fríggjadagur 30. november 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 30. november 2012
15
VIKUSKIFTI
vinstrahall sum heild intuitivt taka
størri hædd fyri sosialum umstøðum
enn høgrasinnað. Men hvussu ávirkar
ideologi støðutakan? Eru rættarúr
skurðir ikki bert ein spurningur um
bestu prógvini?
Til at greina hetta, hevur Dan Kahan
víst á hægstarættarmál í USA, har stríð
hevur tikið seg upp millum hægsta
rættardómarar um, hvørt statir í USA
hava rætt til at krevja serlig statslig
samleikaprógv frá veljarum tá teir
skulu fara á val. Her gerst spurningurin
fyri hægsta rætt: hvørji faktum eru av
gerandi? Fer treytin at tilskila sær slík
prógv at leggja óneyðugar byrðar á
veljarar? Ella eru slík samleikaprógv
neyðug fyri at verja ímóti valsnýti? Við
øðrum orðum: Skulu størri atlit takast
til – rættin at velja – ella áhugamálini
hjá einstøku statinum at verja ímóti
snýti? Men júst hvussu henda vigan
av atlitum fer fram, er ikki ideologiskt
óheft, vil hann vera við.
Tí samstundis sum dømi opinlýst er
ideologiskt – demokratar bera ótta fyri
at reglan setir fátækar veljarar í eina
verri støðu, tí tað kann vera ein avbjóð
ing hjá teimum at fáa fatur á serligu
samleikakortinum – vil Dan Kahan
vera við, at ideologisk sannføring
ávirkar sjálvan hugsunnarháttin hjá
hægstarættardómarunum á einum
ótilvitaðum stigi, ið teir sjálvir ikki eru
varugir við. Sálarfrøðiliga frágreiðingin
er, at fólk ótilvitað, men selektivt velja
tulkingarmeginreglur ígjøgnum sínar
ideologisku brillur.
Í førinum við samleikakortinum vilja
høgrasinnaðir hægstarættardómarar
intuitivt favorisera persónliga ábyrgd
og »landaskil« og kravinum um sam
leikakort. Við øðrum orðum vil Dan
Kahan vera við, at ideologiskir munir
einfalt eru íbornir eginleikir í okkara
heilum, og tískil vilja lita allar avgerðir
vit taka.
Yvirspæla sín leiklut
Rættarmál eru grundað á væl tilskilaðar
sosialar leiklutir, við ákærum, verjum,
dómarum, ákærdum og nevningum,
har hvør einstakur av hesum spælir sín
serstaka leiklut. Opinlýsti kritikkurin
hevur sjálvandi verið at víst á, at bæði
umdømislig og fíggjarlig áhugamál ofta
standa uppá spæl í einum rættarmáli.
Bæði verji og ákæri hava greið áhuga
mál í at vinna eitt rættarmál. Men
spurningurin er, um leiklutirnir sjálvir
ávirka sjálvan førleikan til at hugsa
objektivt ella neutralt?
Kanningar ið væl kendi týski Max
Planck granskingarstovnurin hevur
staðið fyri, avdúka ígjøgnum eina røð
av eftirgjørdum rættarsakum – har lut
takarar hava fingið løn fyri at spæla
ávísan leiklut – at eisini aftaná simuler
aðu rættarsøkirnar, hava fólk sum heild
hug at halda fast við sínari tulking
av rættarmálinum og úrskurðinum.
Professararnir Andreas Gløckner og
Cristoph Engel, ið stóðu fyri kanning
ini hava í síni frágreiðing víst á, at leik
lutirnir í sær sjálvum eggja til selektiva
próvførslu og frammanundan skaptar
niðurstøður.
Í veruligu rættarskipanini, har veru
lig umdømis og fíggjarlig áhugamál
standa uppá spæl, er gerandiskostur hjá
ákærum og verjum at spáa um møgu
leikarnar fyri at vinna eina rættarsøk
áðrenn hon fer ígongd. Tulkingin hjá
teimum báðum professarunum er, at tá
ein slík meting verður gjørd, er vandi
fyri at fólk vera »fangað« í einari tulk
ing av málinum, ið ótilvitað elvir til
selektiva tulking av møguligum prógv
um og ábendingum. Umframt at trúgv
in uppá egnan tulkingarmátt, økir enn
meiri um selektivitetin.
Sambært teimum báðum hevur hetta
stóran týdning fyri løgfrøðina og rættar
skipanina sum heild, tí at kanningin
avdúkar, at givnir leiklutir í roynd og
veru ávirka háttin fólk hugsa, og fær
tey at viga møguligt próvtilfar selektivt,
umframt møguliga at yvirmeta sínar
møguleikar at vina. Afturat hesum
kemur so beinleiðis fíggjarliga og um
dømisliga drívmegin til at vinna eitt
rættarmál, ið aftur ávirkar førleikarnar
at hugsa objektivt.
Stóri spurningurin granskarar hava
sett til framtíðina er sjálvandi, um
vit onkunsvegna kunnu skipa rættar
skipanina soleiðis, at hon fyribyrgir
ávirkanina av »íbornum menniskjan
ligum tendensum«, ið tykjast spilla
spælið og óheftnis ímyndina av rættar
skipanini.
Statsvaldið vinnur á borgaranum – aloftast.
Í Danmark, fær borgarin bert viðhald í 5 til 7
prosentum av málunum í einumhvørjum givnum
ári. Hetta gevur nakrar greiðar ábendingar um
hvar loyaliteturin í seinasta enda liggur – hjá
arbeiðsgevarinum, vil danskur professari vera við
Goymir politisk ideologi seg á einum duldum stigi í rættarskipanini? Ein røð av kanningum hevur staðfest ein
greiðan samanhang millum ideologiskar sannføringar og ítøkiligar rættarúrskurðir