fríggjadagur 2. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 65 - 2. apríl 2004
Nr. 65 - 2. apríl 2004
11
Skiftið til summartíð markeraði á ein hátt,
at eisini ítróttarkappingarnar kring landið
eru í ferð við at skifta ham.
Eftir at mesta hevur gingið fyri seg innan-
dura í vetrarhálvuni, verður nú farið út, har
bæði veður og vindur eru meira innbjóð-
andi, enn tey annars hava verið í myrku
tíðini.
Men hóast myrk, so hevur hendan tíðin á
ongan hátt verið keðilig. Fyri tveimum
vikum síðani endaði flogbóltskappingin í
einum sonnum braki á Kambsdali, har
klaksvíkingar í tveimum dystum ognaðu
sær tvey gullmerki, og nú leygardagin verð-
ur tað so hondbólturin, sum setir punktum
fyri eini framúr spennandi kapping.
Og við einum seinasta altavgerandi dysti
millum tey bæði mest vinnandi mansliðini í
føroyskum hondbólti, eru eisini allir karm-
ar í lagi fyri einum framúrskarandi enda á
landskappingini.
Verða tað sigursvandu VÍF-leikararnir, sum
kunnu heingja enn eitt gullmerki um hálsin,
ella er tíðin nú aftur komin til Kyndil, eftir
at teir hava staðið at kalla í skugganum
seinastu árini. Ár sum so sanniliga hava
verið drúgv bíðitíði hjá Kyndilsfólki, har
gull og heiður annars tykist vera partur av
gerandisdegnum.
Hvussu er og ikki, so verður tað vinnarin
leygardagin, sum strýkur avstað við øllum.
Higani verður í øllum førum ynskt góðan
dyst til bæði leikarar og viðhaldsfólk, og
ein stór tøkk til øll teirra, sum við ítróttar-
avrikum sínum hava gjørt ein myrkan og
tungan vetur nakað nógv lættari at koma
ígjøgnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Takk fyri veturin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Helgi Abrahamsen
Kjakið millum meg og
Knút Eysturstein hevur
nú vart somikið leingi, (og
greinarnar eru blivnar so
langar) at tíð skjótt fer at
vera at gevast. Men her er
tó enn ein grein í røðini
24.
mars
hevði
Knút
Eysturstein ta higartil sein-
astu greinina í kjakinum
okkara millum. Men heldur
ikki hesa ferð svarar hann
spurninginum sum eg setti
honum um, hvussu Før-
oyska fullveldið skal fíggj-
ast, og hann vísir enn eina-
ferð á, at spurningurin er
settur skeivum persóni. Tað
er í lagi. Men so vil eg
spyrja, hvør er rætti persón-
urin at spyrja? Heilir fel-
agsskapir, politiskir flokkar
og samgongur hava arbeitt
við fullveldisætlanini nú í
nógv ár, so tað kann ikki
bera til, at EINGIN skal
vera rætti persónur at
spyrja, hvussu hetta skal
fíggjast.
Ein av umberingunum
hjá Knúti, fyri at sleppa
undan at svarar mínum
spurningi um fígging av
fullveldinum hevur verið,
at tað er uppgávan hjá
serfrøðingum at gera fíggj-
arlógaruppskot. Eg spurdi í
tí sambandinum, um tað
ikki var tað, sum vit høvdu
politikarar til ? Og Knút
svarar, at politikarar kunnu
taka serfrøðingar við uppá
ráð, áðrenn teir taka av-
gerðir. – Jú men, hví gera
teir so ikki tað ? Hví spyrja
fullveldispolitikarar ikki
serfrøðingar um, hvussu
eitt føroyskt fullveldi verð-
ur fíggjað við føroyskum
pengum? So kundu teir
aftaná greitt okkum »van-
ligu« føroyingum frá svar-
inum. Men sjálvt tað hava
teir ikki gjørt !
Hvør bað um danska
fígging ?
Í eini fyrri grein vísti eg á,
at
fullveldislandsstýrið
dugdi ikki at vísa á nakra
aðra loysn viðvíkjandi fígg-
ingini av fullveldinum, enn
at biðja donsku stjórnina
geva teimum langa skiftis-
tíð. Men nú sigur Knút, at
tað var Nyrup, sum hevði
skuldina av hesum.
