fríggjadagur 30. november 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 30. november 2012
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Pallurin segði alt.
Tað hevði ikki meira enn borið við
hann, at Javnaðarflokkurin fór at fáa
sjey býráðslimir, tá tíðindakvinnan
Sigrún Brend kom á tal við borgar
stjóran, sum stóð handan ljósabrúnu
gyrðingina í ítróttarhøllini á Hálsi og
hugdi at sínum stóra bunka av atkvøð
um, sum aftur hesaferð hevði rúgvað
seg upp um hinar. 2637 atkvøður í alt.
Undir liðini á honum stóðu máttleysu
Anfinn Brekkstein úr Sambandsflokk
inum og Jógvan Arge úr Tjóðveldi.
Teir stóðu bara og hugdu tortrúgvnir
at, ásannandi, at 66 ára gamli Heðin
Mortensen er ikki til at vika. Nærmast
sum fjeppaðust teir uppi í honum.
Heðin Mortensen var krýndur kongur
í Havn. Javnaðarflokkurin kundi, um
hann vildi, skipa samgongu einsa
mallur. Politisk søga varð skrivað. Four
more years!
Í beinleiðis sjónvarpsviðtalu helt
tíðindakvinnan fyri, at borgarstjórin,
íklæddur svartan klædning, hvíta
skjúrtu og reytt slips, sá ikki serliga
fegin út. Hann gjørdi púra greitt, at
hann var í góðum skørum.
– Eg eri rørdur. Hetta er óhoyrt.
Eg trúði ikki, eg kom at uppliva hetta
nakrantíð, svaraði hann fáliga.
Ábendingar vóru fyri valið, at Heðin
Mortensen fór at staðfesta sína støðu
sum kongur í Havn. Veljara
kanningar, sum Sosialurin hevði
latið gjørt, spáddu, at hann fór at
nógv flestar atkvøður í Havn. Men
ongar gitingar vóru, at Javnaðar
flokkurin fór at fáa meirilutan
einsamallur. Kanningarnar vaktu
ans í býráðshúsinum, tí Heðin
kendi seg noyddan at minna
veljararnar á, at teir skuldu ikki
lata seg tøla ella setast aftur av
góðum kanningum.
Valúrslitið var greiðasta tekin
um, at tað gjørdu veljararnir
ikki.
Ideologiloysingurin
Tá Heðin Mortensen situr sprækin við
stóra borðið í fundarhølinum í býráðs
húsinum og sigur frá sínum politiska
lívi, eru samfull 40 ár liðin, síðan hann
varð valdur býráðslimur á fyrsta sinni.
Her fer hann eisini at hava sína dagligu
gongd næstu fýra árini.
Teinurin fram til henda stólin hevur
verið drúgvur, og politisku brotasjógvar
nir hava mangan skolað oman yvir
hann. Harðasta mótstøðan kom í 2004,
tá hann fór úr Sambandsflokkinum upp
í Javnaðarflokkin, og samstundis tók
við sum borgarstjóri. Eitt floksskifti,
sum segði søguna um, hvussu tvitin
og taktiskur politikkur kann vera. Men
tá kom hann samstundis aftur, har tað
byrjaði.
Heðin var ein av teimum, sum
stovnaðu ungmannafelagið hjá
Javnaðarflokkinum, Sosialistiskt Ung
mannafelag, í 1965. Men tað var ikki
sum javnaðarmaður, at hann fekk sæti
í býráðnum á fysta sinni sjey ár seinni.
Tað var í 1972. Hann var sera virkin í
kappróðri um hetta mundi, og tað ráddi
fremst av øllum um at fáa nøkur kapp
róðrarneyst upp at standa. Hann dukaði
á dyrnar hjá Peturi í Gong, kendur fyri
at fáa nógv frá hondini, og bað um at
sleppa á hugsjónarleysa uttanflokka
listan hjá honum. Heðin varð valdur
við 75 atkvøðum.
