fríggjadagur 30. november 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Streymurin tók bátin ímóti íðuni
Havsbøll, og í skýmingini tók
Pride bátin upp á sleip fyri so at
siga at koma upp á pláss aftur. Tá
var tað, at báturin skrædnaði. Tað
eydnaðist sundamanninum, sum
var í bátinum, at sleppa upp á Pride
aftur, meðan hinir fýra sjólótust.
Klaksvíkingurin var 20 ára gamli
Godtfred Matras. Svínoyingarnir
vóru 45 ára gamli Tummas Jacob
sen á Rókini, 30 ára gamli Rasmus
Heinesen Har Heimi og 41 ára gamli
Jóannes Hansen úti í Váli. Jóannes
var skipari á sluppini Haraldi, Ras
mus plagdi at vera bestimaður hjá
honum, og Tummas var kokkur við
Haraldi.
Pápi
mín,
Karsten
Hansen,
sum var 80 ára gamal, tá ið hann
doyði í 2001, vaks upp í Svínoy,
og onkuntíð segði hann okkum
sína uppliving av hesum degnum
í morgin fyri 75 árum síðani, tá
ið hann var 17 ára gamal. Kona
Jóannes úti í Váli, Birita, var most
ur pápa. Henda dagin bað hon
Karsten og Jóan Paula Hansen,
sum var yngsti beiggi Jóannesar
og besti ungdómsvinur Karsten
í Svínoy, fara ímóti Jóannesi og
hinum svínoyingunum. Jóannes
hevði nógva máling í viðføri, og teir
skuldu hjálpa honum at bera fitta
teinin úr Kleyvini og heim í bygd
ina.
Teir bíðaðu, og tað tók at skýma
og gjørdist myrkt, men tað sást
einki til Pride. Tá ið teir komu heim
aftur í bygdina, vóru boð komin úr
Sundi og út til Svínoyar um, hvussu
støðan var.
Rímuligt var hetta ein øgiligur
skelkur. Mamma mín, Ragnhild, var
tá 10 ára gomul. Hon hevur so ofta
sagt, at hon saman við Petru, skyld
konuni, sum var systir Rasmus Ol
sen í Sjóvinnubankanum, sat inni
hjá ommu Petru, sum var gomul og
blind og seingjarliggjandi úti á Bø.
Øll bygdin var upptikin av, hvussu
tað mundi vera við Pride. Tá ein
menningartarnaður maður kom
út á Bø, og Petra spurdi, um hann
visti nakað frá Pride, var tað sjálv
andi ógvusligur skelkur, tá ið hann
svaraði, at báturin var farin um, og
allir vóru deyðir!
Sjálvandi var skelkurin serliga
stórur og meinur hjá familjunum.
Tummas og Rasmus vóru ógiftir.
Birita og Jóannes áttu fimm børn.
Ein doyði sum smádrongur, og Biri
ta og tey fýra børnini fluttu ikki so
nógv seinni til Klaksvíkar.
Sangurin
Í hesi vikuni fyri 75 árum síðani
vóru samfelagsmøtir í Ebenezer.
Jóannes úti í Váli var á møtunum.
Hann var vanur at bera orðið
fram í lítlu brøðrasamkomuni í
Svínoy, og hann hevði orðið á sam
felagsmøtunum. Tá ið tíðindini
um syndarligu vanlukkuna bór
ust, mintust tey, sum høvdu ver
ið á møtinum, tá ið Jóannes hevði
havt orðið, at hann hevði tikið til,
at eitt er heilt vist, at á samfelags
møtunum næsta ár sita vit ikki øll
her.
Ein av teimum, sum hevði hoyrt
Jóannes bera orðið fram í Ebe
nezer, var Petur W. Háberg, sum
tá var 23 ára gamal. Beinanvegin
eftir vanlukkuna yrkti hann hesa
yrkingina, sum var at lesa í Dag
blaðnum:
Á tú sorgbundna sál, tú, hvørs leið
varð so løgd,
at hon ber gjøgnum skýmligan dal!
Er títt vónloysi ómált, tín pína ósøgd,
brostin strongur, sum eitt sinni til
spæl
var upp spentur, og brennur enn
eygað á tær
eftir grát, eftir svøvnleysa nátt –
hygg tá upp, upp um fjøllini –
Kongurin har,
missir hann sína megi, sín mátt!
Tað, sum ísakalt vatn er til tystandi
hjørt,
er hans æviga lyfti til tín;
burt fer stúran og sorg, burt fer
náttin so svørt -:
Óttast ei, Jákups ætt, tú ert mín!
