Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Tjóðveldi í breiða samstarvinum Nú kann býráðið fara til ar­ beiðis aftur. Liðið er sett og vøllurin gjørdur klárur. Vit eru øll 13 á sama báti og skula í felag fáa tað besta burtur úr fyri borgararnar í allari Tórshavnar kommunu. Okkara fyrsta raðfesting var framhald av samgonguni millum Tjóðveldi og Javn­ aðar­flokkin, sum í felag hava stýrt kommununi í heili átta ár, men samstarvsflokkur okkara fór so nógv upp í slokk, at hann einsamallur kundu taka alt upp á seg. Tað valdi hann ikki at gera, men heldur at bjóða øll­um pørtum í býráðnum upp í eitt breitt samarbeiði, tey nevna. Tað hevði verið oyði­mark­ ar­gongd við lít, sótu vit uttan fyri hetta samarbeiði, so vit valdu í fullari semju at vera við. Vit hava sæti í øllum fimm føstu nevndunum, fíggj­ar­nevnd, teknisku nevnd, menta­málanevnd, trivnaðar­ nevnd og vinnunevnd, og vit hava formannin í tí nýggju serstøku økisnevndini, sum serliga skal taka sær av, at bygdirnar í kommununi verða dagførdar og mentar. Vit havnarfólk hava kanska lyndi til at fokusera upp á Miðbýin og Vágsbotn og leiðirnar har í nánd, men uttan fyri Verona er eisini ein týdningarmikil verð. Allir flokkar verða umboðaðir í tí nýggju økisnevndini, sum nývaldi kollfirðingurin Jákup Dam fer at stjórna. Samstundis er avgjørt, at øll mál, sum hava við bygd­ irnar at gera, hereftir fara um eina skrivstovu á Vagl­ inum, sum skal síggja til, at mál teirra verða viðgjørd og avgreidd á røttum stað í rími­ligari tíð. Avbjóðingarnar uttan fyri tættbýlini í høvuðs­ staðnum eru stórar, og skal býráðið liva upp til, at øll í kommununi hava javnbjóðis kor, so er tað í tøkum tíma, at hesi stig verða tikin. Nógv at fremja Eitthvørt býráð byggir á herðarnar á tí undanfarna. Eisini býráðið, sum fer til verka 1. januar 2013. Tað er umráðandi fyri Lista E at vera við at stýra Tórs­havnar kommunu, nú ein rúgva av ætlanum skal setast í verk, sum vit hava verið við til at loysa úr lagdi og leggja ætlanir um. Kann bara nevna úr rúgv­uni Brúnna um Sandá, Musikkskúlan, Reinsaríið, 50 metra svimjihøllina, nýggjan fólkaskúla, dagføringina av Tórsvølli til altjóða stadion, golfvøllin á Glyvursnesi og mangt, mangt annað. Dentur má eisini leggjast á ferðslutrygdina um alla kommununa, vit mugu út­ vega grundstykkir fyri rími­ ligar prísir bæði í bygdum og tættbýlum, og í heila tikið mugu vit brynja høv­ uðs­staðin soleiðis, at hann framvegis verður eina perla í Norðurhøvum, sum før­ oyingar og onnur vilja virka í og liva sítt lív í. Áhaldandi stríð okkara fyri vinnumenning og ný­ skap­an er nú komið hagar til, at Tórshavnar býráð lok­ sins hevur fingið sína vinnu­ nevnd. Tað er eitt framstig, sum vit vænta okkum nógv av. Tann livandi lestrarbý­ ur­in og fjølbroyttir bú­stað­ ar­møguleikar fyri rími­ligar prísir eru enn í huga­heim­in­ um, men gera ongar skreytir har. Har má farast ítøkiliga til verka bæði skjótt og brátt. Fíggjarliga er kommunan væl fyri. Vit fara framvegis at brúka skattaborgaranna pening við góðum skili til frama fyri trivnaðin og góða framtíð í Tórshavnar komm­ unu. Tað er tað, sum býráðs­ arbeiðið snýr seg um. Góða ferð. Jógvan Arge varaborgar­ stjóri Niðurlagingin av samfelag­ num heldur áfram Seinasta høgra innkastið hevði Kári Højgaard, lítla klípa hjá samgonguni, nú Ak­stovan liggur í andaleypi, og tí ikki kann røkja sínar lóga­skyldugu uppgávur. Sum okkum øllum kunnugt, so