fríggjadagur 2. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 65 - 2. apríl 2004
Nr. 65 - 2. apríl 2004
5
– Vandi er fyri, at ætl-
anin at gera tunnil
ímillum Øravík og
Hov verður slept, ella
í hvussu so er seink-
að, sigur Hergier
Nielsen, løgtings-
maður
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin at gera tunnil ímill-
um Øravík og Hov, er kom-
in í vanda.
Tað ivast Hergeir Niel-
sen, løgtingsmaður, ikki í.
Hann sigur, at tað, sum er
komið frá hesi samgonguni
í sambandi við tunnilin,
kann ikki tulkast øðrvísi,
enn at ætlanin er at draga í
land við ætlanini at gera
tunnil ímillum Øravík og
Hov.
Hann stúrir fyri, at ætl-
anin er heilt at sleppa ætl-
anini at gera tunnilin. Í
øðrum lagi stúrir hann fyri,
at ætlanin kemur í drag.
Løgtingsmaðurin vísur á,
at nú samgongan hevur lagt
uppskot til fíggjarlóg fyri
fyri løgtingið, stendur svart
upp á hvítt, at nú skal
metast um, hvussu stóra
nyttu hesin tunnilin ger
afturímóti tí, sum hann
kostar.
– Hetta sigur mær so
mikið sum tað, at nú skal
samgongan meta um, antin
hesin tunnilin nú er so
neyðugur. Nakra aðra orsøk
til at gera eina offur-gagn
greining, dugi eg ikki at
síggja, sigur Hergeir Niel-
sen.
Pumpar prísin upp
Hann vísir eisini á, at eftir
hansara tykki, roynir lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um at pumpa prísin fyri
tunnilin upp.
– Bjarni Djurholm hevur
upplýst, at tunnilin fer at
kosta 120 milliónir. Síðani
hevur hann boðað frá, at
hann fer at kosta 130
milliónir og nú fíggjarlógin
er løgd fram, verður mett,
at tunnilin fer at kosta einar
140 milliónir.
Hetta er tað sama, sum
tunnilin, ið Landsverkfrøð-
ingurin ætlaði at gera uppi í
fjallinum, varð mettur at
kosta.
Hergeir Nielsen heldur,
at tað er sera átaluvert at
tað almenna skal ganga á
odda í at pumpa prísin
uppeftir. Hann vísir á, at
NCC hevur mett, at tunnilin
fer at kosta 90 milliónir.
Men nú landsstýrismað-
urin sjálvur boðar frá, at
mett verður, at hon fer at
kosta 140 milliónir, er tað
sjálvsagt, at teir, sum bjóða,
fara at leggja seg væl
hægri, enn teir upprunaliga
høvdu ætlað.
– Sostatt hevur Bjarni
Djurholm verið við til at
dýrka tunnilin, leggur hann
afturat.
Hergeir Nielsen sigur, at
hetta er ikki tað einasta,
sum eftir hansara tykki
boðar frá, at samgongan er
farin at draga í land við
tunlinum.
– Bjarni Djurholm hevur
boðað frá, at tilfarið í fjall-
inum er stak vánaligt, hóast
teir,
sum
hava
borað
kjarnuboringar siga, at tað
er heilt gott.
– Og nú ætlar Bjarni
Djurholm at gera eina
kjarnuboring afturat. Hinar
tríggjar kjarnuboringarnar,
sum vórðu gjørdar, tóku tað
mesta av einum ári og
hendan kjarnuboringin fer
helst eisini at taka tað
mesta av hesum árinum.
Men samgongan ætlar at
seta fimm milliónir av til
tunnilir av á fíggjarlógini?
– Samgongan sigur, at
tað er sett av til at fyrireika
eina útbjóðing. Men vit
hava sett pening av til
arbeiðið í fleiri ár, men
Bjarni Djurholm hevur
onki gjørt við málið. Og eg
haldi, at tað, sum nú fer
fram, vísir, at landsstýris-
maðurin sáar iva um málið,
sigur Hergeir Nielsen.
Hann vísir annars á, at í
seinastu samgongu varð
avtalað at koyrast skuldi
ígjøgnum tunnilin í 2006.
– Arbeiðið at fyri-
reika tunnil ímillum
Øravík og Hov, gong-
ur so skjótt, sum tað
yvirhøvur kann, sigur
BjarniDjurholm,
landsstýrismaður. Tað
er greitt, at tunnilin
skal vera niðri í dalin-
um, sigur Henrik Old,
løgtingsmaður
HOVSTUNNILIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðið at gera tunnil
ímillum Oravík og Hov er í
góðum og tryggum hond-
um.
