fríggjadagur 30. november 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Føðingar
6. november fingu Diana Heinesen og Høgni Nielsen, Famjin,
eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4050 g.
9. november fingu Elin Doris & Jóhan á Mýrini, Miðvági, ein
son. Hann vigaði 4200 gr og var 54 cm langur.
20. oktobur fingu Emma Hansen og Bogi Hammer Olsen
búðsitandi í Keypmannahavn ein son. Hann var 53 cm langur
og vigaði 3600 gr.
11. november fingu Anna, Maria, Heidi, Helena, Laura og Sandra eina lítlasystur. Hon vigaði 4270 gr og var 55 cm long. Foreldrini
eru Hansi í Kálvalíð og Súni Jacobsen, Hósvík.
4. oktober fingu Stefania Hansen og Fríði Gullbein, Tórshavn,
tvíburar, gentu og drong. Dótturin var 42 cm long og vigaði
1930 gr. Sonurin 40 cm langur og vigaði 1660 gr.
Tíðindaskriv frá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd
Føroyingar
trívast
væl
í myrkum klæðum. Nú
stórur partur av degnum
eisini er myrkur, minnir
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd
ung sum gomul á at brúka
endurskin. Hetta verður
gjørt við verndareinglum í
samstarvi við Tryggingar
felagið Føroyar. Endamálið
er at fáa fleiri fólk at brúka
endurskin, tí við endurskini
eru fólk til gongu nógv
skjótari sjónlig hjá bilfør
arum.
Einglaveingir til láns
Komandi tíðina ber til hjá
fyriskipanum av tiltøkum
at lána einglaveingir frá
Ferðslutrygd.
Tað
kann
vera, tá jólatrø í bygd og bý
verða tendrað og til onnur
tiltøk. Veingirnir verða so
brúktir av fólkum, sum
virka sum verndareinglar
sum býta út endurskin. Tað
vil siga, at tey sum skipa
fyri, sjálvi fáa fólk at ganga
við veingjunum og býta út
endurskin. Ráðið lænir út
veingirnar og taskurnar,
meðan Tryggingarfelagið
Føroyar letur endurskinini.
Endurskin síggjast
140 metar burturfrá
Ofta halda fólk, at um tey
síggja bilin, sær bilførarin
tey. Men hetta er ikki rætt
– í myrkri er nærum ógjør
ligt hjá bilførarum at síggja
fólk til gongu, um tey ikki
eru í endurskini. Uttan
endurskin eru fólk nústani
sjónlig, tá bilurin er 25-30
metrar burturfrá, meðan
tey við endurskini eru sjón
lig 140 metrar burturfrá, og
hetta er tá bilurin brúkar
nærljós. Koyrir bilurin 50
km/t, hevur bilførarin 10
sekund at taka hædd fyri
fólki í endurskini, meðan
hann hevur 2 sekund, um
fólk ikki eru í endurskini
– og tað kann vera munur
millum lív og deyða. Norsk
kanning vísir, at tú minkar
vandan fyri at verða árend/
ur í myrkri við 70%, um tú
brúkar endurskin.
Íblástur úr Noregi
Átakið verður gjørt við
íblástri úr Noregi, har
tey brúka einglaveingir í
sambandi við árliga end
urskinsdagin, sum er í ok
tober. Her ganga einglar
nir í gøtunum og býta út
endurskin. Tað vóru bæði
vanlig fólk, men eisini
politikarar og floksformenn
sum vóru í veingjum. RFF
hevur tillagað hugtakið til
at læna út veingir til tiltøk,
sum eru kring landið hesa
myrku tíðina.
Ljós í myrkri
”Vit eru sannførd um, at
tey flestu fegin vilja brúka
endurskin, men at fólk
ofta gloyma tað. Tí vilja vit
minna fólk á endurskin á
nýggjan hátt við hesum
einglunum. Veingirnir eru
stórir og bæriligir, og vit
vænta, at verndareinglarnir
fara at geva tiltøkum ein
góðan dám. Verndareinglar
hóska sera væl til jólatíðina
og ljósið í myrkrinum,” metir
Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Bílegg hjá rff@rff.fo
Fyriskiparar, ið vilja lána
veingir og fáa endurskin
at býta út, kunnu skriva til
Ferðslutrygd á rff@rff.fo.
Fyriskiparar hava sjálvir
ábyrgd av at heinta veingir
og taskur og at bera tað
aftur.
RFF: Verndar
einglar vísa veg