Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Streym­urin tók bátin ímóti íðuni Havs­bøll, og í skýmingini tók Pride bátin upp á sleip fyri so at siga at koma upp á pláss aftur. Tá var tað, at báturin skrædnaði. Tað eydnaðist sundamanninum, sum var í bátinum, at sleppa upp á Pride aftu­r, meðan hinir fýra sjólótust. Klaksvíkingurin var 20 ára gamli Godtfred Matras. Svínoyingarnir vóru 45 ára gamli Tummas Jacob­ sen á Rókini, 30 ára gamli Rasmus Heinesen Har Heimi og 41 ára gamli Jóannes Hansen úti í Váli. Jóannes var skipari á sluppini Haraldi, Ras­ mus plagdi at vera bestimaður hjá honum, og Tummas var kokkur við Haraldi. Pápi mín, Karsten Hansen, sum var 80 ára gamal, tá ið hann doyði í 2001, vaks upp í Svínoy, og onkuntíð segði hann okkum sína uppliving av hesum degnum í morgin fyri 75 árum síðani, tá ið hann var 17 ára gamal. Kona Jóannes úti í Váli, Birita, var most­ ur pápa. Henda dagin bað hon Karst­en og Jóan Paula Hansen, sum var yngsti beiggi Jóannesar og besti ungdómsvinur Karsten í Svínoy, fara ímóti Jóannesi og hin­um svínoyingunum. Jóannes hevði nógva máling í viðføri, og teir skuldu hjálpa honum at bera fitta teinin úr Kleyvini og heim í bygd­ ina. Teir bíðaðu, og tað tók at skýma og gjørdist myrkt, men tað sást einki til Pride. Tá ið teir komu heim aft­ur í bygdina, vóru boð komin úr Sundi og út til Svínoyar um, hvussu støð­an var. Rímuligt var hetta ein øgiligur skelk­ur. Mamma mín, Ragnhild, var tá 10 ára gomul. Hon hevur so ofta sagt, at hon saman við Petru, skyld­ konu­ni, sum var systir Rasmus Ol­ sen í Sjóvinnubankanum, sat inni hjá ommu Petru, sum var gomul og blind og seingjarliggjandi úti á Bø. Øll bygdin var upptikin av, hvussu tað mundi vera við Pride. Tá ein menningartarnaður maður kom út á Bø, og Petra spurdi, um hann visti nakað frá Pride, var tað sjálv­ andi ógvusligur skelkur, tá ið hann svar­aði, at báturin var farin um, og allir vóru deyðir! Sjálvandi var skelkurin serliga stórur og meinur hjá familjunum. Tummas og Rasmus vóru ógiftir. Birita og Jóannes áttu fimm børn. Ein doyði sum smádrongur, og Biri­ ta og tey fýra børnini fluttu ikki so nógv seinni til Klaksvíkar. Sangurin Í hesi vikuni fyri 75 árum síðani vóru samfelagsmøtir í Ebenezer. Jóan­nes úti í Váli var á møtunum. Hann var vanur at bera orðið fram í lítlu brøðrasamkomuni í Svínoy, og hann hevði orðið á sam­ felags­møtunum. Tá ið tíðindini um syndarligu vanlukkuna bór­ ust, mintust tey, sum høvdu ver­ ið á møtinum, tá ið Jóannes hevði havt orðið, at hann hevði tikið til, at eitt er heilt vist, at á sam­felags­ møtunum næsta ár sita vit ikki øll her. Ein av teimum, sum hevði hoyrt Jóannes bera orðið fram í Ebe­ nezer, var Petur W. Háberg, sum tá var 23 ára gamal. Beinanvegin eftir vanlukkuna yrkti hann hesa yrkingina, sum var at lesa í Dag­ blað­num: Á tú sorgbundna sál, tú, hvørs leið varð so løgd, at hon ber gjøgnum skýmligan dal! Er títt vónloysi ómált, tín pína ósøgd, brostin strongur, sum eitt sinni til spæl var upp spentur, og brennur enn eygað á tær eftir grát, eftir svøvnleysa nátt – hygg tá upp, upp um fjøllini – Kongurin har, missir hann sína megi, sín mátt! Tað, sum ísakalt vatn er til tystandi hjørt, er hans æviga lyfti til tín; burt fer stúran og sorg, burt fer náttin so svørt -: Óttast ei, Jákups ætt, tú ert mín! Kann ein móðir enn gloyma sítt bróstabarn her, aldri, aldri