Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Á heysti í 1966 gav J. Símun Hansen út Havið og vit 2. partur, sum hann nevndi Minniligir dagar. Tá var eg ellivu ára gamal, og tað hevði stórt árin at lesa um, hvussu forfedrarnir og tey, sum undan fóru, stríddust fyri at vinna til dagsins uppihald, og hvussu tað viðhvørt ikki gekk, sum tað var ætlað, og hvussu bygdir kendu ræðuleikan av at missa, og vív og konur kendu vónloysi ómált og pínuna ósagda, tí brostin var strongurin, sum eitt sinn til spæl var upp spentur, sum Petur Háberg yrkti í sambandi við vanlukkuna 1. desember 1937. Hjá mongum okkara eru tað dagar og vikur og mánaðir og kanska ár ímillum, at vit eru á sjónum. Tað var annars sjógvurin, sum bant bygdir og oyggjar saman. Ólíka lagaligari var tað ofta at seta seg í bátin og verða fergaður upp á pláss í staðin fyri at leggja á fjøllini, tá ið dagurin var stutt­ur og geingið vánaligt. Fyri seinna heimsbardaga vóru flestu mannfólkini skipsmenn og útróðrarmenn, og prísurin var høg­ ur, sum havið tók fyri at geva fong. Svínoy lá væl fyri til útróður, svínoyingur fiskaðu væl, og svín­ oyingar rindaðu nógv. Sjey bátar gingu burtur í knappliga áttati ára tíðarskeiðnum frá 1861 og fram til 1937, og 28 svínoyingar og menn, sum vóru í Svínoy, fingu í hesum tíðar­skeiðnum váta grøv orsaka av báts­vanlukkum. Fyri hundrað árum síðani Um tríggjar vikur vera tað hundrað ár síðani, at fimm blaðungir svín­oy­ ingar sjólótust 20. desember 1912. Teir lógu og drógu 3-4 fjórðingar úr landi inni norðuri í Miðhavinum, tá ið ein Grimsby trolari sigldi teir niður. Tveir menn bjargaðust. Teir vóru Símun Jacobsen úti í Váli og Jógvan Olsen á Geilini. 16 ára gamli Niels Andreas Jensen var ein teirra, sum sjólætst. Símun Jacobsen átti tveir brøður, sum ikki komu aftur – 16 ára gamli Joen Jacob Jacobsen og 18 ára gamli Hans Jacob Jacobsen. Jógvan Olsen átti tveir brøður, sum ikki komu aftur – 19 ára gamli Hans Pauli Olsen og 25 ára gamli Óli Olsen. Símun, Joen Jacob og Hans Jacob vóru brøður Edvard Jacob­ sen, Edvard í Svínoy, sum í bók síni, Minniligar hendingar, millum annað sigur soleiðis um henda dagin: Vit vóru í skúla, og brádliga kem­ur ein trolari við fullari ferð og stevn­ir inn á Svínoyarvík. Fyrsta hann kom undan Nesinum, fór hann at ýla og ýldi allan vegin inn­ eftir, til hann tók frá uttan fyri lendingina. Vit skiltu øll, at nakað álvarsamt var áfatt. Menn fóru um­borð at vita, og eina løtu seinni sóu vit teir koma í land aftur, og ein teirra segnaði niður á helluna, sum hann græt...Eg minnist, hvussu omma lá niður á beinkin og græt. Trígg­ir beiggjar mínir vóru við báti­num...Hetta var eitt hart slag fyri alla bygdina og ikki minst fyri foreldur míni, sigur Edvard Jacob­ sen. Systir Edvard, Ingrid Mellem­ gaard og maður hennara Henry, fluttu í 1960 úr Svínoy og til Havn­ ar. Hon var ommusystir mín, og eg búði hjá teimum tvey ár, tá ið eg gekk í studentaskúla. Viðhvørt tosaðu hon og tey um hesa ræðuligu hendingina, sum í dagsins samfelag kennist so fjar og kám, men sum kortini bara er hundrað ár og 2-3 ættarlið burturi. Malla og Edvard plagdu at vera inni á gólvinum hjá teimum, tá ið tey vóru í Havn, og eisini hetta var nakað, sum knýtti tey saman. Fyri 75 árum síðani Í morgin, leygardagin 1. desember, eru 75 ár síðani bátsvanlukkuna í Havsbøll. Fýra menn – tríggir svín­oyingar og ein klaksvíkingur – fórust í syndarligu vanlukkuni, sum so ofta hevur verið umrødd. Britons Pride var henda miku­ dagin farin av Klaksvík og suður til Havnar. Eftir at hava verið aftur á Klaksvík, fór Pride norður í Hvannasund. Tríggir svínoyingar vóru við. Teir vildu fegnir sleppa til hús, og eftir at teir høvdu lænt bát í Sundi, fór Pride út undir Svín­ oynna. Veðrið var heldur ólagaligt, og vest­fallið var uppkomið. Ætlanin var at seta svínoyingarnar á land í Kleyvini, og teir fóru í bátin. Lívið í einum ævigum bardaga Hugleiðingar í sambandi við at tað 1. desember eru 75 ár síðani bátsvanlukkuna í Havsbøll og í sambandi við, at tað 20. desember verða hundrað ár síðani skakandi bátsvanlukkuna, tá ið eingilskur trolari sigldi svínoyarbát niður