Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. apríl 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 65 - 2. apríl 2004 Nr. 65 - 2. apríl 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 26. mars var móttøka hjá P/f Statoil í Havn í sam- bandi við at Sigfríður Joensen, distribu- tørur hjá Statoil í Hvannasundi, legði frá sær eftir 38 ár í tænstu hjá oljufelag- num Sigfríður Joensen í Hvannasundi er 68 ára gamal, nú hann leggur frá sær sum oljusølumaður. Hann byrjaði í 1966, tá Esmar Fuglø, sum tá var stjóri hjá Esso, heitti á hann um at taka við hesum starvi. Sigfríður fór fyrstu ferð til skips sum 17 ára gamal við sluppini "Gamli Al- bert". Hann var ungur, tá hann keypti sær lastbil, og í nógv ár var hann til skips um summarið og koyrdi lastbil um veturin. Tað mesta ar- beiði við lastbilinum var vegagerðin millum Hvannasund og Viðareiði. Tann vegurin varð liðugur fyrst í 60-unum. Tá vegasamband kom millum Klaksvík og Norð- depil og ein bátur sigldi við ferðafólki og posti til Hvannasunds, koyrdi Sig- fríður rutu millum Hvanna- sund og Viðareiði. Í 1966 fekk hann starv sum distributørur hjá olju- felagnum Esso fyri Viðoy, Svínoy, Fugloy og Norð- depil. Ein oljutangi sum tók 50.000 litrar varð settur upp í Hvannasundi, og oljubát- urin "Esso Søldarfjørð" kom við oljuni. So hevði Sigfríður til uppgávu at senda oljuna í tunnum til hinar bygdirnar í hansara øki. Fyrsti oljubilurin var ein lastbilur, sum hann setti ein leysan tanga uppá. Niels Juel Nattestad, stóri á P/f Statoil, segði í røðu síni, at Hvannasund mundi vera ein tann bygdin í Før- oyum, har teir høvdu størsta marknaðarpartin - heili 95 prosent. Fólk í Hvannasundi og har á leið keyptu ikki olju frá Statoil, men tey keyptu olju frá Sigfríða, segði Óli Marnar Christiansen, distributørur hjá Statoil í Norðoyggjum, sum nú yvirtekur økið hjá Sigfríði. Hann helt, at tað bleiv ein tungur arvur at lyfta. Sigfríður er ættaður úr Hvannasundi. Foreldrini vóru: Kristianna, f. Poul- sen, úr Hvannasundi, og Carl Joensen, vanliga nevndur Carl í Buð, ættaður úr Havn og vaks upp í Hvannasundi. Sigfríður er giftur við Bergfríð, f. Olsen, sum er ættað úr Norðdepli, tey eiga fýra børn, Karl og Atla, sum búgva í Hvannasundi, Ingolf sum býr í Klaksvík, og Judith sum býr í Hósvík. Sigfríður Joensen, Hvannasund: Hevði umleið 90 prosent av marknaðinum Niels Juel Nattestad, stjóri á P/f Statoil, takkar Sigfríða fyri góða og trúgva tænasu í 38 ár og handar honum ein málning Mynd: Magnus Gunnarsson Familjan møtti eisini til móttøkuna. Fremst f.v. Bergfríða og Sigfríður Joensen, aftan standa synirnir Karl og Atli við konunum, Ellen og Margret Mynd: Magnus Gunnarsson Starvsfólk á skrivstovuni hjá P/f Statoil, f.v. Bireta Hansen, Martin Jacobsen, Júst Vang og Signar Johannesen Mynd: Magnus Gunnarsson Frá móttøkuni f.v. Bergtóra í Geil, frá Statoil, Ellen Joensen, verdóttir Sigfríð, Ulla Mortensen og Annika Hansen frá Statoil Mynd: Magnus Gunnarsson Óli Marnar Christiansen, distributørur í Norðoyggjum, sum nú yvirtekur økið hjá Sigfríði, handaði honum eina gávu frá starvsfeløgunum Mynd: Magnus Gunnarsson Miku- kvøldið skipaðu handlarnir í SMS fyri mótasýn- ing. Hetta var vár- mótasýningin, sum vísti, hvat føroyingar