mítt barn gloymi eg; hygg, í hendurnar mínar tú teknaður er – sál, er hetta ei nokk fyri teg? P. W. Háberg Longu í somu viku, sum yrkingin var í bløðunum, læt Jens Guttesen hana í yndisliga lagið, sum síðani hevur verið brúkt til sangin. Í einari Cantabile sending í útvarpi­num hjá Kringvarpinum fyri stuttum spældi Eyðun á Lakju­ ni henda sangin. Tá helt hann fyri, at yrkingin saman við lagnum boða frá, at teir báðir, Petur og Jens, vóru tá­tí­ð­ar Lennon/McCarthney! Minningarhaldini Vit eiga øll í okkara familjum og ættum onkran, sum er farin á sjónum. Tí kennist tað so við­ komandi og bærligt, at vit alla halgan­nadag á hvørjum ári steðga á og minnast teir, sum fóru og ikki bóru boð í bý. J. Símun Hansen tekur soleiðis til um sambandið millum føroyingar og sjógvin og um støðuga stríðið og bar­dagan, ið gekk fyri seg: Hetta er søgan um eitt lív í ævig­ u­m bardaga, um eina náttúru, sum ongantíð helmaði í at bjóða av, sum endur­tók avbjóðingina til hvørt einasta ættarlið í túsund ár. Men hon skapaði eisini fólkið, gjørdi tað skikk­ að at byggja eitt so kargt land og røkja eitt so vandafult hav; hon gav tí skil og styrki, treystleika og dirvi.... Gekst væl, gekst illa, takkar­ songin gloymdu teir ikki; tað, sum kom av sjónum, var ein Guds gáva, og hana mátti takkast fyri. Tá ið teir løgdu frá landi, góvu teir seg í Guds hend­ur, ikki bert seg sjálvan, men eisini bátin. Tíðin stendur ikki í stað...Tær nýggju ættirnar kenna seg minni heft­ar av tí bygdafelagsskapi, sum var ein treyt fyri gamla bygda­sam­ felag­num, tær eru meira ein­stak­ ling­ar, og teimum dámar betur at sita í sjálvdrátti. Soleiðis skrivaði J. Símun Han­ sen fyri knappliga hálvari øld síða­ ni, og tað takka vit honum fyri. Um lív og lagnu hjá teimum, sum fór­ust fyri hundrað og fyri 75 árum síða­ni og allar hinar, sum fingu váta grøv í Svínoy og Norðoyggjum og allar aðrar staðir kring landið og teirra eftirkomarar – og tað eru vit øll – kunnu vit bara taka undir við Øssuri Berghamar, tá ið hann yrkir (hann hevur sjálvur sett meistarligt lag til hesa føgru yrkingina): 1.Tað er so ymiskt sum lív várt er lagað, stundum vit leika og læa sum børn. Beiskleikar lívsins viðhvørt okkum ræða, skýggini myrku tey boða frá ódn. Signingarríkt, at ein lærdi at kenna hann, sum við orði í ódn skapti logn. Og, tá ið álvarans spurningar brenna, eingin er størri og dýrari ogn. 2.Skiftandi streymar um lívsleiðir reka. Brotini stundum so leikaðu á, skip várt varð løstað – vit fingu ein leka, bønin sum neyðarróp steig okkum frá. Men tá ið ódnin á náttini longu tóktist at taka burt megi og mátt, sást hann at koma á bylgjum til gongu. Skip várt varð bjargað – og horvin var nátt. 3.Frelsari, kom tú og tak um mítt róður, loðsur tú ver mær og set mína kós. Tú hevur verið mær vinur so góður. Orð títt á leið míni lykt er og ljós. Rødd tín, hon talar, og stormarnir lúta – hómast í havsbrúnni land fyri stavn – fram móti Himli so siglir mín skúta inn í ta ljósu og ævigu havn. Øssur Berghamar Bátsvanlukkur í Svínoy 1861-1937 4. desember 1861 á handilsferð í Sundi 6 menn 30. juli 1877 á útróðri í Miðhavi 3 menn 25. september 1884 á handilsferð í Klaksvík 2 menn 16. apríl 1892 á handilsferð í Klaksvík 2 menn 20. desember 1912 á útróðri í Miðhavi 5 menn 13. desember 1913 á útróðri norðan fyri Høvdan 6 menn 1. desember 1937 út fyri Havsbøll 4 menn