fríggjadagur 30. november 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 30. november 2012
14
VIKUSKIFTI
rættarskipan
Jansu á Ryggi
post@sosialurin.fo
Ávísir samfelagsbólkar eru meiri út
settir fyri at verða ákærdir og dømdir
enn aðrir, dómarar eru politiskt litaðir
og ásettu leiklutirnir í rættarskipanini
eggja til subjektiva døming, ikki
objektivitet, eru bert nakrar av ákær
unum frá granskarum, ið hava sína
bakgrund í sosialsálarfrøðini. Onkrar
av hesum ákærum eru eftirhondini
rættuliga kendar, ímeðan aðrar eru
minni kendar. Men ákærirnar ímóti
modernaðu rættarskipanini eru í
roynd og veru ein uppgerð við ráðandi
fatanina av rættarskipanini sum ein
neutralur instansur, ið objektivt vigar
øll atlit sakligt og á jøvnum føti.
Tað er eftirhondini eitt væl grundað
uppáhald, at menniskja ikki er ført fyri
at skoða veruleikan objektivt. Vit eru
øll litaði og sálarfrøðin hevur staðfest
eina ørgrynnu av sonevndum »bias«
– veruleikafatanum og fordómum – ið
ávirka okkara møguleikar fyri at meta
um tingini objektivt. Eitt klassiskt dømi
úr sálarfrøðini er »confirmation bias«,
ið sipar til ein íbornan hug til at tulka
nýggja vitan og upplivingar, soleiðis at
tær hóska saman við teirri vitan, vit
longu halda okkum hava um eitthvørt.
Men hvussu ávirka hesar tendensir
møguleikarnar hjá dømandi valdinum
at liva upp til síni neutralitets idealir?
Diskriminatión
er klassiska dømi
Statsvaldið vinnur á borgaranum –
aloftast. Danski professarin í løgfrøði,
Preben Stuer Lauridsen, hevur alment
víst á, at í rættarmálum millum borg
aran og tað almenna í Danmark, fær
borgarin bert viðhald í 5 til 7 prosentum
av málunum í einumhvørjum givnum
ári. Sambært honum gevur hetta nakrar
greiðar ábendingar um hvar loyali
teturin í seinasta enda liggur – hjá
arbeiðsgevarinum. Er hetta beint, er
talan um tvørrandi áhugamál ið elva til
diskriminatión. Við øðrum orðum ber
hagfrøðiliga til at siga, at tað í nógvum
førum er rættuliga ósannlíkt at vinna í
trætumálum við tað almenna.
Men summir samfelagsbólkar eru
verri fyri enn aðrir. Klassiska dømi
eru ovurfyltu fongslini í USA, har littir
amerikanarar eru í stórum meiriluta í
mun til hvítar amerikanarar. Hetta hóast
amerikanska dómsvaldið sigur seg vera
óheft. Men er orsøkin einfalt at hesi
fremja størri brotsgerðir enn onnur? Ella
eru myrkari frágreiðingar uppá spæl?
Amerikanski professarin í løgfrøði,
Michelle Alexander, ið hevur granska í
rasistiskari diskriminatión, hevur víst á,
at orsøkin til, at tað er torført at prógva
rasistiska diskriminatión er, at hægsti
rættur í USA hevur sum meginreglu,
at tilvitað rasisma skal kunna prógvast
áðrenn málið verður tikið upp.
Men sambært henni avdúka nógvu
handtøkurnar, serliga í samband við
rúsevni, eina greiða linju. Sonevnda
»war on drugs« verður ført burturav
mótvegis fátækum grannaløgum har
serliga afroamerikanarar halda til, hetta
hóast rúsevni eru eins vanlig millum
hvíta miðalklassan. At júst hesi granna
løgini eru á dagsskránni hjá løgregluni
er alt annað enn tilvildarligt, men av
dúkar eina stereotypiska fatan av afro
amerikanarum hjá dómsvaldinum, vil
hon vera við.
Rættarskipanin er ideologisk
Á ein hátt er rættarskipanin jú sjónliga
ideologisk, hon er grundað á moralsk
virðir og hugsanir um rætt og skeivt,
ábyrgd, persónsfrælsið og so framvegis.
Sostatt slepst ikki undan ideologi. Men
goymir politisk ideologi seg eisini á
einum meiri duldum stigi? Sambært
amerikanaranum Dan Kahan, professara
í sálarfrøði og løgfrøði á Yale Law
School, hevur ein røð av kanningum
staðfest ein greiðan samanhang millum
ideologiskar sannføringar og ítøkiligar
rættarúrskurðir.
Sum dømi hevur hann víst á kann
ingar sum avdúka, at í málum sum
snúgva seg um harðskap í hjúnaløgum,
har endin hevur verið, at kvinnan hev
ur myrt mannin, er meiri sannlíkt, at
dómarin ikki trýr at kvinnan hevur
framt hetta í sjálvverju, um talan er um
virðiskonservativar dómarar. Og øvugt,
um talan er vinstrahallar dómarar, eru
størri sannlíkindi fyri, at dómarin trýr
kvinnuni. Frágreiðingin kann vera, at
Almenna fatanin er, at løgfrøði er grundað á skynsama tulking av givnum
reglum og siðvenjum og at rættarúrskurðir eru ein spurningur um bestu
prógvini. Men granskarar í sosialsálarfrøði bjóða nú løgfrøðiliga
idealinum av. Fordómar og politisk ideologi spæla ein nógv størri leiklut
í rættarskipanini enn vit geva okkum far um, er uppáhaldið
Óhefta
rættarskipanin
ein mýta?
Ávísir samfelagsbólkar eru meiri útsettir fyri at
verða ákærdir og dømdir enn aðrir, dómarar eru
politiskt litaðir og ásettu leiklutirnir í rættarskipanini
eggja til subjektiva døming, ikki objektivitet, eru
bert nakrar av ákærunum frá granskarum,
ið hava sína bakgrund í sosialsálarfrøðini