fríggjadagur 30. november 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 30. november 2012
6
VIKUSKIFTI
og hvussu hesi megna at samstarva.
Tilgongdin frá einum hugskoti til tað
verður sett í verk, er munandi styttri
her. Kommunan hevur roynt at syrgt
fyri, at eingin stendur uttanfyri av
sosialum orsøkum. Nógv tiltøk, vit
hava skipað fyri, hava verið ókeypis
at luttaka í ella kostað somikið lítið,
at øll kunnu vera við. Eg vil, at har er
eitt slag av sosialari javning í mongum
Tað verður ikki serliga stuttligt, og sam
stundis alt ov lítið at gleðast um, tá bara
tín egna pengamappa skal avgera, um
tú kann uppliva okkurt serligt av og á,
sigur hann og heldur fram mest sum í
sama andadrátti.
– Vit skulu kortini stilla upp í polit
iskum flokkum her. Tað er ein stórur
fyrimunur at hava eitt trygt bakland,
sum tú kann leita tær ráð hjá og styðja
teg til, heldur enn at standa einsamallur,
umboðandi teg sjálvan. Men eg havi
fyrr víst á, at ein borgarstjóri skal velj
ast beinleiðis. Veljarin hevur ofta ov
lítla ávirkan á politikkin, sum verður
rikin. Hann veit ikki, hvør fer í stjórn,
og hvør kósin verður, tá atkvøðurnar
eru taldar. Einstaki veljarin skal í størri
mun vita, hvat hann fær fyri atkvøðuna.
Tað er fólkaræði eftir mínum tykki,
sigur Heðin Mortensen, sum fegin
sær, at løgmaður eisini verður valdur
beinleiðis.
Heðin í meldrinum
Fyrrapartin leygardagin tann 1. oktober
2011 bóru føroysku tíðindaportalarnir
og útvarpið feskastu tíðindini úr
høvuðsstaðnum. Umsíðir var um
stríddi minkurin, sum var komin við
Norrønu tvær vikur frammanundan,
skotin. Prógvið var ein stór mynd av
borgarstjóranum og minkinum.
Fjølmiðlarnir hava ongantíð havt so
stóran týdning fyri ein politikara sum
nú. Umrøða er alneyðug, um tær skal
vera lív lagað sum politikari. Útvarpið,
sjónvarpið, bløðini og sosialu miðlarnir
eru samskiftispallar, har politikarin
sendir ein boðskap til borgarnar. Úrslitið
er, at politikkur er ofta ein sjónleikur
í miðlunum. Heðin Mortensen er við
tíðini vorðin eitt politiskt brand, sum
dugir væl at brúka sosialu miðlarnar.
Tað er einki nýtt undan væðingini.
Heðin Mortensen hevur altíð brúkt
fjølmiðlarnar. Í royndini at sleppa upp
í býráðspolitikk í 1972, ringdi hann ofta
til journalistar á blaðredaktiónunum og
spurdi, um tey kundu skriva ein blað
stubba um hetta og hatta. Ei undur í, tí
annars visti eingin, at hann var til.
Heðin Mortensen hevur fólk, sum
hjálpa og ráðgeva honum, tá ið tøl og
fakgreinar skulu skrivast, tí politikkur
skal vera fólksligur. Tí er í lagi at brúka
pengar til tað. Hann leggur kortini
doyin á, at hann skrivar høvuðsinni
haldið í øllum sínum lesarabrøvum,
áðrenn hann verður vegleiddur. Hann
góðkennir eisini alt, sum fer út undir
sínum navni.
– Skrivaði eg alt liðugt sjálvur, so
hevði eg ikki havt tíð til annað. Tú
spyr um spunasmiðir. Eingin spinnir
fyri meg, men eg havi fólk, sum hjálpa
mær at skriva. Eg stýri mínum egna
politikki, men tað eru dugnaligari
skrivarar enn eg, sum hjálpa til at seta
orð á politikkin, sum er stungin út í
kortið av mær. Tá verður boðskapurin
greiðari, og tað er ein fyrimunur fyri
allar partar, heldur Heðin fyri.
Søgan um minkin er eitt dømi um,
at Heðin Mortensen roynir at sleppa
framat í fjølmiðlunum, tá tað ber til.
Fleiri halda, at borgarstjórin ger dekan
ov nógv av og ger alt fyri at sleppa
framat. Hví er neyðugt at senda mynd
og tekst til miðlarnar, tá ein minkur er
deyður?
– Hatta er eitt stuttligt dømi. Málið
um minkin var í roynd og veru nakað,
sum fjølmiðlarnir sjálvir blástu upp.
