Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 65 - 2. apríl 2004 Nr. 65 - 2. apríl 2004 17 eina uppliving at vitja í Kirkjubø. Hann dugdi so væl at greiða frá um sítt heim og ta stóru søgu, sum Kirkjubøur hevur í huga- heimi okkara. Seinastu árini hevur Páll verið illa sjúkur, og tí komu deyðsboðini ikki óvæntað, hóast slík altíð koma óvart á. Páll hevur kortini verið heima, og hann vildi eisini liva ta síðstu tíðina – og var fyri fáum døgum síðani seinasta túrin í koyristóli- num saman við konuni Sølvá í bygdini og norðuri á Gomlurætt. Sølvá hevur greitt frá, at seyðurin kom so stillisliga móti honum – væntaði at fáa fóður frá Pálli. Aftaná hevur hon hugsað um, at tað var sum um seyðurin segði hirða- num farvæl, tá hann legðist so stillisliga á bøin. Páll varð grivin í gamla kirkjugarðinum við kirkj- una, har hann hevur verið deknur og klokkari, síðani pápi hansara doyði í 1973. Har liggur hann saman við foreldrum sínum og fedrum í nógvar ættir. Hósdagin í farnu viku andaðist Páll Paturs- son, bóndi í Kirkjubø, 60 ára gamal. Hann var sekstandi bóndi í ættini á garðinum í Kirkjubø JARÐARFERÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Myndir: Brandur í Dali Á mariumessu – hósdagin í farnu viku – andaðist Páll bóndi Patursson í Kirkjubø, 60 ára gamal eftir sjúkra- legu í nøkur ár. Páll var hin sekstandi í ættini á garðinum, sum síð- ani 1550 hevur verið á Kirkjubøar garði. Hesin garður er nakað serligt fyri allar føroyingar. Er sum ein søgulig, ment- anarlig og tjóðskaparlig í- mynd alra føroyinga. Tað var her Sverri, Noregs kongur, vaks upp – føddur í Sverris Holu fyri nærum 1.000 árum síðani. Garður- in var eisini biskupsetur í katólsku tíðini, og tað var tann navnframi Erlendur bispur, sum umleið ár 1300 læt Magnusarkatedralin – Kirkjubømúrin – byggja. Páll hevði tí nakað at liva upp til við hesum mentan- ararvi, honum varð litið í hendi at bera víðari. Og tað megnaði hann eisini væl, tí bæði Páll og Sølvá hava verið virðilig umboð, tá tey á teirra fryntliga hátt hava sýnt gestablídni í roykstov- uni, har so mong fólk – kend og minni kend, sendi- harrar, ítróttarfólk, sjón- leikarar, forsetar, forsætis- ráðharrar, kongar, drotn- ingar, prinsar – og so mong, mong onnur hava sitið til háborðs. Tað var óivað við hesi mentan í huga, at prestur fleiri ferðir í gravtaluni treiv í 5. mósebók, kap. 32,7: »Minnist dagarnar í forðum, hyggið at árum hinna farnu ætta! Spyr faðir tín, hann skal frøða, gamalmenni tíni, tey skulu greina tær mál.« Hesi orð helt Móses á sinni upp fyri ísraelsfólki, tá tey vóru á veg inn í lov- aða landið eftir útlegdarár- ini í oyðimørkini – og stríð- ið varð endað. Og hesi orð kundi Páll eins væl borið víðari, nú 17. ættarliðið hevur tikið við garðinum. Hugsjónarligan íblástur hevur garðurin í Kirkjubø eisini givið – bæði til stovn- anina av Sjálvstýrisflokki- num fyri øld síðani, tá lang- abbi Páll, Jóannes Bóndi, stovnaði Sjálvstýrisflokkin, og tá abbabeiggi hansara slaka hálva øld seinni stovnaði Tjóðveldisflokkin. Sum ungur fór Páll á land- búnaðarskúla í Noreg, sum siður er í familjuni. Hann var nýhugsandi maður, hevði eitt virkið lív og nýtti tað høvið, hvør dagur gav, soleiðs sum tú verður noyddur at tillaga teg nátt- úruni í Føroyum – ikki minst, tá tú skalt liva av náttúrini. Innan landbúnaðin var Páll eisini slóðbrótari. Hann var hin fyrsti at hoyggja við fóðurheystara, hann var við at leggja lunn- ar undir eitt nú »Bóndafel- agið«, »Grøði«, »Fóður« og gjørdi forarbeiðið til Meginfelag Búnað- armanna, MBM. At vera bóndi í dag er ikki sum fyrr. Heldur ikki á einum so stórum garði, sum garðinum í Kirkjubø. Stór- ar broytingar eru farnar fram innan landbúnaðin, at sjálvt ein so stórur garður, sum tann í Kirkjubø, ikki gav so nógv – heldur ikki hjá so dugnaligum fólkum, sum Pálli og Sølvá. Tí fór hann eisini undir annað virksemi, og gjørdist m. a. handilsmaður afturat bóndayrkinum, tá hann fekk sær umboðssølu og seldi hegn um alt landið. Garðurin og fornminnini annars í Kirkjubø góvu eisini Pálli høvi at virka í ferðavinnuni. Einki er sum Kirkjubø, tá tað um forn- minni umræður, og her dugdi Páll so óføra væl at leggja til rættis soleiðis, at ferðamaðurin veruliga fekk Stór mannfjøld segði Pálli bónda í Kirkjubø farvæl Synir og brøður við børuna í roykstovuni á garðinum í Kirkjubø, tá kistan fór úr heiminum í kirkjuna: Jóannes, Pól og Siggert Patursson, konan Sølvá, Bjørn, Birgir, og Tróndur Patursson Jóannes Patursson, bóndi og elsti sonur Páll og Sølvá, segði nøkur orð um pápan á kórsgáttini í kirkjuni í Kirkjubø og las útgangsbønina. Prestar vóru Bergur D. Joensen og Heri Joensen Kistan verður borin úr roykstovuni oman í kirkjuna. Synir Páls, Jóannes, Pól og Siggert og brøðurnir, Tróndur, Birgir og Bjørn bóru Sharon Weiss spældi floytu í roykstovuni. Hon kom sum ung genta til Føroya fyri umleið 30 árum síðani, og var hon hjá Pálli og Sølvá í Kirkjubø í eitt ár Theodor Petersen, sum er stjóri á Fóður hjá MBM sang eisini yvir kistuni í roykstovuni, áðrenn kistan varð borin út Fleiri hundrað fólk vóru og søgdu Pálli seinasta farvæl. Sum vera man rúmaðust øll ikki í kirkjuni, men veðrið var gott og hátalarar vóru settir upp uttanfyri, har fólk bæði stóðu í kirkjugarðinum og í túnum millum húsini Páll og Sølvá uttan fyri roykstovuni. Myndin er tikin 11. apríl í 2002 C M Y K 17 16