Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lions klub Liljan, ið er kvinn­u­bólkurin hjá Li­ ons, skipar fyri ein­um til­taki, har endamálið er at savna pening til væl­gerandi end­a­mál fyri børn. Til­tak­ið verð­ ur 2. des­em­ber, sama dag sum Lions Club Tórs­havn hevur sítt góða aft­u­r­vend­andi tilt­ak í plantasjuni. Vit fara m. a. at hava eina fram­sýn­ing við máln­ing­um, sum for­ skúla­børn í Tórshavnar Komm­unu hava málað. Eisini koma vættrar á gátt, og eitt barnakór fer at syngja nakrar jóla­sang­ir. Kaffi og køkur verð­ ur at fáa. Tiltakið er ókeypis, inn­tøkan vit fáa, verða frá ymiskum fyri­tøk­ um, ið hava játta at stuðla tiltakinum. Tiltakið verður í Mið­stovninum í Gunda­dali sunnudag 2 des. Kl 15-18. Vit hava hesuferð valt at stuðla Bera­num. Berin er felag fyri børn, ið hava mist ein av sínum nærmastu. Við íblástri frá Fiski­vinnu­ ting­i­num, sum Fiskimálaráðið og Hav­stovan skipaði fyri tann 16. november, heittu vit á Hand­ils­skúl­a­num á nøk­ur teirra, sum høvdu fyri­lestrar á Fiski­vinn­u­ting­i­num at koma út á skúl­an at greiða okkara næm­ingum frá um týðandi og av­bjóð­andi við­ ur­skifti inn­an høvuðsvinnu okk­ara, og sum stuðlar upp und­ir ta gymn­a­s­i­alu mið­ náms­út­búgv­ing, sum okkara næm­ingar eru í holtur við. Tey sum játtaðu at koma vóru Halgir Winther Poul­sen, Dennis Holm, Bjarni Arn­a­son og John Rajani. Eisini heittu vit á Hjalmar Pet­er­sen, deild­ ar­stjóra á Handilsskúlanum á Kambs­dali, og á Kára Pet­ er­sen frá Lands­banka Føroya at geva sítt íkast til samlaðu myndina. Á Føroya Handilsskúla út­búgva vit millum annað hand­ils­stud­ent­ar, ið eftir lokna út­b­úgving koma at starv­ast innan ymsar vinn­ ur – bæði almennar og priv­ ata­r. Kanningar vísa tó, at tað eru rættiliga fá ung, sum í dag síggja sína framtíð inn­ an høv­uðs­vinnu okkara - fiski­vinn­una. Millum annað tí varð skipað fyri hesum til­taki, ið greitt vísir, at tað veru­liga er tørvur á teimum før­leik­um, ið vit m.a. leggja dent á í HH-útbúgvingini. Á henda hátt at seta sam­ an ástøðiligan førleika við av­bjóð­ing­unum sum høv­ uðs­vinn­an stendur framm­an, vísti seg at vera væl eydn­að. At al­tjóða Bú­skap­ur, at Vinn­ u­lívsrættur, Virkisbúskapur eins og búskap­ar­fak­ini yv­ ir­høv­ur eru grundleggjandi bæði fyri vinn­una og fyri tey lesandi. Og sjálv­sagt eisini mál- og ment­an­arfakini. Steffan í Skorini varð so bein­a­samur at vera orð­stýr­ ari, eins og at hann skip­aði fyri spurn­ing­um til hvønn ein­stak­an fyr­i­lest­ur. Fyr­i­les­ ar­ar­nir lótu skúl­a­num tað tilfar, sum teir høvdu fyr­i­ reik­að til Fiski­vinn­u­ting­ið, so at bæði næmingar og lær­ ar­ar kunnu arbeiða víðari við teim­um spurn­ing­um, ið vóru reistir á degnum – til døm­is tá ið næm­ing­ar inn­ an stutta tíð skulu undir at skriva høvuðsuppgávu og verk­ætlanir. Skráin á Fisk­i­vinnu­ting­i­ num var hendan: