mikudagur 28. november 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. juni 2012 · Nr. 72
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í
Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving
og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
Umsóknarfreistirnar at søkja um
upptøku á hægri útbúgving eru
rættiliga ymiskar frá landi til land og
viðhvørt eisini í landinum frá einum
útbúgvingarstovni til ein annan. Her er
nakað av kunning um tey mest vanligu
londini. Men minst til at altíð kanna
freistirnar í góðari tíð, tvs. eitt ár áðrenn
lestrarbyrjan, og gloym ikki at kanna
upptøkukrøvini samstundis!
Føroyar
Á Fróðskaparsetri Føroya eru hesar
upptøkufreistir galdandi fyri upptøku
2013:
Umsóknarfreist at søkja eftir kvotu 2
er 15. mars 2013. Her er møguleiki hjá
umsøkjarum við útlendskum prógvi
at søkja. Eisini kunnu umsøkjarar, sum
ikki hava eitt nóg gott gyminasialt
miðnámsskúlaprógv, søkja. Tá skulu tey
vísa á aðrar viðkomandi førleikar. Triðji
bólkurin eru tey sum søkja við frítøku
frá teimum vanligu upptøkukrøvunum,
eitt nú gyminasialt miðnámsskúlaprógv.
Talan eru um fá pláss.
Umsóknarfreist at søkja eftir kvotu 1 er
1. juli 2013.
Danmark
Kvote 2-freistin er 15. mars. Søkir tú
um kvotu 2 ( 10-50%) er tað samstundis
ein umsókn umvegis kvotu 1. Kvote
1-freistin er 5.juli. Umsóknarbløðini
eru tøk einar 5-6 vikur undan
umsóknarfreistini, tvs uml. 1. februar.
Umsóknarblaðið kann útfyllast online
á: www.optagelse.dk, 15. mars klokkan
12.00. Fyri kvotu 1 er umsóknarfreistin
5. juli. Les um nýggju reglurnar á www.
ug.dk og leita eftir "kot optagelsesregler"
Noregi
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á:
www.samordnaopptak.no
Svøriki
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á:
www.vhs.se
Ísland
Tað er eingin felags upptøka til
íslendskar lærustovnar. Freistirnar
eru ymiskar frá stovni til stovn og
umsóknarbløð fáast frá lærustovninum.
Á Háskóla Íslands er freistin 5. juni
fyri norðurlendskar studentar. Set
teg í samband við teir einstøku
lærustovnarnar og fá meiri at vita um
freistir og umsóknarmannagongdir.
Finnland
Umsóknarfreistirnar eru ymiskar
frá stovni til stovn. Vanliga eru
umsóknarfreistirnar til lægru
útbúgvingarnar (kandidaatti/kandidat)
millum januar og mai. Umsóknarbløð
fáast á lærustovnunum.
Stóra Bretland
Føroyingar hava síðan 2007
verið roknaðir sum EU íbúgvar í
Stórabretlandi. Til ber at søkja gjøgnum
www.ucas.com. Tað er møguligt at
søkja frá 1. september árið áðrenn
lestrarbyrjan og ein søkir sum einstakur
lesandi og IKKI gjøgnum ein skúla.
Við leinkjuna »Apply« er møguligt at
finna góða vegleiðing. MINST TIL at
umsóknarfreistirnar til Oxford og
Cambridge umframt lækna, djóralækna
og einstakar aðrar útbúgvingar eru
15. oktober árið fyri, sum tú ætlar tær
at byrja. Lesið meira á www.ucas.com.
Harafturat krevja fleiri lestrastovnar
innan læknavísindi í Stórabretlandi at
nýggj lesandi hava meldað seg til eina
eyka roynd (BMAT ella UKAT), ella at
lesandi hava søkt og fingið dispensatión
fyri eina tílíka roynd í seinasta lagi
september árið áðrenn lestrarbyrjan.
Vanliga umsóknarfreistin fyri hægri
lesna í Stórabretlandi er 15. januar, men
fleiri lestrastovnar velja at umhugsa
umsóknir fram til 30. juni.
