Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak 3 orsøkir og 3 viðmerkingar Umsitingarligir fyrimunir Við eini kvotaskipan kann neyðug avmarkingin í fiski­ veiðu ásetast einfalt og bein­ leiðis sambært tilmælum frá fiskifrøðini um mest loyvda veiðu. Í eini dagaskipan skal til­mæli frá fiskifrøðini um­ setast til eitt veiðitrýst, sum verður ásetast við sera iva­ somum parametrum um veiðu­orku, og tað hevur víst seg at vera trupult. Vinnu- og búskapar­ ligir fyrimunir At neyðug veiðuavmarking liggur í ásettum kvotum, ber í sær, at darvandi kapasitets­ av­markingar nýtast ikki at verða lagdar á skip og reið­ skap. Fiskivinnan fær tí frælsi at tillagast og mennast, so best møgulig búskaparlig úrslit fáast burturúr. Neyðugar kapasitetsav­ markingar í eini dagaskipan hava víst seg at darva til­lag­ ing og menning av flotanum, sum tí ikki fær nøktandi bú­ skaparlig úrslit. Lívfrøðiligir fyrimunir Veiðan eftir toski, hýsu og upsa skal avmarkast í mun til hvussu hvør av hesum stovn­ um er fyri. Kvotur vilja eggja vinnuni at skipa fiskiskapin samsvarandi kvotabýtinum, og harvið geva stovnunum, hvør sær, vernd eftir tørvi. Ein dagaskipan, haraftur­ ímóti, manglar heilt hesa áeggjan at skipa fiskiskapin í mun til hvussu stovnarnir hvør sær eru fyri. Tríggjar viðmerkingar til uppáhald: 1) Kvotur kunnu ikki brúk­ ast í blandingsfiskaríi, sum undir Føroyum! Blandingsfiskarí merkir bert, at skipini skulu hava kvotur til fleiri fiskasløg. Kvotur verða ásettar í mun til hvussu stovnarnir eru fyri, og fiskivinnan verður tí eggja at stremba eftir einum býti í fiskasløgum, sum samsvarar kvotunum/stovnunum. Ein dagaskipan manglar heilt hesa áeggjan at skipa fiskiskapin í mun til hvussu stovnarnir hvør sær eru fyri. Tí er ein kvotaskipan lív­ røðiliga betur egnað í einum blandingsfiskaríi enn ein daga­skipan. 2) Útblaking er ein stórur trupulleiki við kvotum! Jú víst er útblaking ein stór­ ur trupulleiki í eini kvota­ skipan, men eru ikki mangl­ andi búskaparlig úrslit vegna darvandi bindingar á veiðu­ tólini í eini dagaskipan ein enn størri trupulleiki? Kravið eigur at vera, at alt skal takast til lands. Óheim­ ilað veiða skal avroknast á serstakan hátt, so hon er ikki viðkomandi skipi til fyri­ muns. Útblaking er annars eitt revsirættarligt mál og skal tí viðgerast sum slíkt við eftirliti og revsing, og eigur á ongan hátt at ávirka tilgongdina viðvíkjandi eini nýggjari fiskivinnulóg. Vil fiskivinnan fiska­ stovn­unum og sínum lívs­ grundarlagi væl, er hon væl eisini áhugað í at virka fyri, at útblaking fer ikki fram. 3) Um okkara dagaskipan verður tillagað og óhepnar bindingar tiknar burtur, kann hon, eins væl og ein kvotaskipan, brúkast! Í eini dagaskipin er neyð­ ugt at leggja kapasitets­av­ markingar á veiðitólini, og hesar vilja, hvussu tær so enn verða framdar, darva tillaging og menning av flotanum, og harvið gerast búskaparligu úrslitini lakari. Hetta er kjarnutrupul­leik­ in í eini dagaskipan, og kvota­ skipanin er tí bú­skapar­liga ein betri skipan. Samanumtøka: Tað átti at verið eyðsæð, at óav­markað rættindi at gagn­nýta ávísa nøgd av svimj­andi fiskatilfeingi (kvota­skipan), gevur væl betri møguleikar fyri bú­ skapar­ligari opti­mer­ing, enn rættindi at