Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 30. november 2012 4 VIKUSKIFTI Samrøða Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Pallurin segði alt. Tað hevði ikki meira enn borið við hann, at Javnaðarflokkurin fór at fáa sjey býráðslimir, tá tíðinda­kvinn­an Sigrún Brend kom á tal við borgar­ stjór­an, sum stóð handan ljósabrúnu gyrð­ingina í ítróttarhøllini á Hálsi og hugdi at sínum stóra bunka av at­kvøð­ um, sum aftur hesaferð hevði rúgvað seg upp um hinar. 2637 at­kvøður í alt. Undir liðini á honum stóðu mátt­leysu Anfinn Brekkstein úr Sambands­flokk­ inum og Jógvan Arge úr Tjóðveldi. Teir stóðu bara og hugdu tortrúgvnir at, ásann­andi, at 66 ára gamli Heðin Mortensen er ikki til at vika. Nærmast sum fjepp­aðust teir uppi í honum. Heðin Mortensen var krýndur kongur í Havn. Javn­aðar­flokkurin kundi, um hann vildi, skipa samgongu einsa­ mallur. Politisk søga varð skrivað. Four more years! Í beinleiðis sjónvarpsviðtalu helt tíð­inda­kvinnan fyri, at borgarstjórin, íklæddur svartan klædning, hvíta skjúrtu og reytt slips, sá ikki serliga fegin út. Hann gjørdi púra greitt, at hann var í góðum skørum. – Eg eri rørdur. Hetta er óhoyrt. Eg trúði ikki, eg kom at uppliva hetta nakran­tíð, svaraði hann fáliga. Ábendingar vóru fyri valið, at Heðin Mortensen fór at staðfesta sína støðu sum kongur í Havn. Veljara­ kanningar, sum Sosialurin hevði latið gjørt, spáddu, at hann fór at nógv flestar atkvøður í Havn. Men ongar gitingar vóru, at Javnaðar­ flokkurin fór at fáa meirilutan einsa­mallur. Kanningarnar vaktu ans í býráðshúsinum, tí Heðin kendi seg noyddan at minna veljar­arnar á, at teir skuldu ikki lata seg tøla ella setast aftur av góðum kanningum. Valúrslitið var greiðasta tekin um, at tað gjørdu veljararnir ikki. Ideologiloysingurin Tá Heðin Mortensen situr sprækin við stóra borðið í fundarhølinum í býráðs­ húsinum og sigur frá sínum politiska lívi, eru samfull 40 ár liðin, síðan hann varð valdur býráðslimur á fyrsta sinni. Her fer hann eisini at hava sína dagligu gongd næstu fýra árini. Teinurin fram til henda stólin hevur verið drúgvur, og politisku brota­sjógvar­ nir hava mangan skolað oman yvir hann. Harðasta mótstøðan kom í 2004, tá hann fór úr Sambandsflokkinum upp í Javnaðarflokkin, og samstundis tók við sum borgarstjóri. Eitt floksskifti, sum segði søguna um, hvussu tvitin og tak­tiskur politikkur kann vera. Men tá kom hann samstundis aftur, har tað byrjaði. Heðin var ein av teimum, sum stovn­aðu ungmannafelagið hjá Javnaðar­flokkinum, Sosialistiskt Ung­ manna­felag, í 1965. Men tað var ikki sum javnaðar­maður, at hann fekk sæti í bý­ráð­num á fysta sinni sjey ár seinni. Tað var í 1972. Hann var sera virkin í kapp­róðri um hetta mundi, og tað ráddi fremst av øllum um at fáa nøkur kapp­ róðrar­neyst upp at standa. Hann dukaði á dyrnar hjá Peturi í Gong, kendur fyri at fáa nógv frá hondini, og bað um at sleppa á hugsjónarleysa uttan­flokka­ listan hjá honum. Heðin varð valdur við 75 atkvøðum. – Petur var lættur at samstarva við, og eg visti, at hann kundi hjálpa mær at fáa neystini upp. Tað snúði seg ikki um politiskar hugsjónir, sum vit kenna tað í dag. Tí var avgerðin løtt at fara á listan hjá honum. Ikki í mínum stilla sinni væntaði eg at verða valdur og fór eisini undir dýnuna á midnátt, áðrenn at­kvøð­urnar vóru taldar upp. Ein tíma seinni vaknaði eg við kaldan dreym. Ein øgiligur larmur var uttanfyri. Eg varð valdur, og vit sótu uppi til tann ljósa morgun, greiðir hann frá. Tvey ár eftir valið vóru neystini í Álageri tikin í brúk. Hóast sprottin úr ungmannafelag­ num hjá Javnaðarflokkinum, er Heðin Mortensen á listanum hjá Sambands­ flokkinum til fólkatings­valið í 1988. Hansara politiska hugsjón samsvarar væl við ta hjá Sambandsflokkinum, og hon­um dámdi væl kósina hjá Paula Ellefsen, sála, sum stóð á odda fyri flokk­inum tá. Tí var avgerðin ikki torfør at taka, tá Ellefsen vildi hava hann á list­an. Flokkin umboðaði hann eisini í bý­ráð­num til umstrídda floksskiftið í 2004, tá Heðin Mortensen varð úti­ hýstur úr Sam­bandsflokkinum. Poul Michelsen, fyrrverandi borgar­ stjóri í Havn, segði við Dimmalætting tann 15. november, at Heðin Mortensen er ikki ideologiskt kjølfestur. Tað ger eis­ini, at tað hevur verið lætt hjá honum at skifta frá uttanflokkalistanum í Sam­ bands­flokkinum, og síðan í Javnaðar­ flokkin. Borgarstjórin vil ikki rópa seg ideo­ logiloysingur, men ger kortini vart við, at hugsjónin er sjáldan drívmegin í kommunupolitikki. Tað skal kortini ikki skiljast sum, at Heðin Mortensen hevði kunnað umboðað høgra-libe­ralu flokkarnar í býráðnum. Sosial javn­ing hevur verið í mongum av trivnaðar­ átøk­unum, hann hevur staðið fyri, minnir hann á. – Hjá mær hevur drívmegin fremst av øllum verið at fáa nakað av skafti – at fáa framt tað, sum tørvur er á. Tað er mín ideologi. Tú kann heldur ikki føra býráðspolitikk beinleiðis eftir eini ávísari hugsjón. Býráðspolitikkur snýr seg í størstan mun um persónarnar, Hann vil gera alt fyri at sláa manngarð um Havnina og vónar, at øll fólk, serliga politikarar, læra seg at steðga á og geva hvørjum øðrum stundir. Hann sigur seg kenna nøvnini á øllum borgarunum í høvuðsstaðnum og fer framhaldandi at vera mitt í meldrinum til hátíðartiltøk og jarðarferðir. Nú politiska yrkisleiðin er í hæddini er hann krýndur kongur í Havn – hann er Heðin Mortensen er egin heðin 8 Nr. 141 - 27. juli 2005 -Heðin Mortensen hugsar fyrst um at- kvøðurnar , og síðan hvønn politikk, hann vil reka aftaná. -Jan Christiansen dugir hvørki at halda orð ella avtalur. Hvørki sitandi borg- arstjórin í Tórshavn- ar kommunu ella fyrrverandi borgar- stjórin, Heðin Mort- ensen og Jan Christ- iansen, spara upp á krútið, tá Sosialurin seinasta mikudag setti stríðshanarnar frá býráðsvalinum í fjørheyst saman í Miðlahúsinum í Vágsbotni. STRÍÐSHANAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Óvirðiligt og ósømiligt. Hesi bæði orð lýsa væl ódámliga glantrileikin, sum havnarborgarar vóru áskoð- arar til farna heyst, tá nýtt býráð skuldi skipast í høvuðsstaðnum. Tað má vera nærum heimsmet, at fýra samgonguskjøl vórðu undirskrivað upp á tvey døgn. Nógv varð skrivað og sagt eftir glantrileikin í høvuðsstaðnum. Sterk lýs- ingarorð sum orðloysingar, óreiðiligt, lokabrøgd, lyftis- brot og svik vórðu fleiri ferðir havd á lofti í november mánaða í fjør, tá óskilið leikaði á. Tveir av høvuðsleikar- unum í glantrileikinum í Havn, Jan Christiansen og Heðin Mortensen, hava á ongan hátt gloymt náttina til 10. november í fjør. Í góðveðrinum seinasta mikudag bjóðaðu vit 47 ára gamla fyrrverandi borgarstjóranum, Jan Christiansen, og 59 ára gamla sitandi borgarstjóra Heðin Mortensen at sita andlit til andlits í Miðla- húsinum í Vágsbotni. Stríðshanarnir frá í fjørheyst vóru fúsir at taka av innbjóðingini. Hvørgin heldur orð Jan, hvat dámar tær við Heðini? -Ja, skalt tú siga nakað positivt um Heðin Morten- sen, kanst tú siga, at hann er ótrúliga energiskur. Er tað nakað, tær ikki dámar við honum? -Ja, tað er tað sjálvsagt. Tað er ikki heilt óvæntað tað at halda orð. Tað er so ikki ein maður, tú kanst stóla upp á. Heðin, hvat dámar tær við Jan Christiansen? - Tað, sum