– Petur var lættur at samstarva við,
og eg visti, at hann kundi hjálpa mær
at fáa neystini upp. Tað snúði seg ikki
um politiskar hugsjónir, sum vit kenna
tað í dag. Tí var avgerðin løtt at fara á
listan hjá honum. Ikki í mínum stilla
sinni væntaði eg at verða valdur og fór
eisini undir dýnuna á midnátt, áðrenn
atkvøðurnar vóru taldar upp. Ein tíma
seinni vaknaði eg við kaldan dreym.
Ein øgiligur larmur var uttanfyri. Eg
varð valdur, og vit sótu uppi til tann
ljósa morgun, greiðir hann frá. Tvey ár
eftir valið vóru neystini í Álageri tikin
í brúk.
Hóast sprottin úr ungmannafelag
num hjá Javnaðarflokkinum, er Heðin
Mortensen á listanum hjá Sambands
flokkinum til fólkatingsvalið í 1988.
Hansara politiska hugsjón samsvarar
væl við ta hjá Sambandsflokkinum,
og honum dámdi væl kósina hjá Paula
Ellefsen, sála, sum stóð á odda fyri
flokkinum tá. Tí var avgerðin ikki torfør
at taka, tá Ellefsen vildi hava hann á
listan. Flokkin umboðaði hann eisini
í býráðnum til umstrídda floksskiftið
í 2004, tá Heðin Mortensen varð úti
hýstur úr Sambandsflokkinum.
Poul Michelsen, fyrrverandi borgar
stjóri í Havn, segði við Dimmalætting
tann 15. november, at Heðin Mortensen
er ikki ideologiskt kjølfestur. Tað ger
eisini, at tað hevur verið lætt hjá honum
at skifta frá uttanflokkalistanum í Sam
bandsflokkinum, og síðan í Javnaðar
flokkin.
Borgarstjórin vil ikki rópa seg ideo
logiloysingur, men ger kortini vart við,
at hugsjónin er sjáldan drívmegin í
kommunupolitikki. Tað skal kortini
ikki skiljast sum, at Heðin Mortensen
hevði kunnað umboðað høgra-liberalu
flokkarnar í býráðnum. Sosial javning
hevur verið í mongum av trivnaðar
átøkunum, hann hevur staðið fyri,
minnir hann á.
– Hjá mær hevur drívmegin fremst
av øllum verið at fáa nakað av skafti –
at fáa framt tað, sum tørvur er á. Tað
er mín ideologi. Tú kann heldur ikki
føra býráðspolitikk beinleiðis eftir eini
ávísari hugsjón. Býráðspolitikkur snýr
seg í størstan mun um persónarnar,
Hann vil gera alt fyri at sláa manngarð um Havnina og vónar, at
øll fólk, serliga politikarar, læra seg at steðga á og geva hvørjum
øðrum stundir. Hann sigur seg kenna nøvnini á øllum borgarunum
í høvuðsstaðnum og fer framhaldandi at vera mitt í meldrinum til
hátíðartiltøk og jarðarferðir. Nú politiska yrkisleiðin er í hæddini
er hann krýndur kongur í Havn – hann er Heðin Mortensen
er egin
heðin
8
Nr. 141 - 27. juli 2005
-Heðin Mortensen
hugsar fyrst um at-
kvøðurnar , og síðan
hvønn politikk, hann
vil reka aftaná.
-Jan Christiansen
dugir hvørki at halda
orð ella avtalur.
Hvørki sitandi borg-
arstjórin í Tórshavn-
ar kommunu ella
fyrrverandi borgar-
stjórin, Heðin Mort-
ensen og Jan Christ-
iansen, spara upp á
krútið, tá Sosialurin
seinasta mikudag
setti stríðshanarnar
frá býráðsvalinum í
fjørheyst saman í
Miðlahúsinum í
Vágsbotni.
STRÍÐSHANAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Óvirðiligt og ósømiligt.
