mánadagur 3. desember 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Triði desember er av sam
eindu tjóðum settur at
vera dagur teirra, ið bera
brek. Tykist sum gamla
orðið handikapp í hesum
sambandi antin er við at
verða drigið inn ella við at
sníkja seg innaftur í mál
burðin um brek og skerdar
førleikar. Skuldi ikki verið
neyðugt, men kanska tek
in um at vit eiga at gera
nakrar málsligar tillagingar
á økinum.
Tað eru seinstu mongu
árini hendar stórar broyt
ingar í samfelagsins fatan
av fólki, ið ber brek, og
stórt arbeiði er gjørt fyri at
fáa skapt neyðugu viður
kenningina fyri kravinum
um
javnbjóðis
rættindi.
Nógv, góð og føgur orð og
góður vilji draga rættan
vegin.
Lógarbroytingar,
karmar og politiskur vilji
sama vegin, og alt so avger
andi neyðugt eisini.
Tað hevur tó eisini stór
an týdning hvussu vit
rúma hesum avbjóðingum
í málsliga landslagnum,-
hetta hvussu vit umtala
tað at bera brek. Her eru
eisini hendar broytingar,
sum
avspegla
broyttan
hugburð
samfelagsliga.
Nevnast kann, at tá ST
útnevndi 1981 til altjóða
ár fyri tey, ið bera brek,
so varð okkara málsligi
búni ”ár teirra brekaðu” –
avmyndandi vanliga mál
burðin (og uppfatanina) at
brekaður var nakað tú vart.
Snúningurin var um brekið.
Tú vart brekaður. Tú vart
menningartarnaður. Tú vart
skizofren. Tú vart autist.
Við øðrum orðum, at tú vart
títt brek. Seinnu árini hava
vit lært at leggja dent á alt
hitt, - alt tað fólk kunnu,
hóast teirra brek. Hetta má
so eisini avspeglast aftur
í okkara máta at umrøða
hesa viðurkenning (og hug
burðarbroyting). Tú ber eitt
brek. Tú hevur eitt brek. Tú
hevur menningartarn. Tú
hevur skizofreni. Tú hevur
autismu. Men tú ert so
ómetaliga nógv annað.
Orðið brek hevur vunnið
sær pláss, og tykist óneyð
ugt at grava fram aftur
gamla orðið handikapp og
royna at blæsa nýtt lív í
tað. Men tíðin er komin til
at vit lúka út í nøkrum av
teimum
samanhangum,
sum orðið brek inngongur,
og
her
eiga
almennu
myndugleikarnir altíð at
ganga á odda og slóða fyri.
Heitið”Ráðið fyri brekað”
avspeglar gamla fatan og
eigur at verða broytt til
”Ráðið fyri tey, ið bera brek”,
Meginfelag teirra Brekaðu
í Føroyum, eigur eisini at
taka neyðugu stigini og
kalla seg okkurt annað, t.d.
Meginfelag fyri tey, ið bera
brek, Ítróttarsamband fyri
brekað somuleiðis til Ítrótt
arsamband fyri tey, ið bera
brek........ osfr. Almanna
verkið í nýggjum búna
má tryggja avhøvdan av
”Brekdeild”, ”Brektoymum”
”Deildin fyri sinnisveik”
o.t., sum avspegla gamlan
hugburð.
Kanska
smálutir
á
leiðini, men tað hevur
rættuliga stóran týdning
hvussu vit seta orð á tær
avbjóðingar vit arbeiða fyri
at loysa.
Altjóða dagur teirra,
ið bera brek
Frá at vera
til at bera
Tormóður
Stórá
yvirlækni
kjak
Læknar og fosturtøka
Hoyrdi orðaskiftið seinasta
hósmorgun
um
uppskot
Miðfloksins við lóg at broyta
mannagongdina, tá ið um
fosturtøku ræður.
Hugsi, at eg havi skilt tað
rætt soleiðis, at eitt ráð av
professionellum fólkum skal
veita tvingaða ráðgeving til
kvinnur, sum ynskja fostur
tøku.
At tað ikki, so sum higartil
hevur verið galdandi, skal
vera ein kommunulækni,
sum
saman
við
einum
serlækna
í
gynækologi/
obstretikk skal meta um
støðuna, indikatiónina, sum
tað eitur á læknamáli.
Tá eg mótmæli summum
av tí, sum mín starvsfelagi
Jenis av Rana førir fram, er
tað ikki av tí, at eg ikki skilji
og góðtaki hansara grund
sjónarmið viðvíkjandi fostur
tøku. Eg virði tey eisini.
Tað, sum eg haldi vera
galið, er tann tvørrandi virð
ingin øvugta vegin.
Fyri tað fyrsta leggur Jenis
starvsfelagar sínar, komm
unulæknar og serlæknar á
Landssjúkrahúsinum undir
beinleiðis at misrøkja arbeiði
teirra. Hann skuldsetir lækn
arnar fyri ikki at geva nøkt
andi ráðgeving og at benda
lógina soleiðis, at samlaða
úrslitið mest er at líkna við
fría fosturtøku.
Hetta eru so harligir pá
standir, at teir áttu at havt
sum konsekvens eina kæru á
røttum stað - hjá Landslækn
anum, sum er ovasti myndug
leiki í slíkum málum.
Eg meti, at læknarnir –
bæði kommunulæknarnir og
serlæknarnir á Landssjúkra
húsinum – røkja hendan part
in av arbeiði teirra til lítar og
at teir halda seg innanfyri
galdandi lóggávu.
Fyri tað næsta – og tað
er eftir mínum tykki meiri
álvarsligt – sínir Jenis ein
totalan mangul upp á virðing
fyri teimum persónum, sum
málið veruliga viðvíkjur.
Tað snýr seg um kvinnur,
sum koma soleiðis fyri, at tær
orsakað av umstøðum kring
ein óætlaðan og óynsktan
graviditet ikki vita sær onn
ur ráð enn at biðja um fostur
tøku.
Uppgáva læknans er í
slíkum føri at hyggja at saml
aðu umstøðunum. Hann skal
meta um og vara av fysisku
og psykisku heilsuni hjá
kvinnuni.
Hann er í hesi støðu lækni
og ráðgevi. Avgerðina eigur
kvinnan .
Tað hevur týdning, at
læknin
respekterar
hesa
avgerð og tekur hana til eftir
tektar saman við meting síni.
Og at hann veitir ta hjálp og
tann stuðul, sum torføra
støðan krevur.
Læknin eigur í truplum
málum sum hesum at vera
eyðmjúkur. Hann eigur ikki
leiklutin sum betrivitandi
og fordømandi autoritetur.
Brúk er heldur ikki fyri
meting ella dómi frá prestum,
sálarfrøðingum ella hvør
nú kann hugsast at skula
sita í tí nevnd, sum uppskot
Miðfloksins umtalar.
Eg meti eg ikki, at nevnda
uppskot eigur at vinna frama
á tingi.
D. Petur
Højgaard
kommunulækni.
Atgongumerki fáast til keyps á www.ebillett.fo,
Vodafone í SMS og í Kunningarstovuni í Havn.
Kostnaður vaksin:
Fyrstu 1.000 atgongumerkini í forsølu: 375,-
Eftir hetta: 435,- í forsølu.
Við dyrnar (avmarkað nøgd): 495,-
Forsøla børn 5 ár til og við 13 ár: 100,- (Við dyrnar 150,-)
29. juni 2013 frá kl. 15 til 03
18-25
ØLTELT GRILLPARTY SPÆLILAND
HOPPIBORGIR BARNAUNDIRHALD
ÁRSINS KONSERTDAGUR Í VÁGSBOTNI
AURA
DIONE
DMA2012: Årets Danske Kvindelig
Kunstner og Årets Danske Hit
BLAZE BAYLEY
PAUL Di'ANNO
(DK)
2013
ATGONGUMERKI VAKSIN
18-25
Fyrivarni: Ikki er loyvt at taka fløskur og fýrverkarí inn við á konsertøki. Hetta atgongumerkið verður ikki afturgoldið, um
konsertin verður lutvíst ella heilt avlýst vegna óregluliga flúgving, serlig ring veðurlíkindi ella grundað onnur viðurskifti, sum
fyrireikararnir ikki hava ræði á.
www.voxbotn.fo
Kr. 375,-
2013
TÓNLEIKUR • ØLTELT • GRILLPARTY
BARNATILTØK • HOPPIBORGIR o.m.a.
2 071473 968010
2013
18-25
Tórshavn
ÁRSINS
JÓLAGÁVU-
HUGSKOT
ATGONGUMERKI
TIL VOXBOTN
Í FLØGUHÚSA.
Fæst ókeypis á
sølustøðunum
+ fleiri onnur kend nøvn
Vinir lova ikki vinum
at koyra skít
>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>
>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>