fríggjadagur 2. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 2. apríl 2004
15
Rúni Poulsen, út-
róðrarmaður, er
ónøgdur við russisku
skipini, sum liggja
fyri akkeri uttanfyri
Nólsoynna. Tá Rúni
og aðrir útróðrar-
menn úti í oynni
royna eftir goggu,
sum teir brúka til
agn, kunnu teir
nevniliga ikki vænta
at fáa allar glúparnar
inn aftur, tí russar
fara avstað við
teimum
ÚTRÓÐUR
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Útróðrarmenn í Føroyum
eru mest sum samdir um, at
goggan er tað besta agnið,
tá roynt verður eftir toski.
Nógv arbeiði stendst burtur
úr at fáa gogguna til vega, tí
glúpar
skulu
setast
á
goggumið, standa har eina
løtu, og síðani dragast inn
aftur. Hetta fer við nógvari
tíð hjá útróðrarmanninum,
men eyka inntøkan er verd
ómakin.
Og tó, hjá nólsoyingum
fer nógv av hesum arbeið-
inum til spillis, tí tá glúp-
arnir skulu dragast inn aft-
ur, eru teir ofta vekk. Or-
søkin er ikki stuldur, men
ósketni úti á fjørðinum, har
russar ofta draga akkerið
upp, lora niður aftur, og
liggja so og draga eftir
botninum við akkerinum.
Og tað er júst tá akkerið
verður drigið eftir botnin-
um, at nógvir gogguglúpar
verða skræddir upp og fara
fyri onki.
- Teir liggja ongantíð í
frið, russararnir. Teir draga
upp, og so koyra teir niður
aftur. Eg misti seks glúpar
nú ein dagin, og eg havi
mist einar 30-40 glúpar
henda mánaðin. Tað verður
so nógv arbeiði burturúr, og
vit fáa ikki so nógva goggu
frammanundan, so tað er
ógvuliga óheppið, sigur
Rúni Poulsen.
Rúni leggur aftrat, at tað
vísir seg, at russar hava
fyrimun her í Føroyum.
- Eg rokni ikki við, at
russar høvdu góðtikið hetta
har
eysturi,
sigur
ein
ónøgdur Rúni Poulsen.
Spurdur um teir ikki
kundu sett gogguglúparnar
longur inn ímóti Nósloynni,
sigur Rúni, at tað nyttar
ikki.
- Tað er ongin gogga at
fáa inni við land. Vit mugu
longur út, so har er onki at
gera, sigur Rúni Poulsen,
útróðrarmaður.
Tað er Tórshavnar Havn
við
Havnarskrivstovuni,
sum hevur ábyrgdina av at
geva russum boð um, hvat
teir skulu liggja á fjørðin-
um.
- Vit hava roynt at tosa
við teir á Havnar-skriv-
stovuni, men har spyrst
onki búrturúr. Vit hava
ringt nakrar ferðir, men tað
er tað sama. Teir skylda
bara upp á hvønn annan har
inni. Vit hava eisini ringt til
Skipafelagið nakrar ferðir,
men tað hevur heldur ikki
givið úrslit, sigur Rúni.
Spurdur um teir ikki
sjálvir kunnu seta seg í
samband við russar, og fáa
tingini
avgreidd,
sigur
Rúni, at tað er eingin gongd
leið.
- Vit duga ikki russiskt,
so tað ber ikki til. Mann
kann sikkurt siga "njet" við
teir, men eg hugsi ikki, at
tað fer at vika skipini, sigur
ein skemtandi, men ónøgd-
ur Rúni at enda.
Útróðrarmenn úr Nólsoy:
– Russar
oyðileggja
okkara
goggu
Árni Dam av Skipa-
felagnum, sum er
umboðsmaður fyri
tey russisku skipini,
sum koma til Føroya,
sigur í samband við
klagurnar hjá út-
róðrarmonnum í
Nólsoy, at onnur skip
liggja eisini og draga
og skræða við
akkerinum
ÚTRÓÐUR
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Aðrastaðni á síðuni stendur
at lesa, at nólsoyingar hava
trupulleikar av, at stóru
russisku skipini liggja fyri
akkerið uttanfyri Nols-
oynna, tí tey fara avstað við
gogguglúpunum, tá akkerið
tekur í. Men Àrni Dam,
russiskur umboðsmaður,
sigur í hesum sambandi, at
tað eru skip av øllum úr
øllum tjóðum, ikki bert
russar.