mær dámar við Jan Christiansen er, at hann er fryntligur, og lættur at koma á tal við í tí dagliga. Ja, hann er kanska ov lættur onkuntíð, vil eg siga. Er tað nakað tær ikki dámar við honum? -Tað veit eg ikki. Tá tú ert í politikki, so eru tað ávísar avtalur og annað sovorið, sum skulu haldast. Hjá honum er tað eisini hetta við ikki at halda orð og avtalur. Hvat meinar tú ítøkiliga við? -Tað veit eg ikki, um eg vil útdýpa. Tað er ymiskt, sum gongur aftur fleiri ár. Jan, er nakar grundleggj- andi munur á tær og Heðini? -Eg haldi tað er ein grundleggjandi munur. Nú skal eg ikki gera okkum politikarar betri enn vit eru, tí okkara fremsta mál er altíð at blíva valdir. Eg haldi ein grundleggjandi munur á mær og Heðin er, at Heðin hugsar fyrst og fremst um atkvøðurnar, og síðan hvønn politikk, hann vil reka aftaná. Eg haldi hinvegin, at eg fyrst hugsi um politiska málið, eg havi sett mær fyri, og síðan mugu veljar- arnir gera av, um teir eru samdir við mær ella ikki. Heðin, hvat sigur tú til hasa útsøgnina ? -Ja, hatta má vera ein útsøgn hjá Jan, tí hatta passar ikki. Eg haldi hinvegin, eg havi altíð borið orð fyri at hava sett mær mál, sum eg havi roynt at útføra. Eg haldi, at tey allarflestu málini hava eydnast, tí annars hevði eg ikki sitið sum politikari í Tórshavnar býráð øll hesi árini. Eg haldi annars ikki tað er nakar grundleggjandi munur á okkum báðum, tí vit eru báðir politikarar. Jan roynir at fáa atkvøður til eitthvørt val, og tað geri eg eisini, men vit gera tað kanska upp á hvør sín máta. Tað er ein spurning- urin, hvussu tú velir at selja teg upp á. Býráðsarbeiðið knýtir Jan, minnist tú, hvar tú møtti Heðini fyrstu ferð? - Ja, eg havi sjálvandi møtt Heðin, áðrenn eg fór upp í politikk (Jan varð fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1984, Fakta: Heðin Mortensen 59 ár Borgarstjóri Føddur í Trongisvági Búsitandi í Havn Jan Christiansen 47 ár Býráðslimur og lærari Føddur í Havn Búsitandi í Hoyvík Nr. 141 - 27. juli 2005 9 blðm). Eg haldi fyrstu ferð, eg møtti Heðin, var úti í Havnar Róðrarfelag, tá húsið hjá teimum var rættiliga nýtt. Hetta hevur verið í 1974. Heðin, minnist tú eisini hetta sum fyrstu ferð ? -Ja, tað skal passa væl sum Jan sigur. Annars havi eg altíð kent Jan. Beiggja hansara Viggo lærdi hjá Wenzel, tá eg arbeiddi har, og í tí samanhanginum kom Jan ofta framvið hjá Wenzel. Jan, eru tú og Heðin væl í tí dagliga? -Nú veit eg ikki, hvat tú leggur í væl. Eg og Heðin eru ongantíð komnir somu støð, og vit ganga heldur ikki í føðingardag hjá hvørjum øðrum. Vit koma ikki saman privat, men sjálvandi eru vit á talu- fótum. Heðin, er tað eisini tín fatan? -Ja, tað er rætt. Vit eru ikki saman í tí privata. Tað hevur altíð verið serliga býráðsarbeiðið, sum hevur knýtt okkum saman. Jan, er tað nakar eginleiki við Heðini, tú øvundar? -Ja tað er. Nú haldi eg, at Heðin brúkar fjølmiðlarnar í so nógv. Hann dugir í so væl at koma í fjølmiðlarnar. Tað er ein góður eginleiki í politikki at fáa fjølmiðlar- nar við tær, og tað dugir Heðin væl. Hatta hevði tonkt mær at duga í størri mun. Heðin, er tað nakar eginleiki við Jan, tú øvundar? -Tað vil tað altíð vera. Í politikki er tað altíð onkur, sum hevur nakrar eginleik- ar, sum onkur annar ikki hevur. Eg dugi kortini ikki siga akkúrat, hvør eginleiki við Jan, eg hevði viljað havt. Heðin, Er Jan Christiansen broyttur gjøgnum árini? - Ja hann er broyttur nógv. Hann er meira jørðbundin nú, enn hann var, tá hann kom upp í politikk. Hann er búnaður nú gjøgnum tíðina, og Jan er eisini blivin ein betri politikari við