umstøðurnar hjá føroysk
um fiskiskipum undir Grønlandi.
Tað verður víst á, at fiskurin fyri
ein stóran part var inni á økjum, har
føroyingar ikki sluppu at fiska.
Síðan verður sagt:
Da der fra de færøske Skibe
kun bliver fisket med Haandline,
der ikke i nogen Maade kan virke
ødende paa Fiskebestanden, at
det maa anses for naturligt, at der
gives danske Statsborgere (færøske
Fiskere) adgang overalt paa det
danske Søterritorium ved Grøn
land, og dette Ønske er brænd
ende overalt paa Færøerne, skal
Udvalget Tilraade, at Lagtinget
meget indtrængende henstiller til
Regeringen at udvirke, at der til
lades danske statsborgere overalt
at drive Haandlinefiskeri overalt
paa Søterrioriet ved Grønland...
Loysnin á trætuni
Tað kom tó greiða á hesi viðurskifti
í samráðingunum, sum vóru mill
um eina føroyska sendinevnd og
donsku stjórnina í 1939.
Fundirnir byrjaðu mánadagin
23. januar og hildu áfram hósdagin,
fríggjadagin og leygardagin, tá ið
tað eisini gjørdist semja millum
partarnar.
Hetta førdi til mong ár hjá før
oyingum í Grønlandi, sum komu at
hava týdning bæði fyri føroyingar
og grønlendingar.
Komandi partur
Í komandi tveimum pørtum verður greitt frá nýggjum
kanningum, sum vátta niðurstøðuna í bókini um Dollan,
Daniel J. Danielsen, at hann hevði ein avgerandi leiklut í, at
belgiski kongurin Leopold 2 varð koppaður sum “eigari” av
Congo í 1908. Eisini verður víst á, hvussu henda søgan hevur
verið burturtøgd.
Tey sum hava áhuga fyri upprunagreinini, sum er á enskum,
kunnu siga mær frá á telduposti
Manningin á Skarstein lat illa at viðferðini í Nuuk/Godthaab
Hetta kortið hjá Anker Eli Petersen í Teir
tóku Land vísir Nuuk og Nuukfjørðin, har
hesar hendingar við Skarstein fóru fram.
Í sambandi við røðina við Alfred Haraldsen varð prentað ein mynd av klippfiskaarbeiði í Elduvík við nøvnum á teimum
á myndini. Tað hevur víst seg at vera nøvn til eina skeiva mynd. Hetta er rætta myndin til rætta tekstin.
Fólkini eru frá vinstru: Chr. Haraldsen, Jógvan Eldevig, Símun Eldevig, Elin Nygaard, Sofía Haraldsen, Hilda Fossá, Jana Eldevig, gift Abrahamsen,
Johanna Berg, Marin Olvhøj, Sofía Olvhøj, gift Høgnesen, Cornelius Olvhøj, Hans Sofus Hansen, Sofus Davidsen, Sámal Olvhøj, Alfred Haraldsen