Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Jólavar kom fyri stuttum til Føroya saman við trúgva vini sínum. Vinurin er hund­ urin Ólavur. – Ólavur er við mær, hvar eg enn fari. Tað eru jólamaðurin Skalv­ur, sum hava sent hann heim at vaska allar skor­steinarnar í Føroyum, tí skor­steinarnir skulu vera gull­reinir jólaaftan. – Nú eru bara 5335 skor­ steinar eftir, sigur Jólavur. Hann heldur til í Havn, og leygardagin fer hann at tendra stóra á Vaglinum í Havn. Uppgávuna hevur hann fingið afturfyri, at hann gjørdi Skalvi eina stóra tænastu. Hann hevur innrættað sær verkstað inni á Kunn­ ingarstovuni í Havn, og har fer hann at siga søgum fyri smábørnum. – Eg vóni, at heilt nógv børn koma at vitja meg, og at bæði ammur og pápar, ommur og abbar, gummur og gubbar koma við, sigur Jólavur. Hann fer at seta ein post­kassa upp á Kunn­ing­ ar­stovuni, og ætlan hans­ ara er at biðja børn­ini tekna tað, sum tey ynskja sær í jólagávu. Tær tekningarnar verða hongd­ar upp á vegg­ irnar í Kunn­ingar­stovuni. – Eg ætli mær eisini til fleiri jólahald at dansa jóla­ træ, og tey, sum vilja hava meg at koma, kunnu tekna seg á facebook, jolavur.fo – Tað kann er siga tykk­ um. Jólavur fylgir við tíðini og er tí sjálvandi á facebook, har eg havi ein film. Jólavur vónar at sleppa at tosa við nógv fólk í jólamánaðinum, og hann ynskir øllum gleðilig jól. Tá ið høgtíðin er av, fer hann av landinum aftur, men hvagar hann fer, vil hann ikki siga. nøvn Jólavur tendrar jólatræið á Vaglinum Jólavur, sum komin er til Føroya at reinsa skorsteinar, hevur innrættað sær verkstað á Kunningarstovuni í Havn, og har fer hann at siga børnum søgum Leygardagin verður stóra skandi­naviska finalan í First Lego League. Føroysku final­ una vunnu Lego Vinir úr skúl­ anum við Løkin í Runavík. Við sigrinum vunnu teir sam­ stundis rættin at luttaka í skandinavisku finaluni. Og teir eru til reiðar! Líka síðani teir vunnu føroysku finaluna 10. novembur hava teir arbeitt mið­víst og málrættað við upp­ gávunum, sum hoyra kapp­ ingini til. Útgangsstøðið er gott. Í robotkappingini fingu teir næst besta úrslitið í øllum norðanlondum. Tí er tað fyrst og fremst í robotkappingini, at teir kunnu gera seg galdandi. Í ástøðiliga partinum hava Lego Vinir fingist við eitt teldu­ forrit, har teir royna at hjálpa eldri fólki at brúka teldu. Teir leggja lag á at brúka Skype, Facebook og Google Chrome. Ætlanin er at víðka forritið til eisini at fevna um Netbankan, Picasa o.o. Lego Vinir hava eisini roynt at selt vøruna. Teir hava verið á einum kvøldskúlaholdið og roynt forritið av. Tað gekst sera væl, og teir fingu viðmæli bæði frá læraranum og teimum eldru brúkarunum. Ferðalagið við Lego Vinum fer úr Vágunum hósmorgunin og kemur aftur sunnudagin. Vónandi við einum góðum úrsliti. Kappingin kann streamast á heimasíðuni hjá Lego Vinum, www.lego-vinir.weebly.com Lego Vinir til Noregs www.sosialurin.fo