veiða sams­ varandi fiska­til­feingi, bund­ in at kapasitets­avmarkaðum skipum (dagaskipan). Heimaflotin hevur undir fiskidagaskipanini seinastu 16 árini uppliva størstu stagna­tión í føroyskari fiski­vinnu­søgu, og tað er tí óskilj­andi, at tað eru røddir frammi, sum við lív­frøði­ ligum argumentum mæla til, at halda fram við hesi bú­ skaparliga óbrúkiligi skipan. Hava hesir menn ikki skilt, at um ikki nøktandi bú­skapar­lig úrslit fáast burt­ ur­úr, kann tað gera tað sama at pástanda, at vit hava eitt lívfrøðiliga burðardyggari fiska­rí enn aðrir? Tað verður ein vanlukka fyri samfelagið, um vit halda fram við eini dagaskipan, og kanska ikki fyrr enn um eini 10 ár mugu viðurkenna, at ein slík kapasitetsavmarkandi skipan er ov stirvin til tess at kunna geva nøktandi bú­ skaparlig úrslit. Best, um politiska skip­ anin setur kvoturnar, og vinnan flotan. Thormund Johannesen Skipsførari & Skipsverkfrøðingur M.Sc. Tríggjar orsøkir at velja eina kvotaskipan fram um eina dagaskipan Kaj Leo Holm Johanne­sen løgmaður hevur al­ment boðað frá, at nú skal verða gjøg­num­skygt, hvussu almennur peningur verður nýttur. Hesum taki eg fult undir við. Fólk í almennum starvi skulu smb. løg­manni í framtíðini ikki fáa almenna løn, og sam­stundis løn fyri at sita í almennum nevndum og ráðum. Alt gott um tað. Tað finnast neyvan fleiri nevndir og ráð, sum einans eru mannaðar við alment settum starvs­fólkum. Ætlar løgmaður at gera mun á hesum nevndarlimum? Tey al­ment settu skulu ikki fáa nevndarløn, meðan tey privat settu fáa? Sjálvur eri eg í leið­ andi almennum starvi, og eri ikki limur í nøkr­um nevndum ella ráð­um. Men tað havi eg ver­ið. Eg havi bæði verið nevndarlimur og nevndarformaður í al­ mennum nevndum og ráðum. Vit royndu altíð at leggja okkara fundir so seint upp á dagin sum gjørligt, júst fyri at órógva arbeiðstíðina minst møguligt. Gangi út frá, at flestu nevndir og ráð gera á sama hátt. Flestu almennu stovn­ ar hava stempulskipan, sum neyvt skrásetur tíð­ ina, tá tú ert til arbeiðis. Tí meti eg ikki, at alment sett starvsfólk forsøma arbeiðstíð, við at sita í onkrari nevnd ella ráði. Ikki fyri at seta nið­ur á øll tey góðu væl­skikk­aðu fólk í privatum starvi, men tað vera utt­an iva færri skikkaðir nevndar­limir at velja ímill­um. Tú tekur eina stóra ábyrgd á teg, tá tú játtar at koma í nevndir ella ráð. Tá hetta framyvir skal vera uttan løn fyri gott og krevjandi ar­beiðið, so vænti eg tí­verri harra løgmaður, at tað verður trupult at manna nevndir og ráð við skikk­aðum fólki, sum sita í al­menn­um starvi. Sum nevndarlimur brúkar tú eisini nak­að av tíð uttan fyri fund­ir­nar. Tað er til fyri­reik­ing o.tl. Og sum nevndar­for­maður brúkar tú nógv meir tíð, enn vanligir nevndarlimirnir gera. Eg havi onki ímóti at málið verður tikið upp, og lagt á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni. Men eg ivist í, um tað tænir endamálinum at siga, at fólk í almennum starvi ikki skulu fáa løn fyri at sita í almennum nevndum og ráðum. Ístaðin kundi skip­an­ in verið gjørd so, at sam­ sýningin verður ásett eftir ábyrgd og tíð­ar­nýtslu, tí sam­sýningar í ymsu nevndunum í dag eru sera ymiskar. Hvussu ætlar løgmaður at manna almenn­ar nevndir og ráð? jan danielsen