Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur símun samuelsen vangamynd og helt nokk bara, at eg ikki skilti, hvat hann segði, greiðir Símun frá. Håvard Flo er kendur norskur fram­ herji, sum tá spældi við Sogndal. Tað var ikki fyrr enn Símun dagin eftir kom til venjing, at tað gekk upp fyri honum, at talan var um heilt annað felag. – Eg var mest bangin fyri hvørj­ ari deild teir spældu í. Tað vísti seg so, at teir spældu í næstbestu deild­ ini. Tað spældi alt væl av. Málið var at yvirliva, og tað kláraðu vit á næst seinasta degnum, greiðir Símun frá. Notodden vildi seinni hava Símun at koma aftur, men Keflavík vildi hava tríggjar milliónir krónur fyri føroyska vongin. Eftir langar sam­ráðingar endar tað við, at Notodden bjóðar 1,1 millión krónur, men Keflavík tekur ikki av. Snýttir fyri íslendska meistaraheitið Árið eftir, í 2008, er Keflaík oddalið alt kappingarárið. Liðið er væl mann­að, og tað merkir millum annað, at Símun ikki er eins sjón­ ligur sum onkri av hinum kapp­ ingar­árunum. Fleiri leikarar taka ábyrgd. Harðasti kappingarneytin er FH. Eina viku fyri kappingarenda hevur FH ein dyst til góðar, sum teir skulu vinna, um Keflavík ikki skal blíva meistari undan sein­asta leikadegnum. Dysturin er miku­dag­ in fyri seinasta umfar. – Tað var ein løgin kensla at sita framman fyri sjónvarpinum og vita, at tú kundi blíva meistari tað kvøldið. Eg haldi ikki, tað var so heppið fyri kappingina, at ein­um liði vantar ein dyst so seint í kapp­ ing­ini, sigur Símun. FH vinnur dystin. Ikki fyrr enn tá byrja leikararnir í Keflavík at seta seg upp til dystin seinasta um­ far móti Fram. Keflavík skal bara vinna sín dyst, so er meistaraheitið heima. Útisetar eru komnir heim úr øllum heim­inum fyri at síggja liðið vinna meistaraheitið. – Eg minnist, at tað oysregnaði, og vøllurin var bleytur. Tað vóru nógvir áskoðarar til dystin, og fólk stóðu kring allan vøllin, sigur Símun. Símun skorar sjálvur til 1-0. Tað er sjálvandi stór gleði millum við­ haldsfólkini. Tíðliga í seinna hálv­ leiki er Símun í góðari støðu at av­ gera dystin. – Eg verði spældur púra leysur og reki framvið málmanninum, sum fellur meg. Men dómarin velur at geva mær gult kort fyri at tveita meg, greiðir Símun frá, meðan hann ristir við høvdinum. Hann er argur á mál­inum og leggur afturat, at tað eru myndir til, ið prógva, at hann var feldur. Løtu seinni javnar Fram. Keflavík sendir nú alt fólkið fram, men verður revsað í hinum end­ anum. Meistaraheitið regnar burt­ ur í móruni. Símun stendur eftir við eini kenslu av, at hann er blivin snýttur fyri eitt íslandskt meistara­ heiti. Í 2009 hevur Símun eitt gott per­ sónligt ár, sum vísir seg at blíva tað seinasta. Hann blívur ársins leikari í Keflavík og er at finna á ársins liði. Tíðin er hinvegin komin til at venda nøsini heim. Heim til Føroya Diana og lítli Lukas flyta til Føroya, og Símun ger av at gera tað sama. Venjarin hjá Símuni øll árini í Keflavík er Kristjan Guðmundsson. Keflavík velur ikki at leingja sátt­ málan við hann. Partarnir skiljast ikki beinleiðis í semju. Í HB hava tey hoyrt um avrikið hjá Kristjani og vilja hava hann til felag. Hann verður nýggjur venjari, og størsta ynskið er at fáa Símun við. Vágbingurin er sinnaður at koma heim, men hann hevur fram­vegis eitt ára sáttmála við Keflavík. – Eg gjørdi eina munnliga avtalu við formannin, og vit tóku í hondina á hvørjum øðrum, at um eg vildi sleppa heim, so skuldi eg sleppa tað uttan nakað, greiðir Símun frá. Uppstarturin í HB verður tó órógvaður av óvissuni um flyt­ ing­ina, tí formaðurin í Keflavík vil brádliga ikki kennast við