mánadagur 3. desember 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Eina stóra tøkk til
Hans Andrias Sølvará
So var hann aftur har. Hann
sjálvur norðan úr myrkrinum.
Trúarfelagin
hjá
Georg
Brandes, Hans Kirk, Høgna
av Heiði & Co. Ein sannur
ribbaldur. Eitt geni. Eitt av
teimum fáu, sum hórað eru
undan í hesum út av lagi
irreligiøsa landi. Og nú hevur
hann aftur sitið og skrivað av
eftir øðrum bíbliufobistum,
hvussu skammiliga langt av
leið báðir skrønusigararnir
Matteus og Lukas vóru. At
hugsa sær til, at slíkir guds
menn skulu hava sitið og
pentað saman skrønir fyri
góðtrúnum hampafólki um
t.d. Augustus keisara, sum er
tað reina uppspinn. Hevur
nakar hoyrt so galið? Og
so var Lukas eins og Hans
Andrias
eisini
granskari.
Jamen, eru teir ikki til at líta
á? Ein granskari og annar
- ella hvat? Takk fyri Hans
Andrias. Nógv ímillum góðu
tíðindi tíni norðan úr myrkr
inum nú til jóla, sum eru við
til at skapa í menniskjum
góðan tokka!
Í eini tíð har «syndens for
ladelse» er blivið til «syndens
tilladelse» og «synderens ret
færdiggørelse» er blivið til
«syndens retfærdiggørelse»,
sum ein hevur sagt, er ikki
annað í væntu.
At Hans Andrias er ov
seinur á sjóvarfallinum, erv
ar hvørki hann ella nevnd
ina á forlagnum hjá Fróð
skaparsetrinum Fróðskapur.
Til tess situr skeggið alt ov
nær høkuni! Bara heitið á
bókini “Tey fyrstu jólini” vísur,
hvussu langt út Hans Andrias
er vassaður, søgureingjandi
sæð. Jesus var jødi, føddur
í Ísrael, og føðing Hansara
hevur onki við norrønu jólini
at gera yvirhøvur! Hetta er
søgufalsan av grovasta slag
og lítið virðiligt fyri eitt for
lag, ið kallar seg Fróðskap!
Skalt tú finna tey fyrstu jól
ini, mást tú granska norrøna
søgu - ikki frásagnir Matteus
ar og Lukasar! At katólska
kirkjan legði Jesu føðing um
somu tíð sum jól vórðu hildin,
hevur onki við Augustus,
Matteus, Lukas ella Jesu
føðing at gera yvirhøvur.
Tann kirkjan hevur megnað
at leggja so mangt har tað
ikki hoyrir heima, t.d. eisini
jødisku páskirnar v.m.! Jú,
søgureingjan hava vit nóg
mikið av uttan hjálp frá
Hans Andrias. Og at vísa
bíbliufobistum
til
seriøsa
søgufrøði, sum tað finnist
ein
ørgrynna
av
hesum
viðvíkjandi, er burturblakað
tíð. Tað gevur onga meining,
tí sum danir siga, “hvis det er
fakta, så benægter jeg fakta”!
Men hetta er neyvan seinastu
ferð Hans Andrias dregur
gamalt hoyggj, ið ikki kann
brúkast til annað enn til at
blaka fyri tey at eta, ið dáma
at jótra slíkt!
HASa søguligu reiðilig
heitina hava vit sæð áður,
ikki bert tá HASin søgufrøð
ingurin, sum Hanus Kamban
í Sos. 12.12.2008 kennir slíka
trongd til at kalla “ein kristin
søgufrøðingur“
(sitat),
gjørdi Kristus til analfabet,
men eisini í ‘Orð um Guð’-
takkarrøðu síni fyri heiðurin
frá táverandi Føroya Banka
og eini ávísari tjóðveldis
kvinnu, tá sami søgufrøð
ingur uttan at blúgvast stóð
og leyg føroya fólki beint upp
í eyguni og segði, at “sam
feløg, sum hava flest mosk
ur og flest samkynd, hava
størstu búskaparligu fram
gongdina.”! (sitat). Sí Sos.
10.03.2008. Hvat so tað nú
hevði við heiðurin at gera?
USA og lond í ES eru tey
londini, har samkynd florera
og hava flest rættindi! Kortini
líkna tey meir og meir Afrika
hvat arbeiðsloysi viðvíkur og
eru í síðstu løtu bjargað und
an húsagongd - sum fram
vegis spøkir!
Islamisku londini eru tey
londini, ið hava flest moskur.
Tey eru um at drukna í mið
aldarismu, sharia, fathwa,
jihad, fátækdómi, kvinnu
kúgan,
trúarfrælsiskúgan,
harðskapi,
sjálvmorðs
bumbuálopum,
skeran
á
háls, handaavhøgging, myrð
an av samkyndum, bahai,
kristnum o.ø., arbeiðsloysi,
fíggjarligum ruðuleika, jøda
hatri,
vesturheimshatri,
rasismu, terrorismu, pædofili
og tað ið mangan verri er!
Guð forbarmi seg fyri eina
reiðiliga søgufrøði, HASin
maðurin mengar sær við!
Men hann er ikki einsa
mallur. Í Sosialinum 05.08.2011
roynir hugsjónarligi lags’bróð
ur’ hansara, Annita á Fríðriks
mørk, eisini at lúgva føroya
fólki beint upp í eyguni við at
siga, at tey londini, ið klára seg
best, eru tey, ið hava tolsemi
sum vørumerki! Tolsemi mót
vegis hvørjum? Hetta sigur
hon, hóast hon væl veit, at
londini, ið flagga mest við
tí slagnum av ‘tolsemi’, hon
hevur tikið til sín, t.d. USA og
EU, eru um at drukna í skuld,
arbeiðsloysi, antisemitismu,
bíbliufobismu, kriminaliteti
og fíggjarligum óføri! Í USA
ganga 23 milliónir arbeiðsleys!
