Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur símun samuelsen vangamynd Martin Joensen leggur heimaliðið á odda, men við tveimum málum frá Birgiri Jørgensen stendur VB til at vinna dystin. Fýra minuttir fyri tíð kemur avgerandi málið. Marek Wierzbicki økir til 3-1. Sigurin er heima. Leikandi venjarin, Krzysztof Popczynski, velur at skifta bæði Símun og Birna inn. Símun kemur á vøllin fyri Kára í Lágabø, men tá Birni skal inn til sínar fyrstu min­ uttir er okkurt galið. Tá Birni letur seg úr buksunum kemur hann í tankar um, at hann einki shorts hevur innanfyri. Tað liggur í skifti­ rúminum. – Teir gera klárt til útskifting, men har er eingin maður. Tá Birni kemur út aftur úr skiftirúminum, bríkslar dómarin dystin av, greiðir Símun flennandi frá. Birni spælir ikki í bestu deildini aftur fyrr enn í 2005. Í 2002 gongur illa hjá VB. Símun fær bara tríggjar dystir á besta lið­ num, sum endar nummar sjey. GÍ og Krzysztof ringja Tað ljóðar ikki sum ein kollvelting at skula flyta til eitt nýtt stað í Føroyum, tí landið hóast alt er so lítið. Men fyri 17 ára gamla Símun Samuelsen er tað ein kollvelting, tá hann í 2003 velur at fara til GÍ. – Krzysztof ringdi og spurdi, um eg hevði hug at koma. Hann hevur altíð havt álit á mær, og tað hendir eisini eitt ella annað við tær, tá onkur vil hava teg, greiðir Símun frá. Sum 17 ára gamal velur hann at taka av møguleikanum. Hann gong­ur í studentarskúla, men tað verð­ur skipað soleiðis, at hann eftir ársskiftið kann flyta skúla til studentarskúlan á Kamsdali. Í Gøtu býr Símun í eini íbúð á ein­um lofti. Hann trívist væl við fót­bóltinum, og tað stendur ikki á at fáa at eta. – Tey vóru røsk at bjóða mær til døgurða í Gøtu, sigur Símun og nevnir nøvn sum Símun Petur Justinussen, Poul og Kaj Ennigarð, Símin Louis Jacobsen og Svenn Olsen. Uttan fyri vøllin er Símun tó ikki nóg búgvin. Hann leingist illa aftur heimbygdina, og hvør umbering verður brúkt. Eisini tær, sum ikki eru heilt sannar. Ein dagin sigur Símun við Krzysztof, at hann skal suður í føð­ ingar­dag hjá ommuni í Vági. Hetta verður honum játtað, og fríggjadag fer Símun suður. Leygardag ringir telefonin. Tað eru foreldrini, sum er farin norð um vikuskiftið, tí yngri beiggin, Jón, skal verða við í fótbóltskapping – í Gøtu. – Babba gevur so rørið til Kryzysztof. Hann segði bara; »I kill you when you come back«, fortelur Símun við einum stórum smíli. Símin er fastur maður á vinstra vongi. Tað er fyrstu ferð, at hann fær sítt egna pláss á vøllinum. Hann hevur millum annað spælt nógv mitt á miðjuni og í álopinum. Við unglingum vinnur hann steypa­kappingina og hann fær somuleiðis landsliðsboð á fyrsta sinni. Símin fær sín fyrsta hálva tíma á A-landsliðnum í venj­ingar­ dysti móti Kasakstan, sum Før­oyar vinna 3-2. Hann kemur inn fyri Jákup á Borg og er yngsti lands­liðs­ leikarin nakrantíð. Metið verður tó tikið fáar dagar seinni, tá ið Føroyar aftur spæla venjingardyst móti Kasakstan. Ingi Højsted kemur inn. Hann er yngri enn Símun. – Tað var eitt hendingaríkt ár. Eg rokni ikki við at eg hevði verið komin so langt í dag, um eg ikki tók av og flutti til Gøtu, sigur Símun Samuelsen um árið 