árunum. Jan, er Heðin Mortensen broyttur við árunum? Ein stórur munur á okkum er, at Heðin er 12 ár eldri enn eg. Hann var familju- maður og hevði børn, tá eg kom í politikk, meðan eg var ein stórur tannáringur. Eg rokni við, at eg eri broyttur nógv meira enn hann. Heðin er ikki broyttur tað stóra, uttan at hetta er tann triði flokkurin, hann er í, síðan eg varð valdur í býráðið. Hann er tann sami maðurin bara í trimum ymiskum flokkum. Valnáttin Jan, nívir valnáttin í fjør- heyst teg framvegis? -Eg visti, tá eg setti meg í borgarstjórasessin, at tað kundi bara varða í fýra ár, so eg var fyrireikaður upp á at lata borgarstjórasessin frá mær. So er tað sagt. Hinvegin havi eg ongantíð í lívinum verið svikin so nógv sum tað kvøldið. Ongantíð. Eg havi ongantíð mist so nógv fyri einum persóni so skjótt. Tað svíðir at vera svikin, men politikki mást tú liva við tí. Tú hoyrir ofta, at politikkur er ljótur og fúlur, men tað havi eg ongantíð skrivað upp á. Hatta var so tað einasta dømi, eg kenni til, at politikkur er rættiliga ljótur. Heðin, hugsar tú nakrantíð aftur á avgerðina, tú tókst eftir býráðsvalið 9. novem- ber? -Sjálvandi hugsi eg um tað, men tað er ikki nakað, eg hugsi um hvønn dag. Skal eg vera heilt erligur í dag, og hyggja aftur, so var tað heilt avgjørt rætta avgerð- in. Eg havi eisini verið svíktur mangan í politikki. Tú kanst kanska siga, at eg havi lært av Jan. Eftir býráðsvalið í 1996 høvdu vit eina klokkuklára avtalu um halda fram í samgong- uni, men tá virkaði Jan Christiansen fyri, at vit endaðu uttanfyri ávirkan, tá hann á miðari nátt gjørdi eina avtalu í Kaldbak. Tá metti eg meg ordiliga svíktan , tí vit høvdu eina greiða avtalu áðrenn. Heldur tú framvegis at tað var ein røtt avgerð at skifta flokk? -Tú mást minnast, at eg fór ikki úr flokkinum, men eg varð útihýstur. Leiðslan í Sambandsflokkinum valdi at blanda seg í kommunu- politikk, og tað eigur hon ikki. Eg hugsi framvegis av og á um avgerðina og eg angri ikki avgerðina ein dag, tí innanhýsis stríðið í Sambandsflokkinum var blivi ov stórt eftir ósemjur í fleiri ár. Eg tvíhaldi framvegis um, at Tórshavnar býráð hevði brúk fyri einum stýri, og tí var avgerðin hjá mær neyðug. Eg kundi snøgt sagt ikki halda fram í Tórs- havnar býráð við Jan Christiansen sum borgar- stjóra, og tískil var avgerðin røtt. Framtíðar samstarv Jan, kann tað koma upp á tal, at tú fert í býráðssam- gongu við Heðin Morten- sen aftur? -Í politikki mást tú ongantíð klamsa eina hurð aftur. Men eg vil í hvussu ferð ímynda mær, at tað verður torført, og hann verður ikki tann fyrsta loysnin í samráðingum, men tú skalt ongantíð siga ongantíð. Tá tú gert eina sam- gongu, so er tað sum eitt hjúnarlag. Tú ert ikki giftur við einum persóni, sum tú slettis ikki hevur álit á, og tí vil tað vera torført at gera eina samgongu við ein persón, sum til ein og hvørja tíð kann svíkja teg fyri sín egna fyrimun. Hetta vil vera ein sein loysn. Heðin, hvussu metir tú útlitini vera fyri einum framtíðarsamstarvið við Jan? -Ja, eg meti tað er møguligt. Tú kanst ikki brúka gamalt agg til nakað sum helst, eg kann sum einki gera samgongu við Jan Christiansen einaferð í framtíðini. Endamálið í politikki er at fáa framt nøkur ting og tað dragar seg ikki persónarnar í sam- gonguni. Mynd: Bárður »Sirkusið á Vaglinum« var stríðið rópt, tá Heðin koppaði Jan Christiansen av trónini í býráðnum í 2004. Jan Christiansen sigur í hesari samrøðuni frá juni 2005, at honum dámar ikki tað við Heðini, at hann heldur ikki orð. »Tað er so ikki ein maður, tú kann stóla upp á,« segði Jan Christiansen tá.