Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak kjak Samfelags­ frøði og veru­leikin Tað var sera undrunarsamt at lesa skrivið hjá skriv­ara­ num í Føroya Lærarafelag fyrr í dag har millum annað var sagt at “Tað munnu vera sera fáir lærarar í søgu, sum ikki eisini hava sam­felags­ frøðina við í undirvísingini" Eisini segði hann “Samfelagsfrøði er longu í fólkaskúlanum, so tá løg­ tingslimir ikki vita betur, hevði tað hjálpt um leitað varð eftir upplýsingum á røttum stað og Føroya Lærarafelag hevði heilt víst verið ført fyri at kunna um málið, leggur hann afturat” Upprunaliga kom hetta uppskot frá ung­manna­ felagnum, hetta tí, at sam­ felagsfrøðiligi parturin av søgu og samtíð, er sum nú lagdur í eina læruætlan, men hon er galdandi fyri báðar lærugreinarnar og tí er tað soleiðis, at lærarin leggur størsta dentin á tað, hann dugir best, ella har størsti áhugin er. Tí verður tað tilvildin, ið ræður, og tað er ein sann­ roynd, at undirvísingin og innihald í søgu broytist nógv frá lærara til lærara. Vit í Sosialistiskum Ung­um, hava nógvar virk­ nar ungdómar og um­ boða tey rættiliga nógv­ar fólkaskúlaflokkar til­sam­ ans, man tað vera ein undir­ meting hjá skrivaran­um í FLF um støðuna, inn­an sam­felags­frøðiligu undir­ vís­ingina? Tað meta vit, tí hesi ungu fólk, siga at veru­ leik­in, er ein heilt annar inn­an skúlans fýra vegg­ ir, Tað er heilt upp til lær­ arin, einki nágreiniligt er kravt og vansin er, at summi ikki fáa tí nøktandi sam­felagsfrøðiligu undir­ vísingina. Um hetta ikki var ein trupulleiki, høvdu politisku ungmannafeløgini ikki tikið málið upp! Teir allar flestu fólka­ skúla­lærararnir/næm­ing­ arnir, sum vit í ungmanna­ felagnum hava prátað við, stuðla hesum uppskotinum. Tískil skilji vit ikki heilt, hví fari verður upp, at verja kong, hetta er jú fyri at menna næmingin! Satt er, at tað er ein trupulleiki, at tímatalið er ov lítið, men tað at "øsast og undrast" um uppskotið um samfelagsfrøði, sum ungdómurin sjálvur hevur arbeitt fyri at fáa lagt fram á Tingi, er ógjøgnumhugsað. Kjakið um tímatal, eig­ur ikki at niðurkøva eitt annað, tað er als ikki stimbr­andi fyri okkara ung­ dóm, ið ynskir at læra og at mennast! Latið okkum lurta eftir hvat næmingarnir siga og ynskja. John av Reyni formaður Sosialistisk Ung kjak Til kvinnuna við buss­ steðgiplássi í SMS fríggjakvøldið 30.11.2012 uml. Kl 19:30 Tá eg kom gangandi við hundi mínum eftir R. C. Effer­søes­ gøtu, bleiv hann knappliga púra frá viti og sansi. Hevði ongan hóming av, hvat var áfatt. Høvdu júst gingið langan tein uttan nakran truppuleika. Mitt í tí heila fer hann at leika í. Fer at goyggja, hvína og leggur seg síðani á asfaltið. Mín elskaði Terry var ikki at kenna aftur. Hann broytti ham eftir einum eygna­ blunki. Royndi at sissa hann, men hetta var vónleyst. Hann hevði hug at glepsa eftir mær, tá eg vildi kanna, hvat møgu­liga var galið. Hann hevur gott, stútt kroppsbelti, tá vit ganga. Eg tók hetta av fyri at vita, um tað møguliga var komið skeivt fyri, meðan vit høvdu gingið. Kanska var tað pína frá hesum !? men so var ikki. Eingin hevði gingið næ­rhendis okkum, so tað var ikki tí, hann var blivin so ræddur. Vist ikki hvat tað var, sum kundi havt gjørt hann so bangnan mitt í tí heila. Eingin bilfloyta ella