Hesi bæði orð lýsa væl
ódámliga glantrileikin, sum
havnarborgarar vóru áskoð-
arar til farna heyst, tá nýtt
býráð skuldi skipast í
høvuðsstaðnum. Tað má
vera nærum heimsmet, at
fýra samgonguskjøl vórðu
undirskrivað upp á tvey
døgn.
Nógv varð skrivað og
sagt eftir glantrileikin í
høvuðsstaðnum. Sterk lýs-
ingarorð sum orðloysingar,
óreiðiligt, lokabrøgd, lyftis-
brot og svik vórðu fleiri
ferðir havd á lofti í
november mánaða í fjør, tá
óskilið leikaði á.
Tveir av høvuðsleikar-
unum í glantrileikinum í
Havn, Jan Christiansen og
Heðin Mortensen, hava á
ongan hátt gloymt náttina
til 10. november í fjør.
Í góðveðrinum seinasta
mikudag bjóðaðu vit 47
ára
gamla
fyrrverandi
borgarstjóranum,
Jan
Christiansen, og 59 ára
gamla sitandi borgarstjóra
Heðin Mortensen at sita
andlit til andlits í Miðla-
húsinum í Vágsbotni.
Stríðshanarnir
frá
í
fjørheyst vóru fúsir at taka
av innbjóðingini.
Hvørgin heldur orð
Jan, hvat dámar tær
við Heðini?
-Ja, skalt tú siga nakað
positivt um Heðin Morten-
sen, kanst tú siga, at hann
er ótrúliga energiskur.
Er tað nakað, tær ikki
dámar við honum?
-Ja, tað er tað sjálvsagt. Tað
er ikki heilt óvæntað tað at
halda orð. Tað er so ikki ein
maður, tú kanst stóla upp á.
Heðin, hvat dámar tær
við Jan Christiansen?
- Tað, sum mær dámar við
Jan Christiansen er, at hann
er fryntligur, og lættur at
koma á tal við í tí dagliga.
Ja, hann er kanska ov lættur
onkuntíð, vil eg siga.
Er tað nakað tær ikki
dámar við honum?
-Tað veit eg ikki. Tá tú ert í
politikki, so eru tað ávísar
avtalur og annað sovorið,
sum skulu haldast. Hjá
honum er tað eisini hetta
við ikki at halda orð og
avtalur.
Hvat meinar tú
ítøkiliga við?
-Tað veit eg ikki, um eg vil
útdýpa. Tað er ymiskt, sum
gongur aftur fleiri ár.
Jan, er nakar grundleggj-
andi munur á tær og
Heðini?
-Eg haldi tað er ein
grundleggjandi munur. Nú
skal eg ikki gera okkum
politikarar betri enn vit eru,
tí okkara fremsta mál er
altíð at blíva valdir. Eg
haldi ein grundleggjandi
munur á mær og Heðin er,
at Heðin hugsar fyrst og
fremst um atkvøðurnar, og
síðan hvønn politikk, hann
vil reka aftaná.
Eg haldi hinvegin, at eg
fyrst hugsi um politiska
málið, eg havi sett mær
fyri, og síðan mugu veljar-
arnir gera av, um teir eru
samdir við mær ella ikki.
Heðin, hvat sigur tú
til hasa útsøgnina ?
-Ja, hatta má vera ein
útsøgn hjá Jan, tí hatta
passar
ikki.
Eg
haldi
hinvegin, eg havi altíð
borið orð fyri at hava sett
mær mál, sum eg havi roynt
at útføra. Eg haldi, at tey
allarflestu
málini
hava
eydnast, tí annars hevði eg
ikki sitið sum politikari í
Tórshavnar býráð øll hesi
árini.
Eg haldi annars ikki tað
er nakar grundleggjandi
munur á okkum báðum, tí
vit eru báðir politikarar. Jan
roynir at fáa atkvøður til
eitthvørt val, og tað geri eg
eisini, men vit gera tað
kanska upp á hvør sín
máta. Tað er ein spurning-
urin, hvussu tú velir at selja
teg upp á.