Men hetta er ikki rætt.
Tað var ikki Nyrup, sum
bað um 15 ára skiftistíð.
Tvørturímóti ! Tað var hann
sum NOKTAÐI landsstýr-
inum tey 15 árini. Og har-
afturat gangi eg út frá, at
samráðingaruppleggið hjá
landsstýrinum var skrivað
áðrenn samráðingarnar í
Keypmannahavn byrjaðu,
so tann óhøviska framferð-
in hjá forsætismálaráðharr-
anum undir samráðingun-
um hevur einki við tey 15
árini at gera. Nei tað var
fullveldislandsstýrið sjálvt,
sum bygdi allan tann fíggj-
arliga partin av fullveldis-
ætlanini á ynskið um langa
skiftistíð. Og so vóru teir so
smartir, at ístaðin fyri at
nevna 15 ár, gjørdu teir eitt
innviklað roknistykki, sum
sambært fjølmiðlum líka so
væl kundi enda við 63 ára
skiftistíð.
– Danir skuldu gjalda so
leingi sum til bar !
Samfelagið reistist
Eg eri púra samdur, tá Knút
sigur, at vit hava eitt blóm-
andi samfelag, ið megnaði
at reisa seg eftir eina svára
kreppu, og eg haldi, at júst
hetta vísir, at orðini um, at
einki ber til í heimastýrin-
um eru ósonn.
Skipanin fekk av full-
veldislandsstýrinum skuld-
ina fyri, at kreppan kom í
90-árunum, og kortini so
kláraðu vit at reisa samfel-
agið aftur eftir stuttari tíð
undir somu skipan. Tað sig-
ur ikki so lítið um skipan-
ina !
ABC-hugsjónin
Sum eina umbering fyri
ikki at svara mínum spurn-
ingum vísir Knút nú á, at eg
havi heldur ikki svara hans-
ara upprunaligu spurning-
um. Knút skrivar: »Kjakið
byrjaði við grein míni,
»Sambandshugsjónin?
ABC?«, har eg setti nakrar
grundleggjandi spurningar,
um hvør hugsjónin var, ið
drívur verkið hjá ABC sam-
gonguni.«
Nú var eg ikki komin
uppí kjakið, tá hasar regl-
urnar vóru skrivaðar (og tí
tók eg tað av góðum grund-
um ikki sum spurningar til
mín persónliga), men Knút
skal ikki hava tað at umbera
seg við, so her er svarið:
ABC samgongan er sam-
ansett at trimum rættiliga
ymiskum flokkum, sum
hava líka so ymiskar hug-
sjónir. Út frá hesum hug-
sjónunum eru nakrar semj-
ur (kompromis) gjørdar, og
hesar eru skrivaðar í sam-
gonguskjalið. Eg fari ikki
at endurgeva alt samgongu-
skjalið her (tað er tað ikki
pláss til), men kann nevna
hesi økini burturúr rúgvuni:
• samgongan vil betra pen-
sjónsviðurskiftini
• stimbra vinnulívið og
klekja haldgóð hugskot
um nýggjar vinnumøgu-
leikar
• privatisera almennar fyri-
tøkur, har tað kann gerast
við fyrimuni
• útvega betri marknaðar-
atgongd til ES og onnur
lond
• broyta skattaskipanina,
so hon verður meira ar-
beiðs- og búskaparliga
vakstrarfremjandi
• fáa størri ávirkan á uttan-
ríkispolitiska
økinum
o.s.fr.
Ella sagt við øðrum orðum:
Vit skulu hava eitt liviligt
vælferðarsamfelag, har tað
skal vera gott hjá Føroya
fólki at búleikast.
Hvørjar hugsjónir hevði
fullveldislandsstýrið?