er ein ørgrynna av bilum seldir í hesum árinum. Hetta er fyrst og fremst orsakað pensiónsráninum upp á 220 milliónir krónur, ið fóru út til ein skattalætta, har summir inntøkubólkar vóru fjálgaðir við upp til 7000 krónum um mánaðin. Løgmaður, sær sjálvum líkt, metti at hann hevði tað so sanniliga uppiborðið at fáa henda skattalætta. Nógv vóru tey sum longu áðrenn skattalættin varð samtyktur, ið mettu at bila­ sølan koma at seta met i 2012 orsakað skattalættanum. Og rætt fingu tey, samstundis hevur sami landskassi fingið nógvar milliónir í mvg og skrásetingargjaldið, seinasta árið. Sostatt skuldi einki ver­ ið til hindurs fyri, at nøkta tørvin á Akstovuni, áðrenn ein álvarslig vanlukka hendir. Tað er í veruleikanum ófatu­ ligt, at samstundis sum vit hava eina 0 hugsjón, at eingin skal doyggja í ferðsluni, so koyra 11.000 akfør á veg­ unum, sum ikki eru kannaði sambært galdandi lógum á økinum. Hetta er bara eitt av mong­um dømum, sum vísir, at rættarkenslan hevur fing­ ið eitt álvarsligt skot fyri bógvin, frá fyrsta degi av síðan henda høgrasamgonga tók við. Sambært oddagrein í Dimmu um vikuskiftið, so stendur í millum ann­að. citat. Skipini hjá Fiskiveiðu­ eftirlitinum hava ikki peng­ ar fyri olju og kunnu tí ikki uppfylla sinar eftir­litis­ skyld­ur. Hetta skulu vit ann­ars gera sum part av okkara altjóða samstarvi. Tað byggjur ikki bert á álit, men so sanniliga eisini um eftirlit. Vit hava eitt fiskirann­ sóknarskip har botnurin var við at rusta burtur. Olju­ peng­arnir vóru brúktir til at viðlíkahalda skipið fyri. Rannsóknir og royndar­ trolingar eru eisini ein partur av okkara skyldum mótvegis øðrum og eru grundarlag undir stovnsmetingunum. Í vikuni hoyrdu vit eis­ini, at Akstovan ikki megnar at sýna bilarnar, so tað gongur eisini út yvur trygdina. Hetta boðar ikki frá javnvág í politisku skip­ anini. Seinasta dømi um, hvat hent er í samfelagnum er, at Almannaverkið nú ikki megnar at gjalda lágløntum arbeiðsfólkunum, fyri teir tímar, tey arbeiða, men bert grundlønina. citat endað. Men undir øllum umstøð­ um, so sigur Innlendis­mála­ ráðharrin, at landskassin ikki hevur tøkan pening til at halda landsins lógir fyri. Ístaðin fyri, so skulu allir bileigarar gjalda tað, ið tað kostar, at Akstovan kann røkja sínar skyldur. Spennandi verður hvør ella hvørjir koma at fíggja eitt nýtt havrannsóknarskip. Vón­andi kemur verandi fiski­ rannsóknarskip at halda seg flótandi, til tað nýggja skipið gerst veruleiki. Hvørja avleiðing hevði tað fingið, um fiskirann­ sóknar­skip úr Íslandi ella aðra staðir høvdu havt ein 40 ára gamlan avoldaðan saltfiskatrolara til at røkja sínar skyldur, sum ein fram­ komin fiskivinnutjóð hev­ ur tørv á. Og hvussu ber tað til, at tann flokkurin, sum hevur misrøkt hesa upp­gávu, og sum sigur seg verða stabiliteturin fyri eini tryggari fiskivinnu, nú í skjótt 30 ár hevur um­sitið fiskivinnuna, sam­stundis sum okkara fiski­rann­sókn­ arskip er vorðið næstan líka gamalt sum sitandi fiski­ mála­ráðharri. Jú her lekur í millum teori og praksis, má ein siga. Frank Davidsen BORG á jólum jólavikan Hósdagin 20. desember - opið til kl. 20.00 Fríggjadagin 21. desember - opið til kl. 20.00 Leygardagin 22. desember - opið til kl. 22.00 Sunnudagin 23. desember - opið til kl. 22.00 BORG ynskiR øllum eini Gleðilig jól TunnilsDaGuR 8. DesemBeR Opið Til kl. 20.00 Nógv góð tilboð í BORG Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo