Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. apríl 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 65 - 2. apríl 2004 Nr. 65 - 2. apríl 2004 7 Internet-fyritøkan, TeleTech, hevur skriv- að undir samskiftis- avtalu um nýtslu av FarIce-kaðalinum. – Væntandi er, at við- skiftafólkini fara at merkja hetta sum eitt umskifti frá motor- vegi til flúgvibreyt, sigur Birgir W. Høgnesen, sølumaður hjá TeleTech SAMSKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Internet-fyritøkan, Tele- Tech, var fyrsta felagið, sum fekk loyvi at taka upp kappingina á teleøkinum. Søguliga løtan var hin 26. mai 1999. Felagið varð annars stovnað í 1988 og tá eins væl og nú, var virkis- økið viðlíkahald av teldu- skipanum við sonevndum MainFrames, Mini maskin- um og internetsølu. At fáa loyvi Birgir W. Høgnesen, sølu- maður, sigur, at tað fyrsta og tyngsta framlopið hjá TeleTech var at fáa fjar- skiftisloyvið uppá pláss. Eftir tógvið stríð við nógv- um teldubrøvum og fund- um fekst loyvið frá mynd- ugleikunum, sum ivaleyst vóru nakað ivasamir um, hvønn leiklut hetta lítla fjarskiftisfelagið kundi fáa á tann føroyska marknaðin. Men, sigur Birgir: - Hóast ivasamur, undir- skrivaði Finnbogi Arge, táverandi landsstýrismaður, fjarskiftisloyvið, sum nú hevur leitt okkum út í útbyggingar kring landið. Alt hevur lagað seg øðrvísi, og síðan TeleTech fekk sítt loyvi, hava onnur feløg eis- ini fingið loyvi, og kapp- ingin um marknaðin er økt. Sølumaðurin sigur, at fyrsta útbyggingingarætl- anin hjá TeleTech, nevnd Miðætlanin, varð gjørd í Havn, og við hesum fingu Argir og Hoyvík eisini sítt breiðband, sum nógv tekn- aðu seg fyri beinanvegin. Norðurætlanin - Eg haldi, at tað stóra framlopið á leiðini hjá okk- um var Norðurætlanin, sum hevði til endamáls at náa út við breiðbandinum til Klaksvíkar, Leirvíkar, Norðragøtu, Syðrugøtu, Gøtugjógv og til allan Skálafjørðin, heilt av Toft- um og inn í Skálabotn. Hann sigur, at felagið náddi hesum málsetningi, hóast hetta var ein tungur burður – við umsóknum um byggiloyvi til mastrar á fjøllunum. - Vit kunnu harmast um, at breiðbandið ikki í fullan mun og beinanvegin kundi bjóðast út til privat, tí dentur í staðin varð lagdur á vinnukundar, sum hann tekur til. Birgir vísir á, at við nýggju samskiftisavtaluni um FarIce-kapalin, kann TeleTech nú bjóða út breið- band til privat-brúkarar í Eysturoyarøkinum. - Nú fara vit veruliga at satsa uppá bíligt breiðband til privat, sigur hann. Stór undirtøka Á TeleTech hava tey roynt at skipað so fyri, at íløgur vera gjørdar, har nyttan fæst best burtur úr, og tí var næsta stigið at fáa Vest- manna, Leynar, Stykkið og Kvívík upp í netið. - Tað mesta av seinnu hálvu av 2002, fyrra partin av 2003 og heilt fram til au- gust 2003 varð útbygging- arætlanin, Vestur, gjøgnum- førd. Tó er okkurt eftir at seta upp, til bygdirnar, Vestmanna og Kvívík, eru komnar uppí netið - og hinar koma um stutta tí. Birgir sigur, at Vest- mannna og Kvívík nú hava atgongd til breiðband frá TeleTech, og fyritøkan ásannar, at undirtøkan hev- ur verið stór í økinum. - Tað gleðast vit um, leggur hann aftrat. Eingin risi - So smáir, vit hóast eru í telehøpi, kunnu vit kortini fegnast um tey náddu mál- ini, sum vit settu okkum í 1999. Vit skulu minnast til, at TeleTech ikki er nakar risi í telehøpi. Men eftir lutfalsliga stuttari tíð eru vit tó komin langt áleiðis. Hann vísir