Men so vil eg spyrja, hvørj-
ar hugsjónir hevði fullveld-
islandsstýrið? Hugsjónin
var fullveldi, sigur onkur,
men hvat skuldi henda dag-
in eftir at Føroyar vóru
blivnar fullveldi ? Hvørjar
vóru hugsjónirnar fyri sam-
felagið og fólkið? Hvørjar
vóru hugsjónirnar á fíggj-
arliga økinum (annað enn
at biðja danir gjalda)?
Hvussu nógvar nýggjar
vinnur eru settar á stovn,
meðan fullveldislandsstýr-
ið hevur tosað um sjálvber-
andi búskap? Hvussu nógv-
ur fiskur varð fluttur óvið-
gjørdur av landinum, tá
fullveldislandsstýrið
tók
við, og hvussu nógv verður
flutt óviðgjørt av landinum
í dag? Hvørji framstig eru
gjørd viðvíkjandi marknað-
aratgongdini? – Hvar er
sjálvberandi búskapurin?
Um tað er sjálvberandi
búskapur at biðja um 366
mió. krónur minni í inn-
tøkum, hví bað fullveldis-
landsstýrið so ikki um at
fáa eina milliard minni? (so
høvdu teir verið uppaftur
meira sjálvberandi – um eg
havi skilt boðskapin rætt) ?
Munurin millum hug-
sjónirnar er í høvuðsheitum
tann, at meðan fullveldis-
landsstýrið segði, at í Før-
oyum skulu føroyingar
ráða, so sigur nýggja lands-
stýrið, at í Føroyum skulu
føroyingar liva. Og so eru
vit aftur har sum vit
byrjaðu: Vælferð ella full-
veldi! – Vel annað, tí tú fært
ikki bæði!
Farvælferð
(Viðmerking til Knút Eysturstein)
VIÐMERKINGAR
Poul Michelsen
Føroyingar fyri fyrstu
ferð á fundi uttalands
Fyri umleið 30 árum síðan
stóð eg sjálvur, sum for-
maður í fótbóltsdeild ÍSF´s
umboðandi føroyska fót-
bólt
á
norðurlendskum
fótbóltsfundi við Laugar-
vatn í Íslandi.
Hetta var fyrstu ferð at
føroyskur fótbóltur luttók á
fundi við aðrar fótbólts-
samgongur. Fyrstu ferð
høvi beyðst at bera fram
hugsjónarliga ískoyti til
framtíðar alheims fótbóltin.
Fyrstu
ferð
føroyingar
sluppu at vísa hinum norð-
anlondunum á tann tørvin
at sleppa at luttaka sum
javnbjóðis limur í evrope-
iskum- og alheims fótbólts-
felagsskapum.
Hóast at fundurin við
Laugarvatn gjørdist rættu-
liga rokmikil, eydnaðist tað
at fáa bygt eina brúgv mill-
um føroyingar og hini
norðurlondini.
Formaðurin í svendska
fótbóltssambandinum, for-
maður í norðurlendsku fót-
bóltssamgonguni og limur í
UEFA Tori Brodd, sáli
saman við Ellert Schram,
formanni í Íslendska Fót-
bólts-sambandinum átóku
sær at vera talsmenn føroy-
inga í hesum málið.
Umleið 15 ár eftir fundin
við Laugarvatn hava føroy-
ingar fingið viðurkenning
sína, tá limaskapur í teirri
norðurlendsku-,
evrope-
isku- og alheims fótbólts-
samgonguni var ein veru-
leiki.
Fyrsti landsleikur
føroyinga
Tá føroyingar spældu sín
fyrsta landsdyst í fótbólt í
Landskrona 12. sept. 1990
móti eysturríkarum, hevið
eg tað serligu gleði at vera
hjástaddur. Ein ógloymandi
løta - sum, umframt dystin
sjálvan, eisini goymdi hóp-
in av kenslum um tað sum
lá í søguni aftanfyri hend-
ingina. M.a. kom eg at
hugsa um, hvussu fegin eg
hevið viljað at Tori Brodd,
sáli var millum okkara og
kundi uppliva sín leiklut í
søguni. Ikki minst tí at
fyrsti landsleikur føroyinga
júst var Svøríki - heimlandi
hansara.
