Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit mugu tola, at okkurt ber okkum fram! Eg havi nevnt tað fyrr og kann bara endurtaka meg sjálv­an, eftir at eg hoyrdi tíð­ indini í KVF í kvøld. Tá eg hoyrdi tað, sum varð lisið upp, fekk hesa kensluna av øvundsjúku og illvilja frá teimum, sum nú føla, at teirra mentanarligi skattur hvørvur í menningini á Tvøroyri. Eg kann so hava ta við­ merk­ing, at tað verður ONG­ IN varðveiting av nøkrum mentanarligum skatti, um trivnaðurin og vinnan ikki fáa góð og livilig kor! Hvat er so til ráða at taka – skal vinnan pakka saman, ella skulu mentanarligu virð­ ini standa og falla? Lat okkum royna at fáa eina skynsama menning, sum fær okkum at trúgva uppá, at her á oyggjunum er gróð­rarfesti fyri ein vinnu­ ligari og mentanarligari til- gongd, sum ger tað møguligt hjá fólki at støðast. Vit tosa um fráflyting og viljan til vøkstur, so latið vera við at skapa mistreysti og at leggja forðingar í vegin fyri tí, sum tey á Tvøroyri royna at fáa sett ígongd. Tað er so mangt, í hesum døgum, sum kann fáa okkum at fella í fátt og tí er tað av stórum týdningi, at vit stuðlu undir og ikki sløkkja neistan! Fríðálvur Jensen – kann vera rætt, at tað verða settar forðingar fyri positiva vøkstrinum á Tvøroyri? Mótmæl donsku stjórn­ ini, harra løg­maður! Í dag, mikudagin 28. no­ vemb­er, frættist, at danska stjórnin hevur tik­ið av­ gerð um at viður­kenna, at palestinsku mynd­ug­leik­ arnir fáa eyg­leiðara­støðu í ST, tá ið atkvøðu­greiðsla verður um hetta í morgin ella ein annan dag. Í hesi ætlaðu ST-viðtøku er eisini ein orðing um eina loysn á stríðnum, ið skal bera í sær, at tveir státir skulu verða har lið um lið, Ísrael og Palestina. Loysnin av hesum stríði skal ætl­ andi verða grundað á landa­mørkini, ið vóru áðr­ enn seks­dagakríggið í 1967. Eitt slíkt mark fer Ísra­ el ongantíð at góðtaka. Or­søkin er einføld: Ímill­ um palestinska markið og Miðjarðarhavið við Tel Aviv-leiðina fara tá økið einans at verða 7 kilo­ metrar breitt. Hetta vil siga, at Ísrael kann verða kvett av um tvøran eftir fáum minuttum, av einum álops­ heri. Palestinsku myndug­ leikarnir og Hamas-stjórnin í Gaza vilja ikki viðurkenna Ísrael sum stát. Hvussu kann ST so góðkenna teir sum eygleiðarar, ið ikki viður­kenna eitt limaland í ST? Men soleiðis er støðan í ST í dag, har meirilutin av limalondunum hata Ísrael og jødarnar. Danmark og øll ST-limalondini áttu fyrst og fremst at kravt, at palestinsku sjálv­stýris­ myndugleikarnir alment viðurkenna Ísrael, áðrenn teir geva teimum nakrar sømdir í ST. Eitt tað besta dømi er iranski leiðarin, Ahmadine­ jad. Ein viðurkenning av pale­stinskari eygleiðara­ støðu fer púra vist at geva palestinsku sjálv­stýris­ myndugleikunum og Hamas-yvirgangsstjórnini í Gaza meiri vind í seglini. Teir fara at tulka eina slíka viðurkenning sum eina óbeinleiðis góðkenning av álopum teirra inn í Ísrael. Danska stjórnin kann so statt gerast ein viðspælari til yvirgang móti Ísrael í fram­tíðini. Eg vil heita á Kaj Leo Jo­hannesen, løgmann, um at mótmæla eini dansk­ari góðtøku, ið eisini dreg­ur Før­oyar inn í hesa góð­ kenning, sum vit ikki vilja verða partur av, men sum allar flestu føroyingar eru ímóti. Mótmæl, harra løg­mað­ ur! Persónliga vil eg við hes­ um boða frá mótmæli og góðkenni ikki, at Danmark umboðar Føroyar í hesum máli. Svenning av Lofti Ferðaleiðari í Ísrael kjak Landsstýrið snýtir fólkapensjonistar Í dag hevur løgtingið samtykt uppskotið hjá landsstýrinum, um at “fólkapensjónin” verð­ ur javnað við 0,85%. Hetta skal eitast at verða ein javn­ing á sama støði sum fak­feløgini fingu við sátt­ mála­sam­ráð­ingarnar á ar­ beiðs­markn­aðinum. Ótrúligt og skammleyst, at landsstýrið heldur tað vera so lætt at snýta fólka­ pensjonistar. Tí veruleikin er, at fólkapensjónin verður ikki javnað við 0,85% men væl minni enn helvtini av hes­um: • Hjá støkum verður fólka­ pensjónin einans javnað við 27,11 kr. um mánaðin, svarandi til 0,37% • Hjá giftum verður fólka­ pensjónin einans javnað við 20,98 kr. um mánaðin, svarandi til 0,36% Tað er nevnliga ikki rætt men grov villeiðing at pástanda, at “fólkapensjónin” verður javn­að við 0,85%. Tað er bara viðbótin, ið er tann minni parturin av fólkapensjónini, sum verður javnað við 0,85%, meðan grundupphæddin, ið er tann størri parturin av fólkapensjónini, framvegis er fryst við 0% javning. Og tí verður samlaða javn­ ingin av fólkapensjónini ikki 0,85% men einans 0,37% hjá støkum og 0,36% hjá giftum. Hetta gongur fram av talvuni niðanfyri. Sí talvu 2012 er lýst at vera eldraár. Lands­stýrið fagnaði eldra­ árin­um við, at als ong­in javn­ ing var í 2012. Ístaðin er gjørt av, at fólkapensjonistarnir í 2013 mánaðarliga skulu fáa eina 20-krónu gott og væl goldna afturút fyri 2012, saman við somu stór­ slignu upphædd fyri 2013. So nýggjársgávan frá lands­ stýrinum verður, at fólka­ pen­sjonistarnir í komandi ári fara at fáa eina hækking upp á 2 x 27,11 kr. um mánaðin fyri stakar og 2 x 20,98 kr. um mánaðin fyri giftar. So stór er virðingin hjá landsstýrinum fyri fólka­ pensjonistunum í Før­oy­ um. Sama landsstýrið hjá Sambandinum, Fólka­flokk­ inum, Miðflokkinum og Sjálvstýrinum, sum hevur tikið sær ráð til at gjalda rík­ fólkunum í Føroyum skatta­ lættar upp á 4-5-6-7.000 kr – um mánaðin - bæði í 2012 og í 2013 og so longi tey sita við ræði. Hans Pauli Strøm javnaðarmaður Javning av fólkapensjón fyri 2012 og 2013 Stakur fólkapensjonistur 2012 Javning landsstýrið Grundupphædd 4.169 0,00% 4.169 Viðbót 3.189 0,85% 3.216 Tilsamans: 7.358 7.385 Verulig javning kr./mán. 27,11 kr. Svarar til javning í % 0,37 % Giftur fólkapensjonistur Grundupphædd 3.313 0,00% 3.313 Viðbót 2.468 0,85% 2.489 Tilsamans: 5.781 5.802 Verulig javning í kr./mán. 20,98 kr. Svarar til javning í % 0,36 % Kann samanberast við prístalsvøkstur í 2012 2,31 %