Býráðsarbeiðið knýtir
Jan, minnist tú, hvar tú
møtti Heðini fyrstu ferð?
- Ja, eg havi sjálvandi
møtt Heðin, áðrenn eg fór
upp í politikk (Jan varð
fyrstu
ferð
valdur
í
Tórshavnar býráð í 1984,
Fakta:
Heðin Mortensen
59 ár
Borgarstjóri
Føddur í Trongisvági
Búsitandi í Havn
Jan Christiansen
47 ár
Býráðslimur og lærari
Føddur í Havn
Búsitandi í Hoyvík
Nr. 141 - 27. juli 2005
9
blðm). Eg haldi fyrstu ferð,
eg møtti Heðin, var úti í
Havnar Róðrarfelag, tá
húsið hjá teimum var
rættiliga nýtt. Hetta hevur
verið í 1974.
Heðin, minnist tú eisini
hetta sum fyrstu ferð ?
-Ja, tað skal passa væl sum
Jan sigur. Annars havi eg
altíð kent Jan. Beiggja
hansara Viggo lærdi hjá
Wenzel, tá eg arbeiddi har,
og í tí samanhanginum
kom Jan ofta framvið hjá
Wenzel.
Jan, eru tú og Heðin væl
í tí dagliga?
-Nú veit eg ikki, hvat tú
leggur í væl. Eg og Heðin
eru ongantíð komnir somu
støð, og vit ganga heldur
ikki í føðingardag hjá
hvørjum øðrum. Vit koma
ikki saman privat, men
sjálvandi eru vit á talu-
fótum.
Heðin, er tað eisini
tín fatan?
-Ja, tað er rætt. Vit eru ikki
saman í tí privata. Tað
hevur altíð verið serliga
býráðsarbeiðið, sum hevur
knýtt okkum saman.
Jan, er tað nakar eginleiki
við Heðini, tú øvundar?
-Ja tað er. Nú haldi eg, at
Heðin brúkar fjølmiðlarnar
í so nógv. Hann dugir í so
væl at koma í fjølmiðlarnar.
Tað er ein góður eginleiki í
politikki at fáa fjølmiðlar-
nar við tær, og tað dugir
Heðin væl. Hatta hevði
tonkt mær at duga í størri
mun.
Heðin, er tað nakar
eginleiki við Jan,
tú øvundar?
-Tað vil tað altíð vera. Í
politikki er tað altíð onkur,
sum hevur nakrar eginleik-
ar, sum onkur annar ikki
hevur. Eg dugi kortini ikki
siga akkúrat, hvør eginleiki
við Jan, eg hevði viljað
havt.
Heðin, Er Jan Christiansen
broyttur gjøgnum árini?
- Ja hann er broyttur nógv.
Hann er meira jørðbundin
nú, enn hann var, tá hann
kom upp í politikk. Hann er
búnaður nú gjøgnum tíðina,
og Jan er eisini blivin ein
betri politikari við árunum.
Jan, er Heðin Mortensen
broyttur við árunum?
Ein stórur munur á okkum
er, at Heðin er 12 ár eldri
enn eg. Hann var familju-
maður og hevði børn, tá eg
kom í politikk, meðan eg
var ein stórur tannáringur.
Eg rokni við, at eg eri
broyttur nógv meira enn
hann. Heðin er ikki broyttur
tað stóra, uttan at hetta er
tann triði flokkurin, hann er
í, síðan eg varð valdur í
býráðið. Hann er tann sami
maðurin bara í trimum
ymiskum flokkum.
Valnáttin
Jan, nívir valnáttin í fjør-
heyst teg framvegis?
-Eg visti, tá eg setti meg í
borgarstjórasessin, at tað
kundi bara varða í fýra ár,
so eg var fyrireikaður upp á
at lata borgarstjórasessin
frá mær. So er tað sagt.
Hinvegin havi eg ongantíð í
lívinum verið svikin so
nógv sum tað kvøldið.
