Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Námsfrøðin í Tórshavnar kommunu sett í nýtt ljós Stýrið fyri Kringvarpið Pedagogmamman í Tórs­ havn­ar kommunu er farin úr starvi, og eftir standa 1000 spurningar. Her eru nakrir av teim­ um: Hvat er grundgevingin fyri, at Tórshavnar komm­una setur eina ljósmóður við ser­ kunnleika til fíggjarstýring, sum leiðara fyri málsøkið Børn & ung? Høvuðsendamálið við at hava eina felags leiðslu fyri málsøkið Børn & ung, má vera at tryggja, at fakliga støðið er høgt, at dagstovnaøkið fylgir Dagstovnalógini, og at tænastan til borgaran er góð. Hesi viðurskifti tryggja dagligu leiðslurnar við at leiða tað námsfrøðiliga arbeiðið, at tryggja starvsfólkum góð arbeiðsviðurskifti og við at tryggja øllum børnum støð­ uga menning og góð barna­ ár. Málsøkið Børn og ung hevur ábyrgdina av børnum við serligum avbjóðingum og tørvi á stuðli eins og økið hevur ábyrgdina av náms­frøðiliga arbeiðinum í kommununi sum heild. Ráðgevar sum veita ser­ køna fakliga vegleiðing til starvsfólk hava eins og allir leiðarar tørv á fakligari veg­leiðing, supervisión og før­leikamenning. Til hetta krevst dygg faklig vitan um náms­frøðiliga starvsøkið, um gransking og rák innan fakið og um framtíðar fak­ ligu avbjóðingar. Um høvuðs­ endamálið við starvinum nú er fíggjar­viðurskifti og ikki námsfrøði, verður málsøkið fyri stórum missi. Tað kann tykjast ikki sørt óvinaligt at senda hesar tankar – og hetta skal á ongan hátt fatast sum ein ákoyring á nýsetta leiðaran – tvørturímóti er hetta ein áheitan á umsitingina í Tórshavnar kommunu um at greiða limunum í Føroya Pedagogfelag frá sínum hugs­ anum um, hvussu ætlanin er at tryggja, at námsfrøðin ikki verður fyri mismuni, men tvørturímóti verður raðfest enn hægri enn higartil. Vit ynskja nýggja leið­ar­ anum vælkomnari í starvið og síggja fram til eitt gott og sera týdningarmikið sam­ starv um námsfrøðina í Tórs­ havnar kommunu. Halda tit okkum øll vera totalir idiotar? Nei, góða stýr­ ið fyri Kringvarpið, okkurt er rívandi galið við tykkum sjálvum. Fólk, ið halda seg sjálvi vera tey einastu eini, hava vit ikki brúk fyri í nøkrum, ið viðkemur okkum øllum. At siga tað hart, so øll hoyra, og ikki bert hugsa tað, sum teir flestu menn gera: “Vit hava gjørt okkara besta, og tað hevur ikki hjálpt. Tað nyttar onki at fara frá, tí so hevur Kringvarpið onki stýri.” Halda tit, at ongin annar dugir? Álvaratos, býttur kann man vera. Hvør hevur sett hesa nevnd? Og er tað fyri lívið? Kringvarpið hevur brúk fyri fólki, ið kann hugsa krea­tivt og hyggja eitt sind­ ur út um sín egna næsa­tipp. Ongin hevur brúk fyri slíkum nalvaskoðandi stív­stikk­ arum, ið ikki vilja flyta seg. Hvør fær 36 milliónir? Tað var eitt sindur undarligt hjá okkum hyggjarum at hoyra og síggja, at sami mað­ur, sum er formaður í Kring­ varpsstýrinum, har Kring­ varpið manglar pening, er skúlastjóri í Tekniska skúla í Klaks­vík, ið fær pening. Somu umtalaðu 36 milli­ ónirnar, sum kundu hjálpt Kringvarpinum, men fóru til Klaksvíkar, hava eina søgu. Beint áðrenn valið, okt. 2011, tá fólk í fíggjarnevndini deildu pening út, áðrenn tey fóru frá, skundaði Eyðgunn Samuelsen sær at kradda 36 milliónir til Tekniska skúla í Klaksvík. Sum eina við­ mer­king fingu vit at vita, at sama Eyðgunn Samuelsen var lærari á sama Tekniska skúla. Aftan á valið blivu milli­ónirnar strikaðar, tí onk­ ur annar fekk hennara sess, men tað hevði onki at týða, tí nú eitt ár aftaná er næsti klaksvíkingurin klár­ur á trappuni við somu 36 milli­ ónum til Klaksvíkar Tekn­ iska skúla. Farvæl Sjónvarpið. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo - Einastu vinnararnir eru teir politikarar, sum ikki vilja hava slíkar stovnar, og nú vita vit, at teir eru í meiriluta. Tað segði fyrrverandi kringvarpsstjórin, Jógvan Jesper­ sen, við Sosialin í seinastu viku um ta truplu fíggjarligu støðuna, Kringvarpið er í. Er hetta málið í einum nøtuhylki? Hví skulu vit hava eitt sterkt alment kringvarp? Tað skulu vit sjálvandi fyri at tryggja okkum dygd, demokrati og dannilsi! Dygdina, ið bara ein stovnur megnar at geva, ið ikki hev­ ur til endamáls bara at endurgeva óviðgjørd lesara­brøv ella sjónarmið ella fremja handilsslig áhugamál, men at viðgera evni journalistiskt og mentanarliga. T.d. er tað ikki endamálið hjá einum kringvarpi bara at prenta lesarabrøv ella at fortelja okkum, hvør køkur er best hesi jólini. Demokratiið, fólkaræðið, er ikki ein spurningur um, at meirilutin vinnur á minnilutin fjórða hvørt ár. Hetta síggja vit alt ov ofta, har avgerðir verða tiknar av samgongum, meirilutum, og ikki av fólkavaldum samkomum, sum t.d. løgtingið er. Demokrati er upplýsing og viðgerð av tí, sum hendir í samfelagnum. Orðaskifti, so fólk verða før at taka støðu og hugsa sjálv. Kritiskir spurningar um tað, sum fer fram. Tað var guðfrøðingurin Hal Koch, sum segði, at í einum fólkaræði er tað ikki nøktandi bara at atkvøða um mál. Samrøðan er tað avgerandi. Kendasta dømið hjá Koch, ið hann ivaleyst hevur fingið frá Lutheri, er um Orðið og Svørðið. Orðið er berandi í einum fólkaræði, meðan svørðið er atkvøðugreiðslan: valdsnýtsla uttan trygd fyri, at vit skilja hvønna annan. Svørðið má til viðhvørt, tíverri, men Orðið er neyðugt, um fólkaræðið skal rigga. Svørðið kann noyða, men bara orðið kann sannføra og upplýsa. Til hetta krevst, at vit sum fólk eru dannað. Ílatin til at skilja samfelagið, soleiðis at vit eru før fyri at fara á val fjórða hvørt ár og annars taka lut í orðaskiftinum í landinum. Kenna sjónarmiðini hjá okkara mótparti og virða tey, eins og vit hvessa okkara egnu argument. At privatisera ella enntá at avtaka demokrati og dann­ ilsi er púra burturvið, og tað skapar so í øllum førum ikki dygd. Tað er kanska tað, sum er við at henda í hesum døg­um, nú politiska skipanin ikki megnar at skapa kring­varp­ inum karmar. Skal alt útlisiterast? Fer ein privat fyritøka at tíma at senda klassiskan tón­ leik? Morgunlestrar við guðfrøði á høgum støði? Ella kanska eina rannsakandi dokumentar um makrelin? Neyvan. Tí er neyðugt at veita kringvarpinum tryggar inntøkur, sum fylgja prístali og lønarvøkstri. Einans eitt samfelag við politikarum, ið vil hava eitt upp­lýst fólk – við dygd, demokratii og dannilsi - tekur und­ir við einum sterkum óheftum public service stovni. Gera vit tað? (Undirritaði er stýrislimur í Kringvarpinum) Theodor Eli Dam Olsen prestur EYGA MÁLIÐ Kringvarp snýr seg um dygd, demokrati og dannilsi Maud Wang Hansen Forkvinna Føroya Pedagogfelag Jonna Justinussen