Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 65 - 2. apríl 2004 Nr. 65 - 2. apríl 2004 3 Kórið vitjar í hesum døgum í Aberdeen, har tey við fjølbroytt- ari skrá skulu syngja á fleiri støðum, og har tey í morgun syngja fyri borgarstjóranum KÓR Á UTTANLANDS- FERÐ Jóannes Hansen Í gjárkvøldið fór sangkórið í Siloa í Fuglafirði til Skot- lands. Tey vitja í Aberdenn, og tey koma til hús aftur mánakvøldið. Í ferðalag- num eru 42 sangarar. Kór- leiðari er Eyðun á Lakjuni, sum hevur stjórnað kórin- um øll árini, síðani tað varð endurstovnað í 1988. Hetta er fyrsta ferðin, at Siloakórið er uttanlands. Tá ið tey komu til Aberdenn við flogfarinum hjá At- lantsflog í gjárkvøldið, skuldi borgarstjórin, John Reynolds, standa fyri teim- um og taka ímóti. Fyrra- partin í dag er kórið bjóðað at syngja í Aberdeen Town House. Tá fer kórið vegna Fuglafjarðar kommunu at handa borgarstjóranum málning, sum Øssur Mohr í Fuglafirði hevur málað. Siloakórið skal syngja fleiri ferðir, meðan tey eru í Skotlandi. Í kvøld klokkan 19.30 fara tey at hava kon- sert í Bridge of Don church. Hetta er samkom- an, sum Gudmundur Jo- hanneson gongur í. Hann er hálvur føroyingur, og tað eru ivaleyst fleiri, sum komast við hann. Gud- mundur hevur hjálpt fugl- firðingum at leggja ferðina til rættis. Leygardagin klokkan 11 fer Siloakórið at syngja í Bon–Accord handils-skál- anum, og klokkan 19 fara tey at syngja í Salvation Army Citadel. Sunnudagin fara tey at syngja í sam- komuni Hebron Evangeli- cal Church klokkan 11.30, og sunnukvøldið klokkan 18 skulu tey syngja í Arbroath, sum er lítil býur einar hálvt hundrað kilo- metrar sunnnanfyri Aber- deen. Avbjóðing Eyðun á Lakjuni sigur, at tað var eina ferð í heyst, at tey gjørdu av, at nú skuldi kórið fara út at ferðast. – Vit royna eftir førimuni at syngja í Siloa og við- hvørt í øðrum samkomum eisini. Tað hevur týdning at hava serstakar avbjóðingar at venja fram ímóti. Í vetur hevur uttanlandsferðin ver- ið stóra málið, og eg haldi, at vit eru hampuliga væl fyri, nú vit fara avstað. Skráin er fjølbroytt. Bæði á føroyskum og eingilsk- um. Tey syngja sálmar og sangir, gospel, nigro spiritual og eisini eitt Kingo lag. Talan er um Nú rennur sólin frí úr Eyst- urlondum, sum Kári Bæk hevur sett út fyri kór. Mill- um føroysku sangirnar eru orð og løg hjá Ismari Joen- sen og Jógvani á Lakjuni, Øssuri Berghamar og Eyð- uni Jacobsen. – Nógv av tí, sum verður sungið á eingilskum, er sovorðið, sum upprunaliga er yrkt á eingilskum, og sum vit plaga at syngja í føroyskari týðing, sigur Eyðun á Lakjuni. Fylgisspælið er fjøl- broytt. Jóhannes Simonsen og Eyðun á Lakjuni spæla klaver, Martin Simonsen spælir orgul, Bárður á Lakjuni spælir bass, og Jóhan á Lakjuni spælir trummur. Solo sangararnir eru Elisabeth Hansen, Karlina Højgaard og Elsebeth Lassaberg. Trio syngja Elsebeth Lassaberg, Erla á Torkilsheyggi og Levi á Torkilsheyggi. Siloakórið í Skotlandi Fyri fyrstu ferð í longri tíð er ein føroysk bók til vaksin innan fagrar bók- mentir komin út. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur stuttsøgu savnið "ein farri av kolvetni" út BÓKMENTIR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Føroyski bókaheimurin bleiv í gjár tvær bøkur rík- ari. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í gjár tvær nýggjar upprunabøkur út. Onnur er omanfyri- nevnda stuttsøgusavnið hjá Marjun S. Kjelnæs, meðan hitt er barnabókin "um træ- skoytur og føðingardags- gávuna sum hvarv, ið Guðr- un Gaard hevur skrivað, og Bárður Oskarsson hevur gjørt myndir til. Fyrsta bókin hjá Marjun "ein farri av kolvetni" er fyrsa bókin, sum Marjun S. Kjelnæs gevur út. Í bókini eru átta stuttsøgur og eitt ævintýr. Marjun S. Kjelnæs hevur áður vunnið fleiri virðislønir í sambandi við ymiskar stuttsøgukapping- ar, og eisini vann hon fyrstu virðisløn í kapping um besta útvarpsleik, sum Listastevna Føroya skrivaði út fyri tveimum árum síð- ani. Fyrr í ár fekk Marjun eisini gávu frá grunni Thor- valds av Steinum til tess, at hon skuldu hava umstøður at mennast sum rithøv- undur. Um nýggja stuttsøgu- savnið sigur Marjun, at søgurnar fyri tað mesta snúgva seg um fólk, ið leita eftir onkrum, uttan at tey sjálvi eru vitandi um tað. Marjun sigur, at hon dag- liga skrivar upplivingar niður, sum hon so savnar í einari mappu. Av og á setur hon seg so niður og koyrir allar hesar upplivingarnar í ein stóran pott, sum so endar við einari ella fleiri søgum. Søgurnar í nýggja savninum eru skrivaðar í einum tíðarskeiði upp á góð tvey ár, sigur Marjun. Marjun S. Kjelnæs er sjúkrarrøktarfrøðingur av útbúgving, og hóast tað ljóðar spennandi, so heldur hon ikki, at tað ber til at liva av at skriva bøkur í Føroy- um. Somuleiðis heldur hon, at tað gevur góðan íblástur til skrivingina at verða úti á arbeiðsmarknaðinum og millum fólk dagliga. Tó sigur Marjun, at nú hevur hon funnið út av, hvat tað vil siga at geva eina bók út, og tað hevur bara givið henni blóð upp á tánna. Stór menning av barnabøkunum Bókin hjá Guðrun Gaard, "um træskoytur og føð- ingardagsgávuna sum hvarv", er framhald av eini aðrari bók hjá Guðruni, "um svidnu pussifelluna og øvuta kúvingin", ið kom út síðsta ár. Guðrun Gaard gav sína fyrstu barnabók út í 1982, og hon heldur, at ein sera stór menning er fram innan føroyskar barnabók- mentir seinnu árini. Bókin hjá Guðruni Gaard er prýdd við nógvum vøkr- um myndum, sum Bárður Oskarsson hevur teknað. Guðrun Gaard sigur, at í slíkum barnabókum, har myndirnar eru so stórur partur av søguni, er tað eins nógv teknarin sum rithøv- undurin, ið fortelur søguna. Í bókini lesa vit um tær báðar Annu Sofíu og Guðr- una, ið ynskja sær ein sparkara. Á føðingardeg- num hjá Annu Sofíu skunda tær sær við pápanum út í hjallin, har gávan er goymd, men tá ið tey koma út í hjallin, er gávan horvin. Nýggja barnabókin hjá Guðrun Gaard er 32 blað- síður í litum, og hon kostar 95 krónur, meðan stutt- søgusavnið hjá Marjun S. Kjelnæs er 156 síður og kostar 165 krónur í bóka- búðunum kring landið. Áhugaverdar bókaútgávur Marjun S. Kjelnæs gav í gjár sína fyrstu bók út. Bókin, ið ber heitið "ein farri av kolvetni" er eitt stuttsøgusavn við átta søgum og einum ævintýri Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2 Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 +298 303030 www.tele.fo Tilboðini eru galdandi so leingi vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum. NOKIA 3410 ella NOKIA 1100 949,- team85 885,- SAMSUNG A800 Lítil og snøgg fra Samsung Tveir skíggjar, Bólka SMS og goymir upp í 200 sms-boð 1495,- SONYERICSSON T230 Litskíggja, Polyfoniskar ringitónar, WAP, e-post og møguleika at heinta spøl av netinum 1350,- KONFIRMATIÓNSGÁVAN Ókeypis teletíðarpakki er við í tilboðunum