Í ES ganga 18 milliónir ar
beiðsleys! Hetta er tað sama
sum íbúgvaratalið í Portogal,
Letlandi og Danmark til
samans! Bert í Danmark,
homo- og tolsemisháborgini
miklu, verða uml. 800.000
fólk breyðfødd av tí almenna!
Og hvat við Kina? Einki land
í
heiminum
hevur
havt
størri vøkstur enn Kina, eitt
harðræðisstýrt land, hvørs
tolsemi vit síggja hvønn dag
mótvegis samkyndum, krist
num o.ø., fyri als ikki at tala
um niðurpínda fólkið í her
tikna og kúgaða Tibet o.s.fr.!
So hatta tolsemis-vøru
merkið hjá Annitu er ikki
annað enn sama stóra bluffið,
sum Hans Andrias eisini
serverar. Men sum danir siga:
Hvis det er fakta, så benægter
jeg fakta! Fortel bara eina
lygn nóg ofta, og fólk trúgva
tí at enda, segði Hitler á sinni!
Hann fekk eisini so gott sum
alt fólkið við sær í deyðan!
Men Hans Andrias er
nakað serligt. Eitt geni. Hann
dugir nevniliga at lesa Bíbliu
na aftanífrá - eins og ein
annar heilt ávísur harri! Og
tað er ikki hvørjum manni
beskorið! Tað, eingin sam
komuleiðari ella evangelistur
megnar nóg væl, tað megnar
Hans Andrias til fulnar.
Jú, meira hann og hansara
trúarfelagar royna at gera
til einkis Orð Guðs, jú, fleiri
gjøgnumskoða fintir hansara
og fara at lesa Orð Guðs og
koma til sannkenning og
frelsandi trúgv á Harran
Jesus Kristus!
So, góði Hans Andrias,
halt endiliga á! Stóra, stóra
takk fyri.
Nú bíða vit spent eftir
nær ein líknandi avdúkan av
Mohammed og Koranini fara
at koma frá Hans Andriasar’s
hond! Vónandi fer søguliga
reiðiligheitin og mótið ikki
at svíkja - tí hví skuldi tað nú
tað?
So fáa vit at síggja, um
tað er søgulig reiðiligheit ella
snævurskygd bíbliufobisma,
ið drívur verkið!
Ein túrur til Mekka, mosk
unnar háborg, hevði ivaleyst
víðkað søguliga sjónarringin,
fyri ikki at siga hjálpt uppá
ein hart tiltrongdan rennitúr
sjey
ferður
runt
svørtu
Ka’abah móti sólini, fyri síðan
at givið svarta steininum har
ein ávísan koss, so vit onnur
fingu greiðu á um Koranin
er Orð Allahs ella Orð um
Allah!
Síggj, tað kundi verið
áhugavert at fingið Hans
Andrias at sagt okkum, held
ur enn at hann sum nú er
skal standa og draga gamalt
hoyggj restina av lívinum!
Kajfinn
Hammer
Á tingfundinum komandi
mikudag, fer Helgi Abra
hamsen, løgtingsmaður, at
seta Kára P. Højgaard, lands
stýrismanni, ein munnligan
fyrispurning um støddina á
valstøðunum, ið verða nýtt
til løgtings- og fólkatings
val.
Helgi Abrahamsen vil
hava at vita, um lands
stýrismaðurin hevur nakr
ar ætlanir um at broyta
markið fyri minstu stødd
á valstøðum, og hvussu
nógvir
veljarar
lands
stýrismaðurin heldur eru
hóskandi sum minsta mark
fyri eitt valstað. Eisini vil
Helgi Abrahamsen hava at
vita, um landsstýrið hevur
arbeitt við tankanum um at
broyta valskipanina soleiðis,
at atkvøðurnar á teimum
minstu valstøðunum verða
taldar saman við einum
størri valstaði.
Tora ikki at velja
eftir síni sannføring
Í viðmerkingunum til fyri
spurningin
vísir
Helgi
Abrahamsen á, at dømi
eru um fólk, sum ikki
tora at atkvøða eftir síni
bestu sannføring, tí tann
sum hevði væntað sær at
kvøðuna,
kann
lættliga
rokna út, hvør veljarin er,
sum hevur vent honum
bakið.
”Hetta er ikki nøktandi
og er sera óheppið fyri
demokratiið á smápláss
unum” sigur løgtingsmað
urin. Hann vísir á, at ein
meginregla í vallógini er,
at valið skal vera loyniligt.
Millum annað verður sagt
í lógini, at atkvøðurúmini
skulu vera soleiðis háttað,
at ongin skal hava møgu
leika fyri uttanífrá at síggja,
hvussu atkvøtt verður, og
atkvøðukassarnir
skulu
vera læstir, meðan atkvøðu
greiðslan fer fram. ”Men
kortini hava vit so smá
valstøð, at til ber at rokna
seg fram til, hvussu tann
einstaki
veljarin
hevur
atkvøtt,” sigur Helgi Abra
hamsen.
Munnligir
fyrispurn
ingar standa á skrá fyri
tingfundin mikudagin 5.
desember.
Valstøðini
mugu gerast
størri
Helgi
Abrahamsen
Valstøðini til løgtings- og fólka
tingsval eru í nógvum førum
so smá, at tað ber næstan til at
seta navn á, hvør eigur hvørja
atkvøðu. ”Hetta er ikki nøktandi,”
sigur Helgi Abrahamsen, løg
tingsmaður, sum nú fer at
reisa málið í løgtinginum.