Onnur lond
Ofta verður umsóknin send beinleiðis
til útbúgvingarstovnin og oftani
kann tað vera eitt hálvt ár áðrenn
útbúgvingin byrjar, men tað kunnu vera
tøk pláss heilt fram til lestrarbyrjan.
Einstøk universitet, millum annað
tey heilt kendu og virdu í USA hava
umsóknarfreis eitt heilt ár fyri
lestrarbyrjan Set teg í samband við
lestrarvegleiðarar, International Office
ella Admissions Service á staðnum,
har sum tú ætlar at søkja. Ella set teg
í samband við Altjóða Skrivstovuna
tlf. +298 322065 so kunnu vit hjálpa
tær at fáa greiði umsóknarfreistum og
upptøkukrøvum um tú ivast í onkrum.
Umsóknarfreistir 2013
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Spurning 1 :
Hey
Eg havi ein spurning. Hatta har við at man kann falda
sín studentarmiðalkarakter við 1,03 um man lesur víðari
innan fyri 2 ár, hvussu virkar tað? Skal man sjálvur
falda hann og koyra tað inn í umsóknina, ella gera
universitetini tað sjálvi? Og kann man bara gera hetta
um man søkir inn á donsk universitet, ella er tað eisini
galdandi fyri bretsk universitet?
Takk fyri
Svar til spurning 1 :
Tá tú søkir inn til hægri lestur í Danmark, og hetta
er bert gjaldandi í Danmark, kanst tú fáa faldað títt
eksamiumiðaltal/eksamenskvotient við 1,08, um tú søkir
inn við einari atgongdsgevandi eksamiu, sum er endað í
seinasta lagi upp til tvey ár undan søkingarárinum.
Er eksamiumiðaltalið givið eftir 13-skalanum, fer ein
tilpassan fram eftir umrokning til 7-stig skalanum. Hetta
verður gjørt av útbúgvingarstaðnum í Danmark.
Tað eru undantøk fyri 2-ára freistin, um ein hevur verið
forðað í at byrja eina útbúgving av ein av fylgjandi
orsøkum :Hesi eru :
• vernarskyldu
• útbúgving við ætlan um at verða útsend í samband við
altjóða uppgávur hjá verjuni
• adoptión ella barsil
• longri sjúkralegu
• ansan av familju, sum er brekað, álvarsliga sjúk ella
doyggjandi
• venjing til ella luttøku í OL úttikin av Team Danmark
Útbúgvingarstaðið, har tú søkir inn, ger av, um tú
uppfyllir treytirnar at fáa longda freist.
Vinarliga Holger og Bjørg
Spurning 2 :
Góðan dagin
Eg eri ein ungur drongur, sum bleiv liðugur við 10. flokk í
2011. Síðani tá havi eg arbeitt og eri nú byrjaður at hugsa
um víðari útbúgving. Eg vil fegin sleppa at læra til politist,
og mín spurningur til tykkum er:
Skal man hava eina gymnasiala útbúgving fyri at sleppa á
politiskúla í Danmark?
Heilsan xxx
Svar til spurning 2:
Tað er ikki eitt krav at hava eina fulla miðnámsútbúgving
fyri at sleppa á politiskúla í Danmark. Tað er ein
fyrimunur, tí ein umsøkjari skal til upptøkuroyndir av
ymiskum slag millum annað um almenna vitan. Um man
ikki hevur eina miðnámsútbúgving, má man taka eitt
forkursus, sum er eitt slag av HF- einkultfak. Fakini eru:
danskt, enskt, samfelagsfak, psykologi og ítrótt. Hetta
forkursus tekur ½ til 1 ár.
Tú kanst lesa meira á www.ug.dk (søg: forkursus
politibetjent)
Fyri at kunna byrja útbúgving til politist krevst, at ein er
minimum 21 ár.
Les meira: www.blivpolitibetjent.dk
Vinarliga Bjørg og Holger
UCAS vegleiðing
Hevur tú ætlanir um at søkja inn at lesa í
Stórabretlandi í 2013?
Altjóða Skrivstovan skipar fyri kunning og vegleiðing
í at útfylla UCAS oyðibløð 2013.
Tiltakið verður í Føroya Handilsskúla hósdagin 29
november kl 19.00-21.00