avtaluna. Hann vil hava pengar frá HB. Bara tvey ár frammanundan metti hann virðið á Símuni verða tríggjar milli­ ónir krónur. – HB kundi als ikki tosa við í slík­ um upphæddum. Eg ringdi fleiri ferðir til formannin, og vit skeld­ aðust oftani. Mangan vóru sam­ tal­urnar hálvar, tí eg legði á í øðini, greiðir Símun frá. Tað endar tó við, at feløgini koma ásamt um, at leikaraloyvið verð­ur flutt til Havnar. – Eg haldi tað var eitt skot Símun hevur í dag spælt 40 A-lands­ dystir. Hann hevur verið fastur maður á liðnum seinnu árini, og við sínum bara 27 árum hevur hann møguleika at spæla nógvar aftur­at. Landsliðið hevur stóran týdn­ing fyri Símun. Tað er ein eyka gula­rót fyri føroyskar leikarar, og hann ætlar sær ikki at missa plássið enn. – Eg skal berast av landsliðnum, sigur hann í skemti. Tað er serliga eitt mál, ið Símun er kendur fyri á lands­lið­num. Framm­an­fyri yvir 30.000 áskoð­ ar­um á Ramat Gan leik­vøll­inum í Tel Aviv í Ísrael tekur Símun Samuelsen øll á bóli. Ísrael hevur í sein­astu minuttinum økt til 2-0 og av­gjørt dystin. Føroyska liðið gevur bóltin upp. Símun tvísporar avstað í høgra borði. Komin nær baklinjuni medd­ ar hann til bóltin. Málverjin er ikki í iva um, at talan verður um innlegg, men bólturin snýtur og fer í mál. – Eg veit ikki, um tað var eitt skot ella innlegg. Eg hyggi niður, og eg minnist, at málmaðurin tekur eitt fet út. Har er heldur ongin før­ oyskur leikari innfyri, men kanska er tað bara eg, sum royni at sann­ føra meg sjálvum um, at tað var eitt skot, sigur Símun. Ikki uppgivið fótbóltsdreymin Gjøgnum alla samrøðuna situr tú við eini kenslu av, at Símun enn er svangur sum fótbóltsleikari. Hann er argur um, at hann ikki fekk møgu­leikan at koma víðari úr Íslandi. – Eg var betri enn fleiri av teim­ um, sum komu víðari. Eg hevði altíð takið á einum bakki hjá Vali. Hann endaði í Stabæk í bestu deild­ini í Noreg. Eg var millum teir bestu í ís­ lendsku kappingini. Ein við­merkj­ari helt fyri, at tað mátti verða tí eg eri føroyingur, at eg ikki slapp víðari, sigur Símun. Hann er ikki í somu støðu, sum tá hann sum 19 ára gamal flutti til Íslands, men kemur rætta tilboðið, so er Símun framvegis svangur eftir at royna fótboltseydnuna uttan fyri land­oddarnar. – Um eg skal siga nakað, sum eg haldi mær manglar at royna, so er tað at spæla í bestu deildini í eitt nú Norei ella Svøríki, sigur vábingurin. – Spæli eg eitt nú ein branddyst í Eysturríki, og okkurt felag bjóðar upp á meg, so taki eg av, sigur Símun víðari. Tað er ikki bara tí at Símun vil sleppa uttanlands aftur at spæla, at hann heldur hurðini á glopp. Tað er eisini ein máti at motivera seg sjálvan til landsdystirnar. – Eg haldi, at allir, sum spæla á landsliðnum, skulu hava tann dreymin. Tað ger, at menn leggja meiri fyri. Vit hava eisini sæð sein­ astu dystirnar, at vit eru ikki langt frá einum stórum úrsliti, sigur Símun. Hann hevur roynt nógv. Fimm ár sum yrkisleikari, 40 landsdystir og spælt fyri VB, GÍ og HB. Hóast tað, so er hann bara 27 ára gamal. Spurn­ingurin er so, um Símun hevur skrivað sín seinasta kapitul sum yrkisfótbóltsspælari? trondur@sosialurin.fo Símun Eiler Samuelsen Føddur: 21. mei 1985 Foreldur: Anna Maria Petursdóttir og Sámal Jákup Samuelsen Unnusta: Diana Maria Nilssen Børn: Lukas, 4 ár Starv: Kundaráðgevi hjá Eik Yrkisleið: 2001 - 2002 VB 2003 GÍ 2004 - 2005 VB/Sumba 2005 - 2009 Keflavík (Ís) 2008 Notodden (Nor) Leiga 2010 - HB Landsdystir/Mál: 40/1 Hon hevur ikki sæð nógvar fótbóltsdystir, men hon kendi nógvar leikarar, tí eg sat oftani og tosaði við hana um fótbólt. Eg hevði eitt heilt serligt forhold við ommu