Hvønn dag í sjey dagar varð tosað
dúgliga um henda vælsignaða minkin,
og eg varð spurdur fleiri ferðir av
journalistum, um nakað nýtt var at
frætta. Nógva umtalan bar við sær, at
ein ótti breiddi seg. Fólk fóru at stúra
fyri, hvørjar ónáðir minkurin fór at
gera. Vit sissaðu borgararnar við at
boða frá, at hann loksins var skotin. Tað
er ein partur av starvinum eftir mínum
tykki. Eg veit ikki, hvar markið er fyri,
hvat tú kann senda út alment. Alt skal
heldur ikki bara vera tungt og stirvið,
sum kemur her frá. Men eg havi ongan
tíð álagt miðlunum at taka upp tað, eg
sendi teimum. Tað er ikki mín avgerð,
vissar Heðin Mortensen um.
Álitið millum seg og borgararnar
hevur altíð havt nógv at siga fyri
sitandi borgarstjóran. Sum teirra um
boð í politiska arbeiðinum vil hann
kunna um, hvat rørir seg í kommununi.
Hann vil hava samband við fólkini,
sum búgva har, og tað fær hann við at
gagnnýta sosialu miðlarnar.
Stóra avbjóðingin í dag er at koma
í samband við øll tey, sum ikki brúka
sosialu miðlarnar. Her roynir Heðin
Mortensen at vitja og vísa seg har,
sum fólk eru og koma saman, sama
um tað er til tiltøk, hátíðarløtur ella
jarðarferðir. Av tí sama sigur hann seg
kenna nøvnini á øllum borgarunum í
kommununi.
Politikkarar nógv at læra
Heðin Mortensen situr við krossanum
beinum og kagar út gjøgnum vindeygað
við útsýni yvir á grasvøllin á Vaglinum,
meðan hann greiðir íðin frá. Myrkið
er so smátt farið at leggja seg sum ein
dýna yvir býin. Myrkurstíðin stendur
fyri durum.
Hesin dagurin hevur verið fjøltátt
aður sum allir aðrir dagar. Hann er á
rennibreytini hvønn morgun klokkan
hálvgum sjey, áðrenn hann fer til
arbeiðis, har snurrandi myndatól, tiltøk,
fíggjarstýring, fundir og annað seta
dagskránna frá morgni til myrkurs.
Her fær hann eisini javnan gestir á
gátt. Hann sigur frá minniríku løtuni,
tá børn frá Dagstovninum á Velba
stað vóru á vitjan og spurdu um eitt
tivoli við rutsjibanum, trampolin og
hoppiborg á Velbastað og sparkivøll
við tilhoyrandi spæliplássi í Kirkjubø.
Tann eini dittaði sær eisini at spyrja,
um borgarstjórin hevði nakað at gera
við, at veðrið brádliga varð so gott tann
morgunin. Svarið frá borgarstjóranum
var, at sparkivøllurin í Kirkjubø var
ávegis, men málið um tivoli á Velbastað
mátti helst fáa eina drúgva og gjølliga
viðger.
Heðin Mortensen er allastaðni –
altíð fúsur á staðnum við blómum og
øðrum, tá hátíðarløtur eru, og vísir
samkenslu, tá sorgarløtur eru. Onkur
rópar hann damp-barn. Men uppskriftin
er, sambært honum, at viljin at vilja
gevur orku. Og hann hevur við sínum
66 árum enn ambitiónir, hugskot og er
fullur av lívi.
– Summi viðmerkja, tí eg altíð royni
at vera tilstaðar. Tað er ein stórur fyri
munur at hava beinleiðis samband við
fólkini, tú umboðar. Har fái eg eina
rúgvu av tilskoti og íblástri. Tað er um
ráðandi fyri meg at vísa fólki virðing
fyri tí stóra sjálvbodna arbeiði, ið nógv
gera. Eg vil í øllum førum ikki sita sum
ein konservativur, súrur og hástórur
borgarstjóri handan læstar dyrð. Eg vil
vera millum borgararnar har, sum gleði
og sorg er, sigur Heðin Mortensen.
At steðga á eina løtu og vísa hvør
øðrum virðing og áhuga, er nakað,
sum øll, serliga politikarar, kundu lært
seg, heldur borgarstjórin. Politikarar
hava lyndi at gloyma menniskjasliga
partin av starvinum. Teir eru vanlig
menniskju, sum umboða onnur vanlig
menniskju, bæði hág og lág.
– Tað er ikki fyri at ljóða frelstur,
men samkensla og samstarv hava altíð
verið ein inngrógvin partur av mær.
Politikkur viðkemur øllum fólkum, og
tað eru nógv menniskjalig atlit at taka.
Hvør verður ávirkaður, tá skatturin fer
upp? Borgararnir, ikki fíggjarmálaráðið.
Hvar búgva tey heimleysu? Á gøtuni,
ikki í innlendismálaráðnum. Politikkur
snýr seg um menniskju, og tað er mill
um menniskju, at pulsurin skal takast.
Tað er sera umráðandi at vita, hvat rørir
seg í býnum, um tú vil føra skynsaman
politikk.
