fríggjadagur 30. november 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit mugu tola, at okkurt
ber okkum fram!
Eg havi nevnt tað fyrr og
kann bara endurtaka meg
sjálvan, eftir at eg hoyrdi tíð
indini í KVF í kvøld.
Tá eg hoyrdi tað, sum varð
lisið upp, fekk hesa kensluna
av øvundsjúku og illvilja frá
teimum, sum nú føla, at teirra
mentanarligi skattur hvørvur
í menningini á Tvøroyri.
Eg kann so hava ta við
merking, at tað verður ONG
IN varðveiting av nøkrum
mentanarligum skatti, um
trivnaðurin og vinnan ikki
fáa góð og livilig kor!
Hvat er so til ráða at taka
– skal vinnan pakka saman,
ella skulu mentanarligu virð
ini standa og falla?
Lat okkum royna at fáa
eina
skynsama
menning,
sum fær okkum at trúgva
uppá, at her á oyggjunum er
gróðrarfesti fyri ein vinnu
ligari og mentanarligari til-
gongd, sum ger tað møguligt
hjá fólki at støðast.
Vit tosa um fráflyting og
viljan til vøkstur, so latið vera
við at skapa mistreysti og at
leggja forðingar í vegin fyri
tí, sum tey á Tvøroyri royna
at fáa sett ígongd.
Tað er so mangt, í hesum
døgum, sum kann fáa okkum
at fella í fátt og tí er tað
av stórum týdningi, at vit
stuðlu undir og ikki sløkkja
neistan!
Fríðálvur
Jensen
– kann vera rætt, at tað verða settar forðingar
fyri positiva vøkstrinum á Tvøroyri?
Mótmæl
donsku stjórn
ini, harra
løgmaður!
Í dag, mikudagin 28. no
vember, frættist, at danska
stjórnin hevur tikið av
gerð um at viðurkenna, at
palestinsku
myndugleik
arnir fáa eygleiðarastøðu
í ST, tá ið atkvøðugreiðsla
verður um hetta í morgin
ella ein annan dag.
Í hesi ætlaðu ST-viðtøku
er eisini ein orðing um eina
loysn á stríðnum, ið skal
bera í sær, at tveir státir
skulu verða har lið um lið,
Ísrael og Palestina. Loysnin
av hesum stríði skal ætl
andi
verða
grundað
á
landamørkini, ið vóru áðr
enn seksdagakríggið í 1967.
Eitt slíkt mark fer Ísra
el ongantíð at góðtaka.
Orsøkin er einføld: Ímill
um
palestinska
markið
og Miðjarðarhavið við Tel
Aviv-leiðina fara tá økið
einans at verða 7 kilo
metrar breitt. Hetta vil siga,
at Ísrael kann verða kvett
av um tvøran eftir fáum
minuttum, av einum álops
heri. Palestinsku myndug
leikarnir og Hamas-stjórnin
í Gaza vilja ikki viðurkenna
Ísrael sum stát. Hvussu
kann ST so góðkenna teir
sum eygleiðarar, ið ikki
viðurkenna eitt limaland í
ST? Men soleiðis er støðan
í ST í dag, har meirilutin av
limalondunum hata Ísrael
og jødarnar. Danmark og
øll
ST-limalondini
áttu
fyrst og fremst at kravt,
at palestinsku sjálvstýris
myndugleikarnir
alment
viðurkenna Ísrael, áðrenn
teir geva teimum nakrar
sømdir í ST.
Eitt tað besta dømi er
iranski leiðarin, Ahmadine
jad.
Ein
viðurkenning
av
palestinskari
eygleiðara
støðu fer púra vist at geva
palestinsku
sjálvstýris
myndugleikunum
og
Hamas-yvirgangsstjórnini
í Gaza meiri vind í seglini.
Teir fara at tulka eina slíka
viðurkenning
sum
eina
óbeinleiðis góðkenning av
álopum teirra inn í Ísrael.
Danska stjórnin kann so
statt gerast ein viðspælari
til yvirgang móti Ísrael í
framtíðini.