á, at á sam- skiftisøkinum er gongd í alla tíðina, og herfyri skriv- aði TeleTech so undir enn eina avtalu, ið felagið metir sum eitt stórt frambrot á leiðini. - Vit hava skrivað undir eina samskiftisavtalu um nýtslu av FarIce-kaðalin- um, og vit vænta, at brúk- arin fer at merkja hetta sum eina broytinga frá motor- vegi til flúgvibreyt, sigur Birgir og leggur aftrat, at TeleTech náddi broytingina frá grúsvegi til motorveg longu í 2002. FarIce-kaðalin, sum ligg- ur á havsins botni heilt úr Skotlandi til Føroyar og víðari til Íslands, letur upp fyri heilt nýggjum møgu- leikum. - Vit, sum starvast hjá TeleTech, ætla veruliga at brúka hetta til fyrimuns fyri okkara verandi og komandi viðskiftafólk, sum fáa til- boð um gott breiðband. Birgir leggur aftrat, at tey á TeleTech tosa innanhýsis um, hvat næsta framlopið verður, men fyrst og fremst verður breiðbandið markn- aðarført í næstum. Pakkaloysnir Sølumaðurin sigur, at innan ein mánaða kemur Tele- Tech á marknaðin við eini breiðbandsloys, sum ógvu- liga nógv privatfólk hava spurt eftir. - Við at taka eina loysn við bíligasta haldaragjald- inum, rinda viðskifta-fólk- ini eitt lágt mánaðargjald við eini ávísari fríari nýtslu. Er tørvurin hinvegin stórur, kann tú tekna eitt hald við hægri krónugjaldi um mán- aðin, men tá fært tú eisini eina størri ókeypis giga- byte-nýtslu. Birgir sigur, at TeleTech hevur koyrt við eini skipan sum ber í sær, at viðskifta- fólkini hava rindað fyri tað, tey veruliga brúka, og hetta hevur riggað sera væl. Hesa skipanina kunnu við- skiftafólkini framhaldandi brúka, um so er, at tey halda, at tað er betri. - Ókeypis gigabyte-nýtsl- an kemur at hava ta avleið- ing, at einki er til hindurs fyri at taka niður myndir, tónleikaklipp, softvørur og annað, og avrokningin er óheft at tíðini, tú ert á net- inum. Hetta letur seg gera, tí hetta hevur einki við tele- fonina at gera. Uppsetingin er ein antenna og ein leidn- ingur í telduna, sigur hann. Stúra ikki Birgir W. Høgnesen, sum frammanundan hevur fing- ist við tryggingar, stúrir ikki fyri kappingini um breiðbands viðskiftafólkini, tí, sum hann sigur: - Tá ið tryggingarfelagið Trygd kom á marknaðin, kom eisini gongd á trygg- ingarmongdina hjá Trygg- ingarfelagnum hinumegin vegin. Eg vænti, at allir veitarar fara at fáa eitt sind- ur av køkuni, tí køkan er stór og kann skerast í pettir á ymiskan hátt, sigur sølu- maðurin hjá TeleTech, Birgir W. Høgnesen, at enda. Á flog við breiðbands loysn kiftisavtalu um nýtslu av FarIce- kaðalinum, og vit vænta, at brúkarin fer at merkja hetta sum eina broytinga frá motorvegi til flúgvibreyt, sigur Birgir og leggur aftrat, at TeleTech náddi broytingina frá grúsvegi til motorveg longu í 2002. - So smáir, vit hóast eru í telehøpi, kunnu vit fegnast um tey náddu málini, sum vit settu okkum í 1999. Vit skulu minnast til, at TeleTech ikki er nakar risi í telehøpi. Men eftir lutfalsliga stuttari tíð eru vit tó komin langt áleiðis, sigur Birgir W. Høgnesen, sølumaður hjá TeleTech Í annaðkvøld klokkan 20 verður konsert og hugnaløta í áhuga- verda og forvitnisliga Bátasavninum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík HUGNALØTA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað verða kendu andlitini innan violin-og guitartón- leik, Monika Stauss og Ólavur Jakobsen, sum fara at hava konsertina, Osmundur fer sjálvur at greiða frá savninum