fríggjadagur 2. apríl 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 65 - 2. apríl 2004
Nr. 65 - 2. apríl 2004
9
Sjúkrabilarnir skulu verða í Vágum
Vágatingmenninir
eru sera avgjørdir í
síni søk. Teir góðtaka
als ikki, at sjúkra-
flutningstænastan
verður flutt úr Vágum
til Havnar
SJÚKRAFLUTNINGUR
Edvard Joensen
Vágar:
Vágatingmenninir
hava
tosað saman og eru á einum
máli um, at teir góðtaka
ikki, at sjúkrabilarnir verða
fluttir til Havnar at hava
støð.
Sjúkrabilførararnir í Vág-
um hava boðað frá, at fáa
teir ikki eina vaktarskipan,
teir kunnu góðtaka, leggja
teir arbeiðið niður tann 30.
apríl. Teir hava í seks ár ella
so roynt at fa eina skipan,
sum gevur teimum samsýn-
ing fyri ta tíðina, teir ganga
vakt, men hava einki fingið
burturúr. Nú hava teir mist
tolið, siga teir í brævi, sum
sent er avvarðandi myndug-
leikum.
Men nú skal nakað
henda, lova so teir, sum
ábyrgdina hava. Tað vil siga
landsstýrismaðurin
við
heilsumálum, eins og ting-
menninir í Vágum, ið eisini
vóru tingmenn tær báðar
seinastu seturnar, nú eru
komnir inn í málið.
Øgiliga neyðugt
Marjus dam, sambandsløg-
tingsmaður úr Vágum, er
eisini kommunulækni í
oynni.
Hann staðfestir, at tað er
øgiliga neyðugt at hava
sjúkraflutningstænastuna
við støð í oynni. Skjót hjálp
er góð hjálp, veit læknin, og
tað kann i ávísum førum
bjarga lívi, at bilurin er á
staðnum tann hálva tíman
fyrr, sum tað annars tekur
at koyra úr Havn og vestur í
Vágar, áðrenn síðan skal
farast aftur til Havnar á
sjúkrahús. Tað ræður altíð
um at hava so stutta »trans-
porttíð« sum gjørligt, vísir
Marjus Dam á.
Vágar eru øki, har nógv
fólk samlast. Hugsað verð-
ur sjálvandi um flogvøllin.
Og tá nógv fólk eru saman,
er eisini møguleikin fyri
einumhvørjum
hóttafalli
tilsvarandi stórur. So sann-
líki fyri at noyðast at brúka
sjúrkabilar í Vágum er
størri enn fólkatalið, sum
skrásett er í kommununum
í oynni, vísir. Fólki kann
altíð bráddliga bila eitt-
hvørt, og tá kann vera gott
at hava hjálpina á staðnum.
Bilarnir hava góða útgerð,
og fólkið, sum koyrir teir,
er útbúgvið til at brúka hesa
útgerð.
Menninir, sum í áravís á
sjálvbodnum grundarlagi í
Bjargingarfelagnum hava
koyrt bialrnar, hava gjørt
eitt risaarbeiði, sigur Marj-
us Dam, kommunulækni.
Vera bilarnir flutti til at
hava støð í Havn, verður øll
tilbúgvingarætlanin, teir
eru partur av, torpederað,
sigur hann.
Ikki upp á tal
So skiftir Marjus Dam
kaskett. Gerst løgtingsmað-
ur og verður bragdligari og
títtari í orðalagi.
Tað kemur yvirhøvur ikki
upp á tal at flyta bilarnar úr
Vágum, staðfestir hann.
– Eg vil stríðast og strev-
ast til síðsta blóðsdropa,
fyri hesum málinum. Og
tað skuldi ikki verið tann
stóri trupulleikin at fingið
hetta at borið til, tí talan er
ikki um teir stóru pengar-
nar. Einar tvær milliardir er
ramman á fíggjarlógini, so
hesa hálvu miliiónina eiga
vit at finna, sigur hann.
Bilarnir hava havt støð í
Vágum síðan einaferð í
sekstiárunum. Og sjálvt í
ringastu kreppuni í níti-
árunum bar til at hava teir
her. Tí dugi eg ikki at síggja
nakra grund til, at tað ikki
skal bera til at finna fígging
til hetta ynski hjá førarun-
um.
Og uppgávur eru fleiri til
teirra eisini, visir hann á.
Til dømis kundu teir havt
um hendi sjúkrafutningin
til og av flogvøllinum við
sjúklingum, sum skulu
uttanlands til viðgerðar.
Marjus Dam sær onga
skilagóða orsøk til at leggja
skipanina við sjúkrabilun-
um í Vágum niður. Flutn-
ingurin skal røkjast, og
verður tað ikki hiðani,
verður tað bara onkra aðra-
staðni frá, tað verður gjørt.
Tað kostar eisini pengar.
Munurin verður bara, at
vágafólk fara at kenna seg
tað óryggari. Og trygdini
hjá fólki slaka vit ikki við,
sigur Marjus Dam.
Vit finna penignin
Hin
vágatingmaðurin,
fólkafloksmaðurin Jørgen
Niclasen, er ikki í iva um,
at peningurin til vaktar-
skipanina verður funnin.