Um hetta mundi var eg
eisini býráðsformaður í
Havn, og visti at býráðið av
fullum alvi royndi at útvega
FSF ein alheimsviðurkend-
an grasvøll, og soleiðis
virka fyri, at landsleikirnir
kundu leikast heima í Før-
oyum og sjálvsagt í høv-
uðstaðnum.
Við virðing fyri tí, sum
toftamenn hava avrikað og
um hetta mundi megnaðu at
leggja fyri dagin, skal eg tó
loyva mær at viðmerkja, at
tað ikki vóru toftamenn,
sum gjørdu at vit máttu
steðga á við ætlanum okk-
ara at gera alheimsfótbólts-
vøllin í Gundadali.
Ætlanin hjá okkum í
Havn var í stórum grundað
á kommununar egna før-
leika, men sum nakað
óvanligt hevið ein sponsor-
ur bjóða sær til at leggja
rættiliga nógvar pengar í
ætlanina. Hesin trekti seg
sjálvsagt tá landsstýrið,
sum tá m.a. var mannað við
Olafi Olsen og Jógvan Ing-
vardi Olsen valdu at geva
Svangaskarði tilsøgn um
almennan studning.
Gundadalur - mekka hjá
føroyskum fótbólti
Í bryjanini av seinastu øld
vóru menn í Havn so fram-
skygdir, at teir løgdu eitt
ótrúliga stórt økið í Gunda-
dali millum Varðagøtu og
Hoydalsveginvegin av til
ítróttarendamál. At ímynda
sær at menn fyri 100 árum
síðan høvdu slíkar visjónir
um ætlanir til ítróttarenda-
mál er ikki lætt at skilja,
men so mikið meira vert at
virða.
Vantandi møguleikar hjá
kommununi
at
útvega
grundøkir ella kanska stutt-
skygni gjørdi, at umleið
helvtin av økinum í Gunda-
dali bleiv máa burtur til
onnur endamál og endaði
niður í tí stødd vit kenna í
dag.
Nógvar
ætlanir
hava
verið í Gundadali gjøgnum
árini, men tær seinastu hava
allar haft tríggjar fótbólts-
vallir í sær.
Tá farið varð undir at
byggja nýggju svimjuhøll-
ina fyrst í 80-unum, vóru
tað nógv, sum setti spurn-
ing við um tað var rætt, at
byggja
svimjihøllina
á
stadionøkinum, har hon nú
liggur. Orsøkin var tann, at
nú trongdist í Gundadali,
og at møguleikarnir fyri at
menna bæði bóltspæl og
frælsan ítrótt í Gundadali
gjørdist avmarkaðir.
Tá farið varð undir ætl-
aninar at gera ein alheims-
fótbóltsvøll við frælsum
ítrótti, gjørdist hesin veru-
leiki sjónligur – leistin til
eina ætlan við fótbólti og
frælsum ítrótti var edinfalt
ov lítil, sum m.a. fyrverandi
býararkitektur
Gunnar
Hoydal gjørdi vart við.
Neyðugt var tí at minka
um rennibreytina soleiðis,
at hon bert hevið 6 breytir,
og tá FIFA kom við krøvum
um,
at
fótbóltsvøllurin
skuldi breiðkast frá 65 m
upp í 68 m – vóru møgu-
leikanir fyri semjum ella
kompromisum ikki at fáa
eyga á.
Endi varð, at avgerð bleiv
tikin um, at í Gundadali
skuldi fótbólturin, sum
eigur sína søgu har aftur til
1908, fáa fyrsta rættin.
Heldur enn eitt »kompro-
mis« har ongin fær sítt,
bleiv avgjørt at Gundadalur
í høvuðsheitinum fram-
haldandi skuldi hýsa bólt-
spæli, og framhaldandi
skuldi vera miðdepilin fyri
føroyska fótbólt.
FSF og Býráðið ganga
saman
Stríðið ella orðadrátturin
um fótbóltsvøll við ella utt-
an rennibreyt kundi tí ikki
enda øðrvísi, enn at avgerð
varð tikin um at byggja fót-
bóltsvøll í Gundadali, sum
leyk øll altjóða krøv. Ein
fótbóltsvøll uttan renni-
breyt. Treytirnar hjá frælsu
ítróttini vóru sostatt, at
hóskandi øki til rennibreyt
skuldi finnast aðrastaðni.