Kann ein móðir enn gloyma sítt
bróstabarn her,
aldri, aldri mítt barn gloymi eg;
hygg, í hendurnar mínar tú teknaður
er –
sál, er hetta ei nokk fyri teg?
P. W. Háberg
Longu í somu viku, sum yrkingin
var í bløðunum, læt Jens Guttesen
hana í yndisliga lagið, sum síðani
hevur verið brúkt til sangin.
Í einari Cantabile sending í
útvarpinum hjá Kringvarpinum
fyri stuttum spældi Eyðun á Lakju
ni henda sangin. Tá helt hann fyri,
at yrkingin saman við lagnum boða
frá, at teir báðir, Petur og Jens, vóru
tátíðar Lennon/McCarthney!
Minningarhaldini
Vit eiga øll í okkara familjum
og ættum onkran, sum er farin
á sjónum. Tí kennist tað so við
komandi og bærligt, at vit alla
halgannadag á hvørjum ári steðga
á og minnast teir, sum fóru og ikki
bóru boð í bý.
J. Símun Hansen tekur soleiðis til
um sambandið millum føroyingar
og sjógvin og um støðuga stríðið og
bardagan, ið gekk fyri seg:
Hetta er søgan um eitt lív í ævig
um bardaga, um eina náttúru, sum
ongantíð helmaði í at bjóða av, sum
endurtók avbjóðingina til hvørt
einasta ættarlið í túsund ár. Men hon
skapaði eisini fólkið, gjørdi tað skikk
að at byggja eitt so kargt land og
røkja eitt so vandafult hav; hon gav
tí skil og styrki, treystleika og dirvi....
Gekst væl, gekst illa, takkar
songin gloymdu teir ikki; tað, sum
kom av sjónum, var ein Guds gáva,
og hana mátti takkast fyri. Tá ið teir
løgdu frá landi, góvu teir seg í Guds
hendur, ikki bert seg sjálvan, men
eisini bátin.
Tíðin stendur ikki í stað...Tær
nýggju ættirnar kenna seg minni
heftar av tí bygdafelagsskapi, sum
var ein treyt fyri gamla bygdasam
felagnum, tær eru meira einstak
lingar, og teimum dámar betur at
sita í sjálvdrátti.
Soleiðis skrivaði J. Símun Han
sen fyri knappliga hálvari øld síða
ni, og tað takka vit honum fyri.
Um lív og lagnu hjá teimum, sum
fórust fyri hundrað og fyri 75 árum
síðani og allar hinar, sum fingu váta
grøv í Svínoy og Norðoyggjum og
allar aðrar staðir kring landið og
teirra eftirkomarar – og tað eru vit
øll – kunnu vit bara taka undir við
Øssuri Berghamar, tá ið hann yrkir
(hann hevur sjálvur sett meistarligt
lag til hesa føgru yrkingina):
1.Tað er so ymiskt sum lív várt er
lagað,
stundum vit leika og læa sum børn.
Beiskleikar lívsins viðhvørt okkum
ræða,
skýggini myrku tey boða frá ódn.
Signingarríkt, at ein lærdi at kenna
hann, sum við orði í ódn skapti logn.
Og, tá ið álvarans spurningar brenna,
eingin er størri og dýrari ogn.
2.Skiftandi streymar um lívsleiðir
reka.
Brotini stundum so leikaðu á,
skip várt varð løstað – vit fingu ein
leka,
bønin sum neyðarróp steig okkum frá.
Men tá ið ódnin á náttini longu
tóktist at taka burt megi og mátt,
sást hann at koma á bylgjum til
gongu.
Skip várt varð bjargað – og horvin var
nátt.
3.Frelsari, kom tú og tak um mítt
róður,
loðsur tú ver mær og set mína kós.
Tú hevur verið mær vinur so góður.
Orð títt á leið míni lykt er og ljós.
Rødd tín, hon talar, og stormarnir
lúta –
hómast í havsbrúnni land fyri stavn –
fram móti Himli so siglir mín skúta
inn í ta ljósu og ævigu havn.
Øssur Berghamar
Bátsvanlukkur í Svínoy 1861-1937
4. desember 1861
á handilsferð í Sundi
6 menn
30. juli 1877
á útróðri í Miðhavi
3 menn
25. september 1884
á handilsferð í Klaksvík
2 menn
16. apríl 1892
á handilsferð í Klaksvík
2 menn
20. desember 1912
á útróðri í Miðhavi
5 menn
13. desember 1913
á útróðri norðan fyri Høvdan
6 menn
1. desember 1937
út fyri Havsbøll
4 menn