Hjalmar Hansen: Um fiski­ vinnu­lóg­gávu, og hví neyðugt er at regu­lera fiskiskap. Halgir Winther Poulsen og Denn­is Holm: »Hav­ið og vit: Fólks­ins ogn og tilfeingi í løg­frøði og samfelagsfrøði« Bjarni Arnason, John Raj­ ani : »Um at reka fiskivinnu: Vága­fýsni, íløgur og avkast« Kári Petersen: Um skynsaman fiski­vinnu­poli­ tikk. Fiskivinnuting fyri miðnámsnæmingar Jólakonsert í Fríðrikskirkjuni Jólatiltak 1. sunnu­ dag advent Tummas Eliasen kommunustjóri í Klaksvík MIÐNÁM Mánadagin tann skip­aði Før­oya Hand­ils­skúli í Havn fyri Fisk­ i­vinn­u­tingi fyri mið­náms­skúl­ a­næm­ing­um Kórið hjá Jóhan plagar hvørt ár at hava konsert í Fríð­riks­kirkj­uni, tá tað líður móti jól­um. Hesa ferð verður kon­sert­in sunnukvøldið 2. des­em­ber - fyrsta sunnudag í ad­vent - klokkan 20:00 Á skránni til hesa kon­ sert­ina eru m.a. fýra sats­ir úr kórverkinum »Jól­a­boð­ skap­ur­in«, sum kór­leið­ar­in, Jó­han Mort­en­sen, skriv­aði í 2001. Kór­verk­ið er eitt sind­ ur rút­miskt og varð frum­ fram­ført í Fríð­riks­kirkj­uni fyri ell­ivu ár­um síð­ani. Tá spældi ein rútmu­bólk­ur við góð­um og kend­um tón­leik­ ar­um aft­ur­v­ið. Stutt­ligt at minn­ast aft­ur á, at trummu­ spæl­ar­in tá æt Høgni Lis­ berg – ein nú sera kend­ur tón­leik­ari, bæði her heima og í út­lond­u­m. Hesa ferð verða sats­ir­nir fram­førd­ir við klaverfylgispæli. Anja Hansen spælir klaver hetta kvøldið. Í øðrum satsi, har Maria takkar Guði fyri tað, ið henni hevur verið fyri, syngur Marjun Nord Olsen úr Rituvík solo saman við kórinum. Í fjórða satsi, tá einglarnir boð­a hirð­u­num gleð­i­boð­ini, koma gent­ur­nar úr skúl­a­ num við Løkin at trína fram og syngja »Óttist ikki, tí sí, eg kunn­geri tykkum eini stór gleð­i­boð«. Tær fara eis­ ini at ganga luciagongd og syngja onkran annan sang. Umframt brotini burt­ ur úr »Jóla­boð­skap­i­num« verð­ur okk­u­rt meira kent jóla­ligt at hoyra. »Fað­ir vár« hjá kór­leið­ar­anum verður eisini framført. Onkrir musikk­skúl­a­ næm­ing­ar úr Nes Sóknar Musikk­skúla vera eisini at hoyra. Klaverundirspælið hetta kvøl­d­ið hevur Anja Hans­ en. Væl­kom­in á konsert, heilsa tey av Toftum. Tummar T. Eliasen er settur í starv sum kommunustjóri í Klaksvík. Umsóknarfreistin var úti 16. nov­em­ber, og tað komu 17 umsóknir inn. Eitt samt býrá´ð tók undir við at seta Tummas T. Eliasen í starv­ ið. Hann tekur við 1. januar. Tummas T. Eliasen er 57 ára gam­ al og býr á Toftum. Hann er út­búgv­ in cand. scient. pol frá Århus Uni­ v­ersiteti og hevur drúgvar royndir sum leiðari. Viðvíkjandi starvs­ royndum hevur hann verið fulltrúi á Almannastovuni, fíggj­ar­leiðari og fíggjarstjóri hjá Trygg­ing­ar­sam­b­ and­i­num Før­oy­ar og Før­oya Lívs­ trygg­ing, eins og hann hevur verið stjóri hjá Føroya Lívstrygging. JÓLAKONSERT Sunnudagin 2. desember klokkan 20 verður konsert við kórinum hjá Jóhan og gentum úr skúlanum við Løkin