Tað
staðfestir
Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur í vinnumálum.
Hann vísir staðiliga aft-
ur, tí sum Hergeir Nielsen
førir fram um, at samgong-
an í veruleikanum súltar
ætlanina at gera tunniln
ímillum Øravík og Hov.
Tvørturímóti vísir Bjarni
Djurholm á, at samgongan
arbeiðið so skjótt, sum hon
kann við málinum.
– Er tað nakað, so leggur
hendan samgongan størri
dent á at fáa ætlanina
framda enn undanfarna
samgongan gjørdi.
Hann sigur sostatt, at
málið gongur sína gongd.
So gott grundarlag sum
gjørligt
Bjarni Djurholm sigur, at
norski
ráðgevarin
hjá
Landsverkfrøðinginum
hevur mælt til, at gera eina
kjarnuboring afturat.
– Hetta arbeiðið sleppur
Landsverkfrøðingurin ikki í
holt, fyrrenn fíggjarlógin er
samtykt, tí hann hevur ikki
pening til tað í løtuni.
Hann sigur, at so skjótt
fíggjarlógin er samtykt, fer
Landsverkfrøðingurin
at
gera kjarnuborngina, sum
skal gerast.
– Síðani skal so ein pro-
jektering gerast og verk-
lagslóg gerast. Ikki fyrrenn
tá kann endaliga politiska
viðgerðin vera, har verk-
lagslógin skal samtykkjast.
Stóri spurningurin er so
um tunnilin verður niðri í
dalinum, har NCC hevur
bjóðað sær til at gera hana,
ella um hon verður longri
uppi í fjallinum, har Lands-
verkfrøðingurin skeyt upp
at gera hana?
– Vit arbeiða eftir eini
ætlan, har Landsverk-frøð-
ingurin fyrireikar ein tunnil
í neðra. Men enn er jarð-
frøðiliga óvissan ov stór til
at vit kunnu gera eina verk-
lagslóg. Fyrrenn seinasta
kjarnuboringin er gjørd,
hava vit sostatt ikki fullgott
grundarlag at taka støðu
útfrá, sigur landsstýrismað-
urin.
Nú fíggjarlógin var til
viðgerðar, fýltust Hergeir
Nielsen á, at tú hevði upp-
lýst, hvat arbeiðið er mett at
kosta, tí hann metir, at tað
fer at dýrka arbeiðið.
– Tað er høpisleyst. Bæði
tá ið tunnilin undir Vest-
mannasundi varð gjørdur
og nú tunnil verður gjørdur
undir Leirvíksfjørð, hevur
verið upplýst, hvat arbeiðið
varð mett at kosta og tað er
onki undarligt í tí. Tað er
kapping ímillum teir, sum
bjóða og teir, sum koma við
lægsta tilboðnum, fáa ar-
beiði.
Hví er ætlanin nú at gera
útrokningar av, hvør nytta
er í tunlinum afturímóti tí,
sum hann kostar. Hetta er
ikki gjørt fyri at meta um,
hvør nytta er í einum tunli
yvirhøvur. Men ætlanin er
at rokna út, hvat tær ymsu
linguføringarnar kosta at
bora afturímóti teirri nyttu,
sum fæst burturúr. Tað er
ikki meiri enn rímiligt og
tað seinkar ikki ætlanini tað
allarminsta, sigur .
Kjakið er liðugt
Eisini Henrik Old, løgtings-
maður úr Suðuroy, sum
eisini er í samgongu, vísir
aftur, at ætlanin at gera
tunnilin er súltað.
– Tað er stór semja um, at
tunnilin skal gerast nú.
Samstundis
staðfestir
hann, at kjakið um, hvar
tunnilin skal vera, er liðugt.
Sostatt staðfestir hann, at
tunnilin skal vera niðri í
dalinum, har hann liggur
nógv betri fyri ferðsluna.
Og sostatt staðfestir hann
eisini, at ætlanin at gera
tunnilin uppi í fjallinum,
har Landsverkfrøðingurin
ætlaði at gera hann, er
slept.
– Norski ráðgevarin hjá
Landsverkfrøðinginum
hevur mælt til at gera eina
kjarnuboring afturat og tað
kunnu vit ikki vera ímóti.