Eg vil heita á Kaj Leo
Johannesen, løgmann, um
at mótmæla eini danskari
góðtøku, ið eisini dregur
Føroyar inn í hesa góð
kenning, sum vit ikki vilja
verða partur av, men sum
allar flestu føroyingar eru
ímóti.
Mótmæl, harra løgmað
ur!
Persónliga vil eg við hes
um boða frá mótmæli og
góðkenni ikki, at Danmark
umboðar Føroyar í hesum
máli.
Svenning
av Lofti
Ferðaleiðari í Ísrael
kjak
Landsstýrið snýtir
fólkapensjonistar
Í dag hevur løgtingið samtykt
uppskotið hjá landsstýrinum,
um at “fólkapensjónin” verð
ur javnað við 0,85%. Hetta
skal eitast at verða ein
javning á sama støði sum
fakfeløgini fingu við sátt
málasamráðingarnar á ar
beiðsmarknaðinum.
Ótrúligt og skammleyst,
at landsstýrið heldur tað
vera so lætt at snýta fólka
pensjonistar. Tí veruleikin
er, at fólkapensjónin verður
ikki javnað við 0,85% men
væl minni enn helvtini av
hesum:
• Hjá støkum verður fólka
pensjónin einans javnað
við 27,11 kr. um mánaðin,
svarandi til 0,37%
• Hjá giftum verður fólka
pensjónin einans javnað
við 20,98 kr. um mánaðin,
svarandi til 0,36%
Tað er nevnliga ikki rætt men
grov villeiðing at pástanda,
at “fólkapensjónin” verður
javnað við 0,85%. Tað er bara
viðbótin, ið er tann minni
parturin av fólkapensjónini,
sum verður javnað við 0,85%,
meðan
grundupphæddin,
ið er tann størri parturin av
fólkapensjónini, framvegis er
fryst við 0% javning.
Og tí verður samlaða javn
ingin av fólkapensjónini ikki
0,85% men einans 0,37% hjá
støkum og 0,36% hjá giftum.
Hetta gongur fram av talvuni
niðanfyri.
Sí talvu
2012 er lýst at vera eldraár.
Landsstýrið fagnaði eldra
árinum við, at als ongin javn
ing var í 2012. Ístaðin er gjørt
av, at fólkapensjonistarnir
í 2013 mánaðarliga skulu
fáa eina 20-krónu gott og
væl
goldna
afturút
fyri
2012, saman við somu stór
slignu upphædd fyri 2013.
So nýggjársgávan frá lands
stýrinum verður, at fólka
pensjonistarnir í komandi
ári fara at fáa eina hækking
upp á 2 x 27,11 kr. um mánaðin
fyri stakar og 2 x 20,98 kr. um
mánaðin fyri giftar.
So stór er virðingin hjá
landsstýrinum fyri fólka
pensjonistunum
í
Føroy
um. Sama landsstýrið hjá
Sambandinum, Fólkaflokk
inum,
Miðflokkinum
og
Sjálvstýrinum, sum hevur
tikið sær ráð til at gjalda rík
fólkunum í Føroyum skatta
lættar upp á 4-5-6-7.000 kr
– um mánaðin - bæði í 2012
og í 2013 og so longi tey sita
við ræði.
Hans Pauli
Strøm
javnaðarmaður
Javning av fólkapensjón fyri 2012 og 2013
Stakur fólkapensjonistur
2012
Javning
landsstýrið
Grundupphædd
4.169
0,00%
4.169
Viðbót
3.189
0,85%
3.216
Tilsamans:
7.358
7.385
Verulig javning kr./mán.
27,11 kr.
Svarar til javning í %
0,37 %
Giftur fólkapensjonistur
Grundupphædd
3.313
0,00%
3.313
Viðbót
2.468
0,85%
2.489
Tilsamans:
5.781
5.802
Verulig javning í kr./mán.
20,98 kr.
Svarar til javning í %
0,36 %
Kann samanberast við prístalsvøkstur í 2012
2,31 %