Eingin ivi eigur at vera um,
at henda avgerð er lóglig, er
væl lýst og væl grundað.
FSF og Tórshavnar býráð
gera av at ganga saman um
at gera eitt alheims viður-
kent
fótbóltstadion
í
Gundadali. FSF við Torleif
Sigurðsson á odda hevið
alla tíðina víst á, at neyðugt
var við einum viðurkendum
alheims fótboltsvølli aftrat,
og at Gundadalur var hósk-
andi pláss til endamálið.
FSF ynskti ikki, at renni-
breyt var kring vøllin. FSF
ynskti, at pláss skuldi verða
fyri umleið 9.000 áskoðar-
um.
FSF viðmælti ætlanini til
landsmyndugleikanar. Og
tá ætlanin eisini sampakk-
aði við tað, sum UEFA og
FIFA treyta sær av fram-
tíðar
alheims
fótbólts-
stadion, varð viðmæli FSF,s
eisini givið hesum.
Grunnurin
Tórsvøllur,
sum er settur at stjórna
ætlanini er skipaður so-
leiðis, at Tórshavnar býráð
velur formannin, FSF ein
nevndarlim og løgmaður
ein nevndarlim. Tórshavnar
Býráð vildi við hesi saman-
seting vísa á, at ávirkan á
lidna verkið skuldi FSF,
landsstýrið
og
býráðið
hava.
Inni á heimasíðuni hjá
T
ó
r
s
v
ø
l
l
i
www.torsvollur.fo
eru
myndir og tekningar av
teim ætlanum, sum eru
møguligar at fremja eina-
ferð í framtíðini. Hesar
hugmyndirnar eru beinleið-
is sprotnar úr teimum ætl-
anum, sum vóru grundar-
lagið undir fyrra projektin-
um við rennibreyt. Her var
nevnliga eisini talan um
annað virksemi s.s. hølir til
ítróttarendamál, frítíðarhøl-
ir,
almennar
tænastur,
skrivstovur, tænastufyritøk-
ur, ítróttarbýli v.m. og her
var fíggingarmynstrið eis-
ini grundað á almennan
stuðul og privatar sponsor-
ar.
Aðalskrivari FSF skriv-
aði fyri tíð síðan, at Tórs-
vøllur tók sponsorpengar
frá
feløgunum.
Hoyrdi
hetta aftur í sendingini Før-
oyar í Dag. Tórsvøllur hev-
ur alla tíðina grundað sítt
virksemi partvís á sponsor-
pengar, men vit hava so
avgjørt ikki tikið nakað
meira frá sponsorpuljuni,
enn verkætlanin hevur havt
brúk fyri. Hvørji áhugamál
kann aðalskrivarin hava, tá
hann roynir at seta slíkar
kílar millum Tórsvøll og
feløgini?
Eg læs við stórum áhuga
um ætlanina at byggja
nýggja fótbóltshøll í Skála-
botni. Ein stór ætlan, sum
eisini er grundað á sponsor-
pengar – sjálvsagt – ella ?
Framtíðar
gras(líkis)vøllur ?
Herfyri upplýsti FSF skriv-
stovan, at FIFA longu næsta
ár fór at viðurkenna 3. ætt-
arliðs graslíki til landsdyst-
ir. Ein upplýsing, sum í sær
sjálvum er áhugaverd, men
átti at verið viðgjørd í størri
samanhangi, har fyrimunir
og vansar verða lýstir.
Tað er rættiliga grund-
leggjandi fyri eina verk-
ætlan, sum Tórsvøll, um
vit longu næsta ár kunnu
legga graslíki á ístaðin fyri
vanligt gras.
Fyri Tórsvøll, sum fyri-
skipara av dystum og tiltøk-
um, og fyri fótbóltin í Havn
gevur hetta nýggjar møgu-
leikar.
Ber hetta til, uttan at vit
missa rættind í evropeisku
kappingini, ljóðar hetta
spennandi.