– Tað er umráðandi at
hava so gott grundarlag
sum gjørligt, tá ið arbeiðið
verður boðið út, tí er út-
bjóðingargrundarlagið ikki
nóg gott, og trupulleikar
stinga seg upp, heftir út-
bjóðarin fyri eykaútreiðsl-
unum.
– Einasta ivamálið, sum
nú er um, er akkurát, hvørja
linjuføring niðri í dalinum,
sum borast skal eftir, og um
tunnilin kemur at snara eitt
sindur
hendavegin
ella
handavegin, tí onkustaðni
er grótið eitt sindur iving-
arsamt.
– Tað
hevur
ongan
týdning sum so. Tað ein-
asta, sum hevur týdning er,
at tunnilin fer inn í neðra og
kemur út aftur í neðra. Og
tað liggur fast, sigur Henrik
Old.
Vit spurdu eisini Henrik
Old, hví ætlanin er nú at
gera
útrokningar
fyri,
hvussu stór nytta er í
tunlinum afturímóti tí, sum
hann kostar.
– Hetta má vera ein leivd
frá Carragata- álitinum . Eg
dugi ikki at síggja nakað
endamál við tí, tí vit hava
longu gjørt av, at tunnilin
skal gerast, sigur Henrik
Old.
Tunnilin ímillum Øravík
og Hov er komin í vanda
Tunnilin ímillum Øravík og Hov er í góðum hondum
Tvey uppskot eru um, hvar tunnilin ímillum Øravík og Hov skal borast. Inntøkini eru, har rundingarnir eru. NCC hevur bjóðað
sær til at gera tann niðara tunnilin, sum er nógv betri fyri ferðsluna. Landsverkfrøðingurin ætlaði at gera tann ovara, har
jarðfrøðiligu viðurskiftini eru tryggari. Bæði Bjarni jurholm, landsstýrismaður og Henrik Old, Løgtingsmaður siga, at arbeitt
verður útfrá, at tunnilin verður í neðra
Hergeir Nielsen sigur, at
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum, er farin at sáa
iva um ætlanina at gera
berghol ímillum Øravík og
Hov
Hetta sigur fíggjarlógin um tunnilin
Hetta er tað, sum stendur í uppskotinum til fíggjarlóg
um ætlanina at gera tunnil ímillum Øravík og Hov
Tað verða játtaðar 5 mió kr. til tunnilsgerð millum Øra-
vík og Hov í 2004. Endalig avgerð er ikki tikin um linju-
føring, so torført er at meta um kostnaðin. Ein jarðfrøðis-
og byggitøknilig frágreiðing og meting er gjørd av tunli
niðri í dalinum, har eisini fyribils kostnaðarmetingar eru
gjørdar. Mett verður, at kostnaðurin av tunli í dalinum er
einar 140 mió kr. tilsamans, sum er nakað tað sama sum
upprunaliga verkætlanin, har tunnilslinjan liggur nakað
ovari. Týðandi óvissur eru í hesum metingum, og er ætl-
anin at brúka ein part av játtanini til at gera eina váða-
meting og til at gera fleiri jarðfrøðiligar kanningar, so-
leiðis at kostnaðarmetingarnar verða neyvari, og tað
kann verða mett um fíggjarligu váðarnar í ymsu
loysnunum. Eisini verður mett um kostnaðin í mun til
nyttuna
Prestahjún til Tanzania
Í august mánaði í ár
fara Anne Lena og
Peter O. K. Olofson til
Tanzania, har bæði
skulu undirvísa.
Hann komandi prest-
um og hon komandi
prestafrúum. Tey
hava bundið seg til
tilsamans fýra ár í
Tanzania, og bæði
vænta tey, at tá leiðin
gongur heimaftur,
verður tað aftur til
Føroyar
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Anne Lena og Peter O. K.
Olofson hava búð í Før-
oyum í 15 ár. Harav tey fýra
í Klaksvík. Teimum hava
dámt sera væl í Føroyum,
og tey síggja tað sum teirra
heimland í dag. Men út-
longsilshugurin hjá teimum
báðum er farin at gera um
seg, og í august mánaði
gongur leiðin hjá teimum
til Tanzania at undirvísa.
Tað er Lutherska Missions-
felagið í Danmark saman
við Kirkjuliga Missiónsfel-
agnum í Føroyum, sum
stendur aftan fyri hesum.
Anne Lena sigur, at tá ein
hevur rundað tey fimti
árini, tá er ein farin um eitt
knapt sving í lívinum.
– Um ein hevur nakrar
dreymar ella ynski um at
gera eitt ella annað, so skal
tað vera nú, tá ein er komin
í mín aldur, sigur hon.
Og heldur fram, at tað
ræður um at liva sítt lív og
fullføra dreymarnar í staðin
fyri at enda við at sita gam-
al og pensjoneraður og
angra alt tað, sum ein ikki
fekk gjørt.
Tey bæði eiga trý vaksin
børn, so tað ger tað enn lætt-
ari hjá teimum at flyta í eitt
longri tíðarskeið. Báðir syn-
irnir eru so mikið vaksnir, at
teir skulu giftast í summar,
so tað verður eitt tað sein-
asta Olofson ger, áðrenn
leiðin gongur til Tanzania.
So eiga tey eina 16 ára
gamla dóttir, sum ikki er
sinnað at koma við teimum.
Hon verður verandi í Før-
oyum og fer at taka 10.
flokk í Ósáskúlanum.
– Hon er niðri á eftirskúla
nú, men hjá henni er ikki
talan um at fara nakra aðra-
staðni enn aftur til Klaks-
víkar í fyrstu atløgu, so ein
familja hevur boðið sær til,
at hon kann búgva hjá teim-
um, meðan vit eru burtur, og
tað er hon hjartansfegin um,
greiðir Anne Lene frá.
Bæði siga tey tó, at tað er
lítil og ongin ivi um, at tá
tey skulu heimaftur, so
koma tey aftur til Føroya.
– Vit lata øll okkara ting
standa her í øllum førum,
siga tey.
Læra swahili
Prestahjúnini fara úr Før-
oyum tann 8. august, og tá
gongur leiðin til Tanzania.
Tey skulu fyrst á ein mál-
skúla, har tey skulu læra
swahili, sum er annað
málið, ið verður undirvíst á.
Málskúlin byrjar í juli, men
tey bæði fara ikki úr Føroy-
um fyrr enn fyrst í august.
Tá fara tey so beint á
málskúlan, har tey verða til
einaferð í november. Síðani
gongur leiðin til hendan
prestaskúlan,
har
bæði
skulu undirvísa tey kom-
andi trý árini ella so.
At læra swahili er sum
skilst ikki so øgiliga torført.
Tey bæði hava fingið ta fat-
an frá øðrum, tey hava tosað
við, at tað er ikki so ringt.
Prestur sigur, at hann
hevur tosað við ein prest,
sum hevur arbeitt har. Hesin
presturin prædikaði á swa-
hili hvønn sunnudag, men
hann brúkti mest sum alla
vikuna til at skriva prædik-
una í fyrstuni. Inntil hann
hevði vant seg við málið.
Tríggjar ymiskar útbúgv-
ingar eru at fáa á presta-
skúlanum, har tey skulu
undirvísa. Eitt er fyri
prestakonurnar, og so eru
tvey til prestarnar. Eitt
skeið er trý ár, og har verð-
ur undirvíst á swahili, með-
an hitt varar í fýra ár, og har
verður undirvíst á enskum.
Hetta seinna skeiðið svarar
til tann fyrra partin av út-
búgvingini, sum vit kenna
hana úr til dømis Danmark.
Tað vil siga tað sama sum
ein bachelorútbúgving.
Sunn kirkja
Prestur er sannførdur um at
tað er ein stór avbjóðing hjá
teimum báðum at fara so
langt, men samstundis er
hann ikki í iva um, at tað er
nakað, sum tey við gleði
taka av.
– Onkuntíð skal ein seta
sær sjálvum tann spurning-
in, hvat ein í veruleikanum
vil. Hvat eins eginleikar
kunnu nýtast til og so fram-
vegis. Og tá teimum tørvar
fólk at undirvísa teirra
prestum í Tanzania, so er
tað okkara uppgáva at taka
av einum slíkum kalli, sigur
hann.
Hann tosar eitt sindur um
trúðarbýti í afrikanska land-
inum. Har er ein triðingur av
fólkaslagnum kristin. Og
hóast har eru fleiri trúar-
greinir, so heldur prestur, at
um ein hyggur at kirkjuni
har, so er hon upp á nógvar
mátar ein sunnari kirkja enn
í vesturheiminum.
– Nógvar kirkjur í vestur-
heiminum eru í upploysing,
tá hugsað verður um læru og
etikk. Serliga við tí seinasta
nýggja, at nú skulu tær
góðtaka at víga samkynd.