2003. Longsulin fær ræði á vábing­ inum, sum flytur suður aftur. Hann spælir komandi hálvt annað kapp­ ingarárið við VB. Dreyma byrjan í Keflavík Símun hevur røtur í Íslandi. Tað er lykilin til, at hann um summarið 2005 endar í Keflavík. Mostirin er gift manni, ið hevur við íslendska felagið at gera. Tey eru á vitjan í Før­oyum. Símun spælir væl, með­ an hann er til staðar. So væl, at hann setur Símun í samband við Keflavík. Símun er 19 ára gamal og hevur júst lokið studentarútbúgving. Tað liggur tí væl fyri at fara. Upplivingin í Gøtu hevur eisini fyrireikað vong­ in til eitt lív uttan vágsbygd. – Eg var klárur at fara, so skjótt sum tilboðið kom. Har var einki at ivast í, sigur Símun. Tað gongur væl til venjing, hóast Símun ikki kennir á sær, at hann er betri enn hinir. Hinvegin er skjót­ leikin hentur, og Símun fær bjóðað sáttmála. Í Vági vilja tey ikki sleppa evna­ ríka leikarunum uttan víðari. Símun stendur ímillum, meðan feløgini sam­ráðast. Tað sær svart út, men so ringir Símun til forkvinnuna í VB, Vígdis Nolsøe. – Hon vissaði meg um, at alt nokk skuldi ganga. Hon greiddi mær frá, at hetta bara vóru samráðingar, og at vit nokk skuldu finna eina loysn, sigur Símun. Stutt seinni er Símun Keflavík leikari. Hann er í hópinum til fyrsta dyst. Keflavík er aftanfyri 2-1, tá Símun kemur inn seint í seinna hálvleiki. Tað ganga bara min­uttir, so javnar vábingurin. Tveir minuttir fyri tíð dregur hann frá mót­støðu­manninum og leggur bóltin á eitt silvurfat fyri áleypara, sum skorar. Símun hevur fingið eina dreymabyrjan. Bløðini geva hon­um 10 av 10. Hann er ikki stinnur í málinum, hóast røturnar eru íslendskar, og systkini klára seg á íslendskum. Hann hevur familju í býnum, og lív­ið sum yrkisfótbóltsleikari er byrjað. Minniligasti dysturin Keflavík er í UEFA Cup hetta árið, og hevur áðrenn Símun kom til vunn­ið seg víðari til annað umfar. Mótstøðuliðið er týska Bundesliga liðið, Mainz. Fyrri dysturin verður spældur í Frankfurt í Týsklandi, sum um hetta mundið ger klárt til at verða vertur fyri HM endaspælinum í 2006. Leikvøllurin er nýggjur. Í skifti­ rúminum er næstan eitt baðikar til hvønn leikaran. Umstøð­urnar eru fantastiskar, og á áskoðara­pláss­ unum sita eini 25.000 Mainz við­ haldsfólk. Dagurin skuldi gerast serliga minniligur fyri Símun. Bæði fyri tað góða og tað ringa. – Fyrstu ferð eg veruliga merkti, at tað vóru so nógvir áskoðarar var, tá eg skuldi leggja bóltin innfyri. Eg kom til at raka bóltin við høgra beini fyrst, og tá eg so skuldi skjóta innfyri, rakti eg als ikki bóltin og datt. Tí gjørdu áskoðararnir nógv burt­urúr. Eisini viðleikararnir gjørdu gjøldur við mær aftaná, sig­ ur Símun og flennur. Mainz vann dystin 2-0. Í einar tíggju minuttir aftaná dystin sita bæði liðini á brotsteigarmarkinum og hyggja at, meðan Mainz við­ halds­fólkini undirhalda við rópum og sangum. Dagurin er ein tann størsti fót­ bóltsdagurin í lívinum hjá Símuni, men á veg av vøllinum fær hann at vita, at omman í Vági er deyð. Beiggi Símun, Jón, og mammu­ beiggin, Petur, standa og bíða eftir honum, tá hann kemur av vøll­ inum. Símun fer at heilsa upp á, og teir greiða frá, at hon doyði fyrr um dagin, men at ongin vildi fortelja tað fyri honum uppundir ein so stór­an dyst. Ongin av liðfeløgunum veit av boðunum, tá hann kemur inn í skifti­rúmið eftir dystin. Lagið er gott eftir stóru upplivingina, men Símun klárar ikki ar halda sær. – Eg fór inn á WC og stongdi hurð­ina, og so fór eg bara at gráta, sigur Símun um torføra løtuna. Sára Sofía lá fyri tað mesta í songini, tá Símun var ungur. Tí sat hann mangan við songarkantin og tosaði við ommuna. – Hon hevur ikki sæð nógvar fót­ bóltsdystir, men hon kendi nógvar leikarar, tí eg sat oftani og tosaði við hana um fótbólt. Eg hevði eitt heilt serligt forhold við ommu, sigur Símun umhugsin og leggur afturat: – Eg skilji væl, at tað var torført fyri tey at taka eina avgerð um ikki at siga tað við meg beinanvegin. Eg eri eisini glaður fyri, at eg kundi spæla móti Mainz, men um tey høvdu sagt tað beinanvegin, so hevði tað eisini verið fínt fyri meg, sig­ur Símun víðari. Ikki Sogndal? Í 2007 hevur Keflavík ein misjavnt kappingarár. Teir kunnu hvørki fara upp ella niður. Ein dagin seint í august ringir telefonin. Tað er Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá honum, sum sigur, at eitt felag í Noreg gjarna vil leiga Símun. Símun heldur hetta verða spenn­ andi. Hann fær at vita, at tað er Sogndal, sum vil leiga hann, og at hann hevur nakrar dagar at um­ hugsa seg í. Unnustan, Diana, er við barn, so hetta er ikki ein avgerð, sum bara kann takast beinanvegin. Løtu seinni ringir telefonin aft­ ur. Símun skal flúgva til Noregs, og tað beinanvegin, tí hann skal verða hjástaddur, tá sáttmálin verður undirskrivaður. Og tað skal hann fyri midnátt. Tað sigur norska reglu­gerðin. Símun hyggur upp á klokkuna og sær, at hetta fer at knípa. Hann pakkar í ein fart og drønar á flog­ vøllin. Hann lendir í Olso stutt eftir klokk­an 23, og skal verða á Ullevaal leikvøllinum áðrenn klokkan 24. Við­førið skal við, og Símun er ikki í bilinum fyrr enn klokkan er hálvgum. Sjaførurin drønar avstað, men finnur ikki leikvøllin. Hann koyrir tí yvir til tann nærmasta hýru­vognin, og bjóðar føraranum 500 krónur fyri at koyra teir til Ullevaal. Teir koma fram klokkan 23:59,20. – Tá eg kom fram, stóðu teir klárir at steingja hurðina. Tað er ein stór klokkan innan fyri hurðina, og hon vísti, at vit komu 40 sekund fyri midnátt, greiðir Símun frá. Tveir leikarar koma drønandi aftaná, men hurðin er stongd. Símun ger nú klárt at skriva ein tveir mánaðar leigusáttmála við Sogndal, sum hevur havt menn sum Kurt Mørkøre, Hans Fróða Hansen og Julian Johnsson í hópinum. Í øllum hurlivasanum steðgar heim­urin hjá Símuni á. Í nøkur sekund stendur alt stilt. Í sátt­mála­ num stendur, at Símun skal spæla við Notodden FK. – Eg orkaði ikki at hugsa meir og skrivaði undir. Eg gitti bara, at tað var eitt annað heiti á felagnum, sigur Símun. Aftaná verður Símun koyrdur til Natodden. Tað tekur einar fimm tímar. Sjaførurin roynir at práta við vilsta føroyingin. – Hann spurdi meg, um eg kendi nakrar leikarar hjá felagnum. Eg nikkaði og svaraði, at eg kendi Håvard Flo. Sjaførurin skilti einki Babba gevur so rørið til Kryzysztof. Hann segði bara; »I kill you when you come back«