fríggjadagur 30. november 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BankNordik stuðlar sendingini
Onkuntíð havi eg tað sum
Tóroddur Poulsen.
Onkuntíð havi eg hug at
skræða nossini undan onkr
um.
Tað er ikki lætt hjá mær at
góðtaka, at kaffilatti-ment
an og Hennes & Mauritz í
SMS eftir øllum at døma eru
tingini, sum skulu bjarga Før
oyum. Tað er heldur ikki lætt
hjá mær at góðtaka, at summi
fólk skulu hava ein skatta
lætta á fleiri túsund krónur
um mánaðin, sum tey spara
upp til ringar tíðir, meðan
onnur verða noydd at flyta av
landinum av neyð, hóast tey
allarhelst vildu, at børnini hjá
teimum skuldu vaksa upp í
Føroyum. Og so blívi eg nærm
ast í øðini um at hoyra, at fólk
skulu tosa við 71 fólk, áðrenn
tey fáa røttu vegleiðingina frá
tí almenna.
Men »Vit kunnu ikki vera
samd um alt,« sum Kaj Leo
Johannesen segði í einari
heitari diskussión í sjónvarp
inum, ið vit enntá brúktu í
allar fyrstu Ghetto Føroyar
sendingini.
Og løgmaður, sum nærmast
í hvørjari sending hevur fingið
eitt skot ella bæði tvey, kundi
ikki í hesum førinum havt
meira rætt.
Vit kunnu ikki vera samd
um alt.
Men eftir hondini er tónin,
eftir mínum tykki serliga í
fjølmiðlunum um at gerast
í so harður og óvirðiligur –
snøgt sagt ónossligur ella
bara ov nógv um nossir. Als
ikki tað, eg skilji væl Torodd.
Maðurin er illur við verðina –
ella serliga Føroyar, og tað eri
eg eisini, hóast eg í løtuni livi
av donsku boppuni, og sum er
ikki konkret merki tær broyt
ingarnar, sum eru farnar fram
í Føroyum seinastu tvey ár
ini.
Eg eri bara komin hartil, at
alt tað, sum eg seti í samband
við Føroyar er um at fara fyri
skeyti. Vit verða verri at taka
okkum av hvørjum ørðum;
uppsagnir,
arbeiðsloysi,
sjúklingar, fráflyting og ein
systematisk niðurlaðing av
Føroyum uttanfyri Stóragarð
eru eftir hondini bara tilvildar
lig hagtøl.
Kanska er tað tí, at tað er
seinasta sendingin, at eg havi
tað soleiðis, ella er tað bara tí,
at eg sum ein annar Ebenezer
Scrooge onkursvegna havi
møtt komandi jólaandanum
og síggi eina óføroyska fram
tíð fyri mær um tað landið,
sum eg altíð havi sæð sum
paradís á jørð.
Men eg veit eisini, at hóast
vit eftir hondini síggja alt ov
nógv sum rein hagtøl, so er
ongin í veruleikanum so heið
in, sum vit hava hug at gera
hvønn annan til, tá vit tosa
um at skræða nossini undan
hvørjum øðrum ella tá vit
kalla landsstýrisfólkini fyri
assholes.
Karsten, Jørgen, Kári, Kaj
Leo, Annika, Jacob og Bjørn
hava øll eisini góðar eginleikar,
og tað hava Høgni, Aksel og
Poul eisini.
Sjálvandi kunnu vit ikki
vera samd alla tíðina, men nú
tað stendur á, og framtíðin
– eftir mínum tykki – sær
óneyðuga døpur út, mugu
vit onkursvegna síggja upp
um hetta við, at fólk eru
politikarar, og minnast til,
at tey eisini eru einstakir
føroyingar við øllum okkara
frálíku eyðkennum. Eins og
tey – politikararnir altso –
kanska skuldu hugsað um, at
øll í statistikkinum eisini eru
einstakir frálíkir føroyingar,
sum á egnan kropp merkja
hvørja tí einastu politisku av
gerð.
Minnast vit til, at vit um
framt at vera arbeiðsleys, stjór
ar, lesandi, politikarar ella eru
á einum øðrum bekki, so hava
vit so nógv til felags mitt úti í
Norðuratlantshavinum, at tað
er nakað, sum er vert at verja
hjá okkum øllum. Vónandi
finna vit tá virðingina og fel
agskensluna aftur.
Poul F fær seinastu orðini í
hesum tátti í Ghetto Føroyum.
Tey siga í veruleikanum alt,
óansæð hvørjum hagtali tú
ert partur av:
Vit eru føroyingar, serstøk
tjóð
við felags lagnu eitt felags
blóð
og felags minni
so mong tú finnur
úr tíðarflóð
Ónossligu
Føroyar
Ghetto klumman
Hetta mugu føroyskar fyritøkur
eisini til at hugsa um, halda Ann
Kristina Svabo Simonsen, sum
er umboð fyri RØKK, felagið
fyri føroyingar á RUC, og Sølvi
Jespersen, umboð fyri Samvinnu,
sum er felagið fyri føroyingar á
CBS.
– Størsti møguleikin fyri, at
útisetar velja at flyta heim aftur
til Føroya, er um tey fáa eitt hósk
andi og avbjóðandi starv, halda
tey bæði Ann Kristina og Sølvi.
Felagsskapurin hjá føroying
um á CBS hevur virkað í mong
ár, og hesi royna javnan at fáa
samstarv í lag við føroyskar fyri
tøkur. Tey royna, at vera ein liður
millum Danmark og Føroyar.
– Vit vilja hjálpa føroyingum,
sum byrja sín lesnað á CBS, og
vit vilja samstundis royna at
skapa eitt samstarv millum
føroyingar á CBS og føroyskar
fyritøkur, sum allarhelst eru
framtíðar arbeiðsplássini hjá
hesum útisetunum, sigur Sølvi
Jespersen.
RØKK varð stovnað í fjør, og
tískil hava útisetarnir á RUC
enn ikki fingið samstarv í lag
við føroyskar fyritøkur. Men
tey hava í hyggju at skapa eitt
samstarv, har lesandi á RUC fáa
møguleikan at arbeiða við før
oyskum viðurskiftum.
RUC er í stóran mun grund
að á verkætlanir ella »problem
orienteret projektarbejde«, har
lesandi hvørt semester skulu
skriva størri verkætlanir um
eitt hvørt áhugavert evni. Tað er
sjálvsagt upplagt, at hesar verk
ætlanir vera gjørdar um føroysk
viðurskifti ella føroyskar fyri
tøkur, sigur Ann Kristina Svabo
Simonsen.
Tey bæði eru samd um, at um
útisetar fáa bjóða arbeiði í Før
oyum, ella hava tilknýti til ar
beiðsmarknaðin áðrenn tey eru
liðug við sín lesnað, so er nógv
størri møguleiki fyri, at tey velja
at flyta heim aftur á klettarnar.
Føroyskar fyritøkur
mugu fáa útisetar heim
Í Danmark og í londunum kring okkum eru fyritøkur av
øllum slag sera áhugaðar í at fáa fólk undir útbúgving
at royna seg í fyritøkunum, og yvirhøvur at fáa samstarv
í lag við fólk, sum taka hóskandi útbúgvingar
Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn
hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio.
Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og
Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna
Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum
sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma«
Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra
kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum
eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin.