Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 30. november 2012 7 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Stóribeiggi í vesturi – USA – dugir ávís ting sera væl. At gera kakur og góðgæti er eitt av teimum. Vit hava funnið nakrar søtar uppskriftir, sum saktans kunnu gerast partur av føroyska jólahugnanum Uppskriftin til Chocolate chip cookies á myndini »Cookies in a jar« Eitt frálíkt hugskot úr USA. »Cookies in a jar« verður ofta givið í vertsgávu, tá amerikanarar eru bodnir heim til vinir. Fyll eina vakra glaskrukku við turra tilfarinum, sum skal brúkast til eina góða kaku, og skriva ein lepa við tí tilfarinum á, sum skal gerast aftrat fyri gera kakuna lidna. Byrja við mjølinum niðast, síðan sukur, bakipulvur og so framvegis. Minst til at pressa hvørt lag rættiliga væl, soleiðis at tilfarið ikki blandast í krukkuni. Smelta sjokulátuna við lágum hita. Eitt nú kanst tú kóka vatn og lata sjokulátapetti í eina skál, og síðani leggur skálina niður í heita vatnið. Blanda alt saman við smeltaðu sjoku­ látuni. Legg blandingina í ein kakuform við baki­pappíri og set inn í køliskápið. Tá blandingin er stívnað, kanst tú bróta ella skera hana í passalig petti. Heimsins lekrasta jóla­góðgæti Eg havi givið tipp um hetta áður – men tað kann ikki gerast ov ofta. Um tú spyrt meg er hetta heimsins besta jólagóðgæti! Skriva á lepan: Tøm alt í krukkuni í eina stóra skál. Rør saman við einum koppi av flótandi smøri, tveimum eggum og vaniljuaroma. Ger til smákøkur og baka á 175 hitastigum í 10-12 minuttir. Vælgagnist! Byrja við at koyra mjølið niðast í krukkuna! 2,5 koppur av mjøli 1 tsk av bakipulvri 1 koppur av putursukri 1/2 koppur av sukri 1 koppur av havragrýni 1/2 koppur av turkaðum tranaberum 1 koppur av pistasiunøtum 1 koppur av sjokulátabitum Rocky Road jólagóðgæti 600 g av góðari sjokulátu 2 posar av Dumle 2 nevar av mini marshmallows (til ber eisini at klippa tey stóru í smærri petti) 3 dl av saltaðum cashew­- nøtum ella peanøtum 1 dl av pistasiunøtum Lekkurt kakao Hetta er sera hugnaligt og lætt at gera ein illveðursdag í desember. Smelta sjokulátu og fyll skeiðir við sjokulátuni og dryssa síðan yvir tað, tú ynskir at hava í kakanum. Skúmfidusar, nøtir, kokus ella hakkað góðgæti. Lat kølna. Hita mjólk og koyr skeiðina í mjólkina og rør í. Vælgagnist! Jólahugni the american way Prei: Eisini ber til at brúka lítlar kakuformar. Nýt tá træpinnar at stinga í sjokulátuna