Óviss framtíð
Eftir beinleiðis sjónvarpsinnslagið og
viðtaluna í høllini á Hálsi, fóru Jóannes
Hansen og Bogi Godtfred, sum sótu í
sjónvarpsstovuni í Vørsluni, at hug
leiða um einanstandandi valúrslitið
hjá Heðini Mortensen og Javnaðar
flokkinum.
Valúrslitið er upplagt høvi hjá
Javnaðarflokkinum at rannsaka seg
sjálvan, helt Jóannes Hansen fyri, tí
tað verður ein dagur aftaná Heðin
Mortensen.
– Tann, sum hevur vunnið valið í
Havn í kvøld, tað er ikki Javnaðarflokk
urin. Tann, sum hevur vunnið valið í
kvøld, tað er Heðin Mortensen. Tað
burdi kveikt nakrar tankar í Javnaðar
flokkurin, hvat flokkurin vil í fram
tíðini. Heðin verður 70 ár, tá komandi
valskeið er runnið, og tað er vanligt
aðrastaðni, at tað verður sett við, vísti
Jóannes Hansen á.
66 ára gamli borgarstjórin verður
eisini ofta spurdur, um hetta verður
hansara seinasta seta í starvinum.
Hann kann ikki svara spurninginum,
tí hann veit ikki svarið. Hóast ein bók
við endurminningum er í umbúna, har
Heðin vil vísa sítt politiska lív handan
leiktjøldini, ger hann greitt, at høvi er
enn ikki at tosa um sítt eftirmæli – men
um hann skal seta orð á, sigur hann seg
fremst av øllum ikki vilja hava sitandi
á sær, at nakað liggur í órøkt, tá hann
takkar fyri seg. Bókin kemur heldur
ikki í bræði.
Sum hann bar fram undir valstríð
num, so er nógv framt, men meira skal
fremjast. Trivnaðarkósin skal haldast,
og vanlukkuligi streymurin av ungum
fólkum, ið floyma av landinum, skal
steðgast umgangandi. Havnin er so
smátt farin at bløða út. Stóra avbjóð
ingin nú er at skapa ein modernaðan
føroyskan høvuðsstað, sum skal draga
fólk til sín.
Tað verður ein dagur aftaná Heðin
Mortensen. Á kommunuvalinum tann
13. november søgdu meirilutin av borg
arunum í Tórshavnar kommunu, at
tann dagurin skal ikki koma enn.
– Eg finni hurðina sjálvur, tá tíðin
er búgvin. Tað er hon ikki enn, sigur
Heðin Mortensen.
– Eg havi ikki lagt nóg nógv fyri í landspolitikki. Løgtingsarbeiðið, sum
oftast er tungt og drúgt lógarsmíð, hóskar ikki til mítt lyndi. Sum býráðs
politikari kann tú ávirka viðurskiftini beinleiðis. Løgtingsarbeiðið hóskar
ikki til mítt lyndi. Eg eri ótolin, og tað skal henda okkurt allatíð. Tað kann
vera ein vansi, og onkutíð havi eg kanska gjørt nakað skjótt av. Ótolni ger
hinvegin, at eg fái nógv frá hondini. Men eg iðri meg ikki um nakað, sigur
Heðin Mortensen um tað frambrotið í landspolitikki, sum ongantíð kom
Heðin Mortensen er føddur 7.
apríl 1946 í Trongisvági, har hann
búði fyrstu barnaaárini. Sum smá
drongur flutti hann til Havnar, har
hann hevur búleikast síðan.
Hann er giftur Hjørdis Egholm
Mortensen, og tey eiga fýra børn.
Heðin er útbúgvin maskin- og
bilmekanikari, og hann hevur eisini
útbúgving sum bilsýnismaður og
tryggingarmaður. Hann arbeiddi
sum maskin- og bilmekanikari í
17 ár. Fór í starv sum tryggingar
maður hjá Tryggingarfelagnum
Føroyar í 1978.
Veruliga frambrotið í lands
politikki kom ongantíð. Hann sat
sum løgtingsmaður fyri Sam
bandsflokkin í Suðurstreymoyar
valdømi frá 1998 til 2004, men
hevur eisini verið varamaður á
tingi í styttri tíðarskeið í 1989,
1990, 1991, 1993 og 2004.
Heðin Mortensen hevur serliga
gjørt vart við seg í býráðspolitikki.
Hann var á fyrsta sinni valdur í
1972 og hevur verið býráðslimur
uttan slit síðan. Hann tók við sum
borgarstjóri tann 1. januar 2005.
Fremsta áhugamálið hevur
altíð verið ítróttin. Hann var
formaður í Havnar Róðrarfelag,
áðrenn hann kom í stjórn hjá ÍSF
sum starvsnevndarskrivari í 1979.
Hann bleiv forseti har árið eftir
og sat í samfull 28 ár. Umframt
tað var hann formaður fyri Havnar
Sjónleikarfelag árini frá 1997 til
2003.
Fakta: heðin mortensen