Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Tórbjørn Jacobsen Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi Eistarok á bonaðu fjalunum T óroddur hjá Palla í Brekk­um er landsins størsti trupul­ leiki. Hann sigst hava sagt eitthvørt, sum er gingið polit­iska valdinum so nær, at tað skinklar í kongunum. Allar grindir eru farnar á víðan vegg, og úr hurða­ gapunum koma høgra­politisku um­boðini hjá fátalinum av ser­áhuga­málum, við slipsum sum breið­fokkum, flippum sum vindskeiðum, hvølpa­eygum og glitrandi Armani-habittum, og hótta við heimsins undirgangi, nú ein av frægastu yrkjarum okkara hevur vágað sær at hava eina meining um mentanar­poli­tikk landsins. Sami maður sum eigur hesi orðini: “Eg trívist so væl har eg ikki grynni, blívi eitt sindur vátur, men hvat ger tað, tá eg afturfyri fái uppí nógv­ar skips­ lastir av spraklandi yrkingum". Ein av fáum sum hevur varnast, at júst á hasum mótinum henda broytingarnar. Frá íhaldni og status quo til menning og vøkstur. L øgmaður, sum ikki hevur mist pippið av at vera politiskt neyð­tikin av Fólkaflokkinum dag og dagliga, nátt eftir nátt, onkurs­ vegna tykist hetta harafturímóti at virka sum stimbrandi heili­vágur í kropsskinni og heila­førningi hansara, substral, er prippin um kontroversiella ver­bala útlátið hjá gamla og ývna reyðhærda grótsmiðinum. Nú havi eg ikki sæð umrødda brot í sjón­varpinum, kann tí ikki meta um sámilig­ heitina í tí, men sambært sam­ bands­kvørnini eystanfyri Djúpini, er løgmaður vorðin skelkaður, og hesin sami “statsmaður” staðfestir, at persónligar hóttanir eru førdar fram. Eisini vassar hann út í eitt beinleiðis álop á redaktiónina hjá d&v hetta kvøldið, og hann sigur, at farið er langt út um tað mark, sum politikarar skulu tola. Hann heldur eisini, at hetta sum Tóroddur Poulsen hevur sagt, kann fáa tað ringasta fram hjá øðrum, sum hoyra slíkt – og tað kann fáa álvarsamar fylgjur, stað­festir løgmaður til endans í samrøðuni við økisformannin hjá Sambandinum í Norðoyggjum. T að finnast menn í politisku skipanini, ið eru turkaðir fyri reflektiónsevnir. Filosofisk kastratión og vantandi abstra­ hering er orsøkin til, at alt gerst so eirindaleysa berligt og ítøki­ligt. Púrgjørt og fátækt. Ongar biolog­ iskar, sosiologiskar og persón­ ligar grundir finnast fyri tí sum hendir. Fosturtøka snýr seg um ein hvítkitlaðan kvakk­salvara, sum við einum klova drepur fostr­ið í móðurlívi. Sam­kynd­leiki snýr seg bara um ta sexuellu aktina og eg minnist serliga væl ta einu ferðina, eg í eini røðu á Vagli­num hevði endurgivið úr eini yrking hjá Jóannesi á Mølini Dals­gaard, um Salvador Allende: “Hoyrir tú skotríðurnar frá avrættingar­deild­ unum uttan fyri Santiago?”, at hin mikli hugsjónarmaðurin, Alfred Olsen, í ramasta álvara fekk tað til, at eg hevði ætlanir um at skipa eina paramilitera rørslu, uppat flokk­inum eg umboðaði, og at nú skuldi skjótast og myrðast frá hond haðartil politiski sigurin var vunnin. F inst moralur og etikkur í polit­isku skipanini, bara táið tað snýr seg um ginið á fólki, var tað ein annar yrkjari sum spurdi fyri kortum. Ella var útsøgn­in hjá Tóroddi bara ein hentur lítli­fingur, sum kundi brúkast til at flyta fokus frá øllum ræðu­leik­unum, sum hendan vanlukku heima- stýris­stjórnin við Jørgen sum odd­vita og Kaj Leo sum hátalara hevur framt og ætlar at fremja? Orðini hjá einum tingmanni Fólka­floksins, á lands­fundinum í viku­skiftinum, sigur í