Afrikanskar kirkjur eru sera
trúfastar móti Bíbliuni, og
haldi eg, at okkara kirkjur
her um leiðir kunnu koma at
hava tørv á hjálp frá teimum
afrikansku kristnu kirkjun-
um. Og møguliga kundu tær
beint okkum inn aftur á kós-
ina, sum vísir hvat ein krist-
in kirkja er, sigur Peter O. K.
Olofson.
Og hann heldur fram, at
hann bert hevur alt gott at
bera teimum, sum til dømis
arbeiða í fiskivinnuni ella
líknandi.
– Tað er eisini ein tænasta
fyri Gudi, men tað er eitt
privilegium fyri okkum at
kunna vera við til at út-
búgva komandi prestar og
prestafrúur, sigur hann.
Tey bæði eru eisini samd
um, at tað er ótrúliga gott
og mennandi fyri báðar
partar, at eisini prestafrúur-
nar verða útbúnar á sama
staði sum prestarnir.
– Tað at vera prestur
fevnir jú ikki bert um ein
sjálvan. Tað fevnir um alla
familjuna, sigur Peter.
Anne Lene væntar, at hon
fer eisini at undirvísa kom-
andi prestafrúunum í trúar-
læru, etikki og Bíbliu tulk-
ing og eitt nú sunnudags-
skúlaarbeiði.
Og
bara
hvussu tað er at vera presta-
frúa. Nakað, sum hon má
sigast at hava drúgvar
royndir í eftirhondini.
Millum afrikanarar
Tá tosið fellur inn á, hvat tey
vænta, tá tey eru komin har,
er eitt tað fyrsta, sum tey
nevna, at tey koma at verða
millum afrikanska fólkið.
– Vit verða tey einastu
donsku har, so eg trúgvi, at
vit fara at koma nógv saman
við fólkinum har, sigur
Anne Lene. Og bæði halda
tey, at tað er ein fyrimunur,
at tað ikki er ein sokallað
skandinavisk koloni, har øll
norðurlendsk so uttan iva
høvdu hildið saman.
– Tað verður uttan iva
spennandi. Og tað er meiri
læruríkt at læra afrikanska
fólkið at kenna, teirra ment-
an og siðir enn at halda sam-
an við skandinavum, eru tey
á einum máli um.
Hjúnini vænta at læra
nógv av ferðini – eisini um
tey sjálvi. Anne Lena sigur,
at tá ein hevur verið mið-
námsskúlalærari í 15 ár, tá
er kanska tíð uppá at leita
eftir nýggjum avbjóðingum.
– Ikki tí, eg elski mítt ar-
beiði, lat ongan iva vera um
tað. Men um ein heldur
áfram at krúpa í tí sama, so
kann tað verða so skjótt, at
ein verður ein keðiligur lær-
ari, heldur hon smílandi fyri.
Tey vita so eisini um eitt
annað føroyskt par, sum
eisini er í Tanzania. Heri og
Malan Kjærbo eru norðar-
lagari í landinum, vita tey
at siga frá.
– Tað er eisini Lutherska
Missiónskirkjan, sum hevur
sent tey út, greiða tey frá.
Arbeiða svart
Olofson hevur fingist við
eitt sindur av hvørjum, síð-
ani hann fór úr sínum
prestastarvi í Fuglafirði
fyri fýra árum síðani. Hann
hevur verið til skips, bæði í
Flemish Cap
Men nú fer hann saman
við konu síni at víðka
sjónarringin enn meira við
at fara til Tanzania at und-
irvísa komandi prestum.
Olofson greiðir skemt-
andi frá, at ein av teimum,
sum hann hevur arbeitt
saman við í fiskivinnuni á
landi, kom til hansara ein
dagin og segði, at hann
hevði hoyrt, at prestur skal
arbeiða svart nú.
Flennandi sigur Olofson,
at strangt tikið hevur mað-
urin grein í síni útsøgn.
– Vit fara til eitt ókunn-
ugt land at arbeiða, og
óivað fara vit at seta okkum
inn í eina nýggja mentan og
nýggjar siðir, so á ein ella
annan hátt er hatta ikki so
langt við síðuna av, siga tey
bæði Anne Lena og Peter
O. K. Olofson.
Prestahjúnini Anne Lena og
Peter O. K. Olofson fara til
Tanzania í august mánaði,
har tey skulu undirvísa
komandi prestum og
prestafrúum
C
M
Y
K
5
4