og hugleiða um bátar, reiðskap og annað. Ein annar leir- víkingur, Jógvan Elias Joensen, fer at lesa upp egnar yrkingar. Tað er eisini Jógvan Elias, sum hevur skrivað Leirvíkssangin. Gamla tíðin Í Bátasavninum í Leirvík standa fimm gamlir bátar, harav fýra eru bygdir í Leir- vík. Hetta eru bátar í fleiri støddum, úr 8-mannafari niður í trist. Teir fýra bát- arnir eru bygdir av gamla Óla bónda og Símuni Jóhan. Í miðhæddini í Bátasavn- inum í Leirvík, har bátarnir standa, hongur eisini størsti málningur, sum Sámal Toftanes hevur málað. Hes- in er meira enn 10 fermetr- ar stórur og ímyndar Leir- víksbygd á teimum døgum, tá ið hesir bátarnir vóru ein partur av grundarlagnum undir bygdini. Í savninum eru eisini fleiri aðrir máln- ingar. Bátasavnið í Leirvík er eitt rættiligt mentanarsavn, har fleiri og fleiri tiltøk verða hildin, og fleiri og fleiri fólk vitja. Monika og Ólavur Tey bæði, Monika Stauss og Ólavur Jakobsen, hava bæði drúgvar royndir innan tónleik. Monika er ikki minst kend frá Symfoni- orkestrinum, og Ólavur er serliga kendur úr bólkinum, Aldubáruni. Tey hava bæði havt framførslur saman og saman við øðrum. Nú hava tey so konsertir saman, og eitt nú hava tey framført í Klingruni í Norðurlanda- húsinum – og í annaðkvøld verða tey so at hoyra í Báta- savninum í Leirvík á violin og guitara. Hugnaløta í Bátasavninum í Leirvík Í morgun klokkan 10 fara næmingar, sum ganga í framhalds- deildini í Runavíkar kommunu, at handa býráðsformanninum, Rodmundi Nielsen, eitt mótmælisskriv við ynski um fríøki rundan um skúlan í Runavík MÓTMÆLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Umstøðurnar hjá næming- unum í framhaldsdeildini í Runavíkar skúla eru alt annað enn góðar. Tað halda í hvussu er næmingarnir sjálvir. Trongligt er í skúl- anum, og uttan um skúlan er einki fríøki, har næming- arnir kunnu njóta fríkorter- ini og fríløturnar, sum eru á skúlanum. Einir 150 mæningar ganga í framhaldsdeildini í skúlanum í Runavík, og í vikuni hava hesir savnað inn undirskriftir til tess at mótmæla, at einki fríøki er uttanum skúlan. Í gjár høvdu fleiri enn 100 mæningar skrivað undir mótmælisskrivið, sum verður handað býráðs- formanninum, Rodmundi Nielsen, á býráðsskrivstov- uni klokkan 10 í morgun. Skrivið hjá næmingunum er dagfest, 1. apríl, men næmingarnir leggja dent á, at hetta er eingin apríl- søga, men ramasti álvari. Likams og sálar Í skrivinum siga næming- arnir, at eitt fríøki uttan um skúlan hevði gagnað teim- um til likams og sálar. – Og sjálvandi hevði hetta eisini gagnað undir- vísingini í skúlanum. Næmingarnir siga í skrivinum, at sum er, er einki hjá næmingunum at gera í fríkorterinum. – Hetta kann saktans føra til ymiskt annað »stuttligt«, sum næmingarnir siga í gásareygum. Teir vísa á, at næming- arnir roykja, keypa og kanska hevnir onkur seg yvir teir annars so fáu møblarnar, sum eru á skúl- anum. At enda í skrivinum siga næmingarnir seg vóna, at býráðið tekur ímóti mót- mælinum í sama góða anda, sum tað er skrivað og borið býráðnum. Ólavur Jakobsen og Monika Stauss fara at hava konsert í Bátasavninum í Leirvík í annaðkvøld Skúlanæmingar í Runavík mótmæla Osmund Justinussen, sum eigur Bátasavnið, fer at hugleiða um savnið, gomlu bátarnar, reiðskap og annað Mynd: Álvur Haraldsen Næmingar í framhaldsdeildini í Runavíkar kommunu mótmæla, at einki fríøki er uttanum skúlan í Runavík C M Y K 7 6