Hann vísir esini til tær tvær
milliardirnar, sum ramman
er.
– Hendan tænasta er líka
neyðug fyri Vágar, sum
sjúkrahúsini eru fyri Norð-
oyar og Suðuroy, sigur
hann. Tað væntar hann
eisini, at tingmenn fara at
skilja, tá málið kemur so
langt.
Jørgen Niclasen er for-
maður í Trivnaðarnevndini
í Løgtinginum, og har
væntar hann at fáa ávirkan,
tá málið í fíggjarlógar-
viðgerðini umvegis Fíggj-
arnevndina kemur til Trivn-
aðarnevndina til ummælis.
Pengarnar verður eingin
trupulleiki at finna innan
karmin heilsumál, sigur
hann.
Hann sigur, at hann, eins
og Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður fyrr hev-
ur sagt við Sosialin, hellir
til Eysturoyarmodellið við
einum
portørliði,
sum
hevur vakt og so gongur í
eini turnusrundu, har teir av
og á eru á Landssjúrkahús-
inum.
Jørgen Niclasen væntar,
at sjúkrabilførararnir í Vág-
um, sum hava verið so
tolnir, eisini fara at bíða
nakrar dagar eftir 30. apríl,
til fíggjarlógin er samtykt.
Tað verður helst einaferð í
fyrru helvt av mai. Og tá
skuldi hetta málið verið
loyst, væntar hann.
Bíðar eftir
mótpart-
inum
Sakførarin hjá
partafelagnum
Nakki bíðar nú
eftir, um Fiski-
málaráðið fer at
kæra dómin í
Jógvan S málinum
DÓMURIN
–Rætturin hevur talað,
og niðurstøðan er sólar-
klár. Nú bíða vit bara
efir, hvat Fiskimálaráð-
ið fer at gera, áðrenn vit
fara at rokna út, hvussu
stórt endurgjaldskrav vit
fara at seta fram, sigur
Jógvan Páll Lassen, sak-
førari hjá reiðarínum hjá
Jógvani S.
Partarnir hava tvær
vikur at umráða seg í, og
til ta verður friður, sigur
hann.
ej
Ein maður síðst í
sekstiárunum bleiv í
Føroya Rætti miku-
dagin dømdur tvey
ára fongsulsrevsing
fyri siðamisbrot móti
abbadóttur síni
RÆTTARMÁL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mikudagin fall dómur í
einum tí størsta málinum
um siðamisbrot í føroyskari
rættarsøgu. Ein maður síðst
í sekstiárunum bleiv dømd-
ur tvey ára fongsulsrevsing
fyri at hava gjørt seg inn á
eina abbadóttur. Misbrotini
vóru framd í einum tíðar-
skeiði upp á sjey ár, frá tí at
gentan var seks ára gomul
og fram til, at hon var trett-
an ár.
Sannførandi frá-
greiðing frá gentuni
Eftir at hava lisið dómin
upp,
segði
dómarin
í
Føroya Rætti, at hann hevði
tikið atlit til, at gentan var
so ung, tá tey flestu mis-
brotini vóru framd, og tað
hevði verið við til at skerpa
dómin. Hinvegin so hevði
aldurin hjá manninum eis-
ini talað til hansara fyri-
muns í sambandi við dóm-
in. Dómarin grundaði dóm-
in á, at frágreiðingin hjá
gentuni hevði verið ógvu-
liga nágreinilig og sannfør-
andi. Somuleiðis helt dóm-
arin ikki, at tað var nakað
óvanligt í, at eingin í nær-
umhvørvinum hjá mann-
inum og gentuni hevði lagt
merki til nakað, og at
gentan einki hevði sagt fyri
nøkrum, tí tað var ógvuliga
vanligt í slíkum málum, at
eingin veit av nøkrum. Har-
afturat helt dómarin ikki, at
nakrar av ákærunum vóru
ov gamlar. Siðamisbrotini
fóru fram í einum sjey ára
tíðarskeiði frá 1992 til
1999, tá ið gentan var 13 ár.
Umframt fongsulsrevsing-
ina skal maðurin gjalda
abbadóttrini 30.000 krónur,
og somuleiðis skal hann
gjalda allan sakarmáls-
kostnaðin,
okkurt
um
25.000 krónur. Hetta er,
sum áðurnevnt, eitt tað
størsta sakarmálið av sínum
slag í Føroyum, og Føroya
Rættur nýtti tríggjar dagar
til viðgerð av málinum.
Málið hevur koyrt fyri
afturlatnum
hurðum
í
Føroya Rætti.