kunnu vænta sær at síggja í handlunum komandi dagarnar MÓTASÝNING Aftur í ár var tað Barbara í Gongini, sum skipaði fyri mótasýningini í SMS. Tað sást, at hon hevði gjørt nógv burturúr, og hon hevðí lagt stóran dent á scenografiina, tónleikin og ikki minst ljóð og ljós. Fyri ljóðinum var tað DJ Ca- milla, sum syrdi fyri at pumpandi tónar komu út gjønnum hátalararnar. Hon er ein ungur kreativur dani, sum arbeiðir við at gera ljóð til mótasýningar í Dan- mark, umframt at hon eisini fæst við at gera film. Tón- leikurin var øðrvísi enn vit vanliga plaga at hoyra til slíkar sýningar, og tað setti ein serligan dám á sýn- ingina. Stylingina av modellun- um stóð klaskvíkingurin, Petur Jacobsen, fyri. Hann hevði av álvarar havt krea- tivu kyknurnar í gongd, og bæði sum hárskeri og stylistur sýndi hann framúr hegni. Fjølbroyttur vármóti At greiða frá hvør vármótin verður, er eitt sindur tor- ført. Tað verður at kalla er ein blandingur av etniskari, i n d i s k a r i mentan, um- framt at norðurlendska lookið eisini spøkir eitt sindur. Ung- dómurin fer í sínum lagi aftur í 80’ini, har floyal og strípur vóru ein týðandi partur, eins og gráir – men eisini kulørtir – russaralitir fáa eitt orð at siga. Fult hús Undirtøkan til mótasýning- ina var sera góð, tað vóru 240 sitipláss og tey vóru øll upptikin. Rógvi Róin marknaðleiðari í SMS sigur, at hann metir at tað vóru umleið 250 fólk sum stóðu, so alt í alt vóru á leið hálvt-túsund fólk til til- takið. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 2. apríl. Teodosius. Kann vera navnið á rómverska keisaranum Teodosiusi Stóra, sum doyði í 395. Men teir halda, at líka skjótt hevur dagurin navn eftir kristnari gentu Teodosiu, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. Viðhvørt verður hesin dagurin róptur Teodorius. Nikolai Mohr doyði hendan dagin í 1790. 1. apríl 2004 vóru liðin 25 ár síðan Finnbogi Niclasen í Sørvági tók við sum flogvallarovasti á Vága Floghavn. Finnbogi er 56 ára gamal og útbúgvin sum skipsfør- ari. Hann sigldi í fleiri ár hjá A. P. Møller, áðrenn hann tók við sum flog- vallarovasti 1. apríl 1979. Ómetaliga stórar broyt- ingar eru farnar fram hesi 25 árini. Í 1979 ferðaðust 50.159 ferðafólk um flog- vøllin og í 2003 vóru tey 162.917. Talið av flogførum er eisini vaksið nógv, í 1979 komu og fóru 1634 flogfør um flogvøllin og í 2003 vóru tey 5217. Vøksturin í ferðafólkatal- inum hevur havt við sær nógvar broytingar og út- byggingar á Vága Flog- havn, sum er vorðið eitt munandi størri arbeiðs- pláss, enn tá Finnbogi byrj- aði. Hann var við til at stovna Lions Club í Vágum og er virkin í dansifelagnum "Upp á tá" . Finnbogi er føddur og uppvaksin á Tvøroyri og gekk til skipsførara á Før- oya Sjómansskúla. Hann flutti til Sørvágs, tá hann tók við sum flogvallaovasti. Hann er giftur við Ednu, f. Joensen, ættað úr Nólsoy, tey eiga trý børn og fimm ommu-og abbabørn. Í sambandi við starvs- dagin hevur Statens Luft- fartsvæsen móttøku á Vága Floghavn í dag, 2. apríl, frá kl. 15-17, har øll eru væl- komin at heilsa upp á Finn- boga. Finnbogi Niclasen, Sørvágur: 25 ár sum flog- vallarovasti Væleydnað mótashow í SMS Mótin í summar verður sera fjølbroyttur. Heilt frá ítróttarklæðum til etniskar draktir C M Y K 13 12