Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er ein ræðandi tanki, at so nógvir bilar sleppa at koyra á vegunum, utt­an at teir eru sýnaðir eftir for­skriftunum. Tað heldur Brynhild Høgna­dóttir, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslu­trygd. - Tað er púra greitt, at tað er ikki til frama fyri ferðslu­trygdina, at bilar ikki verða sýnaðir so ofta, teir eiga. - Á Ráðnum fyri Ferðslu­trygd harmast vit al­mik­ið um, at ferðslu­trygd­in verður sett vanda á hend­an hátt, leggur hon aftur­at. Serliga heldur hon, at tað er ein ræðandi tanki, at lastbilar og bussar sleppa at koyra so leingi utt­an at verða sýnaðir. - Eru lastbilar og buss­ar uppi í óhappum og vanlukkum, kunnu av­leið­ing­arnar verða syndar­lig­ar, tí tey eru so tung ak­før – og bussarnir eru ofta full­ir av fólki, eisini skúla­b­ ørnum. Annars hevur Løg­ ting­ið samtykt, at vit skulu hava eina null- hugsjón í ferðsl­u­ni. Tað merkir, at Løg­ ting­ið hevur sett sær fyri at skipa ferðsluna soleiðis, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligan løst í ferðslu­ ni. Men leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd heldur ikki, at tað sampakkar ser­liga væl við null-hug­sjón­ina, at bílarnir ikki verða sýnaðir so ofta, teir eiga. Ein ræð­ andi tanki Trý ár afturúr Stjórin á Akstovuna sigur, at í royndunum at arbeiða eftir­ støðu­na undan, royna tey at kalla bilarnar í tí eldra enda­ num inn til sýn. Men tað gongur strilti. - Sum dømi nevnir hann, at lastbilar eiga at verða sýn­ að­ir hvørt ár, men í løtuni hava vit fleiri lastbilar, sum ikki eru sýnaðir í hálvttriðja ár ella trý ár. Hinvegin sigur hann, at seinastu tíðina hevur ak­s­tov­ an raðfest bilasýn í Suðuroy og í Norðoyggjum, men hesa næs­tu tíðina verður tað sýn­ ið í miðstaðarøkinum, sum verður raðfest. - Tað er í mið­stað­ar­øki­ num, at eftirstøðan er størst, skoyt­ir hann upp í. Sjálvandi kann tað fáa óhep­nar avleiðingar fyri ferðslu­trygdina, at eftir­støð­ an er so stór, heldur hann. Hinvegin ásannar hann eisini, at tað er sera sjáldan, at tað eru teknisk brek, sum eru orsøkin til álvarslig ferðslu­óhapp ella vanlukkur. - Tað er aloftast av menni­ skjans­ligum ávum, leggur hann afturat. Men tað er onki at ivast í, at tað besta er at kalla bilar til sýn við jøvnum millumbili, sig­ur Jákup Jacobsen. Hetta eigur at fáa ávaringarklokkurnar at ringja Sum støðan er nú, hava vit ongan livandi møguleika Álvarsmál Akstovan er spard inn á bein og hon hevur ikki longur ráð til at sýna bilar so ofta, sum teir skulu sýnast eftir lógini. Í løtuni standa yvir 11.000 bilar á bíðilista – og listin veksur í hvørjum trygdin í vanda