Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 30. november 2012 14 VIKUSKIFTI rættarskipan Jansu á Ryggi post@sosialurin.fo Ávísir samfelagsbólkar eru meiri út­ settir fyri at verða ákærdir og dømdir enn aðrir, dómarar eru politiskt litaðir og ásettu leiklutirnir í rættarskipanini eggja til subjektiva døming, ikki objektivi­tet, eru bert nakrar av ákær­ unum frá granskarum, ið hava sína bak­grund í sosialsálarfrøðini. Onkrar av hesum ákærum eru eftirhondini rætt­uliga kendar, ímeðan aðrar eru minni kendar. Men ákærirnar ímóti modernaðu rættarskipanini eru í roynd og veru ein uppgerð við ráðandi fatan­ina av rættarskipanini sum ein neutralur instansur, ið objektivt vigar øll atlit sakligt og á jøvnum føti. Tað er eftirhondini eitt væl grundað uppáhald, at menniskja ikki er ført fyri at skoða veruleikan objektivt. Vit eru øll litaði og sálarfrøðin hevur staðfest eina ørgrynnu av sonevndum »bias« – veruleikafatanum og fordómum – ið ávirka okkara møguleikar fyri at meta um tingini objektivt. Eitt klassiskt dømi úr sálarfrøðini er »confirmation bias«, ið sipar til ein íbornan hug til at tulka nýggja vitan og upplivingar, soleiðis at tær hóska saman við teirri vitan, vit longu halda okkum hava um eitthvørt. Men hvussu ávirka hesar tendensir møgu­leikarnar hjá dømandi valdinum at liva upp til síni neutralitets idealir? Diskriminatión er klassiska dømi Statsvaldið vinnur á borgaranum – aloft­ast. Danski professarin í løgfrøði, Preben Stuer Lauridsen, hevur alment víst á, at í rættarmálum millum borg­ aran og tað almenna í Danmark, fær borg­arin bert viðhald í 5 til 7 prosentum av mál­unum í einumhvørjum givnum ári. Sambært honum gevur hetta nakrar greiðar ábendingar um hvar loyali­ tet­urin í seinasta enda liggur – hjá arbeiðs­gev­arinum. Er hetta beint, er talan um tvørrandi áhugamál ið elva til diskriminatión. Við øðrum orðum ber hagfrøðiliga til at siga, at tað í nógvum førum er rættuliga ósannlíkt at vinna í trætu­málum við tað almenna. Men summir samfelagsbólkar eru verri fyri enn aðrir. Klassiska dømi eru ovurfyltu fongslini í USA, har littir ameri­kanarar eru í stórum meiriluta í mun til hvítar amerikanarar. Hetta hóast ameri­kanska dómsvaldið sigur seg vera óheft. Men er orsøkin einfalt at hesi fremja størri brotsgerðir enn onnur? Ella eru myrkari frágreiðingar uppá spæl? Ameri­kanski professarin í løgfrøði, Michelle Alexander, ið hevur granska í rasistiskari diskriminatión, hevur víst á, at orsøkin til, at tað er torført at prógva rasist­iska diskriminatión er, at hægsti rættur í USA hevur sum meginreglu, at til­vitað rasisma skal kunna prógvast áðrenn málið verður tikið upp. Men sambært henni avdúka nógvu handtøkurnar, serliga í samband við rúsevni, eina greiða linju. Sonevnda »war on drugs« verður ført burturav mót­vegis fá­tækum grannaløgum har serliga afro­ameri­kanarar halda til, hetta hóast rúsevni eru eins vanlig millum hvíta miðalklassan. At júst hesi granna­ løgini eru á dagsskránni hjá løg­regl­uni er alt annað enn tilvildarligt, men av­ dúkar eina stereotypiska fatan av afro­ ameri­kan­arum hjá dómsvaldinum, vil hon vera við. Rættarskipanin er ideologisk Á ein hátt er rættarskipanin jú sjónliga ideologisk, hon er grundað á moralsk virðir og hugsanir um rætt og skeivt, ábyrgd, persónsfrælsið og so framvegis. Sostatt slepst ikki undan ideologi. Men goymir politisk ideologi seg eisini á einum meiri duldum stigi? Sambært ameri­kanaranum Dan Kahan, professara í sálarfrøði og løgfrøði á Yale Law School, hevur ein røð av kanningum stað­fest ein greiðan samanhang millum ideologiskar sannføringar og ítøkiligar rættar­úrskurðir. Sum dømi hevur hann víst á kann­ ingar sum avdúka, at í málum sum snúgva seg um harðskap í hjúnaløgum, har endin hevur verið, at kvinnan hev­ ur myrt mannin, er meiri sannlíkt, at dóm­arin ikki trýr at kvinnan hevur framt hetta í sjálvverju, um talan er um virðiskonservativar dómarar. Og øvugt, um talan er vinstrahallar dóm­ar­ar, eru størri sannlíkindi fyri, at dóm­arin trýr kvinnuni. Frágreiðingin kann vera, at Almenna fatanin er, at løgfrøði er grundað á skynsama tulking av givnum reglum og siðvenjum og at rættarúrskurðir eru ein spurningur um bestu prógvini. Men granskarar í sosialsálarfrøði bjóða nú løgfrøðiliga idealinum av. Fordómar og politisk ideologi spæla ein nógv størri leiklut í rættarskipanini enn vit geva okkum far um, er uppáhaldið Óhefta rættarskipanin ein mýta? Ávísir samfelagsbólkar eru meiri útsettir fyri at verða ákærdir og dømdir enn aðrir, dómarar eru politiskt litaðir og ásettu leiklutirnir í rættarskipanini eggja til subjektiva døming, ikki objektivitet, eru bert nakrar av ákærunum frá granskarum, ið hava sína bakgrund í sosialsálarfrøðini