rakett- buldur, og heldur ikki hevði hann traðkað í glassplitni. Stóð púra hjálparsleysur mitt á R. C. Effersøesgøtu, tá hendan fitta konan hinu­ megin vegin (við buss­steðgi­ plássi) rópar yvir til mín og spyr, um eg havi brúk fyri hjáp/vegleiðing... hon spyr meg, um eg veit, hvat er galið !? eg svarið nei! hon greiður mær frá, at tað er saltið á gonguteiginum sum hevur sett seg undir labb­ar­ nar, og hetta er nakað, sum er ógvuliga pínufult fyri hundar. Hon ráddi mær til at bera hundin hiðani, og so eg gjørdi. Fór í sms-garð­in og í eini vatnholu kundi síðani skola honum um labb­arnar. Vit hava aldr­in ver­ið út fyri nøkrum slík­um við hund­ in­um áður. Hava átt hann 4 ár og hava mangan gingið á saltvegi uttan trupulleikar. Ein sera ræðandi hending, sum eg aldrin vil uppliva aft­ur. Hundurin misti kon­ trollið á sær sjálvum, og eg bleiv ræddur. Sá hvussu ringt hann hevði tað av hesum. So enn einaferð takk til tín fitta kvinna við buss­ steðgiplássi í SMS fríggja­ kvøld­ið 30.11.2012 uml. Kl 19:30. Takk fyri tú gav mær vegleið­ ing/hjálp. Tú kundi bara latið sum luft. Men títt góða hjarta vildi hjálpa. Ynski tær ein hugnaligan desembermánað og gleðilig jól til tín og annars allar vinir og kenningar. Dan av Lofti Hvat við at sløkkja Sjónvarp Føroya? Minnist eldru tíðina, tá Sjúkra­kassi var til. Tú valdi sjálvur hvørja skipan tú hevði hug at vera í. Eg var ungur tá og hevði sjálvandi ongar pengar. Gjørdist eg sjúkur, so skuldi eg nokk finna útav tí. Ein fín loysn. Hugsi um tey ungu í dag, sum eru í pen­ inga­loysi. Javnaðarflokkurin við Kristian Magnussen á odda fann« loysnina: Vit gera eina lóg, sum sigur, at øll, bæði ung og gomul gjalda sama sjúkrakassagjald. Vart tú 17 ár ella 85, líkamikið. Øll skuldu gjalda sama prís. Órættvíst, haldi eg. Tey ungu eru sjáldan sjúk. Hesi, ofta lesandi, hava ongar peng­ar. Tey eldru hava ofta brúk fyri meira hjálp. Tað kann vera medisin o. a. Moralurin er, at Javn­að­ ar­flokkurin trumlar lógir ígjøgnum, so øll verða rakt. Fyri nógv órættvíst. So fýr­ kantað. Nú snýr tað seg um kring­ varpsgjaldið. Sama støða. Fyrst var tað fundamentalt skeivt, meini eg, at leggja út­varp og sjónvarp saman. Tveir stovnar, sum hava hvør sítt virksemi. Hevði tú sjónvarp, skuldi tú tú gjalda sjónvarpsgjald. Náttúrligt. So trumlar Javn­ aðarflokurin aftur. Nú skulu øll húsarhald gjalda sama prís. Útvarpið, í míni verð, er besti tíðindastovnur í Før­oy­ um. Sjónvarpið er, sum eg og onnur halda, ein óneyðugur miðil. Eg og nógv onnur eru útvarpsnarkomanar. Vit lurta eftir tí í døgndrift. Vit fáa alt føroyskt at vita. Sjónvarpið kemur slongj­ andi aftaná. Ofta gomul tíð­ indir. Nú kemur tað ringasta: Meðan Útvarpið »sum regul« klárar seg sjálvt, so eru altíð problemir við sjónvarpinum. Fólk verða nú hótt við upp­sagnum. Har mangla altíð pengar. Líkamikið, hvat tú sprænir í hendan stovn, so mangl­ar allíkavæl. Flestu føroyingar hava para­bol og fáa útlendsku tíð­ indini haðani. Hvat viðvikur føroyskum tíðindum, tá er Útvarpið altíð har. Hvat við at sløkkja Sjón­ varp Føroya? Til Axel Johannesen: Halt teg vekk frá fólksins pen­ ingapungi. Lat tey sjálvi »be- stemma«, hvat tey vilja hava. Klárar Sjónvarpið seg ikki, so lat tað fara. Fá fara at sakna hendan peningaslúkan Kristian lamhauge