grundini alt um støðuna. Viðkomandi tók soleiðsni til orðanna: “Jørgen megnaði í 13 dagar, sama tíðarmál sum Cuba-kreppan, at fremja tað, ið Óli Breck­mann við ongum úrslitum hevur sjabbað um líka soleingi sum ísraelsmenn vóru í oyðimørkini – í 40 ár.” Og hetta er bara einum politiskt kastreraðum Sambandsflokki fyri at takka. Teir standa sum eunukkar og verja grindina við tjaldið, har Fólka­ flokk­urin dusar sær meira enn nakran­tíð. Lyndon B. Johnson skuldi einaferð taka til, at tað var betri at taka ein andstøðing inn í tjaldið soleiðis, at hann kastaði sær av vatninum út ígjøgnum saman­komingina heldur enn inn ígjøgnum hana. So eiðasørt at radikalu sjálv­stýrararnir hava tørv á at hugsa tann tankan, táið tað ræður um løg­mann og ovasta hierarkiið hjá sam­hørig­heitini. Ó fíggjaði flatskatturin, sum part­víst verður fyribils finan­ sieraður við pensións­ránin­um. Torpe­der­ingin av Lands­bank­anum og eftir øllum at døma Sam­ halds­fasta Eftirlønargrunninum. Niður­tøkan av Búskapar­ráðnum og Hag­stovuni. Niður­laðingin av Búskapar­grunninum. Nýggju ránini í Húsaláns­grunninum, Realinum og ivaleyst eisini Bún­ aðar­grunninum. Fakfeløgini, sum vórðu trýst í botn til at kíka, at lønar­hækki­ngarnar skuldu víkja frá gene­rella prosent­satsinum. Slaktið av bóka­søvnun­um. Mønu­ sting­urin sum Tjóð­pall­urin fekk. Havrannsóknarskipið sum bleiv lorað fyri borð. Totala ignoransan mótvegis fiski- og hav­frøðini. Bank­arnir, ið sleppa at spæla við samfelagið, sum teir ynskja og vilja. ES-gransk­ingin sum er slept uppá fjall. Niður­tøk­an í út­gjaldinum hjá teimum arbeiðsl­ eysu. Heilsu­verkið í andaleypi. Burturfoykingin av týdningar­ mestu sendistovuni – í London. Hópflýggjanin av landinum. Og ikki minst tann mentanarligi skansin, Mentanargrunnurin, sum nú fær sítt banahøgg, og enda­ málið er sjálvsagt at kvala sálina og tær mest sensiblu antennurnar í samfelagnum í føðingini, yrkj­ arar­nar og mentafólkini. Kring­ varpið er eisini komið í skotmála, tað ræður um at berja niður allar instansir, sum kunnu rópa demo­ kratisku prosessina uppaftur til dáð, og kritisku greiningina av tí, sum samgongan heldur varð fullgjørt eftir 13 døgum. Hetta er bara partur av álopinum á sam­ felagið, sum sitandi minni­luta­ dikta­tur hevur framt og hevur avgjørt at fremja. S tørsta brotsgerðin er nú eisini komin í stropa, parlamentið fer um dagarnar undir at tosa um hvussu fólksins ognir á hav­leið­ unum, og í tí gigantiska bas­seng­ inum, sum liggur ímillum hav­ botnin og sjóvarmálan, innanvert fiski­markið, skal frámatrikulerast til nakrar fáar útvaldar feudal­ harr­ar í aldur og ævir allar. Tað er líkamikið hvat tingið ger og sigur, avgerðin er tikin framman­undan, á ráðstevnum, har úrvalda liðið orkestrerar politisku undir­sátt­ un­um, og í skýmaskotunum, har avgerðirnar verða tiknar, sum skulu smoyggjast niður um smør­bleytu akslarnar og gyrðnu yvirarmarnar á Sambands­flokk- inum við fáfongd løgmansins sum perfektum glíðikremi. Eisini hesum leikinum stjórna korri­ dor­kóv­boyararnir, sum bara hava sær fyri eyga at lívga seráhuga­ málunum, sum aftur lívga teir við einum peningalunsi til propagand­una, fjórða hvørt ár, sum skal eggja teimum rændu til at velja rænararnar aftur á ting, fyri at kringekjan kann halda fram at mala, sum um, at onki var Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Ónossligt Mentamálaráðharrin hóttur eftir undirlívinum! Framhald á næstu síðu