Ongantíð.
Eg havi ongantíð mist so
nógv fyri einum persóni so
skjótt. Tað svíðir at vera
svikin, men politikki mást
tú liva við tí. Tú hoyrir ofta,
at politikkur er ljótur og
fúlur, men tað havi eg
ongantíð skrivað upp á.
Hatta var so tað einasta
dømi, eg kenni til, at
politikkur
er
rættiliga
ljótur.
Heðin, hugsar tú nakrantíð
aftur á avgerðina, tú tókst
eftir býráðsvalið 9. novem-
ber?
-Sjálvandi hugsi eg um tað,
men tað er ikki nakað, eg
hugsi um hvønn dag. Skal
eg vera heilt erligur í dag,
og hyggja aftur, so var tað
heilt avgjørt rætta avgerð-
in. Eg havi eisini verið
svíktur mangan í politikki.
Tú kanst kanska siga, at
eg havi lært av Jan. Eftir
býráðsvalið í 1996 høvdu
vit eina klokkuklára avtalu
um halda fram í samgong-
uni, men tá virkaði Jan
Christiansen fyri, at vit
endaðu uttanfyri ávirkan, tá
hann á miðari nátt gjørdi
eina avtalu í Kaldbak. Tá
metti eg meg ordiliga
svíktan , tí vit høvdu eina
greiða avtalu áðrenn.
Heldur tú framvegis at tað
var ein røtt avgerð at skifta
flokk?
-Tú mást minnast, at eg fór
ikki úr flokkinum, men eg
varð útihýstur. Leiðslan í
Sambandsflokkinum valdi
at blanda seg í kommunu-
politikk, og tað eigur hon
ikki. Eg hugsi framvegis av
og á um avgerðina og eg
angri ikki avgerðina ein
dag, tí innanhýsis stríðið í
Sambandsflokkinum
var
blivi ov stórt eftir ósemjur í
fleiri ár.
Eg tvíhaldi framvegis
um, at Tórshavnar býráð
hevði brúk fyri einum stýri,
og tí var avgerðin hjá mær
neyðug. Eg kundi snøgt
sagt ikki halda fram í Tórs-
havnar býráð við Jan
Christiansen sum borgar-
stjóra, og tískil var avgerðin
røtt.
Framtíðar samstarv
Jan, kann tað koma upp á
tal, at tú fert í býráðssam-
gongu við Heðin Morten-
sen aftur?
-Í politikki mást tú
ongantíð klamsa eina hurð
aftur. Men eg vil í hvussu
ferð ímynda mær, at tað
verður torført, og hann
verður ikki tann fyrsta
loysnin í samráðingum,
men tú skalt ongantíð siga
ongantíð.
Tá tú gert eina sam-
gongu, so er tað sum eitt
hjúnarlag. Tú ert ikki giftur
við einum persóni, sum tú
slettis ikki hevur álit á, og tí
vil tað vera torført at gera
eina samgongu við ein
persón, sum til ein og
hvørja tíð kann svíkja teg
fyri sín egna fyrimun. Hetta
vil vera ein sein loysn.
Heðin, hvussu metir tú
útlitini vera fyri einum
framtíðarsamstarvið
við Jan?
-Ja, eg meti tað er
møguligt. Tú kanst ikki
brúka gamalt agg til nakað
sum helst, eg kann sum
einki gera samgongu við
Jan Christiansen einaferð í
framtíðini. Endamálið í
politikki er at fáa framt
nøkur ting og tað dragar seg
ikki persónarnar í sam-
gonguni.
Mynd: Bárður
»Sirkusið á Vaglinum« var stríðið rópt, tá Heðin
koppaði Jan Christiansen av trónini í býráðnum í
2004. Jan Christiansen sigur í hesari samrøðuni
frá juni 2005, at honum dámar ikki tað við Heðini,
at hann heldur ikki orð. »Tað er so ikki ein maður,
tú kann stóla upp á,« segði Jan Christiansen tá.