Fari tó fyribils at loyva
mær at ivast í, um lond sum
Týskland, Frakland, Ong-
land, Italia fara at góðtaka
at leika á graslíki.
Status ídag.
Vit, sum í dag varða av
dagliga rakstrinum av Tórs-
vølli, hava fingið viður-
kenning frá Tórshavnar bý-
ráð frá fyrsta degi, og áveg-
is hevur býráðið bøtt mun-
andi um umstøðunar.
Enn eru vit ikki komnir á
mál, men er ikki so langt
eftir, at vit kunnu siga, at
karmarnir kring Tórsvøll
eru nøktandi til at skipa fyri
stórdystum og tiltøkum
annars.
Enn vantar at fáa tekju
yvir áskoðaraplássini so-
leiðis, at veður og vindur
ikki hava so stóran ávirkan
á, um fyriskipanin eydnast
væl ella illa. Her verður
hugsað um at áskoðarin
skal fáa eitt so gott uppliv-
ilsi, sum til ber. Her verður
eisini hugsað um eitt
tryggari fíggjarligt grund-
arlag at byggja virksemið á.
Í løtuni verður tí roynt at
finna útveg fyri at tekja
eystaru langsíðu soleiðis, at
umleið 3.000 fólk kunnu
sleppa undir tak. Vit tosa
her um eina íløgu uppá
umleið 10 mill.
Vit hava fingið avtalur
við sponsorar og ásanna, at
uttan hesar, var ætlanin ikki
komin so langt, sum hon er
komin. Vónandi kunnu vit
eisini í framtíðini fáa slíkar
avtalur.
Allur rakstur av Tórsvølli
verður gjørdu ókeypis, og
beinasemi frá ymiskum
persónum og felagsskapum
hevur verið stórt. Hetta ger,
at so at siga allar inntøkur
fara til at gjalda aftur tey
lán, grunnurin hevur tikið.
FSF og Tórsvøllur hava
haft felags áhugamál av
altjóða fótbóltsleikvøllin-
um á Tórsvølli – og eftir
mínum tykki við góðum
úrsliti. Tað er nú ikki hent
so lítið, síðan vit byrjaðu í
1999.
Frá byrjan vóru tað tó
kreftir innan FSF, sum ikki
tóku so heilhjartað undir
við Tórsvallarætlanini – og
í sendingini Føroyar í Dag
visti útvarpsverturin at
siga, – at FSF ætlar sær
burturúr Tórsvallargrunnin-
um og harvið sleppa síni
ávirkan á verkætlanina.
Hetta kenna vit, sum varða
av grunninum, onki til, men
eru sjálvsagt noyddir at
fyrihalda okkum til, um
hetta verður so.
Um hetta skyldast, at
FSF ikki longur hevur brúk
fyri Tórsvølli, ella um hetta
skyldast aðrar – fyri okkum
ikki kendar – orsakir,
kunnu vit bert gita um, men
tó kunnu vit ásanna, at FSF
er ein felagsskapur, sum er
í stríð við seg sjálvan, at
kreppan innanhýsis er við
at gera meira og meira um
seg, og at tað frammrættað
arbeiðið, sum FSF eigur at
byggja á, er við at drukna í
smáligum kegli – føroysk-
um fótbólti til stóran skaða.
Mítt ynski fyri FSF skal tí
verða, at feløguni aftur ger-
ast miðdepilin í FSF. At
FSF ikki er ein felagsskap-
ur, sum hevur nokk í sær
sjálvum ella »ein statur í
statinum«, men ein framm-
rættað samgonga av fót-
bóltsfeløgunum við klárum
yvirornaðum málum at
røkka. Tann spírin, sum í
síni tíð bleiv settur niður,
hevur vunnið Føroyum og
føroyingum stóran sóma
kring allan heim og elvt til
samanhald og stoltleika
millum føroyingar. FSF
eigur at fjálga um hetta og
leggja til brots. Málini eru
har – setið kósina, og vit
eru nógv sum fylgja tykk-
um.
Nakað um føroyskan fótbólt og um Gundadal
C
M
Y
K
11
10