- Vit sóu sjálvir, tá
Christian í Grótinum dró
akkerið eftir botninum og
sleit ein heilan kaðil út til
Nólsoynna. So tað eru ikki
bert russar, sum draga eftir
botninum, sigur Árni Dam.
Spurdur um russisku
skipini ikki kundu ankrað
aðrastaðni enn júst har, sum
útróðrarmennirnir
royna
eftir goggu, sigur Àrni
Dam, at skipini eru so stór,
at tað er óðamannaverk at
sigla ímillum hesar smáu
boyurnar.
- Hesi skipini eru kanska
einar 130 metrar til longd-
ar, og við so stórum skipi er
ógjørligt at koma uttanum
hesar smáu boyurnar, sum
liggja ógvuliga tættar. Har-
umframt hava boyurnar
ikki ljós á um næturnar, og
tá eru tær ikki til at síggja,
sigur Àrni Dam.
Árni Dam sigur seg hava
prátað við russar um júst
henda
trupulleika
við
gogguglúpunum hjá nóls-
oyingum, so teir vita av tí.
- Men tá ættin er land-
synningur, so vera teir
noyddar at leggja seg undir
Nólsoynna, og tá er skjótt
at koma ov tætt at útgerðini
hjá útróðrarmonnum, sigur
Árni Dam.
Tað er Havnarskrivstov-
an, sum hevur ábyrgdina av
at leggja skipini, tá tey hava
brúk fyri at ankrað. Men
tað er ikki altíð, at skipini
geva boð frá sær, tá tey
flyta seg, um eitt nú ættin
skiftir. Tað ásannar Árni
Dam, men hann vísir á, at
hann fær onki gjørt við
henda trupulleika.
- Tað er Havnarskrivstov-
an, sum umsitur hetta økið,
sigur hann.
Av Havnarskrivstovuni
siga teir, at hetta er ein
afturvendandi trupulleiki,
sum teir hava vitað av
leingi.
Tískil
stendur
trupulleikin við.
Árni Dam, umboðsmaður hjá russum:
– Ikki bert russar sum oyðileggja
Útróðrarmaðurin Rúni Poulsen sigur, at gogga er nógv tað besta agnið, og tískil er tað sera óheppið, at teir eru
fyri stórum missi orsakað av stórum skipum, sum liggja á fjørðinum
Árni Dam er umboðsmaður
hjá russum í Føroyum
15
14
Nr. 65 - 2. apríl 2004
Tónleikarin Terji
Rasmussen hevur
keypt hús úti í
Nólsoy, og er hann
serstakliga vælnøgdur
við umstøðurnar úti í
lítlu oynni. Sosialurin
hevur hitt nólsoyar-
búgvan á máli um
lívið úti í Nólsoy
SAMRØÐA
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Blaðmaður: Hvussu bar tað
til, at tú flutti frá stóra
Keypmannahavn og út til
Nólsoynna?
Terji Rasmussen: Tað var
trupult at fáa nakað at
búgva í Havnini, og tað var
ringt at fáa børnini passaði
í Havnini. So eg fór til
Nólsoyar, og eg havi síðani
funnið útav, at eg trívist
óluksáliga væl her úti. Eg
minnist, tá eg var lítil, so
hugsaði eg ofta, at tað
mundi vera deiligt at búgva
úti í Nólsoy. Og so hevur
man verið her úti av og á,
bara nakrar tímar, og mær
dámdi so ótrúliga væl. So
tann tankin um, at tá man
einaferð skuldi seta seg
niður, so hevði tað kanska
verið gott úti í Nólsoy.
Blaðm.: Hvat fært tú tíðina
at ganga við úti í oynni?
Terji: Tað er ongin trupul-
leiki at fáa tíðina ganga.