Ikki beint inn at sita
Eftir at dómur var sagdur,
bað verjin hjá ákærda,
Christian Andreasen, í sam-
ráð við ákærda um um-
hugsunartíð til møguligani
at skjóta dómin inn fyri
landsrættin. Ákærimyndug-
leikin kravdi, at ákærdi
bleiv varðhaldasfongslaður
beinan vegin, tí ákærin
metti, at talan var um so
mikið umfatandi dóm, at
rættast var at varðhalds-
fongsla mannin beinan veg-
in. Eisini helt ákærin, at av
tí at ákærdi kemur úr einum
minni
bygdarsamfelag,
hevði rættast verið mót-
vegis familjuni hjá gentuni
og fólk annars í viðkom-
andi bygdarsamfelag, at
rættast var, um maðurin fór
beint inn at sita. Hetta sýtti
Føroya Rættur tó fyri við
teirri
grundgeving,
at
ákærdi er komin so mikið
til aldurs, at fongslingin
óivað hevur stóra ávirkan á
heilsustøðuna hjá mannin-
um.
2 ára fongsulsrevsing fyri siðamisbrot
Sjúkrabilarnir í Vágum
kundu eitt nú havt flutningin
við sjúklingum til og av
flogvøllinum at røkt, sigur
Marjus Dam,
kommunulækni og
løgtingsmaður í Vágum
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður í Vágum, er formaður í
Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum. hann væntar ongan
trupulleika av at finna peningin til vaktarskipanina hjá
sjúkrabilførarunum í Vágum
Gamla Norrøna
er seld
Tað er OM Ships
International, ein
kristin felagsskapur,
sum hevur keypt
gomlu Norrønu frá
Smyril Line fyri 3,6
milliónir evrur.
Skipið fer nú at eita
Logos Hope, og
siglingin fer at byrja
um eitt ár ella so
SKIPASØLA
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Skipið var selt mikudagin
tann 31. mars eftir drúgvar
royndir frá Smyril Line at
fáa skipið selt. Felagið
hevur nevniliga seinna árið
roynt at sloppið sær av við
Norrønu I, men striltið
gekst, inntil trúboðanarfel-
agsskapurin OM keypti
skipið gjøgnum OM Ships
International.
Norrøna I, sum er góð 30
ára gomul, varð bygd í
Rendsburg, og Smyril Line
hevur havt skipið seinnu 20
árini, har tað hevur rikið
føstu rutuna í Norðurat-
lantshavinum.
Men nú eru dagarnir hjá
Norrønu I sum ferða-
mannaskip taldir, tí nú
verður hon umgjørd til trú-
boðaraskip við alskyns
útgerð umborð. Serliga
verður dentur lagdur á ljós
og ljóð í umvælingini, og
ein stórur bókahandil verð-
ur umborð, sum fer at verða
tann størsti flótandi bóka-
handilin í heiminum.
Kømur verða eisini gjørd
í stand umborð á gomlu
Norrønu, sum fer at hava
350 starvsfólk og pláss fyri
150 vitjandi. Møguleiki
verður eisini fyri air-
kondition,
internetsam-
bandi, og telefon.
Leiðarin av OM í Dan-
mark, Bitten Schriver, sigur
um keypið av skipinum og
umvælingina, at tað hevði
ikki borið til uttan tann
stuðulin, sum felagsskapur-
in hevur fingið.
– Vit vórðu ordiliga tikin
av bóli av øllum tí peninga-
liga studningi, sum fólk
kring heimin hava givið til
hetta
endamálið,
sigur
Bitten Schriver.
Gamla Norrøna er í løt-
uni í Keypmannahavn, og
hon fer væntandi í sigling í
2005.
Gamla Norrøna er seld til
kristna felagsskapin OM
Krím herjar
landið
Kommunulæknar
kring landið hava
seinnu tíðina sæð
eitt hægri tal av
fólki, sum ganga við
ringum og drúgvum
krími. Tað eru
serliga smærri børn,
sum verða sjúk
SJÚKA
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Magnus
á
Stongun,
kommunulækni á Eiði,
sigur, at tað er eitt so-
kallað
várkrím,
som
gongur í løtuni.
– Tað er ikki talan um
influensu, men eitt vanligt
várkrím, sum kanska er
verri enn tey, sum plaga at
vera hesa árstíðina, sigur
kommunulæknin Magnus
á Stongun.
Tað eru mest børn, sum
leggjast inni við millum-
oyra betendilsi og tílíkum.
Ikki eru tað nógv vaksin,
sum verða sjúk, men
summi fáa influensu-
líknandi sjúkueyðkenni.
Pól Jóhannes í Horni,
kommunulækni í Fugla-
firði, sigur, at hetta er ikki
meira enn vanligt. Og tó,
so verður okkurt smá-
barnið innlagt.
– Tey hosta so mikið
illa, at tey missa ondina,
sigur
Pól
Jóhannes,
kommunulækni.
– Men annars er onki
nýtt at síggja, sigur
Magnus
á
Stongun,
kommunulækni á Eiði.
LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 2. apríl kl.
16:00 verður málninga-
framsýning hjá Frits Jo-
hannesen
latin
upp
í
Listaskálanum. Til skjals
verða 30 listaverk, sum eru
málað í ár og í fjør.
Framsýningin er opin til
sunnudagin 16. mai. Mynd-
irnar eru úr hugaheimi
listamansins í tónleiki og
hálvum skjøldrum, sum
bylgjast
við
garðalið,
kirkjuskjøldrar og hálv hjól
í litføgrum spæli.
Frits í Listaskálanum
C
M
Y
K
9
8