Man gongur og vitjar
onkran, so slappar man av,
gløðir út á sjógvin, gongur
sær ein túr. Og eg spæli
guitar av og á. Men altso
um man hevur tendens til at
keða seg, so er Nólsoy
kanska ikki tað rætta staðið
at flyta til, men eg eri ikki
tað slagið, sum keðir seg.
Blaðm.: Hvussu hava nóls-
oyingar tikið ímóti tær?
Terji:
Tey
hava
tikið
øgiliga væl ímóti mær. Tey
hava verið ógvuliga blíð og
fitt og fyrikomandi. Tey
ynsktu mær bara væl-
komin, og blíðskapurin var
í hæddini. Man skal bara
innordnað seg eftir umstøð-
unum, tí tað er eitt sindur
øðrvísi her enn til dømis í
Havnini. Man skal líkasum
venja seg við rútmuna her.
Blaðm.: Tú saknar ikki
stórbýarlívið?
Terji: Nei. Men onkuntíð
kemur tað sjálvandi yvir
meg, at nú hevði tað verið
gott at farið í býin í Havn-
ini. Men so fari eg bara í
býin í Havnini, tað er ikki
meira at snakka um tað.
Blaðm.: Hvat er miðpunkt-
ið í lívinum hjá Nólsoy-
ingum?
Blaðm.: Tað er helst í
Kaffistovuni, at man kemur
mest í samband við hini
fólkini. Men Kaffistovan er
ikki eitt slíkt stað, har man
gongur regluliga. Tað er
meira
í
vikusiftunum,
fríggjakvøld og leygar-
kvøld. Annars er tað teir
somu eldru mennirnir, sum
sita har í ein tíma ella tveir.
Tað er ongantíð tað stóra
fólkið at síggja mitt í viku.
Men í vikuskiftunum er
altíð stúgvandi fult av fólki
í Kaffistovuni, og hýrurin
er altíð góður. Viðhvørt
verður harmonikan tikin
fram. Og tað er komið fyri,
at eg havi spælt.
Blaðm.:
Hvussu er við
sangskrivingini hjá tær úti í
Nósloy?
Terji:
Tað hevur verið
nokkso striltið við tí. Eg
veit ikki hví. Eg trúði, at tá
eg kom til Nólsoyar, so
kom alt bara leypandi til
mín; at inspiratiónin mundi
fara at vera øgilig. Tað
hevur hon kanska eisini
verið fyri so vítt, men upp á
ein annan máta, meira
menniskjalig. Man brúkar
meira tíð upp á at hugsa og
at fáa tankarnar upp á pláss.
Sinnið verður meira róligt.
Eg haldi, at eg hevði verið
her úti í eitt ár, áðrenn eg
gjørdi nakran sang. Men eg
haldi, at nú er tað líkasum
komið hol á. Men sjálv-
andi, nú verður mesta ork-
an brúkt upp á húsini.
Blaðm.: Verður tú verandi
úti í Nólsoy?
Terji: Ja, tað er ongin ivi
um tað. So nú havi eg keypt
hesi húsini úti á Krákuni í
Nólsoy, og eg hevði bjóðað
upp á fleiri hús áðrenn tað.
Beint nú búgvi eg til leigu í
einum øðrum húsum, men
einaferð í mai mánaði vóni
eg, at smíðingin verður lið-
ug og at klárt verður at flyta
inn.
Blaðm.: So hetta er tann
stóra etableringin?
Terji: Nólsoy er mín ad-
dressa, inntil eg doyggi.
Men man skal sjálvandi
ongantíð siga, at man verð-
ur verandi á einum stað
restina av lívinum. Men eg
síggi fyri mær, at soleiðis
verður tað. Í øllum førum
fari eg at eiga hetta matrikl-
ið restina av lívinum.
Kanska fari eg okkurt
annað stað eitt ár ella tvey,
men eg fari altíð at koma
aftur til Nólsoy. Hetta
verður basin restina av
lívinum, ongin ivi um tað.
Terji Rasmussen: - Nólsoy er mín
